Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-07-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Jóannes Dalsgaard, log- tingsmaður, sigur, at tað er ikki serliga foroyskt at kalla fólk, sum stuðla log- Nr. 78 — 14. juli 1987 Síða 7 NATO ikki altíð tingsins smittuberarar. ein fyrimunur í sambandseygum »Millum nógvar og stórar fyrimunir eiga vit lima- skap í NATO. Tað hevur altíð ligið í Føroyingum at verja seg og síni<. Soleiðis tekur fyrrverandi leg- maður Pauli Ellefsen til í grein í Dimmalætting 11. juli í ár. Greinin, sum annars er ein stór útspill- ing av nekrum hampa- fólkum, sum bert hava gjørt eitt til sakar: at taka tær samtyktir fyri fult, sum Legtingið hevur gjert síðan 1940 og sum sam- bandsflokkurin heilt og partvís eisini hevur at- kvett fyri. Tað gevur lítla meining at fara at skifta orð við eina munnskemd sum Paula Ellefsen og slík út- spillingargrein sum oman- fyrinevnda átti kanska ikki at fingið svar. Kortini er okkurt, sum ikki eigur at standa ósvarað. Her fyri tað fyrsta talan um NATO-limaskapin. Má tað vera loyvt at minna formann sambandsfloksins á, at Føroyar vórðu limadar inn i NATO, uttan at føroy- ingar vórðu eftirspurdir og samstundis minna sama á, at ríkisdagsmaður sambandsfloksins á dana- tingi harðliga mótmælti hesari innliman. Fyri tað annað talar hann um at verja seg og síni. Hetta hevur einki við NATO at gera. Sum fyrr- verandi legmaður, sum fólkatingsmaður og nær- standandi samstarvs- maður við danska uttan- ríkisráðharran veit Pauli Ellefsen betur enn nakar annar, at fyri Feroyar gevst eingin verja í NATO. Hetta kemst av tí landa- freðiligu og strategisku steðu Feroyar hava innan norðuratlantiska Nato- kervið. Leiklutur Feroya er og verður tann at leggja land til ávaringarsteðir og til peilisteðir hjá kjarn- orkuvápnaðum kavbát- um. Takkað veri hesi stødu verða Føroyar mill- um fyrstu bumbumál i ein- um samanbresti millum Warzawasamgonguna og NATO, og Pauli Ellefsen veit líka væl sum NATO- generalarnir, at har gevst eingin verja — bert total týning. Okkara einasta verja er at halda okkum uttanfyri og gera tað lítla vit kunnu fyri at minka um spenn- ingin millum stórveldini. Hetta kunnu vit t.d. gera við hverki at reka erindi fyri eitt ella annað teirra. Um nakar trýr, at vit fáa nakra tekk ella samsýning fyri at offra okkum fyri Reagan og Weinberger, so er hann meira góðvarin enn loyvt er og annars nógv longur úti í undir- brotligheit og trælslyndi enn teir gomlu sambands- menninir. Poul Niclassen, sum mótmælti innliman Feroya í NATO, skilti í hvussu so er hetta — ella var hann bert ein ærlig sál, sum á ongan hátt samtyktir, fyri kann mátast við tann grunn av opportunismu og illgitingarhuga, sum pennur Paula Ellefsen vitnar um, og sum hevur gjert Paula Ellefsen kapp- ingarføran við fólka- flokkin í útspilling og eirindarloysi móti eðrvísi hugsandi. Ein og hver, sum bert kennir eitt pinkalítið til bygnað og strategi í NATO, veit, at NATO- steðirnar í Føroyum hava einki við verjuna av Fer- oyum at gera yvirhevur. Stødirnar hava heldur einki við verjuna av Vestureuropæisku NATO- londunum at gera. Tær snúgva seg bert um verju USA og so skuldi ein og hver, ið ynskir »at verja seg og síni<, dugað at sæð, at steðirnar kundu ligið onkra aðrastaðni — í al- tjóða siógvi t.d. — ella í Washington. Men tað er bíligari og minst vanda- mikið fyri USA at hava tær her í Feroyum, í Ís- landi og Shetlandi, tí so verða tað nekur onnur enn tey, sum skulu verjast, sum verða offrað. Hetta er eitt elligamalt stórvalda- trick, sum bert tann kann fella fyri, sum er út- gjørdur vid tí opportun- ismu og fyrilitsloysi, sum hevur eyðkennt formann sambandsfloksins, frá tí hann legði út við skrokk- inum og fram til skemdar- greinina leygardagin 11. juli 87. At enda er hóskandi at minna Paula Ellefsen á, at tá hann flokkar seg og síni um »føroyskar føroyingar vid føroyskari sidvenju« og nýtir alskyns ókvæmis- orð um nøkur hampa- og friðarfólk, sum brúka síni demokratisku rættindi, so er tað sjálvsagt fyri at skava út yvir, at teir ein- astu, ið bóru seg at sum ótangar og ófriðarkropp- ar, vóru teir donsku her- menn, sum ólógliga eru her í landinum. Teir legdu hond á fólk og birtu upp undir ófrið og Pauli Ellef- sen finnur prógvini í Dimmalætting sjálvari. Tað hevur mær vitandi ongantíð verið serstakliga føroyskt ella í tráð við før- oyska siðvenju at gera seg inn á fólk og fyri alt tað heldur ikki at skriva slíkar greinir, sum Pauli Ellefsen plagar at undirhalda les- arar Dimmalættingar við! Tað fyrikemur mær heldur ikki serstakliga »føroyskt« at kalla fólk, sum stuðla Legtingsins samtyktir fyri »6argadyr og smittuberarar< og at gera metingar um teirra týdning fyri okkara fram- leiðslu og útflutning. Pauli Ellefsen eigur tí eisini at fáa at vita, at ikki allir føroyingar halda líka nógv um hansara týdning — tað verið seg sum grannskoðara ella legmað- ur — fyri feroyskan bú- skap. Jóannes Dalsgaard