hósdagur 9. juli 1987síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 76 — 9. juli 1987
tíðindablaðið
Spælipláss og
barnagarður
å Argjum
— men meira striltid gongst
við brimgarðinum
Nú fáa bernini í nýggja
bústaðargkinum inni í
Vikanum á Argjum eisini
spælipláss. Fólk frá
Mellemfolkeligt Samvirke
skulu gera plássið. Tað
vóru eisini fólk frá hesum
felagsskapi, sum gjerdu
spæliplássið við Norður-
stíggj seinasta summar.
Bygdarráðsformaðurin,
Erland T. Jacobsen, sigur,
at eitt spælipláss skuldi
verið afturat, onkrastaðni
oman fyri steðna. Men har
eigur kommunan onki
lendi.
Samkomuhúsið var ikki
við í gerðabýtinum, so nú
eigur Breðrasamkoman
framvegis húsið og eitt
munandi størri, byggi-
búgvið stykki aðrastaðni í
bygdini.
Her verður fyrsti dag-
stounur á Argjum bygdur.
Pláss verður fyri 62
børnum.
Innanfyri er stykkid hjå
Hebron.
Barnagarðurin
Byggifelagið Kanjon er nú
farið undir jerð- og
betongarbeiðið í sambandi
við vøggustovu og barna-
garðsbyggingina á Argj-
um. Hini arbeiðini verða
boðin út fyrsta dagin.
Pláss verður fyri 62 bern-
um. Argja kommuna hev-
ur eina dagrektarskipan
við 45 bernum, og hon
skal halda fram, eisini tá
veggustovan og barna-
garðurin eru tikin í brúk.
Byggingin varð í 1985
mett at kosta 6 mill. kr.
Hebron
Innan fyri stykkið hjá
dagstovninum hevur
Hebron hjá Breðrasam-
komuni fingið byggibúgv-
ið stykki. Argja kommuna
og Breðrasamkoman hava
gjørt gerðarbýti, soleiðis
at kommunan hevur fingið
stykkið hjá samkomuni
við steðna, beint oman
fyri neystið hjá róðrarfe-
lagnum. Samkomuhúsið
Hebron fylgdi ikki við í
býtinum. Breðrasamkom-
an eigur tað framvegis.
Brimgarðurin
Arbeitt hevur verið í
havnini á Argjum sein-
astu árini og nú er farið at
líða. Men enn eru umleið
Heldur ikki í summar er
nakar bilur vaskaður her.
Men bygdaráðsfor-
maðurin vónar, hetta er
seinasta summar, neyðugt
er at skrúva fyri vatnin-
um.
Hetta er einasta al-
menna bilvaskiplássið í
Suðurstreymi!
80 metrar eftir av brim-
garðinum. Eini 40.000
kubikkmetrar av gróti
skulu til og hetta grót hev-
ur Argja kommuna fingið
loyvi til at taka úti á Glyv-
ursnesi, sigur bygdaráðs-
formaðurin.
Men Jarðarráðið segði
tó, at Argja kommuna
skuldi spyrja Tórshavnar
kommunu um prísin, tí
hon hevur borið kostnaðin
av grótbrotinum úti á
nesinum.
Erland T. Jacobsen sig-
ur, at teir nú í tveir-tríggj-
ar mánaðir hava bíðað
eftir svari frá fíggjar-
nevndini í Havn. Og hetta
kemur illa við, ti E. Pihl &
Sen hevur sagt seg kunn-
að flyta grótið nú í summ-
ar.
hd
Síða 5
— Enn er vatntrot á Argj-
um.
Heldur ikki í summar ber
til at vaska bilin á vaski-
plássinum hjá Argja
kommunu, tí har er onki
vatn.
Erland T. Jacobsen,
bygdaráðsformaður, sig-
ur, at tað er ikki forsvar-
ligt at hava plássið opið
um summarið, so leingi
vandi er fyri vatntroti í
bygdini. Nogv vatn
verður brúkt á vaskiplåss-
inum og flestu bilar, sum
verða vaskaðir har, eru úr
Havn. Eisini teir stóru
lastbilarnir, sum krevja
nógv vatn og taka nógv
pláss.
Argja kommuna fær
vatn úr Havnini, tá á
stendur. Men nýggja
goymslan hjá Tórshavnar
kommunu í Villingardali
er ikki enn tikin í brúk.
Var hon tað, so var vaski-
plássið í Rættargetu á
Argjum kanska opið í
summar, sigur Erland T.
Jacobsen. Hann veit ikki,
nær vatnið verður sett til
aftur.
Tað er ikki fyri at fáa
fleiri = viðskiftafólk til
Argja Service, sum
Erland T. Jacobsen eigur,
at almenna vaskiplássið er
stongt.
— Eg kann hugsa mær,
at onkur fær tað til tað. Til
hetta kann eg siga, at
vaskimaskinan hjá okkum
er eisini stongd. Men vit
hava eina slangu, sum fólk
kunnu brúka. Vit spara
eisini vatn á Argja
Service. Til demis hava vit
ikki spulað plássið nú eina
tíð
Onki fólk
Vatntrot hevur verið
stórur trupulleiki hjá
Argja kommunu nú í nek-
ur ár. Bygdin brúkar 600
tons um samdegrið og
hetta er júst tað, vatn-
brunnurin tekur. Nú verða
sett upp nøkur alikør at
leiða vatn i, sum so aftur
kann veitast í sjálvan
vatnbrunnin, so hvert
hesin temist. Argja
kommuna brúkar keldu-
vatn, men slangur liggja
eisini í Porkerisvatn og
Ljósávatn. Erland T.
Jacobsen sigur, at neyð-
ugt er við einum stórum
vatnbrunni afturat.
Trotið á arbeiðsfólki
hevur eisini darvað roynd-
unum hjá bygdaráðnum
at beta um vatnleiðingina.
— Vit hava sekt og sekt
eftir fólki, men vit fingu
bara tveir mans. Og teir
eru longu farnir aftur. Vit
hava brúk fyri minst fimm
monnum, sigur bygda-
ráðsformaðurin.
hd