Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 76 — 9. juli 1987 - — Hetta NAMU-skeiðið er útviklandi í allar mátar, bæði musikalskt og menn- iskjaliga. Tað er inspirer- andi at hitta ungdóm úr hinum Norðurlondunum. Sjálvandi hevði eg fingið eins nógv burturúr musi- kalskt, um vit bert vóru norðmenn, men tað hevði ikki verið líka stuttligt. Carina Yvonne Larsen er úr Álesund. Hon hevur spælt síðan 7 ára aldur — fyrst klarinett, og nú í seinastuni tverfloytu og saxofon. Hetta er triðju ferð. hon er við á NAMU- skeiði. — Sambandið við hini er gott. Nakrir dagar ganga, áðrenn tú „kemur inn i« gongdina, men at enda kennast øll meir ella minni. — Skráin fyri dagarnar er sera herð, men tó eru eisini stundir at hyggja at eðrum enn Eysturskúlan- um. Flestell halda, at Fer- oyar eru sera vakrar, sigur hon. Ulf Linde er útbúgvin á konservatoriinum í Stock- holm og spælir valdhorn í Strángnás Blásarkvintett. Limirnir í hesi kvintettini og Kbh's Blæserkvintet undirvísa á NAM U-skeið- num. Annars er dagliga yrki teirra at spæla burt- urav. Ulf heldur tað vera áhugavert at hitta aðrar norðurlendskar lærarar. Hann heldur sum Carina, at slík skeið eru stuttligari enn tey, har tú bara hittir landsmenn. Alt undir sama taki — Væl ber til at vera á ein- um slíkum konsentrer- aðum skeiði í tínum heim- býi, siga havnarfólkini. Ræður bert um, at tú held- ur teg inni á Eysturskúl- anum og ikki fert út at vitja fólk. Tid skuldi heldur ikki verið til tess. Tey verða vakt við hornblástri hvenn morgun. Kl. 8.30 fer hver instrumentbólkur til læraran at venja. Diri- gentnæmingarnir hyggja at (inspisera) og læra tann vegin. Næsta á skránni er so venjing í harmoniorkestr- inum, og strúkararnir venja í symfoniorkestrin- um. Dirigentnæmingarnir fara til fyrilestur. Eftir degurða skiftast dirigentnæmingarnir at stjórna orkestrunum. Hinir dirigentnæming- arnir spæla við. Aftan á ein stuttan steg = venur kamar- orkestrið, og dirigent- næmingarnir ganga igjøgnum avrik síni (sum eru tikin upp á video) saman við lærarunum. Um kveldarnar eru norðurlendskar letur. Hvert landið hevur sítt kveld, og á skránni er ym- iskt undirhald og lætt til- far — mest tónleikur, sum vera man. Feroyingarnir hava lært hini at etið grind, dansað feroyskan dans o.a. Umframt tað, ið er á skránni, er eisini eitt Big Band, sum varð sett saman á skeiðnum. Gott til egna undirvísing Á hesum amaterskeiði eru eisini 5 konservatorii- næmingar, umframt einar tveir, ið fara at byrja til heystar. Hvat kunnu teir læra á einum tilikum skeiði? Anna Klett: — Tað er læruríkt, við tað at tú sært fleiri hættir at spæla — góðar og ring- ar. Hetta kanst tú m.a. brúka til egna undirvísing seinni. Eisini er gott at síggja, hvussu instrukter- arnir arbeiða. — Heldur tú, at tað á- virkar títt egna spæl? tíðindablaðið »Eitt otruligt upplivilsi Síða 7 Orð og myndir: Heri Eysturlíð — Allarhelst. Tú verður noyddur at hugsa meir um, hvussu tú sjálvur gert fyri at kunna undirvísa. Gert tú alt »av natur«, so verður torfert at undir- vísa. — Ætlar tú tær við næsta ár? — Nei, helst ikki. Eg fór bara við, tí at skeiðið var í røroyum. Annars eri eg ikki so nógv við — eg ar- beiði eisini. skipan. LL > Posthúsið í Tórshavn sekir eftir álítandi fólki: Utbering av posti Brævaskiljing og annað inniarbeidi Arbeidstidin er skiftandi eftir vaktar- Løn eftir sáttmála millum Føroya Lands- | styri og Postfelag Føroya. Skrivlig umsókn við upplýsingum um aldur og megulig arbeiði framman- undan verður at senda til POSTHÚSIÐ Í TÓRSHAVN Posthúsbrekka 4, 100 Tórshavn merkt: »Umsékn« — skjótast gjørligt. | 77 —— | => Søkt verður eftir | | folki | til deild okkara | í Havn « 7 »Hetta er utviklandi í allar mátar — bæði musikalskt og menniskjaliga«, sigur Carina Yvonne Larsen úr Noregi. (Mynd: Heri Eysturlid) Arbeiðseki: Søluarbeidi Vidskiftatænasta Ynskjandi er, at umsøkjarar hava hand- ilsskúlaprógv, men hetta er ongin treyt. Skrivlig umsókn skal sendast til deild okkara í Havn. “} COM-DATA PF ? EDV-VIRKI Box 1118 — 110 Tórshavn