týsdagur 14. juli 1987síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Foroyska filmseftirlitið við fyri fyrstu ferð
Harðskapur í
videofilmum
Í døgunum 25. til 27. mai
1987 luttók Filmseftirlitið
fyri fyrstu ferð á norður-
lendskari filmseftirlitsráð-
stevnu í Oslo. Ráðstevnur-
nar, sum Norðurlanda-
ráðið hevur fingið í lag,
hava higartil verið hildnar
annaðhvert ár og uppá
skift í teimum ymisku
norðurlondunum, men nú
tað henda so stórar broyt-
ingar á loggåvuøkinum
filmseftirlitum viðvíkj-
andi, verður tað hildið
vera neyðugt við stytri
millumbili millum tílíkar
kunningarfundir. Tó er
fyribils gjørt av at lata
tvey ár ganga til næstu
ráðstevnu, sum meguliga
verður hildin i Føroyum.
Ráðstevnan varð hildin í
fundarhelum norska films-
eftirlitsins við tilsamans
20 umboðum úr øllum
teimum seks norðurlond-
unum og byrjaði við, at
umboð fyri hvert norður-
landið sær greiddi frá
teirra filmseftirlitslóg-
gávu, steðuni í letuni og
hvussu gongdin tóktist at
fara at verða, serstakliga
við atliti til videofilmarnar
og samanumtikið hverjar
umsitingarligar avleið-
ingar alt hetta hevði ella
fór at fáa fyri filmseftir-
litini.
Hesar frágreiðingar
vóru háttaðar sum út-
greiningar av skrivligum
frágreiðingum, sum
Filmseftirlitini hvert sær
høvdu evnað til framman-
undan til ráðstevnuna.
Sum hevuðsevni á ráð-
stevnuni varð drúgfert
men sera áhugavert at fáa
kunnleika um, at all
norðurlond, undantikið
Danmark, hava fingið ella
eru um at fáa lóggávu við
rættiliga strongum eftir-
liti av filmum við serstak-
liga harðskapi uppii. Og
ikki minni åhugavert er
tad, at loggåvan fevnir um
bæði videofilmar og bio-
graffilmar.
Hetta, at Danmark
filmseftirliti = viðvíkjandi
er í sersteðu í norður-
lendskum hepi, samstund-
is sum næstan allar films-
innflutningur til Feroya
kemur haðani, bendir á, at
tað var neyðugt og rími-
ligt av landsstýrinum í
1976 at seta á stovn egið
foroyskt filmseftirlit, sum
longu tá frá byrjanini
gjørdist so strangt, sum
ell hini norðurlondini
(undantikið Danmark) nú
10 ár seinni hava fingið
ella eru um at fáa.
Ávísur ójavni tyktist
vera á aldursmerkunum í
teimum ymisku lond-
unum, men áhugavert var
at hoyra finnlendingar
greiða frá teirra skipan við
at lata børn og ungdómar
3 ár undir galdandi aldurs-
Foroyska
Petur F.
Eyðun Joensen og Sigurd
filmseftirlitið:
Christiansen,
Joense n
mark sleppa í biograf
saman við vaksnum
næstrafólki. Hetta at
vaksin eru um bernini til
filmssýningar og eru til
reiðar at skifta orð um
filmsinnihaldið aftaná,
verður av sakkenum
hildið at vera eitt hitt
frægasta at gera, tá bern
hyggja at filmi, sum tey
intulektuelt og kensluliga
kanska ikki eru heilt
bugvin til.
Onnur ráðstevnuevni
fyrsta dagin vóru m.a. ein
norsk frágreiðing frá eini
kunningarferð hjá tí enska
filmseftirlitinum við ser-
ligum atliti til vernd móti
videofilms-haråskapi og
audiovisnellu dålking.
Onglendingar høvdu i ti
sambnadi hug til strang-
ari videofilmseftirlit enn i
vanligu biografunum.
Seinnapartin fyrsta råd-
stevnudagin var annars
áhugavert kjak um ójavn-
ar í metingum av ymisk-
um filmum og grund-
gevingar fyri, hví summi
filmseftirlit dømdu
harðskap og/ella porno-
grafi harðari enn onnur
filmseftirlit o.s.fr.
Um kveldið var norska
løgmålarådid vertur við
Nr. 78 — 14. juli 1987
$
ein degurða fyri okkum
norðurlendsku ráðstevnu-
luttakarum og ymiskum
menta- og umsitingarfólk-
um á staðnum.
Annar ráðstevnudag-
urin byrjaði við einum
kjaki um harðskap í video-
fiimum. Norðmenn løgdu
fyri, sýndu filmskut við
serliga grovum harðskapi
og greiddu frá, hvussu teir
hevdu lagt norsku >harð-
skapslógargreinina< til
grund fyri dómi.
