mikudagur 4. desember 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 233 - 4. desember 2002
Nr. 233 - 4. desember 2002
3
Karla Gaard hevur í
eina fjórðings øld
gjørt politikarum
kaffi og ikki minst
tikið upp eftir teim-
um á Gamla Apoteki
STARVSDAGUR
1. december vóru liðin 25
ár, síðan Karla Gaard
byrjaði at gera reint og bera
poltikarum, sum ferðast á
Gamla Apoteki, kaffi og
tað, sum tl hoyrir. Onkur
einstakur serlingur, sum
t.d. Óli Breckmann, drekk-
ur bara te, veit hon at siga
frá. Men tað dugir Karl
eisini at gera.
Sagt verður av Gamla
Apoteki, at tað er vist bara
Óli Breckmann, sum hevur
havt dagliga gongd í húsin-
um longri, enn Karla hevur.
Tað man ikki vera smá-
vegis av søgum, Karla
hevur hoyrt hesi árini. Og
væl fylgir hon við, so hon
veit ivaleyst ein heilan hóp.
Karla er líkasum vorðin
»fast inventar« á Gamla
Apoteki. Hon er meira
sjálvsøgd har, enn fleiri
politikarar
eru.
Hevur
»yvirlivað«teir flestu.
Týsmorgunin varð hildin
samkoma á Gamla Apoteki
í sambandi við 25 ára
starvsdag Karlu.
ej
Hugnað um politikarar í 25 ár
Minningarorð um
Alfridu Elisabeth Mittelstein,
Skopun
f. 12.05.1933 – d. 29.01.02.
Mín góða mamma, takk fyri tað tú okkum lærdi,
at elska Gud, hann ei sín son spardi.
Tú farin er, so sára verður saknað.
Aftur tú er pápa hjá. Sovið søtt, til tit aftur vakna.
Ein fyrimynd tit vóru. Og ynsktu vit gingu tykkar
leið.
Vit sigurskrans fáa, tá enda er okkara skeið.
Tit elskaðu tykkar ommu- og abbabørn so fróð.
Vóru um tey so glað og góð.
Tøkk fyri bønir fyri okkum, tað vóru tær ið bóru,
troyst í neyð, tá tit frá okkum fóru.
Hvílið í friði til tykkum bæði, frá mær,
æra veri minni um foreldur, ið eg hevði kær.
Dóttir tykkara, Vónbjørt
Føroyar eru um at
gerast eftirbátur og
mugu gerast meira
virknar innan fyri ES.
Tað heldur Kaj Leo
Johannesen, løgtings-
maður, sum hevur
lagt uppskot fyri
Løgtingið um før-
oyskan ES-limaskap
EVROPASAMVELDIÐ
Ingi Rasmussen
Í næstum fer politiska skip-
anin í Føroyum at taka
spurningin um føroyskan
ES-limaskap til umrøðu.
Tað er nýggi løgtings-
maðurin hjá Sambands-
flokkinum í Suðurstreym-
oy, Kaj Leo Johannesen,
sum birtir kjakið av nýggj-
um. Hann hevur lagt upp-
skot til samtyktar fyri
løgtingið, sum heitir á
landsstýrið um at gera eina
frágreiðing, ið lýsir fyri-
munir og vansar við før-
oyskum
ES-limaskapi.
Hendan frágreiðing skal so
til aðalorðaskiftis.
– Spurningurin um ES-
limaskap ella ikki hevur
oftani verið frammi, men
nú eru umleið 30 ár síðan,
at vit høvdu orðaskifti á
løgtingi um hendan fyri
okkum
týdningarmikla
spurning. Og um vit vilja
tað ella ikki, so eru vit
noydd at taka eina støðu, tí
umleið 95 prosent av
okkara útflutningi fer til
hendan marknað, sigur Kaj
Leo Johannesen.
Meira aktivar
Talan er ikki um eitt upp-
skot, sum hevur til enda-
máls at lima Føroyar inn í
ES, men eitt uppskot, sum
skal elva til kjak.
– Vit er í verandi støðu
ikki við í Evropa, hóast
okkara søguligu bindingar
tann vegin eru aldargamlar.
Tað hevur týdning fyri
okkara oyggjar, at vit gerast
meira aktivar innan fyri ES-
marknaðin.
Meðan
vit
standa uttanfyri og hyggja
at, mennist ES, og vit ger-
ast eftirbátar, sigur Kaj Leo
Johannesen.
Sjálvur dylur hann ikki
fyri, at hann er ES-við-
haldsmaður.
– Víðkanin av ES til at
fevna um 25 til 30 limalond
er tann mest víðfevnda og
samstundis bjartasta friðar-
ætlanin í søgu Evropu.
Víðkanin fer at staðfesta
frælsi og frið í Mið- og
Eysturevropa á sama hátt,
sum Vestur- og Suður-
evropa hava víst vegin, sig-
ur Kaj Leo Johannesen.
