hósdagur 9. apríl 1987síða 10
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tt:
Jógvan Sundstein um skattalógaruppskotið:
Upplýsingarnar
unnu misbrúkast
— Vit kunnu ímynda okkum, at figgjar-
målarådharrin fer at ringja til skatta-
valdid og siga, at hann fegin vil hava
hesar og hasar upplysingarnar um tann
og tann persónin. Verður hetta uppskotið
samtykt, so fáa vit eina skipan, har allir
økonomiskir upplýsingar viðvíkjandi
ollum persónum í landinum eru tøkir til
nýtslu og sjálvandi eisini til misnýtslu,
segði Jógvan Sundstein, framsogumaður
Fólkafloksins, m.a. undir 1. viðgerð av
uppskoti landsstýrisins um broytingar í
Síða 10 Nr. 42 — 9. apríl 1987
Adolf Hansen, tinglimur:
Óneyðugt við
eftirliti og
revsing — tað
finnast eingir
brotsmenn
í Føroyum!
skattalógini.
"van »undstein heit
skeyt ti upp, at skatta
nevndin verður broytt til
illumtinganevnd, soleið-
is at málið kann verða
framlagt aftur úr nevndini
á ólavseku.
— Men skuldi tað hent
seg, at samgongan fer at
koyra hetta málið skjótari
enn semiligt er, so vil eg í
øllum forum biðja um, at
tað verður tikið upp í for-
mansskapinum í ting-
inum, soleiðis at vit kunnu
fáa so nekunlunda skil á
aftur tingviðgerðini, sum
eg haldi er farin heilt út av
sporinum.
Strikið lógina heilt
Um lógaruppskotini segði
Jógvan Sundstein annars,
at tey eru ein burtur-
vendan frá vanligum lóg-
gávuarbeiði, og helt fyri,
at landsstýrið eins væl
kundi tikið avleiðingarnar
av hesum politikki fult út
og strikað allar greinarnar
í skattalógini. Ístaðin
kundi tað sett upp nakrar
heilt fáar greinar, ið siga,
at persónar, virki og feløg
skulu gjalda skatt til
lands- og kommunukassa,
at Líkningarráð Feroya
ásetir nærri reglur fyri,
hvussu skattskylduga
inntøkan skal gerast upp,
hvussu hon skal skattast,
og harafturat kundi verið
ásett, at lógin skal hava
gildi afturvirkandi frá 1.
januar 1987.
Jógvan Sundstein var
yvirhevur ósamdur við
uppskotinum, men kundi
tó taka undir við nýggju
greinunum um revsing
fyri svik á skattalógina.
Hann helt tað vera rætt at
rætturin tekur sær av
slíkum málum.
Fáa ov lítið at vita
Men nnar fl r
vjien annars itist hann
ndstødar
V iðrenn slíkt s
1ppskot verð
tingið
Í okkara granna
londum er tað soleiðis, tá
skattalógir verða broytt-
ar, at verður
hetta í mánaðar og ár
frammanundan, áðrenn
ein samtykkir reglurnar.
Her verður tað lagt fram,
og bert 17-manna-
samgongan kennir tað.
Vit í andsteðuni fáa bert
3-4 dagar at viðgera málið
í. Hetta er ikki semiligt
fyri eitt politiskt parla-
mentariskt stýri.
P-talið
Jógvan Sundstein nam
síðani við persóntalið og
vísti á, at tað í síni tíð bert
var ætlað til at brúka til
samtíðarskattaskipanina.
Nú skal tað brúkast til at
koda inn á hverja ta
einastu konto hjá
hverjum tí einasta persóni
í landinum, soleiðis at ein
til eina og hverja tíð kann
óbiðið fáa hesar upplýs-
ingar frá peningastovnun-
um.
Jógvan Sundstein segði,
at tað ongastaðni í upp-
skotinums tendur, at
skipanin við P-talinum
verður á on-line-skipanini,
men tað stendur í við-
merkingum, at nú skulu
fólk sleppa undan at
hugsa um sína inniogn o.l.
Alt verður kodað inn í ta
sjálvvirkandi skipan, sum
skal koma.
Misnýtsla
— Tá kunnu fólk hjá
skattamyndugleikunum
sita og trýsta á knettar og
fáa allar upplýsingar fram
og vit kunnu eisini
ímynda okkum, at fíggjar-
málaráðharrin kann ringja
tosað
um
Tá hevur ein so eina
skipan, har allir økonom
iskir upplýsingar viðvíkj-
andi ellum
landinum
eru tekir til
nýtslu og sjálvandi eisini
persónum
til misnýtslu. Soleiðis er
framtíðar vwisiónin við
hesum.
