hósdagur 27. august 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Fólka-
flokkurin
— Ísrael
og Hitler
FYRI AT tekkjast føroysku velj-
arafjøldini roynir fólkaflokkurin at
gera seg væl við Ísrael. Flokkurin
letur sum um ísraelar hava somu
sjónarmið sum fólkaflokkurin.
SANNLEIKIN er kortini ein annar.
Ísraelski staturin varð settur á
stovn í 1948. Fyrsti ísraelski leið-
arin var javnaðarmaðurin David
Ben Gurion. Hann varð mettur
sum landsfaðirin og stovnarin av
ísraelska statinum. Eftir hann tók
javnaðarkvinnan Golda Meir við
sum ísraelskur leiðari. Frá 1948 og
umleið 30 ár fram var tað javnað-
arflokkurin, sum stjórnaði land-
inum og bygdi hendan nýggja
stat upp. Í dag er umleið annar-
hver israelari javnaðarmaður ella
javnaðarkvinna.
DAGBLAÐIÐ roynir nú eisini at
gera Adolf Hitler til sosialist.
Hetta ber væl til. Fyri at villleiða
týska fólkið gav hann flokkinum
navnið „national sosialistiski
flokkurin«. Orsøkin til at Adolf
Hitler kom til valdid var tann, at
hann alla tíðina villleiddi fólkið og
hetta gjørdi hann við ongantíð at
siga sannleikan, men altíð at vera
meira ella minni við síðuna av
sannleikanum. Fyri at finna út av
hver Adolf Hitler veruliga var,
skulu vit minna okkum á, hvat
hendi undan, undir og aftaná
seinna heimsbardaga.
FYRST AV øllum framdi
eina miðvísa jagstran av
javnaðarfólki og jødum. Fleiri
kend javnaðarfólk vórðu noydd
at rýma úr Týsklandi. T.d. helt
Willy Brandt til í Noreg og seinni í
Bretlandi. Og jødar, sum rýmdu
úr Týsklandi, kendu seg mest
hann
Jan Míilter
Krisjan Dahí
Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Kalmar Lindenskov
P/f Sosialurin
P/f Pressan 1981
Utgevari:
Ábyrgdarblaðstjóri:
Fyritaksstjóri:
Blaðfótk:
Ljósmyndari:
Uppseting:
Prent:
tryggar í tí javnaðarstýrda
Svøriki. Hitler beindi fyri 6 mió.
jødum. Try ár aftaná hesi dráp
skipaðu jødar sín egna stat. Teir
valdu ein reinan javnaðarmeiri-
luta at stjórna statinum. Høvdu
teir gjørt hetta, um Adolf Hitler
var sosialistur?
SÍÐAN KUNNU vit taka parta-
menninar hjá Hitler, sum komu
burtur úr ragnarokinum við lívin-
um. Hvar fjaldu teir seg? Í tí javn-
aðarstýrda Sveríki? Ella í tí
javnaðarstýrda Noreg? Ella í Dan-
mark? Nei, teir fjaldu seg hjá
sínum veruligu partamonnum. Í
høgrastyrdum einaræðislonum i
Mið- og Suðuramerika. Har bar til
hjá nógvum teirra at fjala seg i ár-
tíggir. Teir, sum higartil eru
komnir í ljósmála, eru komnir úr
hesum londum.
VERULEIKIN er sostatt at parta-
menn Hitlers fjaldu seg í teimum
londum, sum Dagblaðið áhald-
andi verjir og tekur undir við. At
enda: Tað, at Adolf Hitler gav
sínum flokki navnið „national
sosialistiski flokkurin« var líka so
burtur við, sum tað, at nakrir í
Føroyum hava givið sínum flokki
navnið »félkaflokkurin«.
VJ.
Í
Í
UA
Nr. 96 — 27. august 1987
WA
BAA
Søguligar rættleiðingar
Um okkurt um tvær vikur
fáa vit eisini her heima
fólkatingsval. Synd er at
siga, at teir ikki longu
liggja framvið.
Tað sær út til, at tað
ikki er alt í lagi, uttan
skortmyndirnar eru við
hjá hesum góðu politikar-
unum.