Seinni henda sama
fyrrapartin stóðu danir
fyri einum kjaki um,
hvussu filmur ávirkaði
fólk, bæði vanliga brúk-
aran og ikki minst films-
sensorarnar sjálvar, sum
summir burturav hava til
arbeiðis at hyggja at so-
vorðnum alt arbeiðslívið.
Gingið varð útfrá einum
áliti, sum danska
kriminalfyribyrgjandi ráð-
ið júst hevur latið úr hond-
um.
Semja tyktist vera um,
at roknast kundi við, at
filmssensorar vóru fyri
ávísari »mentalari
slitasju«, um teir høvdu
nógv at gera og sóu ov
nógvar grovar ogíella
harðligar filmar uppá
stutta tíð og uttan høvi til
at kobla frá við eðrum
virksemi.
Eisini her varð ójavni í
skipanini av teimum
ymisku norðurlendsku
filmseftirlitunum. Í onkr-
um norðurlandum sita
filmssensorarnir i heil-
tíðarstarvi og uppá
livstid, meðan starvid
aðrastaðir er sum hjá
okkum eykastarv og í av-
markað áramál.
Niðursteðan varð, at
frægasta skipanin helst
var at skipa filmseftirlitini
sum parttíðararbeiði, men
samstundis ikki í ov stutt
áramál fyri ikki at órógva
arbeiðsgongdina.
Stutt áðrenn degurðatíð
løgdu finsku umboðini
upp til áhugavert kjak,
um filmseftirlitini vid
teimum nýggju, strongu
og umfatandi lóggávunum
yvirhevur hevdu nakra
meining, eitt nú tá al-
mennu sjónvarpskanalir-
nar gerast alt fleiri og
fleiri, eins og vit skjótt
kunnu vænta okkum eitt
satt kavarok av myndum
niður úr erva frá sjón-
varpssatilittum.
Nevnt varð, at
eftirlitini sum sakkenur
stovnur i framtidini
kanska heldur åtti at lagt
seg eftir at verid upplys-
andi og vegleidandi heldur
enn at vera eftiransandi.
Henda dagin
grafsamtøkan
kommunu
films-
var bio-
hjå Oslo
vertur við ein
morgunmat Framman-
undan fingu vit hevi til at
kunna okkum við biograf-
Norðurlendsk umboð fyri
filmseftirlit
skipanina í .Oslo. Hóast
Oslo er víðagitin sum bio-
grafbýur, varð henda
rundvísing og kunning
helst eitt tað, sum gjørdi
eitt hitt stersta inn-
trykkið á ferðini. Meðan
biografarnir víða hvar í
fleiri ár hava kent ringar
tíðir fyri sínum virksemi,
óivað av tí stóru video-
gramútbreiðsluni og
»stovubiografinum« i
heiminum, so ganga byar-
biografarnir i Oslo so væl
sum ongantíð áður. Orsøk-
in tykist vera, at medan
biografar sum heild hava
repað — seglini, hevur
kommunala biografskip-
anin i Oslo å ymsan hått
spent seg ut, soleidis at
biografraksturin hóast
stórar menningariløgur nú
gevur risastórt yvirskot.
Ahugavert var at hoyra
biografaðalstjóran í Oslo
grundgeva vónir sínar um
enn sterri framgongd, tess
fleiri satilittsendingar
fóru at koma.
Morgunmaturin varð
etin í stórari matstovu,
sum hoyrdi til høvudsbio-
grafin, og so sum umstød-
urnar og tænasturnar
mótvegis teim biograf-
vitjandi tóktust vera,
tóktist okkum lætt at
skilja, at Oslo búgvum
dámdi at ganga í biograf
og eisini at flest allir
gjørdu tað regluliga.
Seinnapartin = seinasta
ráðstevnudagin varð tikið
samanum og stungið út í
kortið fyri næsta fund
væntand um 2 ár. So sum
geografiska raðfylgjan er
hátta skuldu Føroyar tá
verið vertur, og verður
ráðstevnan tá meguliga
víðkað úr tveimum upp í
dagar av tí at so mikið
hendir á ekinum í
sum krevur
nágreiniligt umhugsni og
sínámillum kunning.
Samanumtikið er Films-
eftirlitið fegið um at vera
komið uppá hetta norður-
landa samarbeiði, sum
afturat øllum longu hevur
givið tað ítekiliga úrslit,
at allar tjóðirnar senda
hver aðrari sensurav-
gerðir til kunningar.
Filmseftirlitið
Eyðun Joensen, form.
nogv
løtuni,