týsdagur 3. desember 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 232 - 3. desember 2002
Nr. 232 - 3. desember 2002
25
2:1
Minnistrupulleikar
aftaná heilaskaða
Hvat er minnið
Eg má ferð eftir ferð sanna, at
tað kann vera sera trupult at
skriva um heilan og hvussu
hann virkar á føroyskum.
Hetta er m.a. orsakað av, at
terminologiin ella frøðimálið
er rættiliga fátækt. Einasta
fyridømi eg havi havt at
arbeitt við, er 'LÆKNABÓK
1 og 2 á sjógvi og landi' hjá
fyrrv. landslækna, H. D.
Joensen frá 1989. Hinvegin er
frøðimál landslæknans gott
og lættfatuligt. Hinvegin er
føroyska málið oftani illa
egna til miðeuropeiskt frøði-
mál. Hetta einahelst tí vit ikki
hava eins sterkan vísindaligan
siðaarv.
So tað ræður bæði um at
nýta tað, sum hesar bøkur
goyma, og so at gera nýggj
orð, sum ikki fara útum
frøðimálið í bókunum og sum
eru eins lættfatulig og nýtilig.
Hetta ger seg eisini galdandi
tá eg nú fari undir at skriva
um minnið.
Upprunin til greinirnar um
minnið er L. Clare og B. A.
Wilson (1997). 'Coping with
memory
problems.
A
practical guide for people
with memory impairments,
their relatives, friends and
carers' og Bury St Edmunds:
Thames Valley Test Company,
sum Jan Magne Krogstad og
Cathrine Christiansen frá
KreSS í Oslo hava umsett og
tillaga á norskum.
• Vit hava fleiri sløg av
minnum og tí kunnu fólk við
minnistrupulleikum
kunnu
hava
trupulleikar
við
summum pørtum av minnin-
um meðan restin av minn-
inum virkar sum tað skal.
• Vit tosa ofta um at onkur
minnist væl ella minnist illa.
Hetta gera vit tí vit hugsa um
minnið sum eini evni ella ein
førleika. Men í veruleikanum
hava
vit
fleiri
sløg
av
minnum, sum eru samansett
av fleiri ymsum pørtum ella
førleikum, sum virka á ymsan
hátt.
Teir vanligasta fólk við
minnistrupulleikum spyrja er:
• Hví minnist eg tað, sum
hendi fyri fleiri árum síðani,
men minnist ikki tað sum fólk
júst hava sagt ella tað, sum
hendi í gjár?
• Hví minnist eg andlitið á
fólki, men ikki hvussu tey
eita, hóast eg kenni tey væl?
• Hvussu kann tað vera at
ofta tá eg skal siga okkurt
sum eg »veit alt um«, eru
orðini knappliga burtur tá eg
skal siga tað?
Svarið er m.a. at minni ikki
bert er ein funktión, men fleiri
og
at
ólíkir
partar
av
minninum virka óheftir av
hvørjum øðrum.
Tað er avgerandi at vita
hetta, skulu vit gera okkum
vón um at skilja minnistrup-
ulleikar og hvussu vit kunnu
bøta fyri tað mista.
Hvørji sløg av minni hava
vit?
Til tess at fáa eina betri fatan
av hvat minni er, ber til at býta
tað soleiðis sundur:
1. Gildistíð – tað vil siga:
hvussu leingi varar minnið
(minnið er orðið vit nýta um
tað, sum ikki skal gloymast)
2. Slag av informasjón sum
skal minnast
3.
Hvat
skap
hevur
informasjónin
4. Stig í minninum ella
minnismannagongdini
5. Hvat slag av minni er
neyðugt
6. Hvørt minnið er frá tíðini
áðrenn ella aftaná skaðan
1. Gildistíð - hvussu leingi
varar minnið?
Tað er avgerandi hvussu
long tíð gongur frá vit
móttaka informasjónina til
henda aftur skal minnast. Út
frá hesum kunnu vit býta
minnið sundur í:
– Arbeiðsminni ella minn-
isvídd (spennivídd) (stutt-
minnið ella fyrra minnið
(H.D. Joensen, Læknabók,
Bind 1))
– Langminnið ella seinna
minnið.
