mikudagur 4. desember 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 233 - 4. desember 2002
Nr. 233 - 4. desember 2002
7
UTTAN ÚR HEIMI
Banna tubbaksreklamu
Ráðharraráðið hjá ES hevur samtykt at banna allari
tubbaksreklamu í útvarpi, bløðum og á alnótini.
Frammanundan er tað bannað at hava tubbaks-
reklamur í sjónvarpinum í ES-londunum.
Heilsumálaráðharrarnir í ES-londunum viðgjørdu
málið mánadagin, og aftan á fundin segði danski
heilsumálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, at
greiður meiriluti er fyri at reklamubanninum. Hann
fegnaðist serliga um, at nú verða somu reglur
galdandi í øllum londunum, tí frammanundan høvdu
summi lond longu bannað tubbaksreklamu í útvarpi,
bløðum og á alnótini.
Men limalondini hava góða tíð til at seta bannið í
verk, og tí hvørvur tann seinasta tubbaksreklaman
ikki fyrr enn í 2005.
Skiparin fekk sekkin
Skiparin á amerikanska kavbátinum USS "Oklahoma
City" hevur fingið sekkin, eftir at kavbátur hansara
stoytti saman við norska tangaskipið "Norman Lady"
tann 13. november.
Hvørki kavbáturin ella farmaskipið fingu stórvegis
skaða, tá tey stoyttu saman í Gibraltar-sundinum, men
amerikanska flotaleiðslan metir tilburðin at vera sera
álvarssaman. Ivaleyst hugsa amerikanarar um tilburð-
in, tá kavbáturin USS "Greenville" stoytti saman við
eitt japanskt fiskiskip í Kyrrahavinum í februar í fjør.
Níggju japanskir fiskimenn doyðu í samanstoytinum,
sum elvdi til stóra øsing í Japan.
Skiparin á USS "Greenville" varð eisini koyrdur í
land eftir tilburðin.
Doyðu í kulda
Tveir ungir dreingir úr afrikanska landinum Ghana
vórðu mánadagin funnir deyðir í einum hjólrúmi
undir einum ghanesiskum ferðamannaflogfari, sum
var komið úr Ghana til London. Tað var ein flog-
mekanikari, sum dann dreingirnar.
Myndugleikarnir í Ghana siga, at dreingirnir høvdu
fjalt seg í hjólrúminum, tí teir vildu sleppa til Bret-
lands, men hvussu tað eydnaðist teimum at sleppa inn
í rúmið, uttan at nakar á flogvøllinum varnaðist tað, er
ein gáta, sum myndugleikarnir nú royna at loysa.
At teir báðir dreingirnir doyðu, áðrenn flogfarið
kom vegin fram, undar ongan. Flogferðin úr Ghana til
London tekur seks tímar. Flogførini flúgva umleið
30.000 føtur uppi, og har frystir umleið 60 stig í
hjólrúmunum undir flogførunum.
Blaðstjóri í politikk
Blaðstjórin á danska blaðnum Berlingske Tidende,
Karsten Madsen, hevur gjørt av at fara úr starvinum,
tí hann ætlar at royna seg í politikki.
Karsten Madsen sigur, at hann hevur leingi
umhugsað at fara upp í politikk, og nú hevur hann so
gjørt av at royna at sleppa í ES-tingið. Hann er limur
í flokkinum Vinstra, men noyðist sjálvandi fyrst at
tryggja sær nóg stóra undirtøku til at verða
uppstillaður.
Tann 48 ára gamli Karsten Madsen hevur verið
blaðstjóri og aðalstjóri á Berlingske Tidende síðani 1.
oktober í fjør. Frammanundan var hann blaðstjóri á
Jydske Vestkysten.
66 farmaskip fáa nú
forboð fyri at sigla í
ES-sjógvi, tí tey lúka
ikki trygdarreglurnar.
SKIPAFERÐSLA
Árni Joensen
Oljuvanlukkan í Spania
hevur rættiliga loypt hvøkk
á myndugleikarnar í fleiri
ES-londum, og í gjár varð
fráboðað, at ES-nevndin
hevur givið 66 skipum
forboð fyri at sigla ígjøg-
num ES-sjógv. Roknað
verður við, at einkultskinn-
að oljutangaskip fáa eisini
forboð fyri at koma í ES-
sjógv í framtíðini.
