Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. desember 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 233 - 4. desember 2002 Nr. 233 - 4. desember 2002 5 The Faroes Partnership is committed to explore for oil and gas in Faroese waters. We believe that our work will be a milestone in a process which opens a new window of opportunities for The Fareos Partnership, the Faroese industry and the society as a whole. Partnership is key because we believe that a prerequisite for success in any area is close cooperaton with local industry and the community. Partnership is key The Faroes Partnership The Faroes Partnership P.O.Box 3188, FO-110 Tórshavn, Tel. +298 31 80 60, Fax +298 31 74 80 Sosialurin 311820 Nakað um virksemi á oljuøkinum og samband við loyvishavarar Eyðun Elttør, landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum Tá fyrstu boringarnar á før- oyskum øki, vórðu gjørdar í fjør, fluttu vit okkum sam- stundis frá einum forkann- ingarskeiði inn í eitt leiti- skeið. Og nú eitt gott ár er farið, síðani tær boringar- nar vórðu gjørdar, hava vit eisini fingið nakað av royndum viðvíkjandi viður- skiftum, ið hava tilknðti til eitt leitiskeið, hóast eitt ár sjálvandi ikki er nógv at tosa um í oljuhøpi. Royndirnar vit hava til- ognað okkum hetta árið, eru sjálvandi merktar av tí virksemi, ið verið hevur hetta tíðarskeiðið. Onkur vil kanska heldur siga manglandi virksemi. Men hóast ongin boring hevur verið hetta árið, og bara einstakar seismiskar kann- ingar eru gjørdar her á øki- num, merkir tað kortini ikki, at onki annað er hent. Tvørturímóti er nógv arb- eiði gjørt, og vit eru komin fitt petti víðari móti máli- num, sum jú er at finna kol- vetni í rakstrarverdum nøgdum. Farna árið er m.a. merkt av, at úrslitini frá boringun- um í fjør, vóru ikki tað, fleiri høvdu væntað. Sjálv- ur hevði eg kanska vónað at tað órealistiska skuldi henda, at rakt varð við rakstraverdar nøgdir bein- anvegin, men at sannlíkið fyri tí ikki var stórt, var ein eisini greiður yvir. Bæði millum loyvishavarar og vanliga føroyingin vóru tað kanska ikki so fá, ið høvdu væntað meira positiv úrslit enn tey, ið fyribils spurdust burturúr. Fyri hesi vóru úrslitini tí kanska meira at kalla vónbrot. Áhugin fyri føroyska økinum fall kanska nakað hjá summum loyvishavarum, meðan aðr- ir arbeiða víðari í góðum treysti við teimum úrslitun- um sum komu burturúr. Teir mest bjartskygdu før- oyingarnir og føroysku fyritøkurnar hava síðani fingið eina meira realist- iska mynd av, hvat oljuleit- ing eisini kann innibera. Ein av tðdningarmeiri uppgávunum hjá Oljumála- ráðnum er at tryggja, at tær ásetingar, sum eru í loyvun- um, verða fylgdar. Hetta er ikki minst neyðugt, um áhugin hjá onkrum loyvis- havarum fyri økinum skuldi víst seg at veið fall- andi. Ein av ásetingunum er viðvíkjandi jarðfrøðiligu arbeiðunum, loyvishavarar- nir hava átikið sær at gera. Uppgávur hesum viðvíkj- andi eru bæði at birta upp undir áhugan at gera tað arbeiðið, sum tey hava átik- ið sær, og at fylgja við í tí útgreiningararbeiðinum, sum gjørt verður. Og hesar uppgávur hava ikki verið so lítlar, hóast tær ikki merkj- ast á sama hátt í føroyska samfelagnum, sum boring- ar. Loyvini, ið latin vórðu í 2000 galda fram til august 2006. Av teimum átta brunnunum, loyvishavarar- nir átóku sær at bora, eru sum kunnugt higartil tríggir boraðir. Eftir ætlan verður ein boraður komandi ár, so teir fðra seinastu í hesum umfarinum verða helst bor- aðir í 2004 og 2005. Tað merkir so, at eitt stórt arb- eiði liggur fyri framman at viðgera boriumsóknir og síðani at