mikudagur 4. desember 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 233 - 4. desember 2002
Nr. 233 - 4. desember 2002
5
OLJURÁÐSTEVNA
Jan Müller
Meiri enn 200 fólk hava
teknað seg til oljuráðstevn-
una, sum verður hildin í
Norðurlandahúsinum allan
mikudagin. Hetta er 3. ferð,
at Oljuvinnufelagið undir
Vinnuhúsinum skipar fyri
slíkari ráðstevnu, sum helst
fer at verða fastur táttur
hesa ársins tíð, soleingi
leitað verður eftir kolvetn-
um á landgrunnum og útlit
eru fyri oljufundum og
fylgjandi framleiðslu. Av tí
at lítið virksemi hevur verið
á landgrunninum í eina tíð
og tí bert ein brunnur skal
borast næsta ár er avgjørt,
at ráðstevnan bert skal vara
í ein dag. Skráin er tó bæði
fjølbroytt og áhugaverd.
OFFSHORE
FAROES 2002
Ráðstevnan byrjar klokkan
9:00 við nøkrum orðum frá
Eyðun Elttør, landsstýris-
maður í oljumálum.
Nógv
ymiskt
er
á
skránni. Millum annað fara
øll oljufyristøðufeløgini í
Føroyum at gera status.
Serliga áhugavert verður at
hoyra, hvat Agip fer at siga.
Tað verður bara ein brunn-
ur boraður næsta ár, og tað
er Agip, sum stendur fyri
honum.
Í sambandi við oljuráð-
stevnuna koma eisini um-
boð fyri Dolphin Drilling
til Føroya. Dolphin Drilling
er felagið, sum Agip hevur
gjørt sáttmála við, um at
bora brunnin næsta ár. Iain
Mitchell, Senior Vice Presi-
dent Marketing, fer at um-
boða Dolpin Drilling á ráð-
stevnuni.
Martin Heinesen, stjóri á
Jarðfrøðissavninum, fer at
greiða frá, hvussu gongst
við menningini at sleppa
ígjøgnum basaltið. Bæði tá
tað kemur til at skjóta seis-
mikk og tá tað kemur til at
bora ígjøgnum basalt. Lars
Bæksgaard, formaður í
Sindri, fer eisini at geva ein
status, millum annað av
boringini í Glyvursnesi. Og
tíl síðst í hesum partinum,
fer Herálvur Joensen, aðal-
stjóri í Oljumálaráðnum, at
siga nøkur orð um næstu
útbjóðingarrundu.
Seinnapartin verður sett
fokus á risastóra norksa
LNG-gass projektið í Norð-
urnoregi. Snøvit. Eisini
fara vit at hoyra nakað um
føroysku royndirnar at ger-
ast partur av oljumenning-
ini í útlandinum. Har fara
m.a. Wilhelm Petersen frá
Atlants Kolvetni og Magni
Arge frá Oljuvinnufelag-
num at leggja fyri.
OLJA
Jan Müller
Tey 14 oljufeløgini, sum
eru við í leitingini eftir kol-
vetni á føroyska land-
grunninum, høvdu fund á
Hotel Føroyum í gjár. Fel-
øgini, sum hava skipað seg
í eitt áhugafelag, FOIB,
viðgjørdu
arbeiðspro-
grammið fyri næsta ár og
budgettið.
Ben Arabo,
stjóri í Amerada Hess og
formaður
í
felagnum,
sigur,
at
feløgini
samstarva, har tey hava
felags áhugamál. Spurn-
ingar, sum verða raðfestir
høg, eru vísindaligar kann-
ingar m.a. í sambandi við
leiting á føroyska land-
grunninum, og tað eru mál,
sum viðvíkja umhvørvi,
trygd og jarðfrøði. Í FOIB
eru so fimm ymiskir undir-
bólkar, sum taka sær av
teimum ymsu økjunum.