Mótstøða higartil
Higartil hevur verið greið
mótstøða í Føroyum móti at
gerast partur av ES. Einans
Sambandsflokkurin hevur
latið eina hurð staðið á
gloppi fyri limaskapi, og so
seint
sum
fríggjadagin
løgdu Tjóðveldisflokkurin
og
Miðflokkurin
sjógv
millum Føroyar og ES, sum
teir siga vera ódemokrat-
iskt.
Skarin av ES-londum
verður helst víðkaður í
2007, og skulu nýggj lond
gera sær vónir um at sleppa
innum, er ikki ov tíðliga at
søkja longu nú.
Kaj Leo Johannesen hevur
vakt ES-spurningin aftur
ES-limaskapur á dagsskránna
Av tí, at olju-,ali- og fiski-
vinnublaðið er við í dag, er
ungdómsblaðið
<ph_1>
útsett til í morgin, hós-
dagin. Har hava vit millum
annað eina samrøðu við
Heidi Andreasen og eisini
verður
nógv
umtalaða
evnið porno tikið upp.
Vónandi halda lesararnir
okkum til góðar.
<ph_1>-redaktiónin
Tað verður
<ph_1> í morgin
Økisgranskingin fær toppkarakter
Granskingin eigur at
halda fram. Tað er
greiða niðurstøðan
hjá tveimum norsk-
um professarum, sum
hava eftirmett
granskingardepilin
fyri økismenning í
Klaksvík. Sostatt
hevur granskingar-
depilin staðið fyrstu
próvroyndina við
góðum úrsliti
EFTIRMETING
Ingi Rasmussen
Økisgranskingin,
sum
heldur til í Klaksvík, er ein
sólskinsøga.
Tað vísir ein eftirmeting,
sum ein norskur professari
og ein norskur senior-
granskari júst hava al-
mannakunngjørt.
Granskingardepilin fyri
økismenning í Klaksvík
varð settur á stovn við árs-
lok 1999 sum ein verkætl-
an. Upprunaliga var ætlan-
in at gera ein varandi depil,
men so nógvar ivingasamar
røddir
vóru
frammi
í
granskingarumhvørvinum,
at lagt var til brots við eini
fyribils ætlan, sum skuldi
eftirmetast, tá trý ár vóru
fráliðin. Út frá hesum
skuldi politiski myndug-
leikin taka støðu til, um
depilin skal halda áfram.
Long frágreiðing
Eyðun Andreassen, for-
maður í Granskingarráð-
num, hevur vegna Menta-
málaráðið vent sær til Jør-
gen Amdam, professara í
økismenning við Háskúlan
í Volda í Noregi. Hann hev-
ur saman við einum øðrum
norskum granskara í økis-
menning, Terje Kleven,
gjørt støðuna upp og skriv-
að eina 60 síður langa frá-
greiðing, sum varð liðug
25. november.
Teir geva granskingar-
deplinum síni bestu við-
mæli, og boðini til føroysk-
ar myndugleikar eru greið:
Økisgranskingin í Føroyum
eigur at halda fram.
Góður kvalitetur
Ein av ivunum, sum varð
sáddur um granskingardep-
ilin, var um førleikin á
deplinum at granska var
nóg góður. Hendan iva gera
norsku granskararnir til
skammar.
Uppá spurningin, um
vísindaliga
góðskan
er
nøktandi svara teir klárt
játtandi. Vísindaliga bókin,
sum
granskingardepilin
hevur givið út, heldur høgt
fakligt støði. Arbeiðsrapp-
ortir frá deplinum hava eis-
ini rímiliga høgt støði sam-
anborið við samsvarandi
frágreiðingar frá norskum
stovnum, siga Amdam og
Kleven.
Fyrst sum nú
Í fyrstu atløgu halda norsku
serfrøðingarnir, at gransk-
ingardepilin eigur at halda
fram við á leið sama leisti
sum nú.
Depilin eigur so líðandi
at byggja førleikan upp hjá
granskarunum, so at teir
allir um nøkur ár kunnu
hava
eina
doktaragrad.
Skipanin við at hefta ein út-
lendskan granskara afturat
deplinum, sum setir krøv til
framleiðslu og góðsku,
hevur hepnast væl. Gjøgn-
um bókaframleiðslu og frá-
greiðingar hava granskarar
á deplinum víst, at teir duga
at gera økis- og samfelags-
greiningar.
Yvir 10 granskarar
Amdam og Kleve halda tað
vera ilt at spáa um framtíð-
ina hjá granskingardepli-
num, tí hon veldst um polit-
iska viljan. Men teir halda,
at Granskingardepilin sum
frá líður eigur at mennast til
ein varandi stovn við í
minsta lagi 10 granskarum.
Tað eigur at lata seg gera
longu um tíggju ár, halda
teir. Um so verður, eigur
depilin at vera fast knýttur
at einum vísindastovni.
Niðurstøðan er tó, at tað í
fyrstu atløgu er skilabest at
grunda depilin í Klaksvík
sum ein frían granskingar-
stovn, tí tað gevur depli-
num bestu møguleikar at
menna granskingina.
Danska stjórnin hev-
ur noktað føroying-
um og grønlendinum
formansskapin í al-
tjóða hvalaveiðifel-
agsskapinum IWC.