– »Framtíðarminnið« eller
ætlanarminnið.
Hesi 3 sløgini av minni
fevna um ymisk tíðarskeið og
virka hvør sær:
Arbeiðsminnið eller minn-
isvídd:
Hetta er beinleiðis minnið
fyri informasjón frá seinastu
sekundunum. Hetta minnið
nevna vit eisini stuttminnið
ella fyrra minnið. (eg nýti her
heitið fyrra minnið) Hetta
slagið av minni nýta vit td. tá
vit skulu finna eitt nummar í
telefonbókini
og
skullu
minnast tað so leingi, at vit
eisini kunnu ringja hetta
nummarið. Vit nýta eisini
hetta slagið av minni tá vit
luttaka í eini samrøðu.
Langminnið (ella: seinna
minnið)
Hetta er ein serstøk skipan har
informasjónin verður goymt
til hon skal nýtast aftur.
Seinna minnið kunnu vit
eisini siga, er býtt sundur í
fleri partar:
Ábært minni er minni fyri
tað, sum nýliga er hent ella
nýggja
informasjón
(frá
seinastu
minuttunum).
Samanbera vit við eina teldu,
so kunnu vit siga, at hitt
ábæra minni er tað, sum er á
skerminum júst nú.
Nýligt mini er minni fyri
hendingar ella informasjón
frá seinastu døgunum tvs. tað,
sum hendi í t.d. síðstu viku.
Samanbera vit aftur við
telduna, so er nýliga minnið
tað, sum júst er goymt
Fjarminni er minni fyri
hendingar ella informasjón
sum er savnað saman gjøgn-
um fleiri ár, t.d. tað sum hendi
tá vit vóru børn og gingu í
skúla.
Samanborið
við
telduna, er fjarminni tað, sum
hevur ligið leingi á telduni.
Framtíðarminnið
ella
ætlanarminnið
Hetta er minni fyri tað, vit
ætla okkum at gera í komandi
minuttum, døgum, vikum ella
mánaðum sum t.d. at minnast
at ringja til onkran vit hava
avtalu við, at minnast tíðina
vit hava hjá tannlæknanum
ella at bíleggja ferðaseðlar til
summarferðina við Norrønu.
Hvussu ávirkar hetta fólk
við minnistrupulleikum?
Hevur hin skaddi trupul-
leikar við minninum er van-
ligt, at han eisini hevur
trupulleikar við onkrum av tí,
sum er nevnt omanfyri,
meðan nógv annað als ikki er
nervað. Hóast minnistrup-
ulleikar, so gongur væl hjá
teimum flestu at t.d. ringja eitt
nummar, tvs. at minnast
nummarið so leingi tað tekur
at ringja. Hetta fortelur
okkum, at tað beinleiðis
minnið virkar væl. Somu
persónar kunnu eisini minnast
alt, sum hendi fyri fleiri árum
síðani, tvs. at seinna minnið
eisini riggar væl. Hinvegin
kunnu tey hava stórar trupul-
leikar við at læra okkurt nýtt
ella
at
móttaka
nýggja
informasjón. Tey
gloyma
skjótt, serliga um okkurt
kemur ímillum. Eitt dømi
kann vera, at tey skjótt
gloyma eini telefonboð. Ætl-
anarminnið
er
ofta
so
oyðilagt, at hin skaddi hevur
ilt við at minnast avtalur og
annað, sum skal gerast.
Tað minnistrupulleikarnir
eru av tílíkum slag, siga vit at
hin skaddi hevur amnestiska
sjúkumynd (syndrom).
2.
Hvat
slag
av
informasjón
skullu
vit
minnast?
Slag av informasjón ella
evni, sum minnast skal kann
vera:
• Fakta (sannroyndir)
• Personligar royndir
• Kynstur, rutina og ymsar
mannagongdir fyri hvussu
hetta og hitt skal gerast.
