týsdagur 3. desember 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 3. desember 2002
21
Avgerðandi úttøkukappingin í dag
Talvsamband Føroya
skal í feburar kom-
andi ár vera vertur
fyri stóru Norður-
lendsku skúlatalv-
kappingini. Kapping-
in verður 14.-16. febr-
uar
TALV
Tíðindaskriv frá
Talvsambandi Føroya
Av tí at kappingin er í Før-
oyum er ætlanin at før-
oysku
telvarnir
skulu
spenna seg rættiliga út.
Vanligt hevur verið, at talv-
sambandið hevur tikið telv-
arnar út, men hesuferð hava
allir ungir føroyskir telvarar
havt møguleikan. Talvsam-
bandið bjóðaði øllum til
tvær undankappingar og
eina avgerðandi úttøku-
kapping, sum verður í dag.
2 telvarar úr hvørjum
aldursbólki sleppa við.
Undankappingarnar vóru
í Vestmanna og í Klaksvík.
8 teir bestu telvarnir í
hvørjum aldursbólki skulu
so telva um tet tvey plássini
í NM kappingini í februar.
Martin og Hans
Kristian sjálvskrivaðir
Bara tveir telvarar sleppa
undan at telva undankapp-
ingina. Tað eru teir báðir
OL telvarnir Martin Poul-
sen og føroyameistarin
Hans Kristian Simonsen. Í
elsta aldursbólkinum eru
teir í serklassa og skulu
umboða Føroyar. Martin
vann bronsu í seinastu
kapping og Hans Kristian
vann snarkappingina.
Í hinum fýra bólkunum
vera dystir um tey bæði at-
gongumerkini.
Tríggir
bólkar vera avgjørdir í dag
og hin seinasti, bólkurin
fyri
dreingir
føddir
í
1986/87 verður avgreiddur
næsta vikuskiftið.
Hjá teimum sum dáma
bæði telving og ættar-
gransking — og tey eru
ikki so fá, kann tað vera
spennandi at lesa nøvnini á
teimum 32 telvaranum,
sum skulu telva um at um-
boða Føroyar í norður-
landameistarakappingini. Á
listanum eru fleiri nøvn
sum ganga aftur og aftur í
kongarøðini við føroya-
meistarum.
Teir 8 sum skulu telva í
bólkinum 1986/87 eru Rani
Baldursson úr Klaksvíkar
Talvfelagi, Sjúrður Thor-
steinsson av Tvøroyri,
Jóhan Hendrik Ellefsen úr
Miðvágs Talvfelagi, Olaf
Berg og Tummas Hans
Rubeksen úr Havnar Telv-
ingarfelagi, Andras Ortind
úr Sørvági og Per Jacobsen
úr Gøtu Talvfelagi. (telvað
næsta vikuskiftið)
1988-89:
Fríðbjartur D. Olsen, Rógvi
Mortensen, Henry Berg og
Bjarni Jacobsen úr Havnar
Telvingarfelagi,
Heri
Thomsen, Andras Mikkel-
sen og Sam Jacobsen úr
Gøtu Talvfelagi, Ingi W.
Joensen úr Miðvágs Talv-
felagi,
1990-91:
Rógvi Dragaberg, Dánjal P.
Jacobsen, Eilif Arge, Bogi
Hansen og Regin Sivertsen
allir úr Klaksvíkar Talvfel-
agi, Helgi D. Ziska og Mar-
gar Berg úr Havnar Telv-
ingarfelagi og Dia Gutte-
sen úr Gøtu Talvefelagi.
1992 og yngri:
Eli Nolsøe Leifsson, Bárð-
ur Jacobsen og Magnus
Dánjalsson
Klaksvíkar
Talvfelagi, Hjalti Toftum
og Heiðrikkur Jacobsen úr
Havnar
Telvingarfelagi,
Rógvi E. Nielsen úr Sanda-
vágs Talvfelagi, Johan Vør-
madal og Jógvan E. Joen-
sen úr Vestmanna Talvfel-
agi.
