týsdagur 3. desember 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 3. desember 2002
17
Kyndil-VÍF 23-23 (11-13):
Óbrúkiligur javnleikur
Hjá Kyndli var tað
ikki til aðra nyttu,
enn at bjarga heiður
og æru móti VÍF, at
dysturin sunnudagin
endaði við javnleiki.
Og vestmenningar fáa
líka nógv burtur úr
javnleikinum, sum
teir høvdu fingið
burtur úr sigri
MANSHONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
Tú kanst ongantíð siga
frammanundan, hvussu tað
fer at spæla av, tá mans-
klassikarin millum Kyndil
og VÍF er á skránni.
Hetta var dysturin sunnu-
dagin enn eitt dømi um.
Hóast Kyndil hevði heima-
vøll á Hálsi, var VÍF kortini
at meta sum eitt slag av
favoritti.
Kyndil legði betur fyri og
kom á odda 3-1, men so
raknaðu vestmenningar við
og løgdu seg á odda.
Og har vórðu teir verandi
eftir ætlan, líka til eitt kor-
ter var eftir. Tá fór Kyndil
upp á javnt og seinni fram-
um, og í grundini var Kynd-
il nærri sigrinum enn VÍF.
Klossutur Negru
Nú hvørki Áki Olsen ella
Sámal Joensen eru tøkir hjá
VÍF, er ikki tað sama bitið
yvir álopsspælinum, sum
tað plagar at vera.
Sunnudagin var hartil
heldur einki hugflog yvir
álopsspælinum hjá vest-
menningum, ið als ikki
sluppu so lætt framat, sum
teir fleiri ferðir fyrr í vetur
hava gjørt.
Í fyrra hálvleiki var nógv
størsta hóttanin høgi Piti
Negru, ið fekk mál, tá hann
fekk loyvi at fáa ferð og
styrki í skotini — og tað
fekk hann ofta frá verjuni
hjá Kyndli, ið ikki dugdi at
steðga honum.
Men
samstundis
var
Negru eisini klossutur í
verjupartinum
og
fekk
longu í fyrra hálvleiki tvær
útvísingar fyri ov óstortligt
verjuspæl.
Hóast tað, so valdi VÍF í
løtum at satsa upp á hann í
verjuni, heldur enn í álopi-
num.
Og bara sjey minuttir inn
í seinna hálvleik kom rokn-
ingin, tá Piti Negru fyri
triðju ferð sá báðar dómara-
fingrarnar og noyddist und-
an hinum undir brúsuna.
Kann vera, at verjan hjá
VÍF viknaði eitt sindur av
hesum, men í øllum førum
var ein stór skothóttan burt-
ur í hinum endanum, og tað
kanska kostaði sigurin.
Varierað spæl
Í
sínum
lagi
royndu
Kyndlamenn at stríðast fyri
sakini, hóast tað tóktist
møtumikið hjá teimum.
Alla tíðina vóru teir tvey
og trý mál aftan fyri VÍF, og
hvørja ferð Kyndil fekk
svarað aftur, kom VÍF aftur
við einum máli ella tveim-
um — og so reyk tann
spenningurin.
Moralskt stóð liðið hjá
Kyndli kortini sterkt á
vøllinum, og menn fóru
ongantíð niður við nakka-
num.
Jacob Jónsson og Jónleif
Sólsker skiftust um at skipa
spælið, og tað gjørdu teir á
hvør sín hátt. Hesar varia-
tiónirnar skakaðu verjuna
hjá VÍF, ið so spakuliga
misti takið, samstundis sum
innskifti Lars L. Black í
Kyndlamálinum arbeiddi
seg væl upp.
Við fleiri bjargingum á
rað eydnaðist honum at
steðga fleiri góðum álopum
hjá VÍF, og hóast Kyndil
brendi dúgliga í hinum
endanum, har Bárður Niel-
sen eisini stóð væl, sá dyst-
urin út til at venda, tá seinni
hálvleikur var hálvrunnin.
Eftir tíggju minuttum
fekk Kyndil vent gongdini
frá at vera aftanfyri 17-18
til at koma framum 21-19,
og so sá út til, at teir grønu
skuldu fáa stigini.
