Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Útgevari: Ábyrgdarblaðstjári: Fyritaksstjóri: Blaðfótk: Fólkafloks- politikkur byggir á misálit Í TÍÐARSKEIÐNUM frá 8. mai 1985 til 1. november 1986 stóð landskassin fyri rakstrinum av flakavirkinum í Nólsoy. HETTA, at landsstýrið yvirtók raksturin av virkinum, komst av, at partafelagið Klyvar, sum átti flakavirkið í Nólsoy, fór á húsa- gang. Fleiri orsøkir vóru til at partafelagið Klyvar fór av knóran- um. Ein orsøk var, at virkið var illa Utgjørt. Ein onnur var, at virkið upprunaliga ikki var bygt til flaka- virki og ein triðja orsøk var, at tað sera ringa árið hjá flestu flaka- virkjum í 1984. MEN, sum longu nevnt, yvirtók landsstýrið raksturin tann 8. mai 1985. Tann 1. november 1986 varð virkið keypt aftur av einum ný- stovnaðum felag í Nólsoy. Sosial- urin vónar og setir sítt álit til, at raksturin av hesum virki nú fer at bera seg. Orsøkin til at vit hava hetta álit er tann, at virkið gekk væl í 17 mánaðar. Tøkkina fyri hetta áttu dugnaligir fiskimenn, sum løgdu sína veiðu upp har úti. Tekkina fyri hetta áttu somuleiðis tey dugnaligu arbeiðs- fólkini á virkinum og virkisleið- slan. FRÍGGJADAGIN í næstsíðstu viku bar sjónvarpið tey tíðindi, at virkið í Nólsoy teir 17 mánaðar- nar, landið rak tað, gav 1,1 millión í avlopi. Hetta førdi til mikla búk- ilsku á Traðarvegnum. Hetta ber | oddagreinin í Dagblaðnum seinasta mánadag týðuliga boð um. Fyrst verður sagt, at okkurt rívandi galið hevur verið við undanfarnu leiðslu, ella er núver- andi leiðslan fíggjarligt flogvit. OG síðani kemur blaðið til ta niðurstøðu, at har var einki veru- ligt avlop kortini. Ti 1,1 millión krónur er einki, tå hugsað verður um, at har vóru eingi lán at rinda avdráttir av og at rinda rentur fyri. Men hetta er ikki allur sannleikin. Landsstýrið gjørdi ein sáttmála við búgvið. Eftir hesum sáttmála skuldi raksturin rinda neyðugar virkið. Og hetta snúði seg um 1,2 milliónir krónur. Vónandi duga fólkafloksmenn at rokna. 1,1 millión + 1,2 millón = 2,3 milliónir krónur. Slík upphædd kann renta og avdraga umleið 10 milliónir krónur. TAÐ tykist at vera vanlig upp- fatan hjá fólkaflokkinum og Dag- blaðnum, at eiga fólk ikki sjálvi sína fyritøku, so verður alt koyrt í knús. Tey eru líkasæl, tey fremja vanrgkt. Tey eru líkaglað annað- hvert tað er avlop, vanligt årligt hall, ella um tað er risahall ár um ár. Hetta er vorðið sum misálit á føroyingar. i NOLSOY hava fiskimenn, ar- beiðsfólk og virkisleiðsla sýnt, at tey løgdu stóran dent á at reka og umsita tað, sum var ogn hjá ødrum. Slík eru álitisfólk, og tað vóru javnaðarfólk, ið sýndu teim- um álitið, og tí eisini kemur at fáa álit aftur ímóti. Nr. 78 — 14. juli 1987 Pensiónin røkkur ikki til bæði útvarps- og sjónvarpsgjald Eg eri ikki ein teirra, sum fer í blødini i tíð og ótíð við atfinningum og ábreiðsl- um. Men nú kann eg so ikki bara mær longur. Sum einsamallur pension- istur er trupult nokk at fáa endarnar at rekka saman. Pensiónin er bert 3700 kr. Av hesum skulu so allar tær festu útreiðsl- urnar so sum olja, el, tele- fon, matur 0.s.fr. Nú er tað so, at býr tú einsamall og í útoyggj, so ynskir tú tær eitthvert til at stytta tær leturnar við. Eitt nú sjónvarp og út- varp. Men tá postmaðurin nú um dagarnar gloppaði dyrnar og slepti tveimum inngjaldingarkortum inn- ar, fekk eg rætt og slætt ein hvøkk. Tilsamans skulu vit i einum gjalda næstan 1500 kr. Hvør pensionistur hevur råd til slikt? Eingin! Eg fari ti at heita å okkara myndug- leikar um at bera so i bandi, at vit pensionistar onkursvegna fåa hjålp til at gjalda hesi avgjøld fyri. Hvi kunnu tit so ikki sum eitt lið i royndini at hjálpa eldri og gomlum og serliga teimum, ið búgva einsa- møll, lækka sjónvarps- og útvarpsgjaldið! Einsamøll á bygd Virda ikki egnar samtyktir Ymiskt er hvat blødini fåa burturúr vitjanini hjá amerikansku fregattini McCloy. Fyri og ímóti NATO, atomvápnum, WAPA, friði, Feroyum, USA etc.etc. Hvat hugsar ein >meðal hampamaður<? Ikki limur i nekrum Þpolitiskum flokki, men sum bert tekur sær rætt til — við hvert valskeið — við atkveðu- seðlinum í hondini, at fella sín dóm. Áðrenn eg spákaði mær oman á Molan henda morgunin, hevði eg hoyrt úttalilsini frá varalog- manni (Feroya Lands- stýri) og eisini hoyrt um brevini til móðurlandið Danmark, og eyðmýkjandi, onkisigandi svar teirra — sum tá ið tú troystar eitt grátandi barn. Nógvir tankar runnu mær í huga, meðan eg gekk oman eftir henda morgunin: 1. Hví álegði landsstýrið ikki Tórshavnar Komm- unu boð um ikki at útvega keipláss — um teir yvir- hevur meintu nakað við mótmælið? 