mikudagur 4. desember 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 233 - 4. desember 2002
Nr. 233 - 4. desember 2002
7
Umhvørvismedvit er ein fortreyt
Heilsufrøðiliga
starvsstovan metir, at
virksemið í sambandi
við oljuboring, sum
higartil hevur verið í
Føroyum, er fult for-
svarligt, og at føroysk
virki kundu lært av
oljufeløgunum. Tær
umhvørvisligu treyt-
ir, sum eru settar
oljufeløgunum eru
ájavnt við tær, sum
verða settar í okkara
grannalondum.
Tey oljufeløg, sum
hava royndarborað á
føroyskum øki hava
víst, at tey eru tilvitað
um umhvørvið. Olju-
feløgini hava sokall-
aðar umhvørvisstýri-
skipanir, sum m.a.
byggja á, at virki
sjálvi hava ein orðað-
an umhvørvispoli-
tikk, umhvørvismál
og mannagongdir fyri
umhvørvisvernd
SUNI PETERSEN
Umhvørvisdeildin
á Heilsufrøðiligu
starvsstovuni
Fyrireiking til
oljuvinnuna
Tá avgerð var tikin um at
farast skuldi undir oljuleit-
ing í Føroyum, máttu før-
oyskir umhvørvismyndug-
leikar fyrireika seg til at
taka ímóti oljuvinnuni.
Umhvørvisdeildin
á
Heilsufrøðiligu
starvs-
stovuni hevur samstarvað
við umhvørvismyndugleik-
arnar í okkara grannalond-
um, og er okkara fyrisiting í
stóran mun bygd á teirra
royndir, serliga tær norsku.
Kunngerðir og reglur eru
gjørdar fyri oljuvinnuna.
Serliga
kunnu
nevnast
kunngerðin um nðtslu og
burturbeining av evnum og
tilfari frá havstøðum og
kunngerðin
um
heilsu,
trygd og umhvørvi í sam-
band við leitivirksemi, sum
báðar komu í 2001. Hesar
kunngerðir seta treytir fyri
hvussu
virksemið
skal
skipast, um nðtslu av
kemiskum evnum o.a.
Eisini verður m.a. kravt,
at áðrenn oljuleitingin byrj-
ar, skal gerast ein um-
hvørvisfylgjumeting, har
oljufeløgini skulu gera
metingar av hvørjar avleið-
ingar virksemið kann hava
á náttúru og umhvørvi, og
hvussu virksemið kann fara
fram umhvørvisliga for-
svarliga.
Útbjóðing av økjum
Áðrenn oljufeløgini fingu
tillutað øki til oljuleiting,
var tað eitt krav, at tey
skuldu greiða okkum frá
teirra politikki, málum og
mannagongdum
á
um-
hvørvisøkinum. Í sambandi
við viðgerðina av umsókn-
unum varð stórur dentur
lagdur á umhvørvisførleik-
an hjá feløgunum.
Saman við umsóknunum
um leitiloyvi var umfatandi
tilfar um náttúruna á øki-
num, sum søkt varð um,
umframt frágreiðingar um
møgulig kemisk evnu, sum
fóru at verða nðtt, burtur-
beiningarhættir o.a.
Loyvi til
royndarboringar
Sum kunnugt vóru tríggjar
royndarboringar í 2001, og
hevði
Heilsufrøðiliga
starvsstovan ábyrgd av at
virksemið fór fram á ein
umhvørvisliga nøktandi og
tryggan hátt. Oljufeløgini
skuldu hava góðkenning frá
Heilsufrøðiligu
starvs-
stovuni áðrenn boringarnar
byrjaðu.
Bert evni, sum ikki eru
skaðilig
fyri
náttúruna
vórðu góðkend. Í viðgerð-
ini av umsóknunum hevur
Heilsufrøðiliga starvsstov-
an hildið seg til altjóða
reglur um nðtslu av kemi-
kalium í sambandi við bor-
ing. Hetta er tann sonevndi
OSPAR sáttmálin til verju
av havumhvørvinum í land-
nyrðingsatlantshavinum,
sum Føroyar tóku undir við
í 1998. Nevnast kann, at
Føroyar vóru eitt av fyrstu
londunum, sum nðtti tær
nðggju reglurnar um góð-
kenning av evnum í sam-
bandi við boring, sum
komu í gildi í 2000.
Umhvørviskanningar
Fyri at fáa eitt grundarlag
at fylgja við í um virksemið
ávirkar umhvørvið, kravdi
Heilsufrøðiliga starvsstov-
an at oljufeløgini gjørdu
lívfrøðiligar og evnafrøði-
ligar kanningar av hav-
botninum áðrenn oljuleit-
ingin byrjaði.
