Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 232 - 3. desember 2002 Nr. 232 - 3. desember 2002 23 Sum nevnt eru serlig atlit at taka, um ein er rúsevnis- misnýtari. Rúsevnismisnýt- arir, sum sproyta seg, mugu ansa eftir ikki at nýta brúktar nálir, tí HIV virus kann sita á tí dálkaðu nál- ini, og tá er vandi fyri at blíva smittaður. Hvat er ein HIV-roynd? Ein HIV-roynd er ein blóð- roynd, sum vísir um ein hevur andevni móti HIV- virus í kroppinum. HIV-royndin gerst positiv í fyrsta lagi 4 – 12 vikur eftir, at ein er smittaður. Royndin kann takast ano- nymt, t.v.s. at einum nýtist ikki at upplýsa navn ella føðingardag. Fyrimunurin við einari HIV-roynd er tann, at ein fær vissu fyri, um ein er smittaður ella ei. Ein hevur tá møguleikan at koma tíðliga í viðgerð. Vansin við einari HIV- roynd er tann, at ein, um hon er positiv, noyðist at liva við vitanini um at vera smittaður við einari lívs- langari álvarsligari ígerðar- sjúku. Hvar kann ein fáa meira at vita um AIDS og HIV-smittu? Fyribyrgingarráðið svarar øllum spurningum um HIV-smittu og AIDS. Vit hava telefon 315155; um ringt verður eftir arbeiðstíð, er telefonsvarari, sum vísir til annað nummar. Eisini ber til at senda t-post til fyribyrg@kallnet.fo. Kommunulæknar nir svara eisini øllum spurn- ingum um AIDS og HIV- smittu eins og um heilsu og fyribyrging annars. Á al- nótini finnst ein ørgrynna av góðum heimasíðum um eyðkvæmi og HIV. Sum dømir kunnu nevn- ast: http://www.netdokt- or.dk og http://www.aids- linien.dk Hesar heimasíður hava allar leinkjur til aðrar heimasíður, so ein kann leita víðari runt í verðini. Hví er tað so umráð- andi við upplýsing um fyribyrging av júst hesari sjúkuni? Hóast vit, sum nevnt, ong- an eyðkvæmistilburð hava havt seinastu árini, so er HIV-smitta og eyðkvæmi potentielt ein stór hóttan. Um fólk gerast minni varin viðvíkjandi teirra kynslívi, er vandi fyri, at talið av til- burðum fer at økjast skjótt og nógv. Framhald frá síðu 13 VIÐMERKINGAR Svimja um Vestmannasund Svimjing Evald Rasmussen skrivar: Svimjing um Vest- mannasund sunnu- dagin 8. des. 2002. Nú Vágamenn skulu gjalda nógv fyri at ferðast inn á meginlandið gjøgnum und- irsjóartunnilin, funnu teir upp á tey ráð, at renna gjøgnum holið ístaðin. Hetta er eitt sera gótt tiltak, sum uttan iva verður aftur- vendandi. Maðurin aftanfyri Nóls- oyarsvimjingina, helt at stuttligt hevði verið at svomið um sundið, Nakað, sum bara verður gjørt einaferð, og vónandi vera nógv, ið taka undir við tiltakinum Nakrir av royndu Nólsoy- arsvimjarunum hava longu boðað frá, at teir ætla sær við, og spennandi verður at síggja, hvør verður fyrstur at seta fótin á Vágalandið. Byrjað verður Streymoy- armegin, nakað sunnan fyri Egilsnes við Vestmanna, og verður svomið yvir á Oyra- gjógv, teinurin er einar 1100 metrar. Málið er ferjulegan á Oyragjógv. Kemu tú á land aðrastaðni mást tú renna seinasta teinin. Svimjarar og bátsmenn skulu møta við bátabrúgvar- nar sunnudagin 8. 12 kl. 10. Kyrrindi eru í Vest- mannasundi kl 11:50, og kl 11:30 verður startskotið lat- ið av og svimjararnir kunnu leggja á sundið. Krøvini til trygd eru tey somu sum til Nólsoyar- svimjingina: 1. Hvør svimjari hevur ein bát at fylgja sær, hesum syrgir hann sjálvur fyri. 2. Í bátinum eru ein skip- ari og ein hjálpari. 3. Svimjarin skal vera í rímiligari venjing. 