Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. juni 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 TALA Frede to mg et Nr. 65 — 13. juni 1987 Handan Foroya vandamiklasta fjørð — 65 undirskrivaðu bræv til Landsstýrið fyri 27 árum síðani. Nú búgva ikki 15 fólk í Mykinesi. Klokkan var 12.37 mikudagin 10. juni 1987, tá Olli Niclasen, 79 ár og elsta fólk í Mykinesi, klipti reyða snórin, sum var spentur um gjónna, havnina í Mykinesi leggja at so nýggja Súlan kundi sigla inn og Á helluni blástu unglingar úr Vágum í horn og floytur og vindurin hevði hug at blása nótarnar út á sjógv. Fuglurin hinu megin í gjónni sang við sínum nevni afturímóti og tagdi heldur ikki, tá Lasse Klein, Bjarni Hansen, bygdarráðsformaður og Jóhan Restorff Jacobsen, stjóri á Strandferðsluni, ynsktu nýggja bátinum góðan byr. Orð: hd Myndir: Kalmar Gott samband i summar 17 ferðir um vikuna. So gott er ferða- sambandið við Myki- nes í summar. Snípan flýgur mánadag, mikudag, fríggjadag (tvær ferð- ir) og sunnudag. Og Súlan siglir hvenn dag, fríggjadag og sunnudag tríggjar ferðir og leygardag tvær ferðir. Soleiðis verður siglt til 23. august. Frá 24. august til 31. oktober verður siglt tríggjar ferðir um vikuna og í vetur bara við farmi, um viðrar og eftir av- talu Nógv fólk fara út í Mykines um summarið, í juni, juli og august, onkran dag næstan 160. Og hetta eru nógv fleiri, enn Snípan kann flyta. Um veturin hin vegin er nóg mikið við henni. Súlan skal tó ikki bara flyta turistar um Mykinesfjørd. I rød- uni, Lasse Klein, landsstýrismaður, helt niðri á helluni mikudagin, segði hann, at Súluni er ætlað at stimbra veiði og landbúnað í oynni. Mykines ber 1200 seyðir, har eru oksar í Hólminum og okkurt árið eru fleygaðir 70.000 lund, segði landsstýrismaðurin í reðu síni. »So at eisini vit, sum búgva handan Føroya vandamiklasta fjørå, kunnu merkja, at vit ikki eru heilt burturgloymd, tå ið talan er um tað stóra arbeiði, sum nú á døgum verður gjert fyri at tryggja mannalív á havinum«. Hesi orðini eru úr einum brævi, sum tann 26. apríl 1960 varð sent úr Myki- nesi til Havnar, til Føroya landsstyri. 65 undirskriftir vóru á brævinum og ell hesi fólk-" ini gera vart vid misnøgd- ina um tað »étolandi« ferðasambandið við oynna „handan Føroya vandamiklasta fjørd«. Tey greiða Landsstýrinum frá, at farið, sum røkir sigl- ingina Sørvågur-Mykines er ein sjeytons motor- bátur, 45 ára gamal, ótíðarhóskandi í allar Brúkar bara ein tíma Súlan P 895 er skrásett í Servági. Hon er 40 føtur long og 11,4 tons, eitt tons minni enn tann gamla, men hon stingur djúpari, í so djúpt, vildi onkur vera við. Skiparin helt tó ikki, tað fór at bila. Súlan er bygd á Fáborg Værft. Hon kostaði 2,2 mill. kr. Arbeiðið hevur gingið skjótt og væl. Sátt- málin við skipasmiðjuna varð undirskrivaður 19. mars — 1 ar. Súlan kom til Feroya við Lómi á hvítusunnu og sigldi so av Havnini til Servágs. Hon var fyrstu ferð úti í Mykinesi týs- kveldið, tá teir royndu hana í gjónni. Súlan hevur 240 hesta Volvo Penta motor og ferðin er 10 fjórðingar. Gamla Súlan sigldi í 18 ár millum Sørvåg og Myki- nes. Nú er hon aftur út- róðrarbátur. Hon er bygd í Danmark í 1930. 1984 og lægsta tilboð var 3,4 mill. kr. Dupultan skrokk Byggingin byrjaði ongantíð. Nýt kom og tað áskoðan um bát til Myk nessiglingina enn tað gamla heyði. Og so hendi knappliga tað, at Skipa sýnið góðtók, trevjaplast- bátur bleiv brúktur. Men avgjort ikki treytaleyst. Súlan hevur dupultan skrokk og millum skinnini er tilfar, sjógvur ikki rínur LAndsstyr hevði aðra mátar. Snæbjørn). Mest itøkiliga vid dekki i stadin fyri vid. Og båturin er allur ætlanin var tó at byggja salong. Hetta arbeiðið smurdur við tilfari, eldur Strong krøv ein bát sum Sildberin, tó varð boðið út i Føroyum í ikki vinnur á. Men tað var ikki bara í 1960, at stórt arbeiði bleiv gjørt fyri at tryggja mannalív á havinum. Tað kravdi eisini stórt arbeiði at gera Súluna soleiðis, at Skipasýnið góðtók hana. Treytirnar vóru so harðar, at skipasmiðjan í Fáborg fór at ivast, um hon yvir- hevur vildi byggja bátin, greiddi Kjartan Johansen, verkfreðingur á Strand- ferðsluni, frá úti í Myki- nesi mikudagin. Kjartan Johansen segði, at Skipasýnið gav ikki loyvi til at byggja nýggju Súluna úr viði, tí hann brennur ov væl, skuldi eldur komið i. Ymsar ætlanir vóru frammi. Eina ferð var ætlanin at um- byggja Vesturstein (fyrrv. Hon brúkar ein tíma út í Mykines. Gamla Súlan brúkti fimm korter til hálvanannan tíma. Súlan hevur bógskrúvu og kúlustevni, sum er heilt óvanligt hjá so lítlum báti. Hon hevur krana har afturi á dekkinum og eina lítla last hevur hon eisini. Súlan hevur loyvi til at flyta 40 ferðafólk um summarið og 12 um veturin. Tey kunnu sita á dekkinum ella í teirri lítlu salongini har frammi undir stýrihúsinum. Strandferðslan hevur ikki gloymt, at flestu ferða- fólkini vera útlendingar. Tí er gjørt eitt »panorama« op i bakborði, so fólk eisini kunnu síggja Mykines, Gásadal og Be á veg inn aftur til Sørvågs. = * BREE Hetta man vera fyrstu ferð, hornblástur hevur ljóðað á helluni við lendingina í Myki nesi. Fyri knappliga tveimum árum síðani, tann 9. august 1985, vóru landspolitikarar og strandferðslustjórin eisini í trappuni við teimum 147 stigunum. Tá var fundur við bygdarráðið um samferðsluviðurskiftini hjá oynni. Hesin fundur setti gongd aftur á ætlanina um nýggja Súlu, vilja fleiri vera við. Og nú er Súlan so komin. Eftir er at gera lendingina betri og veg oman til atleguplássið.