Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 1987síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 59 — 26. maí 1987 Síða 16 tíðindablaðið 'sostalurin Á LOSS SS SS SS SS SS SS SS SS SS SS SOS SS SS SS SS SS SSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSY .— — — AAA SS SS SS SS SS SS SS SSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSSS SSSSSSESESSSSSSSESSSSSSSSSSSSSSSSSSSS 50005555555555SSSSSSSS5S5SSS Á håsumri í fjør var Marius Johannesen, fyrrver- andi háskúlastjóri, brádliga riptur burtur. Og í hesum mánaðinum, nú summarið er um at koma fyri seg, fóru teir báðir Sverri Dahl og Heðin Brú frá okkum. Allir hevdu teir tað í felag, at teir, tann tíð tað var, stóðu frammarlaga í Norrena Felagnum í Feroyum. Tá ið Marius tíðliga í fimti-árunum kom til Havnar at búgva, varð vanligt, at felagið helt sínar stjórnarfundir, og einstakar limafundir við, úti á Háskúlanum. Tað var so skjótt, at Marius kom upp í nevndina, har hann sat eitt langt ára- mál, eisini sum formaður. Marius kom við hug- skotinum og mundi eiga sín drúgva part í fyrireik- ingunum til ta tiltiknu norrenu stevnuna, sum var hildin i Feroyum á sumri 1866. Mangir eldri limir í norrenum felegum, ikki minst úr Noregi, minnast aftur á hana við gleði. Sverri Dahl og Heðin Brú vóru báðir við til at stovna Norrena Felagið i Føroyum. Fyrsti nevnd- arfundur varð hildin í Varðagetu 45 tann 19. november 1951, har nevndin skipaði seg við Heðin Brú sum formanni, Sofíu Petersen næst- formanni og Chr. Lútzen kassameistara. Heðin Brú var formaður felagsins tey fyrstu mongu og truplu árini. Innanfelags var undirtekan góð, og til fyrsta limafundin í Sjónleikarhúsinum — har Slóðarar falnir frá Sverri skuldi skipa fyri sangi og musikki saman við Havnar Sangfelag — metti væl av fólki. Knossið lá fyrst og fremst á tí, at fáa Norrena Felagið viðurkent uttan fyri landoddarnar, sum sjálvsteðugt og óheft felag. Mótsteðan kom ikki bara år Danmark, men eisini úr eðrum londum. Á limafundi á háskúlanum 1957 sigur Heðin Brú sambært gerðabókina: >Skulu Feroyar vera uppi í norrenum samarbeiði, má tað vera sum Feroy- ingar. Skulu vit ikki tað er hetta felagið, við tí skipan tað nú hevur, uttan hepi. Skulu vit vera bert sum danir, skuldi felagið jú verið skipað sum deild undir tí danska felagnum. Og tað var jú semja um her heima skuldi ikki vera. Vit mugu tí klárt og greitt halda okkara feroysku steðu fram, so tað skal einki ivamål vera«. Í royndum vann felagið ikki fulla viðurkenning fyrr enn á ársfundinum hjá norrenu feløgunum í Reykjavík 1965, tá samgongan av norrenum felogum varð skipað. Á tí fundinum umboðaði Marius Johannesen felagið. Tá stríðið stó um at fáa felagið viðurkent, varð fólk sent á sjarmuferð í Danmark. Sverri, sjálvandi! Hetta var í 1955. Heimafturkomin greiddi hann nevndini frá ferðini. Eg fari til stutt- leika at endurgeva okkurt lítið, tí eg haldi tað lýsir eisini Sverra sum persón: >Ég gjerdi mær tvær reður, eina um menning og eina um vinnu- vegirnar. Men eg sá, tað bar ikki til, tí tey áhoyr- andi vistu ov lítið um Feroyar. Eg var bæði í Suðurjútlandi, Norðurjútlandi, Vendsyssel, Fyn Sælandi og á Bornholm. Eg vísti eisini filmir hið- ani. Í Aalborg og Esbjerg bar ikki til við menning, har var sterri áhugi fyri vinnuvegunum. Eg gekk so burtur frá handritinum og gav teimum so deils tað tey skulu hava, og deils tað tey vildu hava, og tað tey vildu hava var Feroyar í dag. Allastaðni var væl móttikið, tey høvdu skrivað í blødini um fundin, og eg sjálvur varð væl móttikin. Men tað besta kveldið var í Odense. Tað felagið var stórt á flognum, og í høllini stóð: fred, frihed og frænd- skab. Gudmund Bruun var komin til henda fundin, i føroyskum klæðum — og á prutli!« Einaferð i tíðini, tå ið Norrøna Felagið í Før- oyum sleit sínar barnaskógvar, vóru gestir iyri annað norrent felag og vitjaðu í Feroyum. Við sær høvdu teir bjørk, sum varð gróðursett i Sandagerði. Tá ið Heðin Brú fylti 80, fór Sverri niðan til hansara, við grein av hesum træi. Báðir eru teir farnir hiðani. Men bjerkin í Sandagerði sprettir á hverjum ári. Norrena Felagið í Feroyum minnist slóðarar sínar við virðing og í takksemi. Felagsins vegna Heðin M. Klein / / 9 / / / f / / Á N / / / / / / / / / / / / / / / / / / / / / / f / f / / f ——Á—Á———— mee