4. Svimjarin skal svimja í vátdrakt. Tey ið ætla sær við, kunnu melda til hjá Erlendi Simonsen á teldubúðstaði: erlendur@post.olivant.fo Hetta gera vit fyri at undirstrika, at harð- skapur móti kvinnum ikki verður góðtikin. Tíðindaskriv Vit skulu ikki so heilt langt aftur í søguna, eisini her í Føroyum, fyri at finna dømi um, at “harrafólkið” helt seg eiga heilt serlig rættindi hjá kvinnum, sum arbeiddu og tæntu hjá teim- um. Komu hesar illa fyri og gjørdust við barn, vóru tað mangan tær, sum vórðu sektaðar, og ikki teir, sum brotsverkið framdu. Frá tingsins røðarapalli hoyrast enn í dag patriark- alsk sjónarmið, sum vilja lasta kvinnurørsluni fyri líkt og ólíkt, júst tí vit hava stríðst fyri javnstøðu mill- um menn og kvinnur. Um patriarkalskir menn halda, at hjúnarlagnum bert er lív laga, um vit ikki hava javn- støðu, ja, so eru tað teir, ið hava ein trupulleika. Tíbet- ur eiga vit eisini røddir á tingi, ið tala at slíkum av- oldaðum sjónarmiðum. Kvinnur eru sjálvstøðug menniskju og ikki ogn hjá monnum. Harðskapur er so nógv. Vit hava júst havt eitt av- lagað orðaskifti um skrásett parlag. Várharra og bíblian vórðu nýtt sum amboð fyri at vísa, hvør hevði rættin á síni síðu. Nú eri eg ikki serliga skriftkøn, men haldi meg minnast at Várharra segði, at ALT, sum hann hevði skapt var sera gott. Hann nevndi eingi undantøk; hvørki kvinnur ella sam- kynd. At samkynd ikki sleppa at liva sum tey eru skapt, og hava somu rættar- trygd sum onnur, meti eg eisini sum harðskað. So er tað prostitutión, sum jú eisini er harð- skapur móti kvinnum Í ovirmorgin verður triðja ráðstevnan hjá Norður- landaráðnum um Traffick- ing in Women sett í Riga. Trafficking in Women er rætt og slætt søla av kvinn- um (og børnum) til at nøkta avskeplaðan erotikk hjá ávísum monnum. Fyrsta ráðstevnan var hildin í Tallin. Eg var boðin við sum limur av NOKS, sum er samstarvsfelag av norðurlendskum kvinnufel- øgum undir Norðurlanda- ráðnum. Orsøkin til at hava hesar ráðstevnur í teimum balt- isku londunum er, at meðan tað áður serliga vóru kvinn- ur úr Asiu, sum vóru seldar á skøkjumarknaðinum, vís- ir tað seg í dag, at tað eru kvinnur úr Ruslandi og Baltisku londunum. Eisini í Tallin blómaði henda vinnan. Tað fyrsta tú sást í taksabilunum vóru faldarir við sex-tilboðum av øllum sløgum. Har komu ferðaløg við norðurlendsk- um monnum júst í hesum ørindum, og vit fingu for- talt, at AIDS breiddi seg sum hundaland, tí teir norð- urlendsku mennirnir vildu hava sex uttan hýt. Altso var tað við lívinum í veð. Ringt var at fáa innivist fyri øllum luttakarunum til ráðstevnuna. Tá hotellini frættu, hvat slag av ráð- stevnu hetta snúgi seg um, noktaðu tey at hýsa slíkum fólkum, tí tey sjálvi livdu av at hava skøkjur og erot- iskan dans á hotellunum. Vit skulu bara ikki halda at tað er so óhugsandi, at slíkt eisini kemur at floyma inn yvir Føroyar, um vit eitt nú fáa eina oljuvinnu. Tað kann eisini koma nógv fyrr, um vit einki gera. Í Íslandi hava tey nú í fleiri ár sagt frá tí erotiska dansinum, sum hevur stungið seg upp har. So- leiðis byrjaði tað har. Úr- slitið er at Ísland í dag hev- ur hópin av skøkjuhúsum; talið økist í heilum. Vit krevja tí at tann erotiski dansurin, sum er sloppin framat í Føroyum, hóast hann er ólógligur, verður steðgaður og tað beinan vegin. Vit mugu eisini lóggeva, sum tey nú hava gjørt í Svøríki í tílíkum málum: Keyp av sex-tænastum er ólógligt, og er tað keyparin av sex-tænastum, sum verður sektaður. Líka mikið um hetta fer fram heima ella í øðrum landi. Eg las í einum norður- lendskum