hósdagur 16. juli 1987síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Folk á flakavirki
kunnu fåa stress!
Umskipan av arbeidinum
skapar størri
trivnað og
færri sjúkradagar
Arbeiðið a
er strævið
flakavirkjum
Flakakvinnur-
nar standa uppi og arbeiða
allan dagin. Gangurin er
ofta og akkord-
skipanir gera, at kvinnur-
nar skjótt. Har-
afturat er arbeiðið eins-
táttað
— Fólk í slíkum arbeiði
fáa ofta stress, sigur Tage
Sendergaard Kristensen.
Hann er samfelagsfreð-
ingur og arbeiðir á Panum
Instituttinum i Keyp-
mannahavn. Ein partur av
arbeiði hansara er at
kanna umhvervið á ar-
beiðsplássum. Hann
hevur m.a. kannað ar-
beiðsumhvervið hjá
kvinnunum og hjá teim-
um, ið arbeiða á slátur-
virkjum. Arbeiðshátturin
á flakavirkjum er ógvuliga
líkur tí á sláturvirkjum.
nógvur
arbeiða
Hjartasjúkur og
magasár
Jákup Pauli Joensen o.a.
gjørdu i 1986 eina kanning
av arbeiðsumhvervinum á
fimm føroyskum flaka-
virkjum. Kanningin vísir,
at meir enn triðja hver
kvinna ofta kennir seg
stressaða.
Meira enn helvtin av
teimum, ið arbeiða
akkord, eru ofta stressað-
ar, ímóti fjórðu hverjari á
vanligari tímalen. — Fólk,
ið hava stress, eru ofta
bangin ella fjálturstungin.
Tey líða av svevnloysi og
eru erkvisin. Um hesi eyð-
kennini halda fram, kunnu
tey elva hjartasjúkur og
sigur
Sendergaard Kristensen
Kanningin
triðja hver kvinna líður av
svevnloysi, meðan fjórða
hver hevur trupulleikar
við maganum.
Kuldin økir
sjukradagarnar
Flakavirkini eru ofta køld
og gjósturin nógvur. —
Um fólk arbeiða í somu
steðu alla tíðina, og tað
harafturat er kalt og gýs-
ur, kunnu tey fáa trupult
við at rera liðini. Tey fáa
pínu í ryggin, hendurnar
og akslarnar. Tað ringasta
er tó pínan í liðunum og
veddunum, sum fólk ofta
fyrst leggja til merkis,
sigur Tage Søndergaard
Kristensen. Hann heldur
fram, at tað hevði hjålpt
nógv, um virkini vóru
heitari og gjósturin minni.
Men um virkini ikki
kunnu gerast heitari, má
gjósturin takast heilt
burtur, um arbeiðsfólkið
skal fáa tað betur.
Nógvar flakakvinnur
kenna til krím og undir-
lívsbruna. Um sleppast
skal undan hesum sjúk-
um, er neyðugt at hugsa
um, hverjum tilfari
klæðini eru úr.
magasár Tage
visir at
- Tad mest vanliga er
at arbeiða i bummulls-
undirklædum. Men tey
kunnu elva undirlivsbruna
og krim, ti tey binda
sveitta. Klæðini verða
slavin. Í staðin eiga ullint
undirklæði at verða nýtt
Tá fær húðin andað, og
klæðini eru turr alla tíð-
ina, sigur Tage Sender-
gaard Kristensen. Í dag
verða serstek klæði fram-
leidd. sum ikki binda
sveitta og verja kroppin
ímóti kulda.
— Bæði arbeiðsgevarar
og arbeiðsfólk mugu hava
áhuga fyri hesum klæðum.
Tey betra heilsuna og
minka sjúkradagarnar,
sigur hann.
Nt. 79 — 16. juli 1987
Umskipa arbeiðið
Flakakvinnurnar nýtast
ikki at hava stress, maga-
sár ella pínu í liðunum.
Ein máti at sleppa und-
an hesum uppá, er at gera
arbeiðið meira fjølbroytt
og áhugavert. Tað kann
gerast við at umskipa
arbeiðið.
— Kvinnurnar kunnu
skifta ímillum ymiskt ar-
beiði, ella taka lut í einum
sterri parti av arbeiðinum,
sigur Tage Sendergaard
Kristensen.
Hann sigur at enda, at
ein slík umskipan ger, at
trupulleikarnir av akkord-
ini verða minni og heilsan
verður betri. Eisini fáa
fólk betri hug at arbeiða
Dal-
Arbeiðið á flakavirkjunum
er strævið. Nógvar hava
stress.
HVORJA VIKU
* vit fe
Middelfart Mikudag
København: Hósdag
Aalborg Fríggjadag
AÐRU HVORJA VIKU
Grimsby Halmstad
Vlissingen Drammen
rmatil Føroya.
FLYTID FARM TYKKARA
VID FØROYSKT BYGDUM
e SERSKIPUM BYGD År
+ Í ; TIL FOROYSKAN TØRV r
REGLULIGA
Trondheim
Aalesund
… STAR SHIPPING
3800 TORSHAVN TLF. 14980
TELEX 81215 * TELEFAX 15926
AARVEGUR 11
undir
handlarnar
Nú verða fyrireiking-
ar gjørdar at gera eki
byggiklárt til m.a.
egningaskúrar í
Fuglafirði.
Hetta samtykti
bygdarráðið á fundi í
síðstu viku. Planer-
ast skal eitt eki inni í
skipa- og bátahavnini |
til endamálið, men
nakað av tíð fer at
ganga áðrenn byrjast
kann. Hetta m.a. av
teirri orsek, at hetta
ekið er í dag miðstað-
arøki í byarplaninum.
Tad må broytast, so
tað eisini umfatar
nýtslu til havnar-
endamál Ætlanin er,
at byggja eina lon til
egningina og oman á
skulu handlar vera.
=