Faktaminnið
Fakta er tað vit hava lært
okkum fyrri ella seinni í
lívinum sum t.d. at París er
høvuðsstaðurin í Fraklandi og
at Haraldur Hárfagri savnaði
Noregi til eitt ríki; at ketta og
hundur eru pelsdjór og hava 4
bein, men at kettan sigur mjav
meðan hundurin goyr. Vanliga
minnast vit ikki nær, vit lærdu
júst hetta, tað einasta vit vita
er, at vit hava lært tað.
Minni
fyri
persónligar
royndir
Hetta slagið av minni hevur at
gera við tað, sum er hent
okkum gjøgnum lívið og tað,
sum skapar okkara persónligu
(egnu) minnir. Tað kann vera
okkurt
vit
hoyrdu
við
døgverðaborðið í gjár ella
okkurt, sum hendi tá vit vóru
børn
sum
t.d.
fyrsta
skúladagin.
Minnið fyri kynstur, vanar
og mannagongdir
Hetta er tað slagið av minni
vit hava fyri neyðini til tess at
vit kunnu minnast hvussu vit
fremja
ymiskar
hendingagongdir sum t.d. at
koyra bil, seyma ein knapp í
og skriva bræv á telduni.
Hetta slagið av royndum ella
kynstri er oftast sjálvvirkandi
(automatiserað) aftaná at vit
hava gjørt tað so og so ofta.
Vit duga tað uttanat.
Hvussu ávirkar hetta fólk
við minnistrupulleikum?
Viðhvørt
hava
fólk
við
minnistrupulleikum
størri
trupulleikar við at minnast
persónligar royndir enn at
minnast fakta. Hjá summum
kann tað tó vera øvugt.
Men hóast stórar trupulleikar
við at minnast persónligar
royndir og fakta, so kan restin
av minninum vera í fínasta
lagi. Summi hava trupulleikar
við at minnast hvør er
løgmaður,
men
minnast
framvegis hvussu tey skulu
spæla klaver, gera mat o.sfr.
Mong kunnu eisini læra
nýggjar kynstur hóast minn-
istrupulleikar. Tað vil siga, at
við nógvari venjing ber til at
læra seg at skriva á teldu, men
tá onnur spyrja, minnist hin
skaddi kanska als ikki nær
hann hevur lært tað.
3. Í hvørjum skapi verður
informasjónin
goymd
í
minninum?
Tað sum vit fáa inn og goyma
í minninum kann hava ymiskt
skap. Tað týdningarmesta
markið liggur millum verbalt
(tað hoyrda) og visuelt (tað
sædda) minni.
• Verbalt minni er minnið
fyri informasjón gjørd av
orðum, antin skrivliga ella
munnlliga.
• Visuelt minni er minnið
fyri lutir sum skulu minnast í
visuellum skapi, eitt nú andlit,
mynstur ella hvussu húsini
síggja út innan.
Hvussu ávirkar hetta fólk
við minnistrupulleikum?
Summi fólk við minnistrup-
ulleikum minnast lættari tað,
tey hava sæð enn tey minnast
tað, tey hava hoyrt. Tey
minnast t.d. væl andlit, men
hava sera ilt við at minnast
nøvn. Hjá øðrum kann tað
vera øvugt. Tey hava ongar
trupulleikar at minnast og
framsiga eina yrking, men tey
kenna ikki síni egnu hús aftur.
So
tá
vit
tilrættisleggja
hjálpitiltøk fyri fólk við
tílíkum minnistrupulleikum,
er tað av avgjørdum týdningi
at vit hava tann neyðuga
kunnleikan bæði um skaðan
og um, hvussu vit bøta fyri
skaðan
ella
vantandi
funksjónina.
4. Tey ymisku stigini í
minnismannagongdini?
Tað at minnast er einki
kynstur, men ein mannagongd
sum er sett saman av fleiri
ymsum kynstrum og evnum.
Evnið at minnast fevnir um 3
stig. Hesi eita innkoding,
goyming og afturheinting.