Martin streyk enn einaferð við sigrinum
Martin Poulsen —
Ólavur Simonsen
FM-lið 2002/2003 (4),
01.12.2002
TALVIÐ HESA
VIKUNA:
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Martin Poulsen hevur í
nýggjari tíð vunnið flestar
ferðir enn aðrir føroyingar
á Ólavi Simonsen. Heili
fýra ferðir innan seinastu
trý árini. Í vikuskiftinum
hittust teir á 1. borði í
dystinum millum Havnar
Telvingarfelag
og
Klaksvíkar
Talvfelag.
Havnarmenn kundi fegnir
leita suður aftur til høv-
uðsstaðin við einum 2,5 —
1,5 sigri.
Martin vann Ólavi, Rani
Nolsøe vann á Olaf Berg,
Herluf Hansen vann á
Tummas M. Anthoniussen
og Jóhan Gaard og Ingolf
Gaard leiktu javnt.
Í
mikudagsblaðnum
verður at frætta um úrslitini
úr liðkappingini, umframt
endaligu úttøkukkappingini
til NM fyri børn/unglingar,
sum bleiv leikt leygardagin
í Havnini.
Talvið millum Martin og
Ólav gekk soleiðis:
1.e4 e5 2.Rif3 Ric6
3.Ric3 Rif6 (Firespringer-
spil, sum byrjanin kallast
við danskari tungu) 4.Bb5
d6
5.d4
exd4
6.Fxd4
(minnir ikki sørt um variant
í skotsku byrjanini) 6...Bd7
7.Bxc6 Bxc6 8.Bg5 Be7
9.0—0—0
0—0
10.e5
(áhugaverdur leikur. Gevur
kanska ikki hvítum bein-
leiðis fyrimun, men er helst
taktiskt spæl frá Martini.
Ólavur er jú tiltikin álops-
telvari, men við hesum
leiki
avviklar
Martin
støðuna til endatalv (sum
Ólavur eisini er kringur í_)
10...Rie8 11.Bxe7 Fxe7
12.exd6 Fxd6 13.Fe3 Ff6
14.Rie5! (rætt er at býta
riddarin
við
bispin)
14...Rid6 15.Rixc6 bxc6
16.Fd4 Fg5+ 17.f4 Fa5
[17...Fxg2??
18.Rhg1]
18.Rhe1 Rfe8 19.Re5 Fb6
20.Ria4 Fa6 21.Ric3 f6
22.Rxe8+ Rxe8 23.Ff2 Fb6
24.Fd4 Kf7 25.b3 Fa5
26.Kb2 Rb8? (Ólavur sær
kongaálop fyri sær frúgva-
megin, men fær váttan klút
at kenna næstu leikirnir.
Rætti leikurin var f5, men
hvítur hevur tó kortini ein
heldur
sunnari
støðu)
27.Rie4! Rib5? [27...Rd8
28.Rixd6+ Rxd6 29.Fc4+
Rd5 er besta boðið, men
ífylgju talvforritinum Fritz
7 hevur hvítur fyrimun,
enntá nærum vinnandi]
28.Fc4+ Kg6 [28...Kf8
vildi verið drúgvari, men
tapur eisini]
29.f5+! (nú hevur Martin
sæð mátið) 29...Kxf5 (Kh6
30.Fd3) 30.Rig3+ Kg6
31.Fg4+ Kf7 32.Rd7+ Ke8
33.Fe6+ Kf8 34.Ff7# 1—0
1.deild – 4. umfar
Trý lið býta fyrsta plássið eftir fjórða umfar. Havnar-
menn og toftamenn tóku hvalvíkingar aftur eftir at
seinast nevndu taptu móti kollfirðingum.
Toppskorari í 1. deild er fyrrverandi føroyameistarin
Jens Kristian Hansen av Toftum. Hann hevur vunnið
øll síni fýra talv, og hevur sjálvsagt stóra æru av flottu
úrslitinum hjá toftamonnum. Við honum á øðrum
borði og Boga Ziska á fyrsta borði kunna teir væl
møguligt endurvinna FM-heitið frá 1987.
