Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 1987síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 42 — 9. apríl 1987 Jóannes Dalsgaard, tingmaður: — Kortanei til at brúka -talið til annað enn skatt Jóannes Dalsgaard vísti á, at tá tann galdandi lóg- gávan á skattaøkinum varð løgd fram av undan- farnu samgongu, læt hon upp fyri víttfevnandi skráseting við P-tølum av borgarum í bæði almenn- um og privatum kervi. — Tingmenn vóru rætti- liga betonkiligir, bert ikki ávísir fólkafloksmenn. Nú kunnu vit takka Petur Reinert, mær sjálvum og lutvíst Adolf Hansen fyri, at tær skrásetingarlógirnar, sum tá komu burtur úr, hóast alt blivu so frægar, sum tær nú blivu, hóast tær nú ikki vóru tað, ið vit ynsktu fremst av ellum. Jóannes Dalsgaard vísti eisini á, at fleiri mis- skiljingar eru komnar fram í pressuumtaluni, sum Jógvan Sundstein hevur staðið á odda fyri. — Talan er um, hvussu og á hvenn hátt loyvi verður givið til at stovna nýggjar skráir við EDV um fólk, og í hvenn mun tú skal hava loyvi til at trekkja upplýsingar frá eðrum skráum inn í hesar nýggju skráir við EDV, og á hvenn hátt tú kanst samankobla hesar skráir við skráir hjá eðrum myndugleikum. Tað er hetta málið snýr seg um. Tann trygdin, sum liggur í galdandi lóggávu, er relativt góð, og tá vit samstundis vita, at tað, sum verður vidgjørt her, ikki kemur í stríð við galdandi trygdarlóggávu, so dugi eg ikki at síggja nakra grund at óttast fyri hesum uppskoti. Tað man heldur vera okkurt annað, sum liggur aftanfyri, segði Jóannes Dalsgaard. Hann vísti ferð eftir ferð á, at tað er ikki talan um at stovna nýggjar skráir, og at tað er ikki talan um at stovna skráir eftir galdandi lóggávu, og tað er so heldur ikki talan um at samankoyra nakrar skráir við aðrar skráir hjá eðrum myndugleikum. — Olaf Olsen og Jógvan Sundstein kunnu takka táverandi andsteðuni fyri, at P-talsnýtslan varð av- markað til bert at fevna um skattlig viðurskifti. Í teirra uppskoti skuldi loyvi vera at brúka P-talið í ellum umsitingarligum viðurskiftum og harnæst skuldi loyvi vera givið privatum fyritøkum at stovna skråir og reka handil vid upplysingum um borgararnar um likt og ólíkt við hjálp av P-talin- um. — Tað eydnaðist at forða hesum við tó egiliga stórari mótsteðu í nevndini, men takkað veri, at vit hevdu ein formann sum æt Edmund í Garði, sum tók málið álvarsligt, gekk tað igjøgnum. Jóannes Dalsgaard visti enn einaferd å at tad er lógligt at nýta P-talið i ellum skattligum viður- skiftum og vit koma so heldur ikki í stríð við gald- andi skrásetingarlógina, tá vit halda okkum til hetta. — Men tað er framvegis revsivert at brúka P-talið til annað samskifti enn til skattligt samskifti. Vit vita, at nógv liggja inni við P-talinum, bæði bankar, arbeiðsgevarar og aðrir myndugleikar, men hesi hava ikki loyvi til at brúka P-talið til annað enn skattlig viðurskifti, t.v.s. at skuldi ein hugsað sær, at bankarnir innanhýsis vilja skráseta upplýsingar um kundarnar við P- talinum, so gera teir brot á lógina og so eru teir í stríð við galdandi lóggávu og eru tá revsiverdir. Til at ansa eftir at myndugleikarnir ella bankar ella onnur ikki brúka P-talið til aðra skrá- seting enn skattliga, hava vit eitt skrásetingareftir- lit. So vit hava góða verju móti misnýtslu av P-talin- um — kanska betri enn í hinum Norðurlondunum. — Lat meg tí endurtaka her, at eg gangi ikki við til at P-talið verður brúkt til annað enn skattlig viður- skifti. Annars dugi eg ikki at síggja hví fólka- floksmenn skulu óttast hesar