Til fánýtis
Sum so hevði Kyndil rími-
liga gott tamarhald á støð-
uni, men so hvørt sum tað
fór at nærkast endanum og
tvey stig vóru í eygsjón,
gjørdu nervar vart við seg.
Bóltar vórðu tveittir burt-
ur og málkjansir misbrúkt-
ir, og hetta útnyttaði roynda
VÍF-liðið til fulnar við at
fáa síni mál, tá tørvur var á
tí.
Við hesum dáminum yvir
síðstu løtuni fingu vest-
menningar við tveimum
málum frá Daniel Rapa etið
seg upp á javnleik 22-22, tá
bara góðir tveir minuttir
vóru eftir. Men so fekk
Kyndil brotskast, og Hans
Áki
Dahl-Christiansen
kundi fyri fimtu ferð frá
strikuni skorað fyri Kyndil
til 23-22.
Løtu seinni var aftur
møguleiki hjá heimaliðnum
at lata aftur og sløkkja, men
í skundi misbrúkti Kyndil
møguleikan, og so var eing-
in slingur í valsinum, tá
VÍF í sínum síðsta álopi
aftur fekk mál og kundi
tryggja sær javnleik 23-23.
Fyri vestmenningar hevði
tað ikki so øgiliga nógv at
siga, um teir vunnu ella tað
endaði við javnleiki, tí hetta
var tann fyrsti hjá teimum í
vetur. Teir skulu bara ikki
fáa ein aftrat, so telur hesin
eins nógv og ein sigur, tá
stigini verða koyrd niður í
helvt eftir nýggjár.
Hinvegin var javnleikurin
til fánýtis hjá Kyndli, ið
longu hevur ein framman-
undan.
Men eitt kunnu teir grønu
tó brúka hann til, og tað er
at staðfesta fyri sær sjálv-
um og øðrum, at eisini í
vetur eru teir førir fyri at
vera partur í klassikaranum
og at seta sín dám á — utt-
an at vestmenningar vinna!
Og tað kann telja nokk so
nógv, hóast tað ikki sæst
aftur á stigatalvuni um
nakrar vikur_
Kyndil-VÍF 23-23
(11-13)
Málskjúttar:
Kyndil: Hans Áki Dahl-
Christiansen 7 (5), Jacob
Jónsson 5 (1), Finnur Hans-
son 3, Regin Johannesen 2,
Høgni Klein 2, Jónleif Sól-
sker 2, Heini Bendtsen 1,
Janus Einar Sørensen 1
VÍF: Ingi Olsen 6 (2), John
Zachariasen 5, Piti Negru
4, Daniel Rapa 4, Agnar
Joensen 2, Ólavur Brimnes
1, Áki Gaardbo Olsen 1
Brotskøst: Kyndil 6, VÍF 2
Útvísingar: Kyndil 2, VÍF
5
Diskvalifikatión: VÍF 1
Dómarar: Kristian Johan-
sen og Sámal Hansen
Kyndil hevði alla tíðina eitt sera gott tak á VÍF, men tað eydnaðist kortini VÍF at fáa ein brúkiligan javnleik burturúr, meðan einsamalla stigið ikki gevur Kyndli
nakað
Mynd: Álvur Haraldsen
17
16
Nr. 232 - 3. desember 2002
StÍF-H71 30-19 (12-10):
Klassamunur – og gott tað
Hóast hoyvíkingar
fylgdu so nøkulunda
við strandingum í
fyrra hálvleiki, høvdu
teir ikki ein livandi
kjans, tá StÍF í seinna
hálvleiki setti ferðina
upp og spældi, sum
væntast kann av
einum oddaliði
MANSHONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
Nú grundspælið er farið at
nærkast
endanum,
eru
strandingar greitt oddalið í
bestu mansdeildini. Teir eru
trý stig framman fyri VÍF,
fýra framman fyri Neistan
og seks stig framman fyri
Kyndil.
Sigurin á hoyvíkingum
styrkti oddastøðuna hjá
StÍF, tá VÍF samstundis
bara fekk javnleik móti
Kyndli. Men kortini bíðaðu
strandingar ein hálvleik,
áðrenn teir av álvara vístu,
at fremstaplássið er uppi-
borið.
Lítið veiggj var yvir
spælinum í fyrra hálvleiki,
og hugflog var so at siga
einki hjá StÍF.