dagblaði eftir ráðstevnuna, at ein norður- lendskur embætismaður, sum luttók á ráðstevnuni, var tikin við buksunum niðri - um eg so má siga - í einum skøkjuhúsi í Tallin. Hann var suspenderaður við brestin; tí tað var uppsagn- argrund haðani hann kom. Vit mugu krevja, at lóg- gávan í Føroyum eisini kem- ur at umfata prostitutión. Tí prostitutión er harð- skapur móti kvinnum. Hetta er fyrstu ferð, vit halda henda ST-dag í Føroyum Bahá'i samfelagið í Føroyum Toftir 26. november 2002. Altjóða leiðslan fyri Ba- ha'i-trúnni hevur sent øllum heimsins átrúnaðarleiðar- um eitt bræv, har hon harm- ast um, at átrúnaðarligir fordómar framhaldandi forða fyri heimsfriði og framburði. Bahá'i samfeløg um allan heim bera boðini til átrún- aðarleiðarar í teirra londum og senda tískil hesa áheitan um, at teir taka avgerandi stig til tess at beina fyri átrúnaðarligari intoleransu og fanatismu. Hetta bræv er eisini handað fleiri av prestunum her í Føroyum hesar seinastu mánaðirnar. "Fyri hvønn dag, ið gongur, veksur vandin fyri, at alt fleiri smærri logar av átrúnaðarligum fordómum fara at kynda ein heimsum- fatandi stóreld, og avleið- ingarnar av honum er tor- ført at ímynda sær," skrivar Alheims Hús Rættvísunnar í brævinum, sum heilt ein- falt er stílað til "Heimsins Átrúnaðarleiðarar" (Alt brævið stendur at lesa á h e i m a s í ð u n i : http://www.bahai.fo/skriv/) "Tað er syndarligt, at skipaður átrúnaður, sum er til fyri at tæna brøðralagi og friði, alt ov ofta sær út til at vera mest ræðuliga forð- ingin á vegnum; eitt dømi er tann serliga nívandi sannroynd, at hann leingi hevur lænt fanatismuni sítt trúvirði", staðfestir ráðið í áheitanini. "Sum leiðsla fyri einum av heimsins trú- arbólkum kenna vit ábyrgd fyri at eggja øðrum til álv- arsliga at umhugsa ta av- bjóðing, hetta er fyri átrún- aðarligar leiðslur." Alheims Hús Rættvísun- nar er fólkaræðisliga vald- að altjóða ráðið, sum leiðir altjóða Baha'i-samfelagið, ið telur 5 mill. limir. Evnið í brævinum bendir á ta merkisverdu menning í farnu øld, ið ger, at fordóm- ar grundaðir á kyn, rasu og tjóðskap ikki longur kunnu góðtakast av nakrari hugs- andi menniskju. Hóast teir kortini halda fram við vera til, so er ein sterk rørsla fyri at beina teir av vegnum. Men átrúnaðarligir fordóm- ar standa við og birta upp- undir kreppu, stendur í brævinum, sum átti at fing- ið átrúnaðarleiðarar at "slit- ið seg leysar av fortíðini eins væl og tey, sum skaptu møguleika fyri, at samfel- agið fór í holt við teir líka so undirgravandi fordómar- nar móti rasu, kyni og tjóð- skapi." Í áheitanini bjóða Baha'i samfeløgini seg fram til at hjálpa til við arbeiðinum fyri átrúnaðarligum sam- ljóði, so sum felagskirkju- liga rørslan hevur roynt, og leggja at enda afturat: "Vit skylda okkara samstarvsfel- øgum í hesi felags roynd klárliga at staðfesta okkara sannføring um, at ætlar fel- agskirkjuliga stevnan sær at gera nakað týðandi fyri at lekja tær líðingar, sum pína eina vónleysa mannaætt, so má hon nú erliga og uttan meira uttanumtos boða tann boðskap - tann yvirskipaða sannleika, ið kveikti rørsl- una í sínari tíð: at Gud er hin sami og hóast allar men- tunarligar munir og men- niskjansligar tulk.-ingar, so er trúgvin eisini hin sama." (Lagað eftir grein, sum Altjóða Bahá'isamfelagið hevur skrivað) Altjóða leiðslan fyri Bahá’i tr’unni heitir á allar heimsins átrúnaðarleiarar um at køva átrúnarligar fordómar og fanatismu C M Y K 23 22