hósdagur 9. apríl 1987síða 9
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 9
ESS coSialurin
Nr. 42 — 9. apríl 1987
Nýggjar skattalógir:
Myndugleikarnir
skulu hava betri
upplýsingar um
bankabøkurnar
Í fongsul fyri ålvarsom brot á skattalógina
Fyri at vit kunnu fáa eina munadyggari
skattaálíkning og neyvari skattaeftirlit,
hevur landsstýrið skotið upp at gera fleiri
broytingar í skattalóggávuni.
Sambært hesum uppskotinum, so skulu
líkningarmyndugleikarnir
lættari = og
skjótari kunna fáa upplýsingar um inni-
standandi pening í peningastovnunum.
Uppskotið miðar so eisini ímóti at revsa
tey, sum gera seg sek í misbrotum í skatt-
inum, harðari.
Gitingar
Tað var framsegumaður
Javnaðarfloksins, Poul
Jacob Olsen, sum fyrstur
tók orðið undir 1. viðgerð
á tingi týsdagin. Hann
greiddi frá uppskotinum
og vísti annars aftur
skrivingini hjá formanni
Fólkafloksins um upp-
skotið.
Jógvan Sundstein
kemur við gitingum um,
at nú skulu vit hava húsa-
skatt, ognarskatt og hvert
av sínum. Men eg kann
siga, at hetta eru bert git-
ingar, tí vit í samgonguni
vita einki um slíkt, segði
Poul Jacob Olsen.
Natúrligt framhald
Í viðmerkingunum til upp-
skotið, sum Poul Jacob
Olsen læs upp, stendur
m.a.:
Viðmerkingar
Fyriliggjandi uppskot
landsstýrisins til broyt-
ingar í skattalóggávuni er
ein partur av teimum
broytingum, sum avrádd-
ar vórðu í samgonguskjal-
inum, tá ið henda sam-
gonga varð skipað. H esar
broytingar eru sostatt eitt
náttúrligt framhald av
teimum skattalógum og
broytingum í skattalóg-
gávuni, sum tingið sam-
tykti í fjør.
Endamálið við uppskot-
inum er í stuttum at dag-
føra verandi lóggávu, so
hon svarar til tíðarinnar
krev, eins og roynt verður
at útbyggja eitt neyvari
skattaeftirlit og eina
munadyggari skattaålikn-
ing. Afturat hesum verður
miðað eftir at gera av-
markingar í avskrivingar-
reglunum, so at avskriv-
ingar ikki fara til privata
nýtslu, men at tær í sterst
meguligan mun koma
vinnuni til góðar.
Í hesum uppskoti eru
framhaldandi gjerdar
broytingar við tí fyri eyga
at gera greiniligari og
meiri fullfiggjadar reglur,
so sleppast kann undan
misskiljingum og trupul-
leikum í samband við
tulkingina av teimum
einsteku lógarreglunum.
Mest týðandi
broytingar
Tær mest týðandi broyt-
ingarnar í legtingslóg um
landsskatt og kommunu-
skatt (vanliga nevnd sam-
tíðarskattalógin) eru:
Avmarkingar í avskriv-
ingum hjá persónum, so
tær verða ikki sterri enn,
at skattskylduga
inntekan í minsta lagi er
líka stór sum skattliga
uppgerðin av eginnýtsl-
uni. Er skattskylduga
inntekan aftaná avskriv-
ingar v.m. lægri enn skatt-
liga eginnýtslan, skal inn-
tekan setast ájavnt við
hesa upphædd, men tó so,
at hækkingin í inntekuni
ongantíð má verða meira
enn gjerdar avskrivingar
og íleggingar í ílegugrunn.
Henda regla er ætlað at
seta úr gildi verandi reglu
um, at avskriving hjá
persónum kann ikki verða
sterri enn so, at skatt-
skylduga inntekan í
minsta lagi er líka stór
sum livikostnaðurin
sambært galdandi
prístalsgrundarlag.
Fyri at tryggja eina
munadyggari skatta-
álíkning og neyvari
skattaeftirlit verður
skotið upp, at peninga-
stovnar, postgirostovan
og onnur, sum taka móti
peningi til renting og/ella
læna pening út móti
renting, av teirra einting-
um skulu lata líkningar-
myndugleikunum upplýs-
ingar um innistandandi og
árliga rentu av innistand-
andi eins og árliga rentu-
útreiðslur og saldo á út-
lánskonti.
Sjálvvirkandi
flyting
Ein tílík skipan ber í sær
eina sjálvvirkandi flyting
av upplýsingum úr
peningastovnum o.g. til
líkningarvaldið.
Sjálvvirkandi
merkir eina
álíkning av lentakarun-
um. Samtíðis ber hon í
sær, at ein stórur partur
av arbeiðsmegini hjá
líkningarvaldinum, sum í
dag fæst við
lentakaraálíkning, kann
setast til líkning av B-
inntøkum og felogum.
Afturat hesum kemur, at
likningin av B-inntøkum
og felegum Afturat
hesum kemur, at líkningin
av B-inntekum gerst lætt-
ari, tá upplýsingar um
innteku- og ognarviður-
skifti altíð verða tek hjá
skattavaldinum og ikki
sum nú er, verða at um-
biðja frá peningastovn-
unum í hverjum einstek-
um feri.