KT – TFS 3-1
Hans K. Simonsen – Martin Brekká
1-0
Torbjørn Thomsen – Finnbjørn Zachariasen
=
Eyðálvur Johannesen – Bergur Magnussen
=
Grettir Djurhuus – Gunnar Joensen
1-0
KTF – HT 1,5 – 2,5
Ólavur Simonsen – Martin Poulsen
0-1
Rani Nolsøe – Olaf Berg
1-0
Tummas M. Anthoniussen – Herluf Hansen
0-1
Ingolf Gaard – Jóhan Gaard
=
TT – VT 3-1
Bogi Ziska – IM John Rødgaard
=
Jens K. Hansen – John Jacobsen
1-0
Wenzil Højgaard – Jákup Andreasen
=
Helgi Joensen – Jón Mikkelsen
1-0
Støðan
TFS
9,0
TT
9,0
HT
9,0
KT
8,5
KTF
8,0
VT
4,5
2. deild
RT – HT2
3,5 – 0,5
ST – KTF
3,5 – 0,5
VT – HT3
2-2
Støðan
RT
10,5
ST
10,0
KTF
7,5
VT
7,0
HT3
7,0
HT2
6,0
Seinasta úttøkukappingin til
NM í skúlatalvi verður nú
hildin
21
20
Nr. 232 - 3. desember 2002
Todi og FCK eru langt frá hvørjum øðrum
Semja fekst ikki um
nýggjan sáttmála
fríggjadagin, og hóast
báðir partar siga seg
vóna, at talan verður
um nýggjan sáttmála,
so er eingin nýggjur
fundur ásettur
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Todi, du skal bli’ hos os.
Soleiðis geltu rópini í Park-
ini seinnapartin sunnudag-
in. FCK áskoðararnir fylgja
væl við í, hvussu tað gongst
við sáttmálasamráðingun-
um millum Toda Jónsson
og ítróttarstjóran, Niels-
Christian
Holmstrøm.
Einki er enn komið burtur-
úr, og tá ið FCK sunnudag-
in setti punktum fyri framúr
góða heystið, var eingin ivi
í, hvat áskoðararnir vilja og
ynskja.
Fríggjadagin hittust Todi
Jónsson og Niels–Christian
Holmstrøm at vita, um tað
var møguleiki at koma víð-
ari við samráðingunum um
nýggjan sáttmála. Men aft-
ur hesa ferð fóru teir báðir
frá borðinum, uttan at nøk-
ur semja var komin í. Og
Todi Jónsson dylur ikki, at
tað er langt ímillum tað,
sum hann vil hava fyri at
halda fram í FCK, og so
tað, sum FCK bossurin er
sinnaður at lata.
– Tað snýr seg bæði um
tað fíggjarliga og um
longdina á sáttmálaskeið-
num. Tað er stórur munur á
krøvunum, sum eg havi
sett, og so tí, sum teir eru
sinnaðir at ganga við til. Nú
eru tað tveir mánaðir síð-
ani, at teir komu við einum
tilboði, sum eg á ongan hátt
vildi ganga við til. Eg havi
sagt teimum, hvat eg vil
hava, men teir hava avvíst tí
blankt. Tá ið vit skiltust
fríggjadagin, varð eingin
nýggjur fundur ásettur.
Eftir ársskiftið havi eg rætt
til at tosa við onnur feløg,
uttan at FCK skal blandast
uppí. Eingin nýtist at ivast
í, hvat eg eri mest sinnaður
til. Í einum so stórum felag
sum FCK verður tað altíð
kapping um plássini á lið-
num. Tað havi eg gjørt upp
við meg sjálvan at liva við.
Tað kann vera, at krøvini
hjá mær hava verið stór,
men teir hava avvíst teim-
um sum útgangsstøðið fyri
samráðingum, sigur Todi
Jónsson.
Niels–Christian Holm-
strøm segði sunnudagin, at
hann framvegis vónar, at
tað fer at eydnast teimum at
semjast við Toda um nýggj-
an sáttmála. Hann leggur
afturat, at europeiskur fót-
bóltur ikki longur er eitt
sjálvtøkuborð hjá spælar-
unum. FCK venjarin, Hans
Backe, sigur, at hann leggur
seg ikki út í sáttmálasam-
ráðingar, men eingin ivi
skal vera um, at hann vón-
ar, at Todi Jónsson fer at
halda fram í FCK.