Fyri at vit kunnu skilja hvat
hetta er, kunnu vit samanlíkna
tað við at finna eina bók á
bókasavninum:
• Innkoding fevnir um at
inntaka informasjón og skrá-
seta hana. Á bókasavninum er
tað tað sama sum at fáa eina
nýggja bók og síðani geva
henni eina goymslukodu.
• Goyming fevnir um tað at
leggja informasjón inn í
minni og goyma hana á einum
staði, har hon er løtt at finna
aftur. Á bókasavninum er tað
tað sama sum at seta bókina á
eina hyll, í eini ávísari
evnisdeild,
flokka
í
alfabetiskari røð.
• Afturheinting er tað at
minnast informasjónina tá tað
er neyðugt. Á bókasavninum
er tað tað sama sum at lánarin
kann finna goymslukoduna á
telduni og síðani fara eftir
bókini har bókavørurin hevur
sett hana.
Evni okkara at minnast
kunnu ávirkast av trupulleik-
um í hvørjum einstøkum av
hesum stigum. Lat okkum tí
taka enn eitt »bókasavns-
dømi«. Um so er at bókin ikki
fær eina goymslukodu og
soleiðis ikki gerst ein partur
av bókasavninum, verður hon
neyvan lisin av nøkrum.
Verður bókin goymd í skeivari
evnisdeild, finnir eingin hana,
hóast hon er á bókasavninum.
Og at enda: um lánarin ikki
kennir
goymsluskipanina,
hevur
lánarin
stórar
trupulleikar við at finna røttu
bókina.
Hetta vil, tá vit tosa um
minnið siga tað sama sum, at
nýggj informasjón ikki verður
goymd og kann tí ikki
afturheintast tá tørvur er á
hesum. Ella: um informasjón-
in er goymd á skeivum stað,
verður tað ógjørligt at finna
hana aftur á sama hátt sum tað
ikki
ber
til
at
finna
informasjón sum er goymd á
røttum stað, vita vit ikki
hvussu vit finna hana.
Hvussu ávirkar hetta fólk
við minnistrupulleikum?
Tá tað snýr seg um minnis-
trupulleikar kunnu eitt ella
fleiri av áður nevndu stigum
vera
ávirkað.
Fólk
við
minnistrupulleikum
kunnu
antin hava tað trupult við at
inntaka
informasjón,
at
goyma hana í minninu ella at
finna hana aftur. Vit kenna øll
hvussu tað er at 'orðið liggur á
»tunguni«, men tað vil ikki út.
Hetta
er
ein
vanligur
trupulleiki hjá fólki við
minnistrupulleikum,
sum
elvir til at tey ofta gerast
vónsvikin.
5. Hvat slag av minni er
neyðugt?
Aloftast hava vit fyri neyðini
at minnast uttan hjálp frá
øðrum. Vit noyðast tá sjálv-
virkin kunna heinta okkurt
fram ella minnast informasj-
ónir aftur, altso: at kunna
'minnast at minnast' av okkum
sjálvum. Eru vit heppin hava
vit nøkur leitorð sum kunnu
hjálpa okkum. Skulu vit
fortelja um okkurt sum hendi
í gjár, hjálpir tað altíð um
tann, vit fortelja fyri, setur
okkum
spurningar.
Hesir
spurningar gerast tá leitorð
sum seta minnið í gongd.
Viðhvørt hava vit fyri neyð-
ini at kenna okkurt aftur sum
vit hava sæð ella hoyrt fyrr.
Skulu vit finna aftur eini hús
ella okkurt stað, vit fyrr hava
verið, fáa vit aloftast hjálp frá
ymsum lutum, sum seta
minnið í gongd. Hetta kann
vera ein heyggur, eitt skelti
ella okkurt annað.
Tað at kenna okkurt aftur
sum vit hava sæð ella hoyrt
fyrr, er vanliga lættari enn at
heinta tað fram aftur úr minn-
inum. Tað er lættari at kenna
ein sang aftur tá ein hoyrir
fyrstu tónarnar enn tað er at
skulla murra lagið uttan hjálp.
