leygardagur 1. august 1987síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 85 x leygardagin 1. august 1987
Frágreiðin
javnaður
breðralag
60. árg. * Kr. 6,00
Kærleiksváttan
til Paula Ellefsen
Lesið á síðu 8
rá løgmanni 1987:
Uttanlandsskuldin
ikki vaksin í ár
Studningurin til fiskivinnuna skal minka
so líðandi
Lesið á síðu 14
Torshavnar jazz-, fólka- og blues-festival:
Forsølan byrjar
Æ =
mánadagin …
Byggja biliga í Gdansk
Játtar Landsstýrið innflutningsloyvi skal ein
skipasmiðja i Gdansk byggja fýra trolarar fyri før-
oyingar. Skipini skulu samtrola undir Feroyum.
Tey eru sera bílig at byggja, m. a. tí sáttmáli varð
gjørdur um fýra skip ísenn.
Íslendingar hava bygt nógv fiskiskip í Póllandi
og eru sera væl negdir við tey, frættist. Sáttmálin
millum føroysku partafeløgini og skipasmiðjuna i
Gdansk varð undirskrivaður í Reykjavík fyrst í
hesum árinum.
Trolararnir vera 36 metrar langir og 8,5 breiðir.
Teir hava níggju koyggjur, men sjey mans vera
við.
Trolararnir taka umleið 1800 kassar, men møgu-
liga verður fiskurin koyrdur í eitttons kontainarar
í staðin fyri vanligu fiskakassarnar. Reiðarin
hevur verið í Sveríki og kannað hendan háttin og
har eru úrslitini góð, sigst.
Meira um teir fýra
trolararnar á síðu 5
Bíða enn eftir svari
Teir, sum ætla at byggja trolarar í Gdansk, hava
nú bíðað í eitt hálvt ár eftir svari úr Landsstýri-
num
Teir væntaðu at fáa svar longu í vár, tí teir hava
ikki sekt um stuðulslán ella veðhald og nýggju
skipini fara ikki at gera veiðiorkuna sterri. Fýra
skip hjá somu monnum skulu úr flotanum so
hvert tey nýggju koma.
Vit fingu ikki orð á nakran í Landsstýrinum,
áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár. Men i rødu
síni á dlavsøku segði løgmadur, at í næstum fer
Landssstýrið veruliga at viðgera tær umsóknirum |
nýggj skip, har bæði veidumøguleikar og figgjar-
og búskaparmetingar benda á, at iløgur eru
rættar.
hd