Felagsskapurin er avloysari
hjá GEM, sum upprunaliga
varð stovnað til burturav at
taka sær av umhvørvis-
spurningum. Tað er tó
framvegis ein týðandi part-
ur av arbeiðinum hjá
FOIB. Fundurin er lagdur í
Havn í sambandi við, at
Oljuvinnufelagið
undir
Vinnuhúsinum skipar fyri
oljuráðstevnu í Norður-
landahúsinum í dag.
Frá oljuráðstevnuni í
Norðurlandahúsinum í fjør.
Meira enn 200 til oljuráðstevnu
Umboð fyri tey 14 feløgini í FOIB, sum er felags andlitið hjá oljufeløgunum úteftir, hittust í gjár á fundi í Havn.
Mynd Jens K Vang
Oljufeløg seta 2003 út í kortið
Munur á
Samanbering av út-
boðum av fylgisveina-
rásum
SJÓNVARP
Heri á Rógvi
Nú Televarið byrjar at
senda í vikuni fer hetta at
merkja kapping á markn-
aðinum fyri fylgisveinarás-
ir.
Vit fara her at gera ein
lítla samanbering millum
tveir av útbjóðarunum –
Canal Digital og so Tele-
varpið.
Canal Digital, ið norska
Telenor eigur, bjóðar fylgi-
sveinarásir til føroyingar.
Seinni árini er Canal Digi-
tal vorðið ómetaliga væl
umtókt í Føroyum, og
kundatalið hjá teimum skal
vera fleiri túsund, hóast
hetta talið ikki er váttað
nakrastaðni.
Televarpið fer uttan iva at
geva Canal Digital ein
skarpan gang í kappingini.
Hóast útboðini hjá Canal
Digital og Televarpið líkj-
ast, so eru fleiri munir á.
Eitt nú er talan partvíst um
heilt øðrvísi útgerð, ið skal
til.
Vit hyggja eitt sindur
nærri at.
Rásirnar
Sum nevnt í grein fyri
nøkrum vikum síðani er út-
boðið av rásum hjá Canal
Digital og Televarpinum
rættiliga líkt.
Munurin er serliga tann,
at kapasiteturin hjá Canal
Digital er væl størri enn
tann hjá Televarpinum.
Við verandi bandbreidd
kann Televarpið illa seta
nakra rás afturat, uttan so at
ein verður tikin burtur. Hó-
ast Televarpið í framtíðini
sigur seg fara at arbeiða
framímóti betringum á hes-
um økinum, so taka vit
støði í verandi støðu.
Skoða vit einans eftir
talinum av rásum, so slær
Canal Digital Televarpið í
gólvið.
Kapasiteturin hjá Tele-
varpinum er í løtuni so væl
nýttur, at pláss higartil ikki
hevur verið fyri útvarpsrás-
um, sum einans krevja at
brotpart av tí bandbreidd, ið
skal til sjónvarp.
Útvarpsrásir eigur Canal
Digital einar tjúgu av, um tú
altso hevur hug at rinda fyri
tær.
Men sum nevnt, útboðið
líkist sær hjá báðum.
Báðir veitararnir hava eitt
útboð av undirhalds, films,
barna, tíðindarásum osfr.
Televarpið hevur God
Channel afturat í mun til
Canal Digital. Umframt
hevur Televarpið eisini SvF
og sína Info rás, sum fer at
eita Rás 1.
Canal Digital hevur rásir
sum eitt nú TV2 Zulu, DK4
Nickelodeon umframt aðr-
ar.
Hjá báðum útbjóðarum
verða rásirnr bjóðaðar í
pakkum. Pakkarnir eru eis-
ini sum vera mann sera
meinlíkir.
Samanbera vit pakkarnar
family hjá Canal Digital og
Televarpspakkan hjá Tele-
varpinum, sum kunnu met-
ast sum eitt slag av grund-
pakka, síggja vit, at inni-
haldið líkist sera nógv.
Munurin er onkur donsk
rás, onkur og okkurt, sum
bert verður sent seint á
kvøldið. Eisini hava teir
Pay Per View møguleikar.