2. Vildi Tórshavnar Kommuna akta slík boð? 3. Vildu havnarfútarnir akta kommunu ella lands- stýrið? 4. Kom legreglan á staðið, hvat so? 5. Kundi tað koma so langt, at Landsstýrið ikki læt seg eyðmýkja og undirstrikaði síni boð/ynskir við at lata før- oysku sjóverjuna leggja seg forðandi fyri McCloy? 6. Ella, skuldu vit sum altíð — og sum danin segði á sinni — »stå med hænd- erne í lommen, som iland- halede torsk«? Well, eg komin vegin fram. A vånni liggja McCloy og ein sleipibåtur vid før- oyska merkinum i topp. Hetta svaraði ju spurning- unum um Tórshavnar Kommunu og Tórshavnar Havn. Niðarlaga ríður hann Pólurin, aktar heldur boð av europeiska kontinentinum enn frá egnu demokratiskt valdu stjórn síni her heima á landi. = Fólkafloksmuran gerst okkum beiskar og beiskari biti við sínum undirgravandi samspæli við útlendskari makt- girnd. Tví. Komin nakað nærri sá eg, at á brimgarðinum stóðu nakrir ungir menn undir leiðslu av førara teirra — logtings- og fólka- tingslimi — Óla Breck- mann, ílatin (feroyska?) topphúgvu. Eg tonkti við mær sjålvum: >Ja, nú er hann, Gud hjálpi mær, farin í barrikadurnar við teimum«. Ikki sert minnti hetta um bílet ein hevur sæð frá fronsku kollvelt- ingini. Hesi neyðardýr. Heimfeðingar, sum síggja verðina bert í svørtum og hvítum, og hvers horisont- ur er avmarkaður til síðstu síðu á »Det Bedste« og hvers mentunargrund- arlag er ein og hver anti- kommunistisk tekniseria. Men hesir eru jú so ungir og grammir, at teir ikki fyrrenn teir verða eldri, fara at iðra seg um, at teir lótu seg hála eftir nesini av fanatikara, sum ikki virðir avgerðir, ið demo- kratiskt valda Legting og Landsstýri okkara hevur viðtikið = (fólkflokkinum líkt). Ein symbolskur stuttleiki fór eisini fram á brimgarðinum: Tá mynda- maðurin á Sosialinum lyfti fototólið móti brimgarð- inum, krógvaði annar fólkafloksunglingin andlít sitt aftanfyri feroyska merkið, sum teir hildið ímillum sín. Er hetta fyri- brigdið ikki júst eyðkenni fyri fólkaflokkin? At selja veruna undir felskum fyri- treytum? Hvussu nógvir »penir«, »kristnir« og »godir« fólkafloksmenn krogva seg aftanfyri Ola Breckmann og lata hann gera skitna arbeiðið? - taka Tad. var tann tíð, hvar ein heit tað vera náttúr- ligt, at fólkaflokkurin — so stórur sum hann er — átti at vera við har týdn- ingarmiklar avgerðir skuldu takast. Men teir tankar eru nú so langt av landi skotnir, at teir enn ikki hómast. Steðan í dag er tann, at fólkaflokkurin bert fær ávirkan, um hann fær meira enn 50% av øllum atkvødunum. So einfalt er roknistykkið. Komin longur út á Molan sá eg mótmælisfólk við skeltum, sum sungu og hildu reðu. Tó dámdi mær ikki, at tey róptu „Yankee go home«. Tað ljoðar ikki væl í mínum oyrum. Hesir stakkals kadettar hava ikki biðið um at koma higar, og leggja ikki petti í hverki okkum ella reservat okk- ara. Mong av hesum neyðardýrunum er komin beinleiðis úr ghettounum og umborð — aftaná stutt skeið í antikommunismu — fyri at lívbjarga sær undir amerikansku stríðs- ernini. Longur frammi sá eg fleiri = hvítar kasjettar. Hetta vóru feroyingar í tænastu hjá donsku løg- regluni. Akta hesir fúta- ella landsstýrisboð? hugsaði eg. Óneyðugt er at svara. Ein havnarfúti roynir at ímóti | endanum! Havnarfútum nýtist ikki at gera slíkt. Hví taka teir ikki ímóti endunum á ollum skipum? Útsendir starvsmenn av marinusteðini gingu fram- við keieggini, sum um teir áttu alla keiina. Onkur unglingi roynir at kasta aftaru = kastilínuna út aftur, men verður jagstr- aður burtur av einum »færø-kommandomanni«. Seinni kom so »en villig færing« um 20-åra aldur og setti trossan fastan. Byttliga flennandi, spældi <lovn fyri útlendingunum,