Av tí sama megnaði liðið
hjá H71, ið annars ikki hev-
ur víst tað stóra í vetur, at
fylgja vertunum líka til
hálvleiks.
Verður hugt at, hvussu
liðini bæði eru mannað,
skuldi tað ikki borið til,
men hoyvíkingum til rós,
so tóku teir kjansirnar, teir
fingu, og teir stóðu lítið og
einki aftan fyri StÍF fyrsta
hálva tíman.
Heilt annað spæl
Hetta mundu teir í umklæð-
ingarrúminum hjá StÍF eis-
ini vera fullgreiðir yvir í
steðginum, tí tá teir komu
innaftur til seinna hálvleik,
var tað sum at síggja eitt
heilt annað lið á vøllinum.
Ið hvussu er var talan um
heilt annað spæl, sum sama
liðið vísti, tí longu frá
fyrsta bríkslið hevði StÍF
sett ferðina upp og fingið
krydd í spælið, so tað líktist
meira tí, vit kenna StÍF fyri,
tá rætta lagið er.
Nú var brádliga stórt
hugflog yvir spælinum, og
ikki gekk long tíð, so stóð
øllum greitt, at tað ikki er
tilvild, at hetta vóru toppur
og botnur, ið hittust á
Skála.
Tað vísti seg skjótt, at
einasta nevniverda hóttanin
hjá H71 er Halgir Dahl
Olesen, ið kortini ikki kann
vinna dystirnar einsamallur
– í øllum førum ikki, tá
mótstøðuliðið eitur StÍF.
Serliga kom hetta til
sjóndar,
tá
strandingar
onkra ferð í seinna hálv-
leiki tóku Halgir burturúr.
Tá vísti tað seg, at restin av
liðnum smokkaði saman, tí
eingin
megnaði
nakað
sjálvur, tá eingin Halgir var
at spæla til.
So við og við ásannaði
H71, at dysturin var taptur,
og tað gav yngri spælarum
møguleika at royna seg.
Tað broytti tó einki um
støðuna, og StÍF vann ein
sannførandi sigur við sín-
um góða og skjóta spæli í
seinna hálvleiki, ið stað-
festi, at strandingar meina
tað í álvara og avgjørt ikki
bara eru oddalið til stutt-
leika.
Og tá StÍF nú skuldi hava
ein taman og vánaligan
fyrra hálvleik, so kunnu
strandingar um ikki annað
gleðast um, at tað ikki var
móti einum betri liði.
StÍF-H71 30-19
(12-10)
Málskjúttar:
StÍF: Alexander Johansen
8, Sveinur Justinussen 6,
Bent Djurhuus 5, Costin
Dumitrescu 3 (1), Artur
Johansen 3, Andre F. Dan-
ielsen 2, Jón Rasmussen 2,
Janus Trúgvason 1
H71: Halgir Dahl Olesen 9,
Jákup á Borg 3, Tróndur
Vatnhamar 3 (1), Niels V.
Niclasen 2, Johnny Dur-
huus 1, Hans J. Jacobsen 1,
Esbern Patursson 1
Brotskøst: StÍF 3, H71 1
Útvísingar: StÍF 2, H71 4
Dómarar: Trygvi Morten-
sen og Kári Hansen
StÍF rætt og slætt hølvaði
H71 av, tá hoyvíkingar
vitjaðu sunnudagin
Fyri fyrstu ferð í
mong harrans ár
brúktu dómararnir í
dystinum millum KÍF
og Tjaldur harðastu
revsingina, tá teir
krossaðu armarnar
og vístu Dejan Lacok
burtur úr Hoyvíks-
høllini, eftir at hann
hevði gjørt seg inn á
Jónálv Johannesen
MANSHONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
Sjáldan
hendir
nakað
ógvusligari í einum hond-
bóltsdysti, enn at ein útvís-
ing í tveir minuttir ella eitt
reytt kort kann klára tað.
Men sunnudagin hildu
dómararnir málverjan hjá
Tjaldrinum fara so langt, at
teir náðileyst krossaðu ar-
marnar, ið merkir burtur-
vísing.
Hetta er harðasta revsing,
nakar
hondbóltsspælari
kann fáa í dysti, og tað er
eisini ótrúliga sjáldan, at
hon kemur fyri.
