hósdagur 2. apríl 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
så 546,04 . …
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Blaðfólk: Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Térfinn Smith
Ljésmyndari: Kalmar Lindenskov
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Í SAMBAND við inntøkulégirnar
síðsta heyst fylgdi eisini uppskot
við um at hækka frádráttin hjá
pensionistum við 2000 kr. yvir 2
ár.
HETTA skuldi gjørt at pensionist-
ar skuldu verið skattafríir í flestu
bygdum, burtursæð frá teimum
kommunum har hægsta skatta-
trýstið er.
JAVNAÐARFLOKKURIN hevur
miðað ímóti at fáa sjálva fólka-
pensiénina skattafria, og var
uppskotið síðsta heyst eitt stig
tann rætta vegin.
JAVNAÐARFLOKKURIN meinar,
at skattastigin átti at verðið
broyttur, so at tær lægstu inntøk-
urnar sleppa betur enn nú í skatti.
TAÐ TYKIST sum at flestu
okkara samgongufelagar eru
samdir í hesum. Sendingarnar í
Útvarpinum um pensiónina
síðstu tíðina hava sagt okkum, at
neyðugt er at betra um umstød-
urnar.
FYRI IKKI so langari tíð síðani
hoyrdu vit ein sosialráðgevara í
Útvarpinum siga, at pensionistar
nærmast svøltadu, tí teir máttu
gjalda útvið hálva pensiónina í
húsaleigu. Hetta er fyri ein part
rætt, men neyvan hevur sosial-
ráðgevarin hugt út um Havnina,
tá hann kom við sínum úttal-
ilsum. Eitt vita vit, at tað er ikki
vanligt at pensionistar á bygd
búgva til leigu.
NÓGV fólk hava gjøgnum tidirnar
flutt til Havnar at leiga, kanska tí
at ov lítið arbeiði var í bygdini,
ella kanska ti børn vóru farin
undan. Tá hesi fólk blivu eldri og
bert hava fólkapensión at líta á,
so er greitt, at ringt er at fáa
endarnar at rókka saman.
Pensionistar betri umstødur
TAÐ STANDA nógv tóm hús úti
um landið, hvar fólk eru farin frá
Høvdu møguleikar verið skaptir
fyri at hesi fólk kundu verið í
bygdini, so høvdu tey ikki verið
so illa stillað, tá tey komu til
pensiónsaldur, tí so var ongin
húsaleiga at hugsa um og kanska
høvdu tey nakrar seyðir og
nakrar hønur við húsini, sum
kundu hjálpt til tað dagliga húsar-
haldið.
HETTA má vera málsetningurin,
at fólk kunnu liva eitt eydnuríkt
lív í tí umhvørvi tey eru uppvaks-
in í, og ikki noyðast at taka
fluktina til dømis til Havnar at
leiga, ti tå er greitt, at ov lítið
verður eftir, tá bert fólkapensión-
in verður á at líta.
Í MINNI bygdum hvar onki
arbeiði hevur verið og menn hava
bara havt sjógvin at líta á, verður
ikki lætt hjá manni, sum er komin
upp í árini, men kanska íkki er
komin til pensiónsaldur og ikki
hevur heilsu til at vera umborð á
skipi, at fáa arbeiði, og so hava
fólk sæð seg noydd at flyta til
størru plåssini, helst til Havnar,
fyri at fåa arbeidi tey årini til
pensiónin kom.
H.O.
Nr. 39 — 2. april 1987
Ellisheimið í Havn
kemur Tórshavnar Býráð
til hjálpar.
Niels Pauli hevur eisini
sosialmál undir sær og ti
er ikki óhugsandi, at hann
Eg fari at spyrja um
Kommunala eftirlitið fer
at koma byrådsformanni-
num og formanninum í so-
sialu nevndini í Tórshavn-
ar Býráð til hjálpar.
Nú er skjótt langt sid-
ani at gølan á Ellisheimi-
num tók seg upp og ikki
rekist fyri at Poul ella Lis-
beth fáa greiðu á hesum
viðurskiftum.
Tað ganga tíðindi um,
at landsstýrismaðurin í
kommunumálum, Niels
Pauli Danielsen meguliga
hugsar um tey gomlu,
sum í dag liva undir
ótryggum viðurskiftum
orsaka av at býráðsfor-
maðurin ikki hevur megn-
að at gjørt sína skyldu at
skapa trygg viðurskifti á
Ellisheiminum.
