Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-03-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 1987síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 29 — 10 mars 1987 - Adolf Hansen á tingi: Avtakið útvarps- og sjónvarpsgjald Tu og eg eiga ikki longur at rinda út- varps- og sjónvarpsgjald Haraftur- ímóti eiga hesi gjøld at verða goldin av tí almenna lógina. yvir figgjarløgtings- Hetta heldur Adolf Hansen og hev- ur hann tískil lagt uppskot fram um avtøku av hesum gjøldum. Í viðmerkingunum til uppskotið verður m. a. sagt: Álagt verður lands stýrinum at leggja fyri tingið á Ólavseku 1987 uppskot um avteku av lógum og reglugerðum um útvarps- og sjón- varpsgjald. Nevndu stovnar skulu framyvir hava inntøku, ið sam- svara vi núverandi gjeld, yvir fíggjarleg- tingslógina. Viðmerkingar: Útvarps- og sjónvarps- móttakarar eru í at kalla ellum íbúðum í dag, og er tí eingin grund til at hava ser- stakar inntekulógir fyri hesar stovnar. Fer- oya Legting hevur í mong ár á ellum eðrum ekjum lóggivið út frá tí prinsippi, at inntekur- nar ikki skulu oyra- merkjast. Útvarps- og sjón- varpsgjald er ikki ann- að enn kamufleraðar skattainntekur, og til- svarandi fiktiv lægri landskassaútreiðslur. Harumframt er nú- galdandi skipan órætt- vís á fleiri økjum. Til- demis megu skip og bátar gjalda útvarps- gjald á lógtvungnum radiomóttakarum, teir sonevndu neyðmóttak- arum. Nevnast kann eisini, at útróðrarmenn og onnur, ið hava fyri neyðini at fylgja við hvat sagt verður um veðurvánirnar mangan gjalda fleiri gjeld, hó- ast tey bert hava tvey oyru at lurta við. Til demis má ein útróðrar- maður gjalda fyri tann móttakaran hann hev- ur heima, tann hann hevur í egningarskúr- inum, tann í bilinum og tann í lugarinum á bát- inum umframt tann lógpliktiga mottakar- an í stýrhúsinum. Ella við eðrum orðum: hann má gjalda 5 útvarps- gjøld fyri at tryggja sær altíð at hoyra veð- urvánirnar. Núgaldandi skipan er soleiðis, at millión- ingurin og pensionist- urin gjalda líka. Hvat eisini vildi verið rætt- víst, um ikki so stórur munur var í inntekun- um. Utvarps- og sjón- varpsgjaldið er tyngj- andi lutur hjá fólka- pensiónistunum, og so lítið tey fáa at liva fyri í dag, er neyðugt, at vit lætta mest gjerligt um byrðar teirra = Síða 11 Eitt stig á leiðini at bota um ferðslutrygdina: ABS-bremsur skulu sleppa undan tolli Trygdarútgerð í bil- um so sum ABS- bremsuskipanin, eiga at verða und- antikin tolli og av- gjøldum. Hetta heldur sambands- flokkurin, sum hev- ur lagt uppskot fyri tingid um at heita å landsstyrid um at broyta reglurnar fyritolli og avgjøld- um i hesum sam- bandi. I uppskotinum til samtyktar verður sagt: Feroya Legting heitir á Feroya Landsstýri um at leggja fyri legtingið broytingar í toll- og av- gjaldsreglunum fyri akfer sum føra við sær, at kostnaðurin fyri ABS- bremsuskipan ikki verður roknaður uppí toll- og av- gjaldsgrundarlagið. Viðmerkingar: Í Føroyum, eins og í eðr- um londum uttan um okk- um, økist bilferðslan ár undan ári, og harvið eisini krevini til avvarðandi myndugleikar um ábetur og nýgerð av veganetin- um kring landið, fyri at ferðslutrygdin kann liggja á einum so hegum steði sum gjerligt. Hóast alt tað sum gjert verður fyri at tryggja bil- ferðsluna á okkara vega- neti, so mugu vit ásanna, at samstundis sum biltal- ið ekist og ferðslan harvið gerst tættari á vegnum, hava vit fingið nógv fleiri deyðsvanlukkur í ferðsl- uni, umframt at øll tey, sum fáa mein, ofta brek fyri alt lívið, av ferðslu- vanlukkum, og er hetta ein sorgarleikur fyri tann ið raktur verður, og tey ið avvarða, herumframt verður alt samfelagið út- sett fyri beinleiðis tapi. Viðvíkjandi sjálvum ak- førunum, bæði størri og smærri, fara fram stórar broytingar, m.a. av tí framkomna teknikkinum, sum ger bilarnar betri og tryggari á nógvum økjum. Millum annað bjóða nú alt fleiri bilverksmiðjur fram bilar sínar við tí so- kallaðu ABS-bremsuskip- anini sum eykaútgerð, summar enntá sum stand- ardútgerð, orsakað av tí ektu framleiðslumongd av hesi skipan, sum hevur fort við sær, at ABS nú al- samt kann keypast bílig- ari og bíligari frá verk- smiðjunum, har skipanin verður framleidd. ABS er ein elektrónisk ella mekanisk útgerð, sum ikki loyvir hjóllæsing á bili uttan mun til hvussu forið er — vátt ella turt, hált ella ikki. Við ABS-bremsuskipan- ini kann ein og hver óan- sæð royndir bremsa akfar- inum (persónbili, last- vogni, bussi e.e.) yvir so stutt strekki sum yvir- hevur gjerligt, og stýra samstundis. Higarti! hevur omanfyri umredda útgerð verið sera dýr at keypa, orsakað av at eingin ódýr framleiðsla hevur verið megulig og hevur hetta ivaleyst verið gjert enn verri av hegari tollbyrðu. Fyri einum tveimum árum síðani kostaði ABS-skipanin um- leið kr. 50.000,- meðan ohn ídag er komin niður á ein- ar kr. 9.000,- frá ávísum bilseljara við verandi toll- satsum. Tá talan er um ABS- bremsur er tað av a gjørdum týdningi at nevna, at henda skipanin virkar til optimala bremsi- longd, óansæð um førarin er skelkadur — t.d. um eitt barn leypur út fyri bilin. Í einum tílíkum feri vil fáur ella eingin bilferari klára at bremsa uttan hjóllæs ing við vanligum brems- um. Orsakað av at umredda bremsiskipan til bilar av teimum sakkenu verður mett framúrskarandi góð fyri ferðslutrygdina mælir Sambandsflokkurin til, at funnið verður fram til eina broyting í verandi toll- skipan, sum frítekur ABS- bremsuskipanina fyri av- gjald til landskassan. Ein mátin er, at loyvt verður at minka toll- og avgjaldsgrundarlagið við ávísum upphæddum, alt eftir um talan er um el- ektróniska (tann besta) ella mekaniska ABS- bremsuski9pan, og hvussu stórur bilurin er Út frá hesum verður sett fram hetta uppskot til samtyktar