Á sumri í 2001 gjørdu øll
oljufeløgini í felag eina
kanning av tí samlaða øki-
num har boringarnar fóru
fram. Harumframt hevur
hvørt einstakt oljufelag
kannað og lýst umhvørvið
nærhendis sjálvum brunni-
num, bæði áðrenn og aftaná
boringina.
Eftirlit
Heilsufrøðiliga starvsstov-
an hevur, meðan boringar-
nar fóru fram, verið á eftir-
liti á boripallunum, har nðtt
evni, útbúnaður, manna-
gongdir o.a. vórðu kannað.
Úrslitið var í øllum trim-
um førum, at mannagongd-
ir og nðtt evni vóru í sam-
svari við tey givnu loyvini,
og at feløgini høvdu væl út-
bygdar skipanir til at ansa
eftir, at umhvørvið ikki
verður dálkað. Tað er ikki
óvanligt,
at
innanhýsis
krøvini hjá feløgunum eru
strangari enn myndugleika-
krøvini.
Heilsufrøðiliga starvsstovan
heldur virkssemi í sambandi
við oljuleitingina í Føroyum
verða fult forsvarligt
Felagið Atlantic
Supply Base í Runavík
hevur góðar vónir til
AGIP boringina
komandi ár. Lassi
Borðoy sigur tó, at
enn ganga nøkur ár,
áðrenn nakað
veruliga merkist til
árinini frá oljuvinnu í
Føroyum, so tað
krevst, at ein kann
finna sær ymiskt
annað at takast við,
meðan bíðað verður
OLJUVINNA
Dagfinn Olsen
Lassi Borðoy frá felagnum
Atlantic Supply Base sigur
seg hava stórar vónir til
AGIP boringina næsta ár.
- Vónirnar eru góðar. Og
at teir hava funnið olju
hinumegin markið ger jú, at
ein kann hava góðar vónir,
sigur Lassi Borðoy.
Hann ásannar tó, at enn
gongur rúm tíð, áðrenn
nakað veruliga merkist til
oljuvinnu í Føroyum.
- Eg er spentur uppá,
hvussu leikur fer, men talan
er ikki um løtuvinning, og
einki hendir heldur næsta
ár. Tað ganga nøkur ár,
áðrenn nakað hendir, sigur
Lassi Borðoy.
Sløkkja ljósið eina tíð
Spurdur, hvussu ein so
rekur eitt felag, sum Atlan-
tic Supply Base, tá bíðitíðin
er so long, sigur Lassi
Borðoy, at so er at steðga á
eina tíð.
- Neyðugt er at steðga
eina tíð. Ein má sløkkja
ljósið og fara í annað ar-
beiði, til klárt er at byrja
aftur, sigur Lassi Borðoy,
sum eisini er í hálvum
starvi sum sjómanskúla-
lærari.
- Vit arbeiða við at finna
ymiskt annað at bjóða og
arbeiða við, so vit t.d. hava
aðrar tænastur at bjóða,
men eru vit ikki komnir so
langt við hesum, sigur
Lassi Borðoy.
Neyðugt er at kunna um-
stilla seg og at duga eitt
sindur av hvørjum, men
Lassi Borðoy er greiður
yvir, at neyðugt er at standa
klárur alla tíðina, hóast
niðursetta ferð, tí annars
kann virksemið enda aðra-
staðni.
- Hava vit einki at bjóða,
tá oljan verður funnin, so er
eg bangin fyri, at teir fara
aðrar vegir við henni, og
einki kemur hendaveg. Tað
tekur langa tíð og leingi er
at bíða. Tó hevði eg ikki
roknað við, at tað fór at
taka so langa tíð, sum tað
hevur víst seg, sigur ein
ærligur Lassi Borðoy.
Hann
rekur
Atlantic
Supply Base í Runavík.
Felagið hevur í samstarvs-
avtalu við Runavíkar havn
ábyrgdina av allari útgerð-
ini av alskyns slag, sum
skal um føroyska bryggju-
kantin. Og føroyska út-
gerðarhavnin er samtykt at
liggja í Runavík, so tað er
ikki so lítið, sum er at taka
sær av, tá virksemi er.
Í løtuni er bíðitíð og
ljósið er ikki á fullum
blussi í Atlantic Supply
Base, men vónirnar eru
sera bjartar.
Bjartar
framtíðarvónir
um svarta gullið
Lassi Borðoy, stjóri
á oljuútgerðar-
støðini í Runavík
Á útgerðarstøðini í Runavík hevur verið stegður í eina tíð. Virksemið verður so aftur í juni
næsta ár
C
M
Y
K
7-1
6-1
VÁGAR AIRPORT
At the Airport, the following
offices and services are present:
Statens Luftfartsvæsen
Vagar Airport
FO-380 Sørvágur
Tel. (+298) 35 44 00 · Fax (+298) 35 44 01 · e-mail: ekvg@slv.dk
www.slv.dk/vagar