26 av teimum bannlýstu
skipunum sigla undir turk-
iskum flaggi, 12 sigla undir
hentleikaflaggi hjá St. Vin-
cent í Karibiska Havinum,
og níggju skip hava kam-
bodiska flaggið í mastrini.
ES-nevndin
sigur,
at
ætlanin við avgerðini er at
noyða lond at fylgja gald-
andi altjóða reglum um
skipaferðslu og trygd á
sjónum, og ES-formaðurin,
Anders Fogh Rasmussen,
hevur sagt, at skipaferðslan
er eitt so álvarssamt mál, at
hon verður tikin upp til
viðgerðar á toppfundinum í
Keypmannahavn miðskeið-
is í mánaðinum.
At ES ber so skjótt at nú
kemst uttan iva av, at
spanski forsætisráðharrin,
Jose Maria Aznar, er undir
stórum politiskum trýsti í
heimlandinum
aftan
á
vanlukkuna við "Prestige".
66 skip sett á svartalista
ES-stórveldini Frak-
land og Týskland
skjóta nú upp, at øll
londini í samveldin-
um skulu hava somu
skattaskipan, men
uppskotið møtir mót-
støðu
SKATTAPOLITIKKUR
Árni Joensen
Uppskotið hjá Fraklandi og
Týsklandi er liður í roynd-
unum hjá teimum báðum
londunum
at
samskipa
fíggjarpolitikkin í øllum
ES-londunum.
Hesar
royndirnar
hava
møtt
harðari mótstøðu í øðrum
limalondum, og soleiðis
verður eisini við uppskotin-
um um felags skattaskipan.
Bretski forsætisráðharr-
in, Tony Blair, er millum
teirra, sum eru ímóti týsk-
franska uppskotinum, tí
eftir hansara tykki eiga
londini
at
umsita
sín
skattapolitikk hvør sær.
Bretska stjórnin vil heldur
hava eina kapping um tann
rætta skattapolitikkin held-
ur enn at laga seg eftir
skattinum í Týsklandi og
Fraklandi, sum er væl
hægri enn í Bretlandi.
Týskland og Frakland
hava boðað frá, at tey fara
at leggja skattauppskotið
fyri nevndina, sum situr og
arbeiðir við einum uppskoti
um at endurskoða allan ES-
bygnaðin. Hetta er í grund-
ini ikki í samsvari við ta
upprunaligu ætlanina um at
broyta bygnaðin, tí hon
umfatar ikki skattapolitikk-
in.
Skattauppskotið verður
uttan iva á borðinum, tá
franski forsetin, Jacques
Chirac, kemur til Berlin í
dag at tosa við Gerhard
Schrøder, kanslara. Hildið
verður, at teir báðir fara at
gera enn eina roynd at gera
greitt, at Týskland og Frak-
land meta seg vera odda-
londini í ES.
Eitt endamál við felags
fransk-týska uppskotinum
er at samskipa skattaregl-
urnar í limalondunum, so
skatturin hjá vinnufyritøk-
um verður tann sami í øll-
um londunum. Hetta skal
gerast fyri at sleppa undan,
at fyritøkur flyta til lond,
sum hava lægri vinnuskatt.
Írland, sum hevur lægsta
skattin í ES, hevur mangan
staðið fyri skotum, tí
fyritøkur gera sær dælt at
lága skattinum har.
Vilja hava sama skatt í ES-londunum
Samstundis sum
vápnaeftirlitsmennini
r hjá ST kannaðu eina
av borgunum hjá
Saddam Hussein,
segði George W. Bush,
at hann er ikki nøgd-
ur við tað, sum
irakski forsetin higar-
til hevur víst
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen
- Tey tekin, sum vit higartil
hava fingið úr Irak, eru ikki
nøktandi.
Hetta var fyrsta við-
merkingin hjá amerikanska
forsetanum, síðani vápna-
eftirlitsmenninir hjá ST
fóru til arbeiðis í Irak í
síðstu viku. Bush kom við
sínum viðmerkingum í
einari røðu í verjumála-
ráðnum Pentagon.
Hann tók uppaftur, at
irakski forsetin, Saddam
Hussein, skal leggja øll
kort á borðið innan tann 6.
desember, vil hann sleppa
undan kríggi.
