hósdagur 9. juli 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6 tíðindablaðið
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76. 3800 Tórshavn
Útgevari:
Ábyrgdarblaðstjóri:
Fyritaksstjóri:
Blaðfótk:
Ljósmyndari:
Uppseting:
Prent:
Ferðatíð
LONGSTI dagur er farin aftur um
bak og frálíka summarveðrið,
sum mestsum hevur staðið við
alt av tí, sum farið er av sumrin-
um, heldur fram!
OG ferðahuginum bagir einki,
hvørki hjá útlendingum, sum
koma hendavegin at sleikja før-
oysku summardøggina ella hjå
føroyingum, sum i stérum tali
fara til sudurland strendur at
sleikja sól.
MEN gævi tað var so, at tað at
sleikja varð avmarkað til døggina
og sólina og ikki gjørdist aðaltátt-
urin í hesum nýggja uppfinnilsin-
um, sum vit uttan at rodna nevna
ferðafólkavinna.
AT taka neyðugt gjald fyri at flyta
fólk um høv og lond er sjálvsagt í
lagi, eins og tað at taka hóskiliga
samsýning fyri tænastur sum her-
berg og flutning í Føroyum
MEN skeivt er at meta hetta
gjaldoyris-umskifti við útheimin
sum landsbúskaparligan tátt av
týdningi. Ikki bert tí at vit í hesum
leiki altíð koma at sita eftir við
hallinum, men tí at vit illa kunnu
loyva okkum at seta tel á tær
upphæddir, okkara summargestir
helst skulu leggja eftir sær í For-
oyum eins lítið sum tað viðkemur
almenninginum, hvat hver ein-
stakur føroyingur ger av at nýta á
uttanlandsferðum.
TALAÐ hevur leingið verið um
tað rætta ella skeiva í at vit føroy-
ingar leggja okkum eftir at vinna
sum best burturår fremmanda-
fólkinum ella við øðrum orðum
»legalisera« spekulatión í gestum
okkara, men tíbetur eru enn for-
oyingar flestallir ímóti slíkari
spekulatión og seta heldur æru í
at verða minnst til av útlending-
inum sum eitt sámuligt og fyri-
komandi fólk — kanska eisini í
summum førum sum eitt ødrvisi,
fyri ikki at siga legið, fólk.
HUGSAÐ verður sjálvsagt fyrst
og fremst um løgnu rúsdrekka-
skipan okkara og grindadråp.
oddagrein
MEN hvussu løgin henda fyrra
kann tykjast okkum eins og út-
lendingum, so er hon kortini okk-
ara upp á gott og ónt og ikki
nakað, ið skal vera latið útlend-
ingum at taka stødu til okkara
vegna.
HETTA gera teir heldur ikki, men
kortini verður einamest rús-
drekkaskipan okkara deild fyri at
vera størsta forðingin fyri eini
blómandi føroyskari ferðafólka-
vinnu.
EISINI hevur øsingin úti í heimi
um grindadráp ørkymlad okkara
egnu hugsanir um, hvat onnur
halda um okkum — sum um tað
kanska var avgerandi fyri hvussu
framtíð okkara fór at vera sum
føroyingar. Men tibetur, her
stóðu landsins leiðandi menn
stinnir og tvíhildu um henda
frumrætt okkara so væl, at vit nú
aftur dag frá degi fáa viðhald
uttaneftir í okkara stóðu til grind-
ina.
AT VIT føroyingar fegnast um at
eiga hetta lítla, men góða land, er
sjálvsagt og nøkurlunda sjálvsagt
er tað helst eisini, at tey fremm-
andafólk, sum av sínum einting-
um koma higar at vitja, gera hetta
av góðtrúnum forvitni.
TÍ má tað uttan mun til ferða-
vinnuligu útlitini verða okkara lut-
ur, hver í sínum lagi, at fara sum
frægast við hesum fólki og hugsa
minni um fremmant gjaldoyra og
lyftini frå »litfaldaraframleidarun-
um.