luttaka í uppfylg- ingar- og útgreiningarar- beiðinum, ið kann væntast at økjast, so hvørt fleiri brunnar og fleiri úrslit koma aftrat. Umframt tey uppfylging- ararbeiði, ið hava tilknðti til boringarnar, verður eisini annað jarðfrøðiligt arbeiði gjørt. Her kann m.a. nevn- ast vísindaliga arbeiðið, sum verður gjørt í sam- starvi millum loyvishavar- arnar og Jarðfrøðisavnið, viðvíkjandi basalttrupul- leikanum. Tað arbeiðið snðr seg um at royna at loysa trupulleikan við at fáa seismisku signalini gjøgn- um basaltið og at kunna bora gjøgnum basaltið fyri ein kostnað, sum er mun- andi minni, enn hann er í dag. Og júst hetta kann koma at vísa seg at hava stór perspektiv fyri leiting eftir kolvetnum í føroysk- um øki. Stórur dentur verður lagdur á, at tað eru føroy- ingar, sum skulu kunna góðkenna framferðarháttin, ið nðttur verður í samband við oljuleiting í Føroyum. M.a. hevur verið kravt, at tað skal verða rímiliga lætt at koma í samband við loyvishavarnar, og at opera- tørarnir skulu hava skriv- stovu her. Tá boringarnar vóru her í fjør, vóru skriv- stovurnar eisini mannaðar við fólki, sum høvdu ábyrgd av boringunum, so lætt var hjá føroyskum myndugleikum at koma í samband við tey. Tað var tó eitt sindur ymist, hvussu nógv fólk operatørarnir høvdu valt at hava í Føroy- um. Hetta, saman við øðr- um, kundi møguliga verið tulkað sum ein ábending um, hvussu ymiskir loyvis- havararnir eru - eisini tá tað snðr seg um hugburð við- víkjandi tí at virka í Føroy- um og fyri Føroyar. Vit skulu halda fast við, at tað eru føroyingar sum seta dagsskránna viðvíkj- andi oljuleiting í Føroyum. Tó skulu vit eisini hava í huga, at vit eru í kapping við onnur oljuøki í heimi- num. Oljuøki, har væl stytt- ri er millum fundini, enn tað er á okkara leiðum. Tað er skilligt, at tey økini ofta standa frammanfyri før- oyska økið, tá tær avmark- aðu upphæddirnar, ið verða settar av til leiting, skulu býtast. Sum heild hevur sam- starvið við loyvishavarar- nar gingið væl, men tað er neyðugt, at vit støðugt vísa á, at tær skyldur, ið teir hava átikið sær, skulu yvir- haldast. At fáa tær ítøkiligu skyldurnar at verða yvir- hildnar, verður vónandi ikki trupult, men ein fyri- treyt er, at vit allatíðina virka fyri, at rætti hugburð- urin er til staðar. Í samband við boringar- nar í fjør varð frá ymsum síðum víst á, at tað tóktist, sum hugburðurin til at geva føroyskum fyritøkum møguleika at koma við í virksemið var eitt sindur ivasamur. Hvørt so var, ella føroyskar fyritøkur høvdu eina órealistiska meting av sínum møguleikum, veit eg ikki, men eg haldi meg hava orsøk til at vænta, at Agip og Føroya Kolvetni, sum standa fyri næstu bor- ingini, hava ein positivan hugburð í so máta. Og við røttum hugburði frá loyvis- havaranum og realistiskum metingum frá føroyskari síðu, meti eg, at útgangs- støðið fyri eini nøktandi føroyskari luttøku skuldi ikki verið av leið. Ikki minst tá havt verður í huga, at teir fimm eftirverandi brunnarnir helst fara at verða boraðir ár um ár, tvs. at vit helst fáa eini trð ár á rað við boringum. Hetta farna árið hevur so- leiðis víst okkum, at um- framt tær ítøkiligu áseting- arnar í loyvunum, hevur áhugin hjá loyvishavarun- um fyri føroyska økinum stóran tðdning fyri, hvat spyrst burturúr hesum leiti- skeiðnum. Tað er tí avger- andi, at vit framhaldandi brúka kreftir uppá at birta uppundir áhugan hjá loyvishavarunum og fáa eina framhaldandi skila- góða leiting. Umframt arbeiðið í sam- band við verandi loyvi, fer eisini at vera hugt eftir framtíðini. At leita eftir kolvetnum er ein framhald- andi tilgongd, og oljufeløg