Hetta er í andsøgn við
tað, sum forsætisráð-
harrin hevur lovað,
heldur Tórbjørn Jac-
obsen fólkatingsmað-
ur. Danski forsætis-
ráðharrin verjir seg
við, at ein arbeiðs-
bólkur arbeiðir við
málinum
ALTJÓÐA VIRKISFØRI
Ingi Rasmussen
Tíðin er ikki búgvin, at
Føroyar og Grønland um-
boða danska ríkið í millum-
tjóða felagsskapum. Tað er
støðan hjá donsku stjórnini,
gongur fram av einum svari
hjá Anders Fogh Rasmus-
sen forsætisráðharra til
Tórbjørn Jacobsen fólka-
tingsmann fyri Tjóðveldis-
flokkin.
Tað var tá Fólkatingið
varð sett, at forsætisráð-
harrin segði donsku stjórn-
ina verða sinnaða at við-
gera eina skipan, har »det
færøske og det grønlandske
landsstyre bliver bemynd-
iget til at handle på rigets
vegne i sådanne mellem-
folkelige anliggender, der
alene angår Færøerne hen-
holdsvis Grønland«, sum
hann málbar seg.
Við støði í hesum lyfti
hevur Føroya Landsstýri
søkt donsku stjórnina um,
at Føroyar og Grønland upp
á skift hava formansskapin
í altjóða hvalaveiðinevndini
IWC. Hesum hevur danska
stjórnin síðan noktað.
Lógaruppskot fyrst
Málið undrar Tórbjørn Jac-
obsen fólkatingsmann, tí
hann metir, at tað bara er í
Føroyum og Grønlandi, at
hvalaveiða hevur áhuga og
yvirhøvur er aktuell í
danska ríkinum. Hann setti
tí
forsætisráðharranum
spurningar um, hví stjórnin
ikki er gingin føroyska
ynskinum á møti.
Forsætisráðharrin vísir í
sínum svari á, at arbeitt
verður við at gera eitt ítøki-
ligt lógargrundarlag, sum
gevur
heimastýrunum
heimild at handla ríkisins
vegna í altjóða spurning-
um, men arbeiðið er ikki
liðugt enn, sigur hann.
Stjórnin ætlar at leggja
málið fyri landsstýrini í
Føroyum og Grønlandi.
Síðan fer hon at leggja eitt
lógaruppskot um nýskipan
á økinum fram, og Fólka-
tingið fær soleiðis møgu-
leikan at viðgera og taka
støðu til eitt ítøkilig upp-
skot um at loyva heima-
stýrinum ein virknari lut í
uttanríkispolitikki,
sum
annars er danskt málsøki.
Eisini danskt mál
Danski forsætisráðharrin er
annars ikki samdur við Tór-
bjørn Jacobsen um, at tað
bert er í Føroyum og Grøn-
landi, at tað er áhugi fyri
hvalaveiði í danska ríki-
num.
Í svarinum sigur hann, at
eisini í Danmark og í
Fólkatinginum er stórur
áhugi fyri hvalaveiði. »
Dette gælder såvel spørgs-
målet om en bæredygtig
udnyttelse
af
havets
ressourcer som handelen
med truede dyrearter,« sig-
ur Anders Fogh Rasmussen
forsætisráharri.
Gestur Hovgaard og hinir granskararnir á økisdeplinum fáa
góð skotsmál fyri sína gransking
Altjóða virkisføri má bíða
Rótleys tøgn
Forlagið Agn gevur í hesum døgum út yrkingasavnið
Rótleys tøgn av Hákun
Spott. Tað er Niels Uni Dam sum hevur skrivað
savnið.
Hákun Spott er ein tonktur persónur og savnið er
skrivað frá hansara sjónarmiðum.
Hetta er næsta yrkingasavn sum Niels Uni gevur út,
tað fyrsta Nudlar kom út í 1994, og tá var tað undir
navninum Sívar á Seiðabergi.
Rótleys tøgn kom út í sambandi við bókadagin í
Norðurlandahúsinum, har yrkjarin eisini læs brot úr
savninum.
Bókamiðsølan stendur fyri útbreiðsluni av savni-
num, savnið er 40 blaðsíður og kostar 60 kr.
– Granskingardepilin til økismenning húsast í
gomlu politistøðini í Klaksvík. Harumframt
heldur hann eisini partvíst til í Vági.
– Tríggir granskarar arbeiða í Klaksvík og tveir í
Vági.
– Endamálið við granskingardeplinum er at útinna
og menna samfelagsvísindaliga gransking, ser-
liga við økismenning huga, og at menna vitan og
førleika innan økismenning.
– Fyrstu trý árini er granskað í trimum høvuðs-
evnum. Í 2000: Vinnulívsmenning eftir búskap-
arkreppuna. Í 2001: Kommunur og bygdasam-
feløg. Í 2002: Ungdómur og útjaðarin.
– Depilin hevur latið fleiri útgávur úr hondum.
Ein bók "The restructuring of the faroese econo-
my" og fleiri frágreiðingar og smárit eru komin
út.
– Fyribils er talan um eina verkætlan, sum tekur
trý ár.
Fakta
C
M
Y
K
3
2