Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 1987síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 63 — 5. juni 1987 flakavirki. Heri Mortensen sigur, at einhvør, sum hevur hildið einum kongafiski í hondini, veit, hvat tað kostar at skera fimmpund burtur úr einum flaki, sum ofta vigar niður móti 100 gr. — Skuldu vit blankt fylgja hesum boðum frá Fiska- seluni, so var heilt greitt, at deyðin var í durunum fyri okkara virki, sigur Heri Mortensen og vísir til, at um virkið skuldi lagt um til hesa framleiðsluna, so hevði tað havt við sær, at avrokningar- prísurin hevði falilð úr 2,50 kr. niður á 40 til 60 oyru kilo. T.v.s. at neyðugt hevði verið at ekt studningin úr ráfiska- grunninum til einar 4 kr. kilo, um vón skuldi vera fyri fram- haldandi vinnu. Hin megu- leikin hevði so verið at koyrt avreiðingarprísin niður á 2 kr., men so hevði avleiðingin verið, at menn hevdu lagt bátarnar. Fáa loyvi at selja Fyri yvirhevur at kunna yvir- liva hesa selukreppu hjá Fiskaseluni, so hevði Tver- oyrar flakavirki einki annað val enn at taka málið í egnar hendur, t.v.s, at virkið í sam- band við seluna av fiskinum meira miðvíst mátti líta á seg sjálvt. Sekt varð tí beinan- vegin um at fáa loyvi til at selja allan kongafiskin uttan- fyri Fiskaseluna. — Vit meintu ikki, at vit kundu framleiða til USA, og tí heittu vit á Fiskaseluna um at sleppa at royna sjálvir, sigur Heri Mortensen. Virkið fekk hetta loyvi, men Heri Mortensen dylur ikki fyri, at tað var ikki við góða vilja stjórans. Nógv svørdhøgg skuldu til áðrenn. Úrslitið gjørdist so eisini, at tað eydnaðist flakavirkin- um at varðveita avrokningar- prísin á 2 kr. fyri alt 1986. Um framleitt hevði verið til USA ístaðin hevði hann sum áður sagt fallið niður á 40 til 60 oyru. Tá steðan hjá Fiskaseluni viðvíkjandi selu av konga- fiski til Europa ikki var broytt í 1986, so sekti Tver- oyrar flakavirki aftur um eykaloyvi fyri 1987, og tað fekk virkið eisini. Mugu velja Herfyri fekk Tveroyrar flaka- virki so bræv frá Fiskaseluni, har hon ger steðuna upp og ger vart við, at nú má virkið antin vera í Fiskaseluni ella halda seg uttanfyri. Tað var m.a. við hesum brævi sum grundarlag, at nevndin í Tveroyrar flaka- virki nú um dagarnar samtykti at melda seg úr Fiskaseluni. — Vit hevdu einki annað val, sigur Heri Mortensen, sum ikki dylur fyri, at tað er Fiskasølan, sum hevur provokerað til hesa avgerð. — Við at misrekja okkara áhugamál tvingar Fiskaselan okkum at taka hetta stigið. Alt tosið um at fremja ábetur á verandi seluarbeiði í Fiska- seluni hevur verið til fánýtis, tí leiðslan har tolir ikki kritikk og vil ikki lurta eftir atfinningum. Ov stór — Men hvussu ber tað so til, at ein fyritøka sum Føroya Fiskasøla ikki megnar at fåa teir bestu prisirnar? — Hatta er ein relevantur og åhugaverdur spurningur, sum eg mangan havi sett mær sjålvum. Eg haldi, at ein partur av svarinum liggur i ti, at fyritøkan er vorðin so mikið stór og hevur so nógv ymisk áhugamál at rekja, at hon klárar ikki at yvirskoða tað. Við tað at Fiskaselan yvirtekur alt sambandið við keyparan og kundan missir framleiðarin heilt meguleikan at koma á tal við keyparan og harvið finna fram til júst tað, SV.KALVI L e.i hk UPSI > 11.1 % umleið helvtin KONGAF ISK 7.78 SV.KALVI | 1.4% Vit síggja, hvussu ráverubýtið hevur verið ávika- vist í 1983 og í 1986. Meðan kongafiskurin í 1983 var 25% av ellum fiskinum, so var hann í 1986 HYSA 7.6 % BRO.