Nú kann ein siga, at
hetta er ikki ætlanin, men
vit vita, at einhver skipan
útviklar seg og hyggja vit
til okkara grannalond, so
vita vit, at fólk eru rætt og
slætt so niðurkúlaði av
myndugleikunum, at har
er als eingin mótsteða
eftir.
Sigið sum er!
Jógvan Sundstein bar
ótta fyri, at skrásetingin
fer at fáa gongd á onnur
viðurskifti eisini so sum,
at myndugleikarnir fara at
krevja ognarskatt og
rentuskatt o.., soleiðis
sum gjert verður í útland-
inum.
— Er hetta ætlanin, so
haldi eg, at landsstýrið
átti at sagt hetta. Tað er
mikið meguligt, at hetta
ikki kemur í hesum lands-
stýrisskeiði, tí tað er bert
hálvtannað ár eftir, men
tað kemur væl eitt líkn-
andi landsstýri sum hetta
aftaná komandi val. So
kunnu teir bara halda
fram, og so kemur rentu-
skatturin fyrst og ognar-
skatturin næst o.s.fr.
— Vit hava jú sæð at
hetta landsstýrið ynskir
at taka pengar frá fólki.
Tað er gjørt rættiliga
óliviligt hjá vinnuni sjálv-
ari viðvíkjandi skattalegg-
ingini, og tað er vorðið
meira óliviligt hjá bæði
vinnuni og tí einstaka við
Ikki bara
óserigsur!
Hetta verður ikki sagt
fyri at vera óseriesur,
hetta er ikki fyri at reka
propagandu, men fyri at
ávísa tann heilt realistiska
meguleikan, sum er til
staðar, tá henda lógin er
gjøgnumførd, hjá eini og
hverjari samgongu í fram-
tíðini at freistast til at
brúka og misbrúka hesi
amboð, sum verða legd
teimum í hendurnar.
Jógvan Sundstein vísti
at enda á, at nýggju
reglurnar hava við sær, at
ein og hver er tvingaður at
gear partafelag fyri sítt
virki, t.v.s. at valmegu-
leikin er ikki longur til
staðar.
Eisini verður ein avleið-
ing, at bankarnir fara at
vera meira varnir at læna
út pening uttan lands-
kassaveðhald og nógva
trygd.
Tey, sum reka virki,
verða uppaftur meira
varin við at geva kredit, tí
ell tann sjálvvirkandi
ekonomiska skipanin fær
eitt skot fyri bógvin.
jan
— Eftirlit og aftur eft-
irlit og revsing. Tað er
ikki hetta tað snýr seg
um, men tað snýr seg
um at fáa samfelagið at
virka betur — og ikki
um at finna út av,
hvussu vit kunnu fáa
allar = hesar 40.000
brotsmenninar fram úr
krókunum, tí tað
finnast eingir brots-
menn í Feroyum, segði
Adolf Hansen, úr
Framsóknarflokkinum
m.a. undir tingviðgerð-
ini av uppskoti lands-
stýrisins um
broytingar í
skattalógini.
Hann helt tað vera
skeivt at lata allan
líkningarrættin í
hendurnar á líkningar-
myndugleikanum, tí tá
er tann lógarliga
verjan heilt vekk.
— Eg beri ótta fyri,
hverjar avleiðingar
hetta uppskotið fer at
fáa. Tað eru fólk, sum
seta sínar pengar inn í
feroyskar peninga-
stovnar, tað eru tey,
sum seta teir í bankar í
útlandinum og tað eru
tey, sum heldur seta
pengar í gimsteinar o.l.
Hesi fólkini skal tað
almenna nú hava eftir-
lit við, men hvat við
teimum, sum heldur
velja at skvatla sínar
pengar burt til ferðir,
dýrar bilar og sprutt?
Tey koma ikki inn
undir hetta eftirlitið,
segði Adolf Hansen og
vísti á, vandan við, at
fólk í enn sterri mun
fara at flyta sín pening
úr landinum fyri at
sleppa undan hesum
eftirlitinum.
— Lat okkum ikki
koma hartil aftur, at
fólk fara at seyma
pengar sínar í madrass-
ina, t.v.s. at flyta teir
av landinum ella seta
teir í gimsteinar o.tl.
Adolf Hansen helt
tað annars vera ov
galið, at fólk ikki skulu
sleppa at hava nakað
fyri seg sjálvi longur
orsakað av hesum
lyklarholspolitikkinum
hjá tí almenna, sum
hann málbar seg.
Hann helt, at skatta-
nevndin átti at blivið
til millumtinganevnd
og arbeitt víðari við
uppskotinum.
jan