Skipanin er ein fyrimun-
ur hjá A-skattgjaldarum,
tí teir nýtast hverki at
hugsa um fyribils ella
endaliga skráseting av
rentuútreiðslum.
skipanin
skjótari
Eisini verður tað lættari
hjá skattgjaldarum at út-
fylla ognaruppgerðina, tí
sum er, fáa skattgjaldarar
ikki nakað yvirlit yvir,
hvussu nógv stendur inni
við ársenda, uttan so at
teir sjálvir biðja um tað.
Tá ið ognaruppgerðirnar
skulu skrivast eru banka-
ella sparikassabøkurnar
ikki dagferdar og førir
hetta sostatt ofta við sær,
at ognaruppgerðirnar
verða ófullfíggjaðar.
Samanumtikið eru stórir
fyrimunir við einari sjálv-
virkandi skipan fyri bæði
skattavaldið og skatta-
borgaran.
Vert er at leggja til
merkis, at teir upplýs-
ingar, sum skattavaldið á
henda hátt kemur at fáa
úr peningastovnunum um
tann einstaka skatta-
borgaran, eru teir somu,
sum skattaborgarin eftir
galdandi reglum sjálvur
hevur skyldu at lata líkn-
ingarmyndugleikunum á
sjálvuppgávu og ognar-
uppgerð.
Broyta
revsireglur
At enda kann vísast á, at
tílíkar skipanir eru í
okkara grannalondum og
virka uttan stórvegis
trupulleikar og mótsteðu.
Tann seinasta týðandi
broytingin, sum skotin er
upp í samtíðarskattalóg-
ini, eru broyttar revsiregl-
ur.
Tað er ein royndur lutur,
at galdandi lógarreglur
um revsing fyri
skattasvik byggja á eina
skipan, sum er gomul og
sum frá er liðið er vorðin
alt meira ótíðarhóskandi.
Sambært galdandi
reglur er revsingin fyri
skattasvik ásett til sekt
svarandi til 1 til 5 ferðir ta
peningaupphædd, sum
tikin er frá tí almenna í
skatti.
Reglubundin manna-
gongd hevur tó higartil
verið, at ongin er revsaður
við meira enn 1 ferð ta
upphædd, sum á henda
hátt er tikin frá tí al-
menna.
Landsstýrið meinar, at
tíðin er farin frá einari
slíkari skipan, og skýtur
tí upp, at reglurnar verða
gjørdar meiri liðiligar, so
at revsingin eisini verður
ásett í mun til misbrotið
og tey sersteku viður-
skifti, sum galdandi eru í
hverjum einstekum feri
Broytingin miðar eftir, at
revsingin fyri álvarsligu
misbrotini verður hækkað
til varðhald og undir
serliga skerpandi umsteð-
um til fongsul upp í 2 ár
Meginreglan um at
áleggja sekt verður tó
varðveitt sum higartil, tó
so at álagda sektin nú
eisini verður tengd at
sjálvum misbrotinum.
Skotið verður upp, at
tað, ístaðin fyri Feroya
Landsstýri, verður Líkn-
ingarráð Feroya, sum av-
ger, um sekt skal áleggj-
ast og hvussu stór henda
skal verða.
Líkningarvaldið eins og
skattgjaldarin skal tó
framvegis hava krav
uppá, at málið verður
avgjørt við rættargangi,
um ikki semja fæst i lag
millum partarnar.
Skattligar
avskrivingar
Í løgtingslog um skattlig-
ar avskrivingar v.m. (van-
liga nevnd avskrivingar-
lógin) verður skotið upp
m.a. tann broyting, at
serligar avmarkingar
verða at galda fyri
avskrivingar av
útveganarpeninginum
fyri persónbilar, sum ánar-
in bert nýtir vinnuliga, og
sum eru skrásettir til
privatan persónflutning,
tað merkir allir persónbil-
ar, sum hava fleiri setur
enn tað hjá bilstjóranum
ogtað við síðuna av
honum.
Reglan er galdandi, tá ið
útveganarpeningurin fer
upp um 150.000 kr., so at
ikki kann avskrivast av tí
partinum av útveganar-
virðinum, sum er hægri
enn 150.000 kr. Hesin
parturin skal hinvegin
forast sum ein serstakur
aktivpostur, sum yikki
kann avskrivast i
skattaroknskapinum.
Ein onnur broyting,
sum verður skotin upp at
gera í avskrivingarlógini,
ber í sær, at tað nú verður
loyvt at gera skattligar
avskrivingar av grótkasti
v.m., sum gjert er til
vinnuliga fiskaaling.
Sum rættarstødan er,
kunnu tilik alibrúk ikki
avskrivast, meðan loyvt
er at avskriva t.d. ali-
ringar, tí hesir koma undir
reglurnar viðvíkjandi
rakstrargegnum í av-
skrivingarlógini.
Kosta ikki
At enda skal nevnast, at
landsstýrið væntar ikki,
at broytingarnar í skatta-
lógunum, sum nú eru
lagdar fram, fara at kosta
landskassanum pening
Tá ið endamálið við hesum
uppskotinum, sum nevnt
er at gera reglur, sum bera
i sær munadyggari
skattaålikning og neyvari
skattaålit, væntar lands-
stýrið hinvegin, at broyt-
ingarnar við tíðini fara at
geva landskassanum
nakað av meirinnteku,
verður sagt í viðmerking-
unum.