Men hatta fara teir at
togast um á hesum sinni.
Heldigvís sær ein ikki
bara teir skortarnar.
Í Dimmu 20. i.h. fall
eygað á eina snotuliga
mynd av manni í kasjetti
og snórum um armarnar.
Omanfyri stóð „Sigurd
Simonsen skipari 75 ár.
Lat tað beinanvegin vera
ein heilsan við tillukku við
75 árunum.
Persónliga havi eg onki
tilknýti havt til Sigurd
sum so. Vit kunnu tó hava
tað til felags at vera ella
hava verið sjómenn. Og
skal tað eisini sigast, at eg
altíð havi mett sjómannin
hægri enn landmannin.
Tað fari eg so at standa
við.
Tað, sum fekk meg til at
skriva hesar reglur, var, at
í ummælinum, ið vin-
maður hevði skrivað, legði
eg til merkis, at hann
tekur soleiðis til: >Í nýggj-
ari tíð fyrsta skúta so stór
bygd á Føroya klettum«.
Mær er einaferð komið
fyri oyrad, at maður
skuldi hava sagt, at »Von«
var fyrsta skip, ið bygt
varð í Feroyum. Tann
sami maðurin mundi verið
sundurskræddur. Tá varð
sagt, at tað var »Royndin
Frida«.
Áðrenn eg fari víðari
kann eg vissa tygum
Sigurd, at »Vén« er tað
fyrsta bygda skipið, er er
bygt á Feroya klettum.
Lat tað vera mína feðing-
ardags heilsan.
Sega og sagn eiga ikki
somu fortreytir. Heldur
ikki má sigast skeivt frá
fyri síðan at standa fast.
Tá er tað bara ein leysur
pástandur.
Allir vit føroyingar vita,
at tað at byggja skip, og
tað at umvæla skip er ikki
tað sama. Hetta seinna
var júst tað, ið >Royndin
Fríða< var.
Eg havi eina stak góða
keldu, ið hevur tað alt
skrivligt, tilgongdina
áðrenn skipið kom at eita
»Royndin Frida«.
Hatta kann vera nokk
fyri fyrst.
Tå id eg i yvirskriftini
sigi rættleiðingar, so
hugsaði eg um eina aldar-
gamla segu aftur at hesari
fyrru. Lat okkum taka hsa
vælskrivaðu »novellina«
um »Sigmund Brestison«
og alt galdrid um >Trónd i
Gøtu«.
Har kann ikki nógv
hald vera í hasi fråsøgn.
Mundi Sigmundur hava
ein svartan kassa uppi á
sær. Makan til teir, ið flog-
forini hava, ið upptekur
alt, ið fyriferst umborð á
flogfarinum?
Tað einasta, ið stendur
fast, er eitt staðarnavn í
Sandvík. Og er tað »Sig-
mundsgjogv«. Hon er til
skjals tann dag í dag. Men
so aftur hitt, at Sig-
mundur skuldi hava
svomið úr Skúvoy og til
Sandvíkar?
Eftir Gjónni at meta,
har hann skuldi liggja, ja,
so hevur hann ligið har í
taranum. Men at hann
skal hava svomið tað! Tá
skal ein vera meira enn
góðtrúgvin. Eg trugvi, at
er hann funnin har, ja, so
er hann komin deyður upp
á land.
Alt hitt er ein vekur
»novella« frá ti, tá ið teir
skuldu loypa í havið.
Hatta kann hin ungi
maðurin, ið svam ímillum
oyggjarnar meta um, um
tað er meguligt at svimja
strekkið fult ílatin. Og
hvat vid ellum teimum
ósvaraðu spurningunum.?
Kulda, sjóvarfalli og
streymstyrki, og endiliga
mátturin, hann fekk onki
sukurvatn!
Vágur 22/8-87
Hentzar Joensen
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Limafundurin
sum lýstur var í týsdagsblaðnum, verður í
kvold kl. 20
í javnadarhølinum í Dr. Jakobsensgøtu 5.
Skrá:
Fólkatingsvalið við luttøku av valevnum
felagsins og løgmanni.
NEVNDIN
see De