Á sama hátt er tað lættari at
finna aftur til eitt stað vit fyrr
hava verið, enn tað er at skulla
greiða øðrum frá hvussu tey
koma hagar.
Hvussu ávirkar hetta fólk
við minnistrupulleikum?
Fólk við minnistrupulleikum
halda ofta tað er lættari at
kenna kendar lutir aftur enn
tað er at heinta informasjónir
um lutirnar fram úr minnin-
um. Tað er tískil eisini lættari
at kenna fólk aftur enn tað er
at minnast, hvussu tey eita.
Men hjá fólki við minnistrup-
ulleikum er hetta bara nógv
verri enn hjá vanligum (ikki
skaddum) fólki.
6.
Er minnið frá tíðini
áðrenn ella aftaná skaðan?
Tá onkur hevur fingið ein
heilaskaða er neyðugt, at vit
duga at skilja ímillum minni,
sum eru goymd lutfalsliga
áðrenn og aftaná skaðan. Á
fakmáli rópa vit hetta retro-
grad og anterograd minni:
Retrograd minni er minni
sum fevnir um hendingar og
informasjónir
frá
tíðini
áðrenn skaðan (sum var orsøk
til minnistrupulleikarnar).
Anterograd minni er minni
sum fevnir um hendingar og
informasjónir frá tíðini aftaná
skaðan.
Hvussu ávirkar hetta fólk
við minnistrupulleikum?
Ofta hava fólk við minnis-
trupulleikum trupulleikar við
at læra nýtt (anterograd
minni), meðan minni frá tíð-
ini áðrenn skaðan er lutfals-
liga varðveitt. Men hjá summ-
um er tíanverri eisini minni
frá tí sum hendi áðrenn
skaðan
(retrograd
minni)
eisini skatt. Hetta sæst best
við at hin skaddi væl minnist
tað, sum hendi fleiri ár áðrenn
skaðan, meðan hann minnist
illa tað, sum er hent stutt fyri
skaðan. Summi minnast als
einki av tí, sum hendi beint
áðrenn ella seinastu 5-10 árini
áðrenn skaðan.
Heilaskaðar eru ymiskir
UTTAN ÚR HEIMI
USA skundar sær
Vil ikki heimaftur
32 druknaðu
Drnovsek forseti
Amerikanskir hermenn
eru í ferð við at byggja
eina herstøð í Qatar.
Støðin skal ætlandi sam-
skipa eitt møguligt álop
á Irak, og sambært New
York Times tykist herur-
in hava stóran skund við
arbeiðinum.
New York Times vil
eisini vera við, at USA
hevur sent eina rúgvu av
vápnum og eina herdeild
til tað lítla flógvalandið,
og
hermenninir
fara
fyrsta dagin undir eina
stóra venjing. Tað er
kanska vert at leggja til
merkis, at venjingin hev-
ur fingið heitið Internal
Look, tí beint undan
flógvakrígnum í 1991
hevði amerikanski her-
urin eina venjing í Qatar
við sama heiti.
Amerikanska blaðið
skrivar eisini, at her-
menninir hava bygt einar
20 stórar goymsluhallir,
sum skulu nýtast til at
hýsa stríðsvognum.
Hvítarussiski sendiharr-
in í Japan, Petr Kravt-
sjenko, sýtti fyri at gera
eftir boðunum, tá stjórn-
in í Minsk gav honum
boð um at koma heim.
Talsmaðurin hjá uttan-
ríkisráðnum í Minsk
váttaði sunnudagin, at
sendiharrin
var
ikki
komin hagar. Sambært
talsmanninum
skuldi
sendiharrin úr starvin-
um, sum hann hevur røkt
seinastu fýra árini, men
nú var hann rýmdur. Við
sær hevði hann tikið
lyklarnar til sendistov-
una, eitt kekkhefti hjá
sendistovuni og almenna
tað stemplið, sum sendi-
stovan nýtir.