+ LONG sum keyparin hevur bruk fyri. Eisini hetta at selufólkið ikki hevur beinleiðis sam- band við framleiðaran, tað ger, at tað helst oftani manglar bæði inspiratión, motivatión og harvið ábyrgd- arkensla til at gera eitt arbeiði enn betri. ynskir og Ikki undirbjóðing men betri søluarbeidi Vit spurdu síðani Hera Mortensen, um ikki vandi er fyri, at Fiskaselan syndrast, um fleiri virki eins og tað á Tveroyri taka seg úr fyritek- uni — og um hetta ikki fer at hava við sær, at allir fara at undirbjóða hvenn annan, og at tað so aftur fer at skaða heildarútflutningin? — Eg veit væl, at sjálvur fiskaselustjórin hevur fert fram hetta við undirbjóðing, og tað er greitt, at okkurt skal hann hava til at ræða við. Steðan er tó tann evugta. Tí við at selja uttan- fyri Fiskaseluna hava vit jú prógvað, at tað ber til at fáa nógv betri prís. Vit kundu eisini havt selt kongafiskin hjá eðrum virkjum fyri betri prís enn Fiskaselan, men tað er so ikki okkara uppgáva. Upprunaliga ætlan okkara var at fáa Fiskaseluna at rakna við og gera meira við seluarbeiðið. Annars heldur Heri Mortensen, at ein nýtist ikki at bera so stóran ótta fyri gongdini. Tað kann bert vera ein fyrimunur fyri hini virkini í Fiskaseluni, sum framleiða kongafiskaveru, at Fiskasel- an nú sleppur undan at selja tey 5000 tonsini hjá Tver- oyrar flakavirki eisini. Tað ger, at tað verður lættari at sleppa av við restina, sum er ein munandi minni negd. Eingin mótmælir — Nú hevur tú fleiri ferðir eftirlýst kapping á søluøkin- um. Heldur tú, at fleiri virki áttu at tikið seg úr Fiska- seluni? — Tað hevur víst seg, at Feroya Fiskasela megnar ikki at selja ávís fiskasløg fyri nóg góðan prís. Teir hava jú lagt seg mest eftir toski og hýsu og nú eisini upsa og har melur so myllan. Her vísir tað seg so eisini, sum at limirnir blankt góðtaka, at Fiskaselan fær bestu prísir- nar, og tí er tað so eingin, sum mótmælir. Men tað er heldur ikki vist, at Fiska- selan á hesum eki fær teir prísir, sum hon átti. — Men, leggur Heri Mortensen afturat, — tað at selja sjálvur krevur so kvalifiserað seluarbeiði og selufólk. Hetta gerst ikki av sær sjálvum. Kapping Hann heldur annars, at tað hevði verið sunt fyri allar partar, um eini 2, 3 ella 4 stór og meðalstór virki tóku seg úr Fiskaseluni. Tá fingu vit kapping og harvið hægri prísir. Landsbúskaparliga hevði hetta eisini verið tað besta. — Tað er eisini mín sann- fering, at vit fáa ikki fleiri tons uppá land í Feroyum, og skulu vit minka um studn- ingin, so er tann einasti mátin at selja betur. — Leidslan í Fiskasølun er als ikki opin fyri kritikki. Ístaðin fyri at taka rættar at- finningar til eftirtektar, so verður tú kvaldur og útihýstur, sigur Heri Mortensen. Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Birgir Danielsen, stjóra á Fiskaseluni, men hann var burturstaddur — Eg haldi annars ikki, at kapping skaðar, tverturímóti er hon við til at fáa fleiri virði til samfelagið. Veruleikin í dag er tann, at vit hava als onga kapping. At Fiskaselan er vorðin so stór og altum- fevnandi ger so eisini, at vit hava als einki sammetingar- grundarlag, tá vit skulu meta, um prísirnir kortini kundu verið hægri. Lynkarrieru — Nú hevði tú sjálvur eina lynkarrieru í Fiskaseluni. Tú bleiv valdur til umboðs- nevndarformann fyri so skjótt aftur at verða, sum onkur hevur sagt, tveittur út úr nevndini. Hvussu ber hetta til? — Eg læt meg velja í umboðsnevndina fyri betri at kunna berjast fyri at beta um verandi seluarbeiði. Uppgáva mín var at fáa bent Fiska- Framhald á síðu 15 KONGAFISKABLOKKUR VIT SJALVIR KONTRA FISKASØLAN Fr 1UTO SJÁLVIR — ORD > OO) KR/KG 22 = MÁNADIR MEIRINNTØKA 7 MOR. 1.036.932 KR må HØ | FISKASØLAN DEC Talvurnar visa okkum prisirnar hjå Føroya Fiska- sølu og teir, sum Tvøroyrar flakavirki sjålvt fekk og so meirinntøkuna KONGAFISKAFLAK INTERLEAVED VIT SJALVIR KONTRA FISKASOLAN 20 18 16 14 12 10 ON A OD AUG. = SEP MÅNADIR MEIRINNTOKA 6 MDR. 409.878 KR