Báðir útbjóðararnir hava
ein pakka, har teir leggja
Canal+ afturat. Har hevur
Canal Digital eina rás fleiri.
Canal+ Zap, sum bert send-
ir alternativa ítróttardystir
fáar tímar um vikuna, telist
eisini millum rásirnar hjá
Canal Digital.
Canal Digtal hevur um-
framt nakrar rásir afturat.
Síggja vit burtur frá DR,
hevur Televarpið eina rás,
MUTV – Manchester Uni-
ted Television, sum eyka
rás. Hon er við í stóra
pakkanum hjá Canal Digi-
tal, Entertain.
Canal Digital hevur so
eisini aðrar rásir, har gjald-
ast skal fyri hvørja sær.
Munurin er so eisini tann,
at Canal Digital so við og
við oftani kemur við nýggj-
um tilboðum ella rásum, og
tær taka eisini burturúr av
og á.
Prísir og ársgjald
Fyri at vera kundi hjá Tele-
varpinum skalt tú gjalda
150 kr. tvær ferðir um árið
fyri leigu av korti. Ì alt 300
kr. Hetta sama gjald er 390
kr. hjá Canal Digital.
Í skrivandi stund eru allir
prísirnir hjá Televarpinum
ikki vorðnir greiðir. Tað er
heldur vist, at DR1 og DR2
vera við frá byrjan.
Sum tað sæst aðrastaðni
á síðuni er munur á prísun-
um.
Annars nýta bæði Tele-
varpið og Canal Digital
sjálvvirkandi skipanir til
gjaldingar.
Ein pakki er eisini hjá
Canal Digital, ið kallast lo-
kal.
Hann
inniheldur
danskar rásir. Hesin pakkin
er fyri so vítt ókeypis, men
føroyingur mugu gjalda
2.062 kr. árliga fyri at
síggja DR1 og DR2. Velur
tú bara pakkan lokal, so
skalt tú eisini av við eitt
munandi størri ársgjald.
Televarpið samráðist í
løtuni við DR um lagaligari
prísir enn teir, ið Canal
Digital hevur fingið.
Skal mann trúgva Canal
Digital, fara teir eisini at
kunna bjóða lægri prísir,
um Televarpið fær loyvi til
tess.
Canal Digital kemur av-
sláttur til føroyskar, tí mót-
tøkuviðurskiftini eru so
mikið vánalig í Føroyum, at
tað krevur rímiliga dýra út-
gerð, um tað skalt síggja
alt.
Eftir hvat skilst nýtir
nógvir
føroyingar
tann
møguleikan at skráseta seg
í Danmark á ein ella annan
hátt og á henda hátt fáa DR
so gott sum ókeypis. Havast
skal í huga, at ert tú skrá-
setur sum kundi í Danmark,
so mást tú eisini gjalda full-
an prís, og tú fært ikki før-
oyska avslátturin. Ivasamt
er tó, um hetta er so reiði-
ligt at gera.
Útgerð
Tann størsta munin hjá báð-
um útbjóðarunum finna vit
í útgerðini. Her eigur Tele-
varpið ein stóran fyrimun.
Fylgisveinarnir hjá Canal
Digital standa soleiðis, at
tað er sera trupult at síggja
allar rásirnar í Føroyum.
Eftir hvat vit hava fingið
upplýst, er neyðugt við ein-
ari skál við 2 metur tvør-
máti, um tú skalt síggja all-
ar rásirnar. Ein sovorðin
kostar eitt stað millum 5 og
6.000 kr. Skálirnar, ið oftast
verða seldar í tilboðunum
frá Canal Digital, kosta
1.000-1.200 kr. og eru 1m í
tvørmát.
Av hesi somu orsøk hev-
ur Canal Digital givið før-
oyskum kundum avsláttur.
Hjá Televarpið skalt tú
eisini hava eina anntennu.
