týsdagur 24. mars 1987síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nýggi Vesturvón komin:
Føroyingar eiga
nú nýggjasta og
og best útgjørda
flakatrolaran í
í Norðuratlantshavi
Nýggi flakatrolarin Vest-
urvón koma á Servág hós-
dagin. Hóast tað var av
ringasta veðri, so var hóp-
urin av fólki komin saman
á bryggjuni í Servági at
taka ímóti hesum stásiliga
fari.
Teir báðir eigararnir Ei-
vind Niclasen og Hjalmar
Hvítklett, sum nú hava
bygt sín triðja og seinasta
Vesturvón, eru sera væl
negdir við nýggja skipið.
sum er bygt á Aukra
skipasmiðjuni í Noregi.
Báðir hava teir eisini
góðar vónir um, at hetta
skipið, tað einasta av sín-
um slag í føroyska fiski-
flotanum,f er at klára seg.
— Sleppa vit at varð-
veita kvotuna í Barents-
havinum, so skuldi einki
verið til hindurs fyri, at
vit fáa endarnar at rekka
saman, sigur ein fegin
Eivind Niclasen.
Hann heldur tað verður
nóg mikið við tveimum
túrum uppá 750 tons
hver, skal alt hvíla í sær
sjálvum. Men skipið
hevur so stóra fiski- og
viðgerðarorku, at nærum
einki mark er fyri hvussu
nógv teir kunnu fiska og
viðgera umborð.
Men fáa teir 1500 tons
av flakaúrdráttum, so
gevur tað góðar 40 milj.
kr. og tá er væl sloppið.
Tað, sum so kemur oman-
á, verður so beinleiðis av-
lop.
Sammeta vit so við
gamla Vesturvón, so hevu
teir besta árið góð 1300
tons í liðugveru og gav
tað einar 33 milj. kr. Nú
eru teir so útgjerdir til at
viðgera veruna meira um-
borð, soleiðis at netto-
úrslitið skuldi kunnað
blivið enn betri.
Árni Oisen, maskin-
stjóri á Vesturvón, sigur
við Sosialin, at teir sum
fyrsta skipið yvirhevur
eru við at royna eina
nýggja pakkilinju, sum
fyrr bert er roynd í landi.
Sum er hava teir
pakkað í fimmpunds
Vesturvón kostar 92,4
mill. kr. og skal fiska fyri
góðar 40 mill. kr. um árið
Báðir eigararnir, Hjalmar
og Eivind fingu blómur
frá hesi ungu kvinnuni, tá
skipið kom á Havnina
fríggjadagin
pakningar, men við hesi
nýggju maskinuni skulu
teir kunna pakka niður í Í
kilo pakningar og skuldi
tað kunnað givið meira til
skip og manning
Annars hava Arni Olsen
og manningin á verk-
smiðjuni sjálvir innrættað
verksmiðjuna, t.v.s. at
teir hava verið við í til-
rættaleggingini av verk
smiðjuni. Nógvu royndir-
nar frá undanfarna Vest-
urvón hava gjørt, at teir
nú hava fingið eina 1.
floks verksmiðju við ellum
nútímans hentleikum
Á fabrikkini eru ma-
skinur frá Carnitec, Baad-
er og Kværner
Vesturvón er 65,5
metrar langur og 13
metrar breiður. Gamli
Vesturvón, sum varð
seldur til Onglands, var 61
metrar langur og 10
metrar breiður
Nýggja skipið kostar
góðar 92 milj. kr. Fyri
gamla Vesturvón fingu
teir góðar 26 milj. kr., so
Nr. 35 24. mars 1987
væl at
nýggja
tað hevur gingið
fáa fígging til
skipið
Tað er partafelagið
Vesturvón í Servági, sum
eigur skipið
Manningin fyrsta túrin
telur 38 ella 40. Skipari er
Jóhan Páll Joensen úr
Klaksvík. Ætlanin er at
fara eystur í Barentshavið
longu í kveld
jan.