PROSTITUTIÓN í mest vanligu
merkingini hava vit helst ikki í
Føroyum, men skal niðurlagið
vera at tekkjast hverjum sum
helst fyri nakrar hissini krónur, so
má hetta heldur latast til hvgnn
einstakan at gera av, heldur enn
at tað verður gjørt í navni ferða-
fólkavinnunnar — tí tá hava vit
veruliga prostitutión í Føroyum.
Nr. 76 — 9. juli 1987
Klaga å røttum stad!
“=
Vís teg sum mann, O.B.!
Í vikuni, sum fór, hevði
blaðstjórin á Dagblað-
num, Ó.B., eina spillu-
grein um útvarpsmannin
Sonna Smith, sum hevur
fingið eitt nýtt starv á eini
privatari fyritøku. Og tað
fær hann nú toyggið fyri.
Fyri tveimum - trimum
mánaðum síðani fekk
Sonne eina aðra spillu-
kveðu frá stavnamanni
fólkafloksins. Síðan fekk
Jóhann Mortensen eina og
í næstsíðstu viku kastaði
tann æraði folkatingsmåd-
urin eina bukkuspann eft-
ir Tróndi Djurhuus. Báðir
útvarpsmenn.
Tey, sum fylgja við í tí,
sum verður sagt og
skrivað í føroysku fjøl-
miðlunuin, hava fyri lang-
ari tíð síðani givið sær far
um, at hesir tríggir hava
tikið sterv síni í útvarp-
inum í stersta álvarsemi.
Tað tykist sum teir hava
verið nærlagnir, og eitt er
vist og tað er, at teir hava
verið nýskapandi og krea-
tivir i fråsøgnum og re-
portasjum sínum.
Hver minnist ikki frá-
Fúlur
okursprís. Hesaferð eru
tað »visuvinir«, sum skipa
fyri, og hóast tað verður
sagt í tidindaskrivi í blød-
unum, at tiltakið verður
stuðlað av hópinum av
virkjum, felegum og
eðrum, so eru hesir fyri-
reikarar so frekir, at teir
boða frá, at keypir tú ikki
atgongumerki framman-
undan fyri 80 kr. — ja,
áttati krónur — so sleppur
tú at gjalda 100 kr. við
líku fríggjadagssending-
arnar hjá Sonna, frálíku
sendingarnar hjá Jóhann
úr Hirtshals og úr Gren-
landi og frásagnirnar hjá
Tróndi av Isle of Man.
Millum folk vera teir
hildnir at vera góðir pro-
grammmedarbeiðarar.
Sjálvandi heldur Dagblað-
ið ikki tað. Her verður
bara tað negativa tikið
fram. Ja, hetta blaðið hjá
tí aður so mentaða flokk-
inum, hevur seinastu 10
árini dyrkað tað negativa,
og hesir tríggir útvarps-
menninir hava saman við
ødrum — td. Øssuri
Winthereig — verið hund-
dálkaðir.
Tær seinastu greinirnar
hjá Ó.B. hava verið bein-
leiðis skuldsetingar um, at
hesir útvarpsmenninir
brúka borgarligu sterv
síni sum útvarpsmenn til
politiska propaganda, og
hetta er ein álvarsom
skuldseting.
Men hví klagar ment-
unarligi framherjin hjá
fólkaflokkinum ikki hesar
menn, ella útvarpið sum
= z
dansiprisur
Enn einaferð verður boðað
frá almennum dansi fyri
inngongdina — ella um tú
hevur makað við — so 200
krónur.
Vónandi verða hesir og
aðrir blóðsúgvarar revs-
aðir soleiðis, at einki skila-
fólk metir upp til hallar-
dansin fríggjakveldið 10.
juli — latið teir so spæla
fyri tómari hell — mót-
mælið fúla prisinum!!