leggja sítt virksemi til rætt- is bæði útfrá styttri ætlan- um, men eisini útfrá meira langsiktaðum ætlanum. Nú nakað av fyrsta loyvisum- farinum er runnið, eru olju- feløg farin at spyrja seg fyri við atliti til, nær annað loyvisumfar kann væntast. Eg havi tí biðið umsitingina um at kanna ymisk viður- skifti í tí sambandi. Eyðun Elttør landsstðrismaður Atlantsflog fer at bjóða seg fram til komandi oljuvirk- semi undir Føroyum. Felagið hevur royndir frá tí virksemi, sum var í fjør, sigur stjórin FLOGFERÐSLA Edvard Joensen –Vit vóna at kunna halda fram við tí samstarvi, vit hava havt við oljuvinnuna, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi. Vit hava royndir bæði við flogfari og tyrlu, og tær ætla vit at brúka sum aktiv, tá bjóðast skal av aftur. Hann sigur, at enn vita tey einki um nakað møgu- ligt samstarv við oljuvinn- una. Tað er líkasum »grounded« í løtuni, vísir hann á. Magni Arge sigur, at sær vitandi hevur AGIP, sum skal undir næstu leitingina, ikki byrjað nakrar samráð- ingar enn. Men sjálvsagt er, at Atlantsflog fer at liggja framvið, sum eisini gjørt verður alla tíðina. Hann metir tað sum ein fyrimun, at felagið hevur royndir bæði við ferða- fólkaflutningi millum lond, tyrluflutningi til og frá boripallunum eins og SAR tænastuni. Hann sigur, at ymiskt bendir á, at AGIP hevur gjørt av, hvønn pall ætlanin er at brúka til komandi leit- ing, eins og nær farið verð- ur at bora. –Eitt passandi høvi at kunngerða tað man fara at vera á oljuráðstevnuni, sum verður, væntar hann. Magni Arge vísir á, at At- lantsflog hevur havt fram- haldandi samstarv við olju- vinnuna hóast ongar leit- ingar hava verið. Sum dømi vísir hann til Aberdeen rut- una, sum hann ikki heldur hevði verið møgulig, uttan oljufeløgini, sum hann tek- ur til. Men greitt er, at Atlants- flog kann ikki grunda sína tilveru á oljuvinnuna burt- urav. Og tað ger felagið heldur ikki. Men gott íkast er hon, oljuvinnan, og Atlantsflog metir seg avgjørt hava nak- að at bjóða henni eisini Tú skal vera tolin og áhaldandi, skalt tú koma við í oljuvinn- una. Tað verður ikki eftir einum degi, at tú kanst blanda teg upp í elituna, sigur nevnd- arformaðurin í Før- oya Oljuvinnufelag OLJURÁÐSTEVNA Edvard Joensen Áhugin fyri økinum av- speglar virksemið. Og virk- semið hevur verið heldur slakari nú eina tíð, enn tá tað var upp á tað besta, meðan leitað varð undir Føroyum, sigur Magni Arge, nevndarformaður í Føroya Oljuvinnufelag. Hann sigur, at feløgini, sum høvdu virksemi undir Føroyum, hava staðfest, at føroyingar væl kunnu gera seg galdandi á økinum. Á sama hátt tykjast før- oyingar heldur ikki at ræð- ast oljuvinnuna yvirhøvur. Teir halda seg til og tora at blanda seg uppí. Um ráðstevnuna, sum hildin verður, sigur Magni Arge, at tað er umráðandi at fáa gjørt støðuna upp við jøvnum millumbilum. –Teir relevantu partarnir skulu fáast á vøllin, sum hann sigur. Og teir eru í hesum førinum Oljumála- ráðið, oljufeløgini og veit- arar yvirhøvur. Løtan er hóskandi nú móti ársenda, tí nú fer iva- leyst at bera til at fáa líka- sum eina uppgerð, sam- stundis sum ætlanir fyri komandi ár kunnu leggjast fram, heldur hann. Magni Arge væntar yms- ar áhugaverdar framløgur á ráðstevnuni. Eitt nú fer aðalstjórin í Oljumálaráð- num, Herálvur Joensen, at siga frá um komandi leit- ingarumfar. Annað umfar, sum lítið er kent enn, sigur Magni Arge. Okkurt verður at frætta fra leintingum í Norður Noreg, eins og føroyskir luttakrar á ráðstevnuni eis- ini fara at koma við onkr- um innleggi, sigur hann. Vilja brúka royndirnar Krevur tol og áhaldni C M Y K 5-1 4-1