Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 3. desember 2002 19 Brøndby er nú næstfremst Felagið hjá Jón Róa Jacobsen er fremst av teimum, sum í vár fara at hava stóra setningin at kappast við FCK SUPERLIGAN Jóannes Hansen Todi Jónsson hevur verið einasti føroyingurin í sup- erliguni síðani summar- steðgin. Nú er superligan farin í vetrarfrí. Í mars verður sjøtul settur á aftur kappingina. Tá skulu hini liðini royna at fáa FCK aft- ur. Eftir átjan tey fyrstu um- førini er FCK níggju stig undan næstu kappingar- neytunum. Tað eru fimtan umfør eftir at spæla. Tað eru góðir møguleikar fyri, at ein føroyingur verð- ur á liðnum, sum liggur best fyri í kappingini at røkka FCK. Jón Rói Jacob- sen er knýttur at Brøndby, sum er næstfremst. Munur- in er níggju stig, men eing- in veit betri enn teir í Brøndby, at tað ikki er púr- asta givið, at níggju stig er nóg mikið at kenna seg tryggan. Í fjør vóru teir í vetrarsteðginum tíggju stig frammanfyri FCK. Todi og teir tóku so mikið nógv inn á Brøndby, at talan var um rættuliga finalu, tá ið FCK og Brøndby spældu í Park- ini í næstsíðsta umfarinum. Ta ferðina endaði tað 1–1, og so varð Brøndby meist- ari. Leygardagin var Brønd- by í Køge. Tað sá leingi ógvuliga svart út. Stutt undan steðginum var álops- spælarin Peter Madsen, sum ofta tykist óargaligur, rikin av vøllinum, tí dómar- in helt hann hava brúkt ov ljótan munn. Í 2. hálvleiki misti Køge ein mann og síðstu løtuna skoraði Brøndby tey bæði málini, sum høvdu við sær, at teir eru næstfremstir í superlig- uni. Farum fór fram um AaB, og nú eru uppflytararnir á bronsuplássinum. Teir høvdu vitjan av OB, og hó- ast teir høvdu nógv spæl og málmøguleikar, so sá tað leingi út til, at teir skuldu tapa. OB legði seg á odda við brotssparki í 39. min- utti. Í 89. minutti javnaði Farum, og í síðsta minutti- num skoraðu teir sigurs- málið, sum venjarin hjá teimum, Christian Ander- sen, avgjørdur metti, at teir høvdu uppiborið. AaB kiksaði aftur AaB hevur leingi verið næstfremst. Teir hava verið óstøðugir, men tað hevur serliga verið á heimavølli. Hesa ferð vóru teir í Århus. AGF hevur nógvu tær síðstu vikurnar verið sera óstøðugt. Men tað eydnaðist hesa ferð at fáa trý stig og harvið kveikja vónina av nýggjum um, at tað ikki skal enda heilt gal- ið. Úrslitið var 1–0, og tað var innskifti Morten Ras- mussen, sum skoraði málið, tá ið tað restaðu trettan minuttir. Esbjerg hevur verið ímillum tey fremstu. Hesa ferð høvdu teir vitjan av AB, sum eftir sera lítið sannførandi byrjan ikki hevði tapt í sjey dystum á rað. Heldur ikki hesa ferð fóru teir grønu av vøllinum stigaleysir. Úrslitið í Es- bjerg var 1–1. Heimaliðið kom á odda í 22. minutti, men tíggju minuttir seinni javnaði AB. Hóast gongdin hevur verið hugalig í næst- an tveir mánaðir, so er tað ikki víst, at AB venjarin fer at halda fram í felagnum. Norska Lyn, sum í farna kappingarárinum endaði á triðja plássinum, vil hava danska venjaran. FCM hevði vitjan av Viborg, og heimaliðið vann 3–1. Áskoðaratalið sunnudag- in var ikki so stórt, sum tað var fyrr í heyst, tá ið veðrið var væl betri, enn tað nú er í Danmark. Men í Parkini møttu næstan átjan túsund upp. Tað vóru fleiri, enn tað hugdu at øllum hinum fimm dystunum tilsaman. Uttan at himprast sópaði Stjørnan gest- irnar úr Runavík av vøllinum, tá Tjaldur var og vitjaði í Klaks- vík. Frá fyrstu løtu sat Stjørnan á dystinum og vann ein sannfør- andi sigur KVINNUHONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Stjørnan, sum í grundini als ikki ætlaði