Annars sær tað eisini út
til, at hesir somu hava
fingið Norðurlandahúsið
at selja atgongumerkir til
konsertir fyri okursprís —
stovn, fyri landsstýrinum
ella útvarpsnevndini?
Tað hevði verið meira
mansligt! (Men nógvur
maður tykist ikki vera í
hasi pyntudukkuni uppi
undir væðingini á Traðar-
vegnum).
O.B. kundi t.d. klagað
til partamann sín í útvarp-
snevndini, Steingrim
Niclasen, sum higartil
hevur tagt. Góðtekur
hann jagstranina hjá Ó.B.
eftir ávísum útvarps-
monnum? Hann, sum
tegur, samtykkir!
Hvussu ber tað til, at út-
varpsstjórin tegir? Góð-
tekur hann, at útvarps-
menn miðvíst verða for-
fylgdir av einum óndsinn-
aðum blaðstjóra? (Legði
hann ikki uppí at verja
komandi útvarpsstjóran,
Jógvan Arge, tá hesin
»dummadi« seg i fjer ella
fyrraårid, tå Johan
Hendrik Winther-Poulsen
fekk durafjórðingin í út-
varpinum?)
Observa
nú fyri 60 kr. — meðan
ætlanin ongantíð var fyri
hetta hús at taka meira
enn 20 - 30 kr., og sum
Norðurlandahúsið hevur
hildið ógvuliga fast við
síðani.
Viðvíkjandi dansiprís-
unum, so átti fútin at tikið
sær um reiggj, heldur enn
at leggjast á Rapport,
ketubrev og annað meina-
leyst.
Príseftirlitið — hvat fáa
teir løn fyri?
H.J.J.
Framhald av síðu 1
kjarnorkuvápn umborð,
hevur landsstýrið boðað
ríkismyndugleikunum frá,
at eru kjarnorkuleðingar
umborð, sleppur skipið
ikki at kei.
Ríkisumboðsmaðurin
hevur fingið hesi boð frá
landsstýrinum, og hevur
hann sent tey víðari til
Danmarkar, og roknaði
landsstýrið við at fáa
nærri boð frá ríkismynd-
ugleikunum seinni í gjár.
Vanliga upplýsir NATO
ikki hverja útgerð tey
ymisku skipini hava um-
borð. Vanliga verður
hverki váttað ella avsann-
að, men til hetta sigur
Jógvan Durhuus, lands-
stýrismaður, at eitt tílíkt
svar er landsstýrinum ikki
nóg mikið. Landsstýrið vil
hava váttan fyri, at skipið
er kjarnorkufrítt, áðrenn
tí verður loyvt at koma í
føroyska havn.
Seinasta:
Beint áðrenn blaðið fór til
prentingar, frættu vit
hvat ríkismyndugleikar-
nir svaraðu landsstýr-
inum.
A.J. Arnskov, skriv-
stovustjóri á Ríkisum-
boðnum, sigur, at svarað
er landsstýrinum, at ríkið
hevur onga grund at ivast
í at skipið ikki lýkur tær
treytir, sum settar verða
til skip, sum skulu í
danska havn.
— Er hetta ein váttan
fyri at skipið ikki hevur
kjarnorkuleðingar
borð?
— Tað kann ein ongan-
tíð siga. Eingin hermegi,
hverki amerikonsk ella
sovjetisk, vil geva ná-
greiniligar | upplýsingar
um hvat er í einum tílíkum
skipi, sigur Arnskov.
Sjálvur sigur hann seg
vera heilt sannførdan um
at kjarnorkuleðingar ikki
eru í skipinum og vísir til,
at danska stjórnin fyri
fáum degum síðani gav
skipinum loyvi at koma til
Aalborg, haðani tað nú
kemur.
Um landsstýrið er negt
við svarið frá ríkinum,
eydnaðist okkum ikki at
fáa at vita áðrenn blaðið
fór til prentingar. tór.-
um-