mikudagur 4. desember 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 233 - 4. desember 2002
Nr. 233 - 4. desember 2002
3
Eftir væleydnaða Cambobrunnin hjá
Hess standa nú ikki færri enn 11
brunnar á borikalendunum hjá
oljufeløgunum á Atlantsmótinum
komandi árini.
OLJULEITING Á ATLANTSMÓTI
Jan Müller
Nýggi brunnurin, sum Amerada Hess, Texaco,
Dong og OMV hava borað á bretska land-
grunninum nakað norðan fyri verandi oljufelt
og tætt upp at føroyska markinum, kann gott
koma og gerast ein nýggj vend fyri Atlants-
mótið. Við pílinum uppeftir. Sosialurin veit at
siga frá keldum í oljuvinnuni, at Cambobrunn-
urin kann gerast so mikið áhugaverdur, at tað
verður farið at bora ein avmarkingar- og met-
ingarbrunn longu næsta summar ella í 2004.
–Hetta sær gott út og er orsøk til bjartskygni
segði ein kelda við blaðið nú um dagarnar. Nú
skilst at fundið, sum er gjørt, kann gerast eins
áhugavert og Marjunbrunnurin inni á føroysk-
um øki, í onkrum føri kanska enn meira
áhugavert vita keldur í oljuvinnuni at siga frá.
Talan er um olju. Hetta var annars ein “high-
risk” brunnur tvs. at møguleikin fyri at bora
turt var rættiliga stórur, nú borað verður væl
norðan fyri verandi oljuframleiðandi felt. Tað
var ikki mett neyðugt at testa brunnin men at
gera sær metingar av, um farið kann verða víð-
ari til at bora avmarkingarbrunn. Verður talan
um at fara undir eina “appraisal” boring, sum
okkurt í løtuni kundi bent á, so kann tað enda
við eini veruligari útbygging. Tað vil tíðin so
vísa. Og er talan um eitt veruligt fund, so kann
tað fáa stóran týdning fyri komandi leitingina
á føroyskum øki. Tí tað kann blíva eitt týðandi
referansupunkt til ta vitan man longu hevur
um aðrar partar av økinum.
Tað ger heldur ikki støðuna minni áhuga-
verda, at ætlanin er at fara undir at bora ein
avmarkingarbrunn við tilknýti til Suilvenfund-
ið longur syðri longu í juli næsta ár. Og at tað
síðani liggur í kortunum, gevur hann eitt gott
úrslit, at fara undir at útbyggja feltið við fyrstu
oljuni frá 2005.
Longur vesturi verður so eisini arbeitt við at
byggja stóra Clairfeltið út. Fyrsta framleiðslan
er væntandi í 2004. Hesin oljurisin var funnin
í 1978, men hevur ligið í dvala til nú.
Alt hetta ber boð um, at hóast tað gongur
spakuliga fram við at menna oljuframleiðsl-
una á Atlantsmótinum, so gongur tað stútt tann
rætta vegin. Sum vit síggja á kortinum, ið
Sosialurin hevur latið gera í samarbeiði við
Statoil Exploration, so gongur tað meira og
meira tann vegin, at oljufeløgini fara at eyg-
leiða alt mótið tvs. bæði bretska og tað før-
oyska økið sum eina heild, sum ein nýggjan og
týðandi oljulandslut.
Skulu bora 11
brunnar næstu árini
C
M
Y
K
3-1
2-1