Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 1987síða 12

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 42 — 9. apríl 1987 Síða 12 tíðindablaðið mede Børnini eta eisini í dagrøkt Ívat fáa vit til dogurða ' dag, er fastur spurningur hvønn morgun Henda dagin vóru fleiri born inni hjá dagrøktini. Frá vinstru eru børnini: Rigmor, — vinkona Eyð, Anna Maria, Durita, Dorthea og Eyð. Jensia, tann yngsta í dagroktini lá í vogninum Ingrid ger nógu burtur úr at spæla við børnini Børnini eru eisini ógvuliga hugtikin av kettuni, sum hevur tveir kettlingar UR SUGES Langur arbeidsdagur, men arbeiðið er væl egnað til mammur við smáum børn- um, sigur dagroktarmamm- an Ingrid Jacobsen Ingrid Jacobsen er ein av teimum mongu kvinnu- num, sum hevur til arbeiði at ansa eftir bernum hjá eðrum — heima hjá sær sjálvari. Ingrid er dag- rektarmamma í Havn og starvast undir kommu- nalu dagrøktarskipanini. Hon hevur fyra børn i dag- røkt allan dagin. — Eg havi ådur arbeitt å vøggustovu, men ta eg fyri trimum árum síðan fekk ta ygstu dóttrina, vildi eg heldur vera heima hjá henni og samstundis átaka mær at vera dag- rektarmamma. Hon heldur hetta vera eitt gott arbeiði hjá mammum, sum tey fyrstu árini vilja vera heima hjá sínum egnu bernum. Og dagrektarskipanin er góð at hava aftrat barnaans- ingarstovnunum. Serliga fyri tey smáu er dagrektin góð. Tað er sum eitt heim Tá bernini verða sterri, er barnagarður kanska betri loysn, men tað eru tey sum eru meira pg følin I løtuni hevur Ingrid fyra gentur i dagrøkt. Ein er 11 månadir, ein er 15 månadir og tvær eru try ár. Dóttir Ingrid er 5 ár, og so eru eisini eldri børn i húsinum Eisini gott fyri einabørn At hava barn sjálv og samstundis ansa bernum hjá eðrum, heldur Ingrid bera væl til. Dótturin trív- ist væl saman við hinum børnunum, sum hon hevur at spæla við. Hon kennir heldur ikki til annað, enn at tey eru nógv í húsi. Tað er eisini gott hjá einabern- um, sum eru heima Arbeiðsdagurin hjá dag- rektarmammunum er langur. Summar hava 11 > tíma arbeiðsdag, hjá Ing- rid er hann 9 tímar. Tey fyrstu bernini koma klokkan átta um morgun- in, og tey seinastu fara klokkan fimm. Og tað er arbeiði alla tíðina. Einki við nekrum steðgi inn ímillum. Stykki er uttan um hús- ini, og hagar kunnu bern- ini fara, um tey skulu út. Men illa ber til at fara longri, tí tað er ov vanda- mikið inni í býnum Svimjing Eina ferð um mánaðin hava dagrektarmammur nar hevi at fara at svimja við børnunum. Ta skipan- ina fekk eftirlitskvinnan á sosialu deild, Katrin Holm, í lag. Svimjingina eru bernini sera fegin um, og tey gleða seg til hverj ferð. Tær báðar smáu hev- ur Ingrid higartil ikki havt við til svimjingina. Onkur hevur so havt tær ímeðan teir báðar tímar- nar. Og at fara ein túr í býin við ellum bernunum í senn ber ikki til, tí tvey teirra eru so smá, at tey ikki kunnu ganga. Ørindi sleppur Ingrid ikki um dagin. Ikki uttan so at hon heitir å mannin, vermammuna ella tey størru børnini um at hjálpa. Ingrid hevur hig- artil ongantíð verið noydd at farið út, men skuldi so borið á, er næsti granni hennara ein onnur dag- rektarmamma. Sum eitt heim Ingrid heldur, at bernini kenna seg ógvuliga trygg í dagrektini. Tað er sum eitt heim fyri tey. Tey eru jú vakin ein longri part av degnum hjá henni enn heima hjá foreldrunum Hon vildi ynskt, at tað vóru fleiri dagrektarheim Tað skuldi ikki verið so torfert hjá býráðnum. 1] hvussu er tróta ikki bern, sum ikki hava nakað stað at verða ansað, meðan for eldrini eru til arbeiðis. Ingrid sigur, at hevði hon havt fleiri smábern sjálv, hevði hon ikki kunn- að havt so nógv í dagrekt. Tað er sera krevjandi at vera um bern dagin lang- an. Samsýningin átti at verið so fræg, at tað ber til at klára seg við trimum bernum, og so havt fleiri dagrektarmammur. Summir dagar kunnu vera strævnir. Dagrektar- mamman kann ikki loyva sær at vera í ringum hýri. Fyri børnunum hevur hon skyldu til altíð at vera líka. Bernini hava eisini ymiskar dagar. Tey kunnu vera í ringum lag, ella tey skeldast. Tað er strævið fyri dagrøktarmammuna, sum gevur nógv av sær sjálvari Dagrektarmamman fær eina ávísa upphædd fyri hvert barni, hon hevur í dagrekt. Ein partur av upphæddini er skatta- fríur, tí dagrøktarmamm- an skal geva bernunum at eta. Vognar, grulvigarðar og ymiskt annað fær dag- rektarmamman frá sosialu deild Dagrøktarmammur hittast Dagrøktarmamm felagið Dagrøkt, har tær hittast javnan. Eina ferð um mánaðin hava tær hugnakveld í Mettustovu, tær hava fundir, og eina ferð um árið plaga dag- rektarmammurnar at fara útferð við bussi. Jólatræ hevur felagið í KFUM fyri bernum, foreldrum og dagrektarmammunum. Seinasta vetur høvdu dag- rektarmammurnar fimleik saman, og í vetur hava nakrar svomið. Nekur bern, sum Ingrid hevur havt í dagrekt, eru farin í barnagarð. Og so eru onnur komin í teirra stað. ingrid heldur tað vera betri, at bernini koma til hennara, meðan tey eru heilt smá. Tá er lættari hjá teimum at fella skjótt til. ir hava Sjálvt um tað hjá dag- rektarmammum, sum búgva inni í býnum, er lættast við pinkubernum, tí tey strongja ikki á at sleppa út á teir vanda- miklu vegirnar, so heldur Ingrid tað vera rættari at hava bern í ymiskum aldr- um. Tá læra bernini betur at laga seg eftir hverjum eðrum. og tey sterru læra at hjálpa teimum smáu Ingrid dámar væl ar- beiði sítt. Men um hon heidur fran dagrektarmamma, tá dótturin veksur til, ivast hon í. Eingin kann vænta, at kvinnurnar halda fram, uttan so at tær hava smá bern sjálvar, tí samsýn ingin er so lítil í mun til ar- beiðstíðina Eg haldi tað eisini vera av allari leið, at sam- felagið leggur so litlan dent á barnauppalingina. Bernini eru jú tað kom- andi ættarliðið, og fyri lív teirra seinni ræður um at tey hava tað gott sum smá. Orð: Randi Myndir: Kalmar