Petr Kravtsjenko var
uttanríkisráðharri í Hvít-
arusslandi frá 1990 til
1994,
tá
Aleksandr
Lukasjenko tók valdið í
landinum. Ta fyrstu tíð-
ina var Kravtsjenko virk-
in í andstøðuni, men
seinni gjørdist samband-
ið millum hann og for-
setan so mikið gott, at
Kravtsjenko varð til-
nevndur sendiharri í
Tokyo. Men nú er hann
so rýmdur.
Marokkanska sjóverjan
kom sunnudagin fram á
32 lík beint úti fyri vest-
urafrikansku strondini.
Myndugleikarnir
í
Marokko siga, at talan
var um flóttafólk, sum
ivaleyst høvdu ætlað sær
at sleppa til Marokko
ella til Kanarisku Oyggj-
arnar. Teir vita ikki,
hvørjum landi ella lond-
um fólkini vóru úr.
Nógv flóttafólk úr
londum
sunnan
fyri
Sahara royna at sleppa til
Kanarisku Oyggjarnar.
Tey fara ofta við vána-
ligum bátum, og tað eru
minni enn so øll, sum
koma vegin fram. Onnur
seta upp í Marokko, og
higartil í ár hava mar-
okkansku myndugleik-
arnir tikið 807 fólk, sum
vóru komin ólógliga inn
í landið.
Forsætisráðharrin í Slo-
venia, Janez Drnovsek,
vann greiðan sigur á for-
setavalinum, sum var
sunnudagin. Hann vann
á avbjóðaranum, Bar-
baru Brezigar, sum er
fyrrverandi løgmálaráð-
harri í Slovenia.
Janez Drnovsek hevur
verið forsætisráðharri í
Slovenia seinastu tíggju
árini, og hann hevur við
hepnari hond umskipað
landsins búskap frá teirri
gomlu kommunistisku
skipanini til marknaðar-
búskap. Búskaparliga er
Slovenia væl fyri sam-
anborið við hini londini í
Miðevropa, og landið
fær eftir ætlanini lima-
skap í ES og NATO um
stutta tíð.
Forsetaembætið í Slo-
venia gevur ikki Drnov-
sek stórvegis politiskt
vald. Nú hann tekur við
sum
forseti
tollaks-
messudag, fer Anton
Rop,
fíggjarmálaráð-
harri ætlandi at taka við
sum forsætisráðharri.
Hvørki Mossad ella
Shin Beth megnaðu at
ávara ísraelsmenn um
vandan fyri yvir-
gangsatsóknum í
Kenya, og tað hevur
elvt til hvassar atfinn-
ingar í Ísrael.
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
Tær víðagitnu ísraelsku
fregnartænasturnar
eru
rættiliga komnar í and-
glettin teir seinastu dag-
arnar.
Aðalskrivarin í ísraelska
arbeiðaraflokkinum, Ofer
Pines, sigur, at Mossad og
Shin Beth sviku og tað so
dyggiliga, tí tær megnaðu
ikki at ávara ísraelska fólk-
ið um vandan fyri yvir-
gangsatsóknum í Kenya.
Sambært Pines er hetta so
álvarssamt, at Ariel Sharon,
forsætisráðharri og Shaul
Mofaz, verjumálaráðhari
eiga at greiða ísraelska
fólkinum frá, hvussu hetta
yvirhøvur kundi bera til.
Tríggir ísraelsmenn vóru
millum tey 13, sum doyðu í
bumbuspreingingini á gist-
ingarhúsinum í Mombasa í
Kenya seinasta hósmorgun.
Bert fáar minuttir seinnu
skutu yvirgangsmenn tvær
rakettir eftir einum ísra-
elskum
ferðamannaflog-
fari, men til alla lukku
raktu rakettirnar ikki.
Leygardagin
ávaraðu
ísraelsku myndugleikarnir
fólk ímóti at fara til Kenya,
Etiopia, Eritrea ella til tann
egyptiska partin av Sinai, tí
vandi kann vera fyri, at
yvirgangsmenn
fara
at
søkja at ferðamannapláss-
um í hesum londunum.