nýggju lógar- broytingarnar, tí teir hava jú verið við til at tryggja okkum hesa lóggávuna upprunaliga. Jóannes Dalsgaard segði at enda, at hann fer at halda tað hann upp- runaliga hevur lovað, og tað er at koma við upp- skoti um uppískoyti til skrásetingarlóggávuna, nevniliga um at tað ikki skal vera loyvt at skráseta kynslig viðurskifti, rasu- lig viðurskifti o.a. við. Hetta hava teir við í okk- ara grannalondum, so nú er at fáa tað við her heima eisini. jan Síða 17 Thomas Arabo, tingmaður: Skattauppskotið í veruleikanum ein verja av verandi rentu- skattaskipan Tað er heilt burturvið, tá tingmenn siga, at tað næsta verður ognarskatt- ur og sterri rentuskattur. Sjálvur haldi eg, at hetta lógaruppskotið tverturí- móti er ein tann besta verjan vit kunnu geva fyri at varðveita verandi rentuskattaskipan. Tí tað, sum fyrigongur í letuni, er jú, at henda skipan verður gjøgnumholad hvenn tann einasta dag, og tá er vandi fyri, at hon fer heilt fyri skeytið fyrr ella seinni. Segði javnaðartingmað- urin Thomas Arabo m.a. undir 1. viðgerð av upp- skotum landsstýrisins um broytingar í skattalógini. Hann vísti á, at kunnu vit fáa umreddu upp- lýsingarskipan, sum nú verður lagt upp til, at virka, so hava vit megu- leikan at hava yvirlit yvir, um lógin verður misbrúkt og í hvussu stóran mun hon verður misbrúkt. — Tað eru altíð mis- brúkini, sum forkoma øll- um lóggávum, sum eru gjørdar við einum góðum tanka aftanfyri. Thomas Arabo visti annars á, at orsekin til at hetta uppskotið verður lagt fram m.a. er, at tað er politikkurin hjá sitandi samgongu, at allir samfe- lagsins borgarar skulu vera við til at gjalda til landshúsarhaldið — og tað sjálvandi eftir førimuni. Hann helt tað vera neyð- ugt at koma við nýggjum reglum fyri avskrivingum í skatti og revsing í sam- band við skattasvik. — Nýtslan er framvegis ov heg. Tað er givið, at tað er ikki lenmóttakarin, sum brúkar nógv fleiri pengar. Tað er nýtsla, sum kemur aðrastaðni frá, og tí skulu reglurnar gerast strangari. Um revsireglurnar segði hann, at tað er rætt at gera tær strangari, tí at snýta í skatti er tað sama sum at taka úr landskass- anum. Og eigur tí at verða revsað samsvarandi tí. Hann helt tað eisini vera rætt at flyta avgerðar- rættin í slíkum málum frá landsstýrinum til líkn- ingarvaldið, men harfyri hevur so borgarin vanligan appellrætt. P-talið! Thomas Arabo helt fyri, at nýtslan av P-talinum fer at gera skattaálíkning- ina nógv lættari. Tað vil lætta um arbeiðið hjá skattamyndugleikunum, soleiðis at teir kunnu brúka meira tíð til at fáa inn pening, sum annars roynir at sleppa sær undan skatting. — A-skattgjaldarin hevur einki at frykta fyri, nú P-talið verður brúkt, ti har er eingin broyting sum so. Bankarnir hava jú hetta tal frammanundan. Hvat viðvíkur uppgávuni hjá bankunum at geva líkningarvaldinum upplýsingar, so er bert talan um at geva hesar upplýsingar eina ferð um árið. Talan er sostatt ikki um eina skipan við on-line, har ein alla tíðina kann taka upplýsingar um, hvat fólk eiga í peninga- stovnunum. Thomas Arabo vísti á, at henda samgongan hevur sett sær fyri at reka ein langsiktaðan bú- skaparpolitikk. — Vit mugu hava skattalógir, soleiðis at vit hava meguleika at leggja upp fyri ringari tíðum og soleiðis, at ikki lentakarin bráddliga skal fáa ein hvekk, um neyðugt verður at stramma á onkran hátt. — At tað er Fólkaflokkurin, sum leikar í, tá vit leggja tílíkt uppskot fyri tingið, ger meg enn meira sannferdan um, at tað vit gera er á góðari leið, segði Thomas Arabo. jan