sær at melda lið til bestu kvinnudeildina í vetur, vísti sunnudagin sera gott spæl, tá botnliðið Tjaldur var á vitjan. Sjálvandi var bakgrundin kanska í so bílig, men tað skal ikki taka nakað frá spælarunum hjá Stjørnuni, ið vístu varierað og hug- flogsríkt spæl frá byrjan til enda. Tær flestu á liðnum tald- ust enntá millum málskjútt- arnar, so breiddini sær heldur ikki út til at bila nak- að, nú Stjørnan er komin í gongd. Dysturin móti Tjaldri var fullkomuliga uttan spenn- ing, tí talan var um einvegis ferðslu allan vegin. Gamaní vóru tær úr Tjaldri á odda 1-0 og 2-1, men so var teirra leiklutur eisini liðugur í hesum dyst- inum, ið gjørdist rein Stjørnu-uppvísing. Longu í hálvleikinum vóru fimm mál á muni, og hóast tað skjótt kann vera at dovna undir slíkum um- støðum, har mótstøðan ikki er tann størsta, gjørdi Stjørnan sítt til at fáa sum mest burturúr. Hetta er júst rætti hug- burðurin, um liðið ætlar sær longur fram. Og tað er ikki sørt, at tað tykist vera ætlanin hjá Stjørnuni, nú liðið hevur fingið tak á rætta endanum. Einki uppspæl Hjá Tjaldrinum sær støðan hinvegin bæði vón- og troystarleys út í botninum, har liðið framvegis bara hevur tvey stig — og tey eru enntá fingin á útivølli móti Kyndli! Lenka Ribaric og Melica Ergic eru einastu dygdar- spælararnir hjá Tjaldri, og uttan tær báðar var liðið ikki nógv vert. Hetta vísti seg eisini sunnudagin, tí Tjaldur hevði stórar trupulleikar við uppspælinum, var ikki onnur av teimum útlendsku millumstøð. Men sjálvt ikki Ribaric og Ergic kundu gera nakað við liðið hjá Stjørnuni, sum við ferð og skjótum spæli fullkomuliga niðurspældi Tjaldur. Tekniskt góðu og skjótu spælararnir hjá Stjørnuni vóru ov góðir til, at nakað kundi spyrjast burturúr hjá Tjaldri, og tí kundi tað ikki enda við øðrum enn stór- sigri til heimaliðið. Stjørnan hevur nú vunnið seg upp á fjórðaplássið, fimm stig aftan fyri odda- liðið VB, men bara tvey stig frá næstfremsta plássi- num og VÍF og StÍF. Næstu ferð er talan um útidyst í Vestmanna, og tá fæst kanska sjón fyri søgn, hvussu gott liðið hjá Stjørnuni í veruleikanum er. Í øllum førum fæst tá onnur mótstøða enn nú sunnudagin! Stjørnan-Tjaldur 33- 19 (15-10) Málskjúttar: Stjørnan: Danijela Ercevic 10 (4), Natasha Stamenko- vic 5, Davina Sundskarð 5, Bára S. Klakkstein 3, Rannvá Andreasen 2, Irdi Mikkelsen 2, Súsanna Han- sen 1, Gunvør Isaksen 1, Maria við Neyst 1 Tjaldur: Melica Ergic 6 (1), Lenka Ribaric 5 (3), Kristine Ellingsgaard 3, Oddvá Fossdalsá 3, Heidi Heinesen 2 Brotskøst: Stjørnan 4, Tjaldur 5 Útvísingar: Stjørnan 4, Tjaldur 4 Dómarar: Hallur Danielsen og Jákup Símun Simonsen Stjørnan-Tjaldur 33-19 (15-10): Stjørnan í stórum stíli 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 8 7 - 0 - 1 197 163 34 14 2 VÍF 9 5 - 0 - 4 202 174 28 10 3 StÍF 9 5 - 0 - 4 212 218 -6 10 4 Stjørnan 8 4 - 1 - 3 179 172 7 9 5 Kyndil 8 4 - 0 - 4 197 187 10 8 6 Neistin 9 3 - 1 - 5 167 185 -18 7 7 Tjaldur 9 1 - 0 - 8 176 231 -55 2 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 StÍF 10 8 - 0 - 2 294 253 41 16 2 VÍF 10 6 - 1 - 3 313 257 56 13 3 Neistin 9 6 - 0 - 3 258 243 15 12 4 Kyndil 9 4 - 2 - 3 246 238 8 10 5 KÍF 9 3 - 1 - 5 233 233 0 7 6 H71 9 2 - 0 - 7 210 262 -52 4 7 Tjaldur 10 2 - 0 - 8 242 310 -68 4 19 18 Nr. 232 - 3. desember 2002 Kyndil-VÍF 21-20 (13-9): Kyndlakvinnurnar endurtóku bragdið Eftir sjey sigrar á rað steðgaði sigursrøðin hjá VB á Skála sunnu- dagin, tá liðið ikki fekk vart seg móti taktiskum snildum frá StÍF, ið fult uppi- borið fekk bæði stig- ini KVINNUHONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Fyrr ella seinni mátti tað henda, og tað mundu tey í VB eisini vera greið yvir. Eftir sjey sigrar á rað og enn einki tap í landskapp- ingini í vetur, øktist vandin bara fyri, at okkurt av hin- um liðunum hevði lúrt VB av. So var eisini, tá VB var á Skála og vitjaði StÍF, tí strandakvinnur vóru væl fyrireikaðar og høvdu taktiskar snildir at taka í brúk frá fyrstu løtu. Vápnið hjá StÍF var sera einfalt, men ikki minni effektivt: Daiva Toumaite og Reda Kurkauskiene blivu mansvardar allan dystin, og tað skerdi liðið hjá VB so nógv, at tað ikki vann upp land, men tapti fyri fyrstu ferð í vetur. Tað vísti seg beinanveg- in, at hóast VB kanska hevði fyrireikað seg uppá, at onnur skuldi verða tikin burturúr – tað er jú hent so ofta í undanfarnu dystunum – so átti VB einki nóg gott móttrekk, tá báðar tær litavisku blivu mansvardar. Taktikkurin hjá StÍF, sum í útgangsstøðinum var grundaður á at pilka spælið hjá VB sundur, eydnaðist til fulnar, og hesin taktikkurin helt sær eisini allan dystin – og kvinnurnar hjá StÍF fylgdu honum til punkt og prikkar! Moralsk styrki VB vísti seg at hava munin tað mesta av fyrra hálv- leiki, men slapp kortini ongantíð ordiliga úr hafti- num hjá StÍF. Tað, sum VB fyrst og fremst fekk síni mál uppá, vóru mistøk hjá StÍF upp eftir vøllinum, ið VB ógvu- liga kyniskt revsaði við skjótum mótálopum, ið ofta góvu mál. Men hóast tað skuldi taka sína tíð, áðrenn stríðið hjá StÍF-kvinnunum vísti sítt virði á máltalvuni, má tað sigast at vera moralsk dygd, at trúgvin upp á tað kann bera allan vegin, sjálvt um hitt liðið blívur við at vera frammanfyri. Spakuliga vann StÍF seg fram á VB, og ikki fyrr enn síðstu tíggju minuttirnar var dysturin av álvara opin, tí tá hevði StÍF bæði javnað og lagt seg framum. Hesa løtuna royndi VB seg við sama vápni, tí bæði Asta Petrauskiene og Alina Olaru hjá StÍF blivu man- svardar, uttan at tað styrkti nakað um VB – heldur øv- ugt. Í endafasuni hevði StÍF fingið so gott tak á, at VB einki mál fekk síðstu fýra minuttirnar, meðan StÍF skoraði tríggjar ferðir og soleiðis bardi seg frá 24-25 upp á endaliga úrslitið 27- 25. Kanska ein ávaring Ikki kann annað sigast, enn at hetta var ein uppiborin sigur, hóast tað ikki alla tíð- ina var so stuttligur og und- irhaldandi hondbóltur. Líka síðani kappingin byrjaði og VB bara bleiv við at vinna og vinna, er tað blivið eitt alsamt vaksandi ynski hjá hinum liðunum, at tey kláraðu at basa júst kvinnunum úr Vági, og nú gjørdist tað so StÍF, ið var fyrsta liðið at klára tað. VB mundi eisini á Skála sunnudagin fáa eina stóra ávaring um, at meira má fá- ast burturúr, tá dupult mansverja verður brúkt. Lítið man vera at ivast í, at hini liðini eisini fara at taka táttin upp, og tá má tað so vera spurningurin, um VB dugir at svara aftur, ella um StÍF í veruleikanum hevur avdúka størsta veik- leikan hjá oddaliðnum. Fyrsta møguleikan at svara tí spurninginum fær Kyndil, sum nú skal til Vágs. Sunnudagin vann Kyndil á VÍF uttan at brúka mansverju, og so fæst at síggja, um tær grønu eisini fara at royna tað sama móti VB, ella um roynt verður at vinna á oddaliðnum við »StÍF-knepinum«_ StÍF-VB 27-25 (9-12) Málskjúttar: StÍF: Asta Petrauskiene 8 (2), Alina Olaru 5, Poula D. Olsen 5, Anna Maria Bert- helsen 3, Anna B. Daniel- sen 3, Súnfríð Jacobsen 2 (1), Paula B. Høgnesen 1 VB: Daiva Toumaite 12 (4), Reda Kurkauskiene 5, Laila Jespersen 4, Gurið Mortensen 3 Brotskøst: StÍF 5 Dómarar: Trygvi Morten- sen og Kári Hansen Fyri