Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 1987síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 78 — 14. juli 1987 SS) s0Slalurin Tjernobylvanlukkan: Ongar fylgjur fyri heilsustøduna hjá foroyingum Men kanningarnar av geislavirknum evnum halda fram. Sum er verda hesar royndir sendar til kanning- ar á Risø, men hetta tekur alt ov langa tíð, um vandi veruliga er á neyðugt at ferð, og tí er kunna gera hesar kanningar í Foroyum, sigur Heilsufroðiliga Starvsstovan í ársfrágreið- Ing. Í ársfrágreiðing síni sigur Heilsufreðiliga Starvs- stova m.a. Náttina hin, 26. apríl hendi álvarslig vanlukka á atomorkuverkinum i Tjernobyl, Ukraine, USSR, tå tamarhaldið varð mist á einum av teim- um fýra reaktorunum. Hetta førdi m.a. við sær, at sjálv reaktorkjarnan bleiv illa skadd, og partar av uranbrennievninum smeltaði. Urslitið a hesum var, at sera stórar negdir av geislavirknum evnum varð spjatt út í umhvervið. Hevuðspart- rin av geislavirknu evn- inum var lod-131 og í inni mun Cesium 134 og Harumframt vóru smáar negdir av umleið 15 eðrum sløgum av geisla- irknum frumevnum ávístar Vanlukkan hevur sjálv- sagt havt ógvuliga álvars- ligar avleiðingar fyri ekið uttanum Tjernobyl, um- framt at geislavirknu evn- ini við vindi og regni eisini blivu ferd víða um í heim- inum. Longu 28. apríl varð okt innihald av geislavirknum evnum funnið í luftini í Danmark, Sveríki og Noregi. Ikki sert av ræðslu stóðst av hesum, av tí at litlir og ongir veruligir upplýsingar komu úr USSr. Hinvegin gjerdu fjølmiðlarnir sera nógv burturúr, og ótryggleikin millum fólk gjerdist tí væl sterri enn neyðugt, vegna tær ymisku tilráðingarnar og upplýsingarnar. Í dogunum eftir 28. apríl 1986 varð fylgt væl við gongdini í málinum, og eitt stórt tal av starvs- stovum og serkønum hava gjort kanningar og heilsu- freðiligar metingar av til- burðinum. Kanningar í Føroyum I Føroyum gjørdi Stødis- útbúgvingin einstakar kanningar av luft, og Starvsstovan sendi i fyrsta umfari einstakar prøvar av grasi til kann- ingar å Atomgranskingar- stovninum Risø. Hetta fyri at fåa eina hylling å, hvussu steðan var i tíðar- skeiðnum beint eftir van- lukkuna. Harafturat hevur Starvsstovan tikið aðrar prevar til tess at lýsa steðuna hjá okkum bæði áðrenn og eftir Tjernobylvanlukkuna. Nidurstøda Í síni heild kann sigast, at Føroyar i lutfalsliga litlan mun vóru ávirkaðar av Tjernobylvanlukkuni, og fær hon ivaleyst ongar fylgjur fyri almennu heilsusteðuna hjá føroy- inginum, eins og tað ikki fer at kunna síggjast á tal- inum av krabbameinstil- burðum í framtíðini. Til sammetingar kann nevnast, at innihaldið av geislavirknum evnum í umhvervi og matverum okkara í 1960-unum var væl hægri enn í dag or- sakað av atomroyndar- spreingingunum í Novaja Semlja. Henda ávirkanin var eisini yvir longri tíðar- skeið. Dálking við geislavirkn- um evnum fer um landa- merk, og má tí hvert sam- felag sær hava eina til- búgvingarætlan. Í Feroy- um hevur Steðisútbúgv- ingin tikið stig til at betra um okkara meguleikar til m.a. at kunna gera konti- nuerar kanningar av geislavirknum evnum í luftini, og skal hetta nýt- ast sum liður í eini til- búgvingarætlan. Sum er, heldur Heilsu- freðiliga Starvsstovan fram við at senda prevar av regni, grasi og ym- iskum matverum til kann- ingar á RISØ. Hinvegin gongur hetta alt ov seint, um vandi veruliga er á ferð, og er tað tí neyðugt at vit í Feroyum fáa tey neyðugu tólini til kanning- ar av geislavirknum evnum ikki bara í luftini, men eisini í fæstum og flótandi evnum. At enda vil Starvs- stovan nýta hevi til her at takka ellum búnaðarfólk- um, sum hava verið so beinasom at sent okkum ymiskar prevar til kann- ingar í hesum sambandi. Klárir! Antin verður tað eitt ordans brak ella eisini fáa vit Nobelheiðurstekin Tey hundradtals ferðafólkini, sum Norrøna, Churchill og flogfarið flytur til Førova, síggjast aftur víða hvar í Føroyum. Og ymisk eru ørindini, tey koma í. Hesin hevur málningaútgerðina vid sær, og nú ein dagin hevði hann sett hana upp niðri á Konga brúnni. (mynd: Tórfinn)