Samstundis merkir burt-
urvísingin, at liðið hjá revs-
aða spælaranum ikki kann
seta annan mann inn í stað-
in, og tí mátti Tjaldur
sunnudagin spæla síðstu 26
minuttirnar við seks monn-
um móti sjey.
Fýra minuttir vóru farnir
av seinna hálvleiki, tá Jón-
álvur Johannesen hjá KÍF
leyp inn og skoraði. Í
atsóknini kom hann nakað
langt inn, og bæði hann og
málverjin hjá Tjaldri fóru
um koll.
Jónálvur var fyrri uppi og
skumpaði so hin, og tað
fekk hann eisini útvísing
fyri. Men áðrenn dómarar-
nir vóru lidnir við sítt, vildi
Dejan Lacok sleppa at
hevna seg eisini, og tá kók-
aði yvir.
Hann sparkaði og rakti
Jónálv, og eftir tingingar
sínámillum samdust dóm-
ararnir Hannis Wardum og
Eyðun Samuelsen um, at so
var burturvísingin einasti
og seinasti útvegur hjá
Lacok.
Sást ikki aftur
Nú vóru góð ráð dýr hjá
Tjaldri, ið longu var aftan-
fyri við fýra málum. Úti-
spælarin Terji Hansen varð
settur í málið, har hann –
uttan tær stóru royndirnar –
royndi at gera sítt besta.
Teir, ið eftir vóru á lið-
num hjá Tjaldri, royndu eis-
ini í sínum lagi at stríðast
sum frægast restina av
dystinum, og satt at siga
komu teir rímiliga væl frá
uppgávuni, hóast tap stóð í
hendi og eisini gjørdist
endin.
Tað vísti seg ikki, at
brádligi meirilutin á vølli-
num styrkti stórvegis um
spælið hjá KÍF, ið nú skuldi
havt bæði pláss og náðir til
at lagt lunnar undir ein stór-
sigur.
Í staðin tóktist tað ikki,
sum kollfirðingar fangaðu
møguleikan rættiliga, og
hóast kjansirnir ikki trutu,
høvdu teir fleiri løgnar og
býttisligar royndir móti
Tjaldursmálinum, heldur
enn at taka uppgávuna í
fullum álvara og smyrja
undirmannaðu gestirnar av.
Hetta var annars upp-
lagdur møguleiki hjá KÍF at
fáa sær eina trivaliga mál-
úrtøku, men tá avtornaði
sunnudagin, var javnvágin
millum vunnin og tapt mál
ikki komin longur enn upp
á null.
At umstøðurnar nú vóru
eitt sindur út yvir tað van-
liga, gjørdi sítt til, at dyst-
urin ongantíð rakk hæddir-
nar, og tað stóra hondbólts-
spælið fer neyvan nakar at
minnast hann fyri.
Fyrri hálvleikur hevði
verið á einari leið, men í
seinna
hálvleiki
fekk
omanfyri nevnda hending
lagt sín skugga á báðar
partar, og ikki fyrr enn heilt
móti endanum fór tað aftur
at líkjast.
Sum vera man, vann KÍF,
men sigurin var ikki so
stórur og sannførandi, sum
hann átti at verið tað móti
Tjaldri, ið helst má finna
sær avloysara í málinum
fyri meira enn bara ein
dyst.
KÍF-Tjaldur 32-26
(15-12)
Málskjúttar:
KÍF: Damir Odos 8 (2),
Mirko Milinkvic 7, Petur
Martin Poulsen 5, Eddie H.
Joensen 3, Jónálvur Jo-
hannesen 3, Rógvi Weihe 3,
Kristjan Madsen 2, Finn
Heri Johannesen 1
Tjaldur: Dragisa Stojovic
8, Jens Martin Knudsen 7
(1), Sverri Justinussen 4,
Tórhallur Thomsen 4, Ken
Bærentsen 1, Áki L. Han-
sen 1, Dejan Lacok 1
Brotskøst: KÍF 2, Tjaldur 1
Útvísingar: KÍF 5, Tjaldur
4
Burturvísing: Tjaldur 1
Dómarar: Hannis Wardum
og Eyðun Samuelsen
KÍF-Tjaldur 32-26 (15-12):
Tjaldursmálverjin bleiv burturvístur
C
M
Y
K
16