trimum vikum tóku kvinnurnar hjá Kyndli øll á bóli við at vinna á VÍF, og sunnudagin endur- tóku tær bragdið – aftur hesa ferð við bara einum máli á muni KVINNUHONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Kvinnurnar hjá VÍF, sum hava dominerað kvinnu- hondbóltinum fullkomuliga síðstu tveir vetrarnar, líkj- ast framvegis ikki sær sjálvum. Liðið hevur verið óstøð- ugt, og sum tað hevur ging- ið higartil, peikar einki á eina endurtøku av greipun- um hesi bæði kappingarár- ini. Heldur ikki tað, at ein møguleiki var fyri, at VB kundi koppað á Skála móti StÍF, var nóg mikið til at styrkja VÍF-liðið so frægt, at tað kláraði at vinna á Kyndli. Kvinnuliðið hjá vest- menningum hevði annars nakað at hevna, tí tað vóru ikki meira enn tríggjar vik- ur síðani, at Kyndil í Vest- manna hevði skapt sína fyrstu sensatión í ár og hevði vunnið á VÍF við ein- um máli. Tvørturímóti sá tað nógv meira út til, at Kyndil vildi gera sítt besta fyri at endur- taka bragdið. Nógv vongmál VÍF hevði betur tak á tí heila fyrstu tjúgu minuttir- nar, men so kom Kyndil betur við, og serliga var tað vongspælið, ið gjørdi mun- in teir síðstu minuttirnar av fyrra hálvleiki. Sonja Smiljic var undan dystinum sera ivasom, tí hon fyrr í vikuni beklaði, men kortini valdi hon at bjóða seg til og varð skift inn á vinstra vong. Saman við Ann-Mari Vang á høgra vongi syrgdi Sonja fyri, at Kyndil ikki bara kom inn í dystin, men eisini legði seg væl á odda undan steðginum. Síðstu átta minuttirnar undan steðginum skoraðu tær báðar sjey mál, meðan VÍF bara ta einu ferðina fekk bóltin inn um væl- spælandi Fríðu Petersen í Kyndlamálinum. Hetta vendi ordiliga dystinum, og nú var tað brádliga Kyndil, ið var langt frammanfyri, meðan VÍF skuldi royna at sleppa upp í part aftur eftir steðg- in. Fekk Kyndil aftur Liðið hjá VÍF arbeiddi eis- ini væl fyri sakini í seinna hálvleiki, men ikki uttan svørðslag, tí Kyndil strídd- ist væl og vildi ongantíð sleppa VÍF. Serliga var tað í verjuni, at tær hjá Kyndli royndust væl. Hvørki Sóley Mikkel- sen ella Jacklyn Durhuus, ið báðar eru stórar skothótt- anir, sluppu so væl framat, sum tær annars plaga at gera. Kortini eydnaðist VÍF stig fyri stig at koma innaft- ur í dystin, og tá tað leið móti endanum, var líkt til, at tær úr Vestmanna skuldu fara avstað við øllum. Fýra minuttir fyri tíð var VÍF fyri fyrstu ferð á odda í seinna hálvleiki, tá tað bleiv 20-19. Men Kyndil hevði ikki brúkt sínar síðstu trumfir. Annika Thomsen javnaði til 20-20, tá ein minuttur var eftir, og so var tað, at VÍF fór í skjótálop og kundi havt lagt seg framum eina ferð enn. Jacklyn Durhuus fór frameftir, men misti bóltin, og so kundi Lotte Sørensen spæla Ilianu Manolescu fría til sigursmálið í allarsíðstu løtuni. Sum vera man var stór frøi á Kyndlaspælarunum, nú tað enn eina ferð hevði eydnast at koppa VÍF, sum hinvegin kundi iðra seg um, at sjálvt ikki javnleikur fekst burtur úr dystinum, sum at enda kundi verið koppaður báðar vegir. Kyndil-VÍF 21-20 (13-9) Málskjúttar: Kyndil: Sonja Smiljic 7 (4), Ann-Mari Vang 5, Iliana Manolescu 4, Marjun Tróndarson 2, Annika Ljós- stein 1, Lotte Sørensen 1 (1), Annika Thomsen 1 VÍF: Sóley Mikkelsen 8 (2), Nicoleta Radu 4, Niko- lina Eyðbjørnsdóttir 3, Jacklyn Durhuus 3, Alis Høghamar 2 Brotskøst: Kyndil 7, VÍF 2 Útvísingar: VÍF 4 Dómarar: Kristian Johan- sen og Sámal Joensen Tað eydnaðist enn einaferð hjá Lotte Sørensen og teimum í Kyndli at steðga føroyameistarunum úr VÍF Mynd: Álvur Haraldsen StÍF-VB 27-25 (9-12): StÍF bremsaði VB C M Y K 18