Men ávaringin kom alt ov
seint, sigur Ofer Pines, sum
eisini er limur í tjóðarting-
inum Knesset, og vestur-
lendskir diplomatar í Ísrael
siga, at atfinningar hansara
skulu ikki skiljast sum ein
politisk atfinning at Shar-
on-stjórnini. Blaðið Haar-
etz visti í gjár at siga frá
einum embætismanni í Tel
Aviv, at eftirlits- og ávar-
ingarskipanin hjá ísraelsku
myndugleikunum er alt ov
illa skipað, tá tað snýr seg
um yvirgang.
Flestu ísraelsmenn hava í
mong ár havt stórt álit á
Shin Beth, sum hevur
ábyrgdina av trygdini í
sjálvum Ísrael, og teir hava
eisini havt álit á Mossad,
sum hevur ábyrgdina av
fregnartænastuarbeiðinum
uttan fyri sjálvt Ísrael. Fólk
hava eisini havt álit á, at tær
báðar tænasturnar vóru før-
ar fyri at verja tey ímóti
ágangi og yvirgangi, men
tilburðurin
í
Mombasa
hevur fingið fólk at endur-
skoða hesa uppfatanina.
Mong halda, at tær báðar
tænasturnar standa púra
ráðaleysar, tí hesaferð eru
teir seku bumbumenninir
ikki palestinar á Vestara
Áarbakka ella í Gaza-
geiranum.
Ísraelska trygdartænastan
sveik dyggiliga
Illgruni um, at hol er komið
á tangarnar í "Prestige"
Gjáranáttina rak upp-
aftur meiri olja upp á
land í fjøruni í út-
nyrðspartinum av
Spania, samstundis
sum meiri olja var at
síggja longur úti.
OLJUDÁLKING
Árni Joensen:
Tey útlúgvaðu sponsku
bjargingarfólkini noyddust
aftur til arbeiðsis gjára-
morgunin, tá meiri olja rak
upp á land í fjøruni í útnyrð-
ingspartinum av Spania.
Samstundis boðaðu mynd-
ugleikarnir frá, at skip og
flogfør høvdu sæð nógva
olju einar 15 fjórðingar úr
landi. Hildið varð, at talan
var um eini 9.000 tons ella
umleið tvær ferðir meiri enn
tað, sum er rikið upp á land.
Sponsku myndugleikar-
nir halda uppá, at tangarnir
í tí sokna tangaskipinum
"Prestige" halda enn, men
onnur ivast í hesum. Ein
lítil franskur kavbátur, sum
er bygdur til at kava niður á
djúpt vatn, hevur ligið til
reiðar seinastu dagarnar at
kava niður á tað sokna
skipið fyri at kanna, um
olja lekur úr tangunum.
Fronsku myndugleikarnir
siga seg hava illgruna um,
at tangarnir hava givið eftir
fyri tí stóra trýstinum niðri
á botni, og franski um-
hvørvismálaráðharrin,
Rosalyne Bachelot, segði í
gjár, at tað er eingin ivi um,
at olja rennur úr skipinum.
Sponsku myndugleikar-
nir kunngjørdu sunnudag-
in, at teir høvdu givið ein-
um tangaskipi boð um at
fara úr sponskum sjógvi.
Tangaskipið "Moskowsky",
sum er skrásett á Malta, var
á veg til Gibraltar við
brenniolju, men fekk boð
um at halda seg burturi.
Sponsku myndugleikarnir
siga, at skipið er 15 ára
gamalt og er einkultskinnað
eins og "Prestige", sum fór
av um tvøran og sakk.
Sunnudagin vóru nógv sjálvboðin og tóku olju upp í fjøruni í útnyrðingspartinum av Spania, men arbeiðið tykist næstan
nyttuleyst, nú tað ljóðar, at nógv meiri olja er á veg inn ímóti landi.
C
M
Y
K
25
24