Vit havnaborgarar vóru
góð við Ellisheimið og
vóna, at landsstýrismað
urin í kommunumålum
enn einaferð rættir Poul
Michelsen og Lisbeth Pet-
ersen eina hjålpandi hond.
Sum prestur er Niels Pauli
vanur vid at hugsa um tey
gomlu og sum meklari
skuldi hann eisini havt
góðar fortreytir at loysa
hesa flokju hjá Tórshavn-
ar Býráð
havnafólk
Góður aðalfundur á Sandi
Góðir háluthundrað sandoyingar vóru farna vikuskifti savnadir
í »Virkinum« á Sandi til ársaðalfundin hjá Sandoyar Sýslu
Javnaðarfelag.
Kjakið var lívligt og
samanumtikið varð tikið
undir við rikna lands-
stýrispolitikkinum higar-
til. Eisini vóru mong og
góð hugskot frammi um
stevnuna framyvir.
Við á fundinum vóru
eisini umboð fyri lands-
stýri og legting. Lands-
stýrismaðurin Vilhelm
Johannesen, greiddi frá
trongsteðuni, farmaskip-
ini nú eru komin í, um-
framt alingini, sum hann
helt ov nóg loyvi longu
vóru givin til.
Atli Dam, legmaður,
greiddi gjella frá ótryggu
landsviðurskiftunum, sit-
andi samgonga mátti
átaka sær at beta um eins
og frá samstarvsviður-
skiftunum flokkanna
millum í sitandi sam-
gongu.
Jákup Lindenskov, løg-
tingsmaður, legði í sinari
niðursteðu stersta dentin
á at samfelagsligu
útbyggingarnar og.
floksins stevna i øllum
vidurskiftum måtti vera i
tråd við javnaðarhugsjón-
ina.
Sandoyartingmaðurin
Tórolvur M. Olsen gav
landsstýrinum viður
kenning fyri
tikkin og fegnaðist um, at
tað nú aftur gekk framá
hóast striltið til tíðir
Serliga fegnaðist hann
um betta gjaldferi lands-
kassans og um ferjulegu-
málið, sum Streymoyar-
megin var komið undir
land og rukku tær 20 milj.,
sum játtaðar vóru til
ábetur av Skopunar havn,
so var hetta stórur bati í
samferðsluviðurskiftun-
um hjá sandoyingum. Eis-
ini fegnaðist hann um tær
rikna poli
12 milj., sum játtaðar
vóru til útbygging av
Sands havn, umframt
játtanina til bátahavn í
Skúvoy og helt, at mest
átroðkandi var nú at fáa
játtan til havnarbygging í
Skálavík. Um byggingina
av rektar- og ellisheimi í
oynni hevði onkur á orði,
at neyðugt skuldi íkki
verið at bygt í trimum
eindum, tí ikki hevdu
sandoyarfólk farið at
klandrast um arbeiðs-
plássini, um alt var á
einum og sama stað.
Við val av nevnd fór ein
limur av Sandi og ein úr
Skopun út.
hannes
Dalur,
Skålavik/tiltakslimur,
Núverandi nevnd er
henda: Winnie Dalsgaard,
Skálavík/tiltakslimur,
Tenner Dalsgaard, Skála-
vík, Ludvig Johannesen,
Dalur/tiltakslimur, Jó-
Johannesen,
Terji Dalsgaard,
Kristian Olsen, Sandur,
Tórolvur M. Olsen, Sand-
ur/tiltakslimur, Birgir
Mohr Olsen, Sandur,
Óluva Joensen, Skopun.
tiltakslimur, Jákup Eli
Hansen, Skopun, Jóan
Jakku Winther, Skopun
tiltakslimur, Ásmund
Lognberg, Skopun,
Tummas Frank Joensen,
Skuvoy/tiltakslimur, Else-
beth
Joensen, Skúvoy.
Nevndin skipar seg sjálv.
Til floksstjórnina vórðu
valdir Jógvan Adolf Jo-
hannesen, úr Skopun, og
Ludvík Johannesen úr
Dali. Eykalimir teirra
gjørdust Axel Skoubo av
Sandi og Bjarni
Dals gaard úr SKålavik,
sum somuleiðis vórðu
valdir til grannskoðarar
felagsins.
Be