Talan er um eina UHF ann-
tennu, ið nógv húski nýta –
kanska mest í høvuðsstað-
num.
Talgildir móttakara skulu
í báðum førum nýtast, og
kostnaðurin fyri hendan hjá
Televarpinum er vegleið-
andi 2.195 kr. Hjá Canal
Digital
kann
prísurin
svinga rættiliga nógv, tí út-
boðið er breitt.
Skalt tú keypa tær útgerð
at taka Canal Digital niður
við, skalt tú eisini keypa
káplar og annað, sum geva
ein meirkostnað.
Hinvegin kanst tú venda
tí á høvdið og siga, at hevur
tú longu keypt tær parabol
útgerð, so skalt tú av við
umleið. 4.000 kr. afturat
fyri at síggja allar rásirnar
hjá Canal Digital í mun til
Televarpið.
Í alt
Samanumtikið fara vit ikki
her at gera nakra niður-
støðu fyri nakran. Enn er
Televarpið so mikið nýtt og
lítið útbreitt, at samanber-
ingsgrundarlagið bara er
viðkomandi fyri ein part av
føroyingum.
Fólk
eiga
kanska longu útgerð til
Canal Digital ella eiga fólk
útgerð, sum við einum mót-
takara kann setat til Tele-
varpið. Tað kann vera so
ymiskt.
Greitt er, at Canal Digital
eigur fleiri rásir, men tað
krevur oftast størri útgerð,
skalt tú síggja allar hesar.
Í øllum førum er talan
um tveir útbjóðarar, sum
hava sett sær fyri at kapp-
ast, og teir at koma brúkar-
unum til góðar.
Rásirnar hjá
Canal Digital
Entertain
(299 kr./mánaðin):*
- Adult
- Animal Planet
- BBC Prime
- BBC World
- CANAL+
- CANAL+ BLÅ
- CANAL+ GUL
- CANAL+ ZAP
- Cartoon Network
- CNBC Nordic
- CNN International
- DanToto
- Discovery Channel
- dk4
- DR1(Eykagjald í
Føroyum fyri DR
2.062 kr. um árið)
- DR2
- E!
- Eurosport
- Eurosport News
- Fox Kids
- Hallmark
- KIOSK
(Pay Per View)
- MTV Nordic
- Music Choice (um-
leið 20 útvarpsrásir)
- MUTV
- National Geographic
- Nickelodeon
- Radio 2
- Sky News
- Travel Channel
- TCM
- TV 2 Zulu
- TvDanmark 1
- TvDanmark 2
- VH1
- VH1 Classic
Adventure pakki
(69 kr./mðn.)*
- Adventure 1
- Discovery Sci-Trek
- Discovery Civilisat-
ion
- Discovery Travel &
Adventure.
Aðrar rásir
(Gjaldast hvør sær)*
- Private Gold
- TV Finland
*Fyri at síggja allar rás-
irnar krevst oftast stór
móttakaraskál. Avslátt-
ur verður givin til før-
oyskar kundar – líka-
mikið útgerð.
Rásirnar hjá
Televarpinum
Televarpspakkin
(179 kr./mánaðin):
- BBC World
- BBC Prime
- CNN
- TCM/Cartoon Net-
work (felagsrás)
- TvDanmark 1
- TvDanmark 2
- Discovery
- Animal Planet
- CNBC Nordic / Nat-
ional Geographic Ch.
(felagsrás)
- Fox Kids/Hallmark
(felagsrás)
- Eurosport
- Eurosport News
- VH1
- VH1 Classic
- MTV
- God Channel
- SvF
- Info
Pakki við DR:
- DR 1
- DR 2
Pakki við Canal+ :
- Canal+
- Canal+ Gul
- Canal+ Blå
Pakki við MUTV(50
kr./mðn):
- MUTV
Eins og fjarstýringini á
sjónvarpinum snýr tað seg
um at velja í hesum døgum.
Mynd: Jens Kristian Vang.
C
M
Y
K
5
4