Góð reklama
Sunnudagin gjørdi Todi
góða reklamu fyri sær
sjálvum. At hann eigur rætt
til lønarhækkan og eitt
langt sáttmálaskeið vísti
hann við so góðum og hug-
flogsríkum spæli, sum
hann ikki hevur víst í hes-
um kappingarárinum. Og
so setti hann trumf á við at
skora tvey góð mál og við
at vera við í uppspælinum
til triðja málið, sum Zuma
skoraði í 3–0 sigrinum á
botnliðnum Silkeborg.
Zuma og Todi vóru á
toppinum. Todi setti hol á,
tá ið stórt korter var farið.
Thomas Røll legði innfyri
úr høgru, og við handara
stólpan tveitti Todi seg fram
og stýrdi bóltinum í netið.
Fimm minuttir seinni
skoraði Todi aftur. Hesa
ferð legði Morten Bisgaard,
sum var sera væl upplagd-
ur, innfyri úr høgru, Todi
Jónsson var hægstur og
stútaði í meskarnar.
Eina lílta løtu seinni var
Todi við í uppspælinum til
3–0 málið. Hann legði bólt-
in fram í høgru til Bisgaard,
sum sendi innfyri til Zuma.
So var lagt upp til stórsigur,
men í 2. hálvleiki tóku teir í
FCK sær av løttum. Tað
løgdu nógvu áskoðararnir
ikki so nógv í. Teir fegnað-
ust yvir, at FCK er níggju
stig frammanfyri næstu
kappingarneytarnar. Men
teir eru ikki álvuligir við
veruleikan, at FCK ikki
hevur tryggjað sær undir-
skriftina hjá Toda Jónsson
um samstarv eftir summar-
frítíðina komandi ár.
At tað eru fleiri, sum
halda nógv um Toda, sæst
m. a. í Ekstrablaðnum í
gjár. Har verður Todi Jóns-
son sagdur at vera – tá ið
hann ikki er skaddur – tann
mest kompletti álopsspæl-
arin í Norðurlondum. Tað
er ikki eiti á skoðsmáli.
Tølini tala
Í heyst tóktist tað leingi, at
hetta kappingarárið skuldi
gerast heilt kiksað hjá
Toda. Nú síðsti dysturin er
spældur
undan
vetrar-
steðginum, ber til at stað-
festa, at talan hevur verið
um góða úrtøku. Todi var
leingi á beinkinum, og
onkra ferðina var hann sett-
ur heima við hús, meðan
liðfelagarnir vardu fremsta
plássið í superliguni.
Men tá ið alt kemur til alt
hevur árið roynst væl. Í hes-
um kappingarárinum hevur
Todi skorað seks mál í
superliguni, hann hevur
skorað trý mál í Europa
Cup og eitt í donsku steypa-
kappingini.
Sambært
heimasíðuni todi.fo er Todi
tann FCK spælarin, sum í
hesum álmanakkaárinum
hevur skorað flest mál fyri
FCK. Samlaða talið síðani
á nýggjárinum er átjan.
Næstflest mál hevur Peter
Møller – orsaka av skaða
var hann ikki við sunnu-
dagin – skorað. Talið hjá
honum er fjúrtan. Av teim-
um eru átta í superliguni,
sum nú er farin í vetrarfrí.
Todi Jónsson og leiðslan í FCK tykjast vera langt frá hvørjum øðrum, nú føroyska álopsessið roynir at fáa nýggjan sáttmála í lag við felagið
Danska superligan
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1
FCK
18
11
-
5
-
2
30
16
14
38
2
Brøndby (M)
18
8
-
5
-
5
36
20
16
29
3
Farum
18
9
-
0
-
9
26
35
-9
27
4
AaB
18
8
-
2
-
8
25
27
-2
26
5
Esbjerg
18
6
-
7
-
5
37
36
1
25
6
FCM
18
6
-
6
-
6
26
23
3
24
7
AB
18
5
-
8
-
5
23
20
3
23
8
OB (S)
18
6
-
5
-
7
28
26
2
23
9
AGF
18
6
-
4
-
8
26
33
-7
22
10 Køge
18
7
-
1
- 10
30
40
-10
22
11 Viborg
18
5
-
6
-
7
31
35
-4
21
12 Silkeborg
18
4
-
5
-
9
23
30
-7
17
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK)
C
M
Y
K
20