- Í sambandi við kann-
ingarnar fer USA at vita,
um Saddam Hussein hevur
broytt sín framferðarhátt
seinastu ellivu árini. Hevur
hann gjørt av at samstarva
treytaleyst ella ikki? Tað,
sum vit higartil hava sæð,
bendir ikki á nakað á tað
borðið, segði Bush.
Bush var í Pentagon í
sambandi við, at hann júst
hevði staðfest eina lóg, sum
gevur hermegini 355 milli-
ardir dollarar at ráða yvir.
Bush er ikki nøgdur
– Leggur Irak ikki øll kort á borðið innan 6. desember, verður kríggj, sigur George W. Bush
Mynd: Reuters
Samráðingarnar
imillum Skipara- og
Navigatørfelagið um
yvirmenninar við
fiskiskipunum eru
slitnaðar
SÁTTMÁLA-
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
Enn er onki komið burturúr
samráðingunum ímillum
Skipara- og Navigatørfe-
lagið og Reiðarafelagið um
nýggjan sáttmála fyri yvir-
menninar við teimum før-
oysku fiskiskipunum.
Tvørturímóti er so langt
ímillum partarnar, at sam-
ráðingarnar eru slitnaðar,
so at tað var neyðugt at fáa
semingsmannin upp í.
Føroya
Skipara-
og
Navigatørfelag hevur sagt
sáttmálan við Føroya Reið-
arafelag upp at fara úr gildi
1. desembur 2002.
Sáttmálin umfatar skip-
arar og stýrimenn við øllum
fiskiskpunum.
Sìðani hava tveir fundir
verið millum feløgini í
samband við sáttmálan.
– Á fyrra fundinum, ið
var fyri eini viku síðani,
legði Føroya Skipara og
navigatørfelag síni krøv
fram og meiri hendi ikki á
tí fundinum, sigur Ellintur
Abrahamsen, formaður í
felagnum.
– Á seinna fundinum,
sum var í farnu viku, legði
Reiðarafelagið síni tilboð
og síni krøv fram og Na-
vigatørarnir boðaðu frá,
hvat tað bar til a góðtaka og
ikki.
Broytti undir-
skrivaðan sáttmála
Ellintur Abrahamsen sigur,
at Reiðarafelagið hevur
boðað frá, at tað vil ikki
samráðast, uttan so at
Skipara- og Navigatør fe-
lagið frásigur sær sátt-
málan, sum feløgini skriv-
aðu undir 12. januar 1999.
– Samstundis skuldu vit
váttað, at vit góðtóku at
samráðast út frá einum
sáttmála, sum Reiðara-
felagið hevur broytt aftan
á,a t hann varð skrivaður
undir.
Ellintur
Abrahamsen
greiðir frá, at tá ið sátt-
málin, sum nú er, varð
skrivaður undir, spurdi
hann, um tað ikki kundi
bera til at rætta sáttmálan,
var nakað komið skeivt
fyri.
– Tað vórðu umfatandi
broytingar gjørdir í sáttmál-
anum og tí hildu vit, at
møguleikin at rætta sátt-
málan skuldi vera til staðar,
vísti tað seg, at okkurt
mistak var gjørt.
– Tað vildi semings-
stovnurin ikki hoyra talan
um.
– Men nakrar dagar
seinni
komu
boð
frá
semingsstovninum um, at
onkrar broytingar vórðu
gjørdar, tí mistøk vórðu
gjørd í skrivaða tekstinum.
Í hesum sambandi tosaði
hvørki semingsstovnurin
ella Reiðarafelagið við
okkum.
– Formaðurin í Reiðara-
felagnum sigur, at endin
var, at Reiðarafelagið fór at
betala eftir tí broytta sátt-
málanum.
Tað endaði við sakar-
máli, har vit kravdu at sem-
ingsstovnin varð dømdur at
viðurkenna, at ein sáttmáli,
sum varð undirskrivaður,
kundi ikki broytast.
– Tað fingu vit viðhald í
frá Føroya Rætti. Og vit
bóðu tískil Reiðarafelagið
boðað limum sínum frá, atr
gjaldast skuldi eftir undir-
skrivaða sáttmálanum.
– Men tað broytti ikki
støðuna og krav liggur nú
inni um, at Reiðarafelagið
skal betala eftir tí, sum er
undirskrivað.
Eitt, sum Reiðarafelagið
broytti, var eykaparturin
hjá 2. stýrimanni við nóta-
skipum undir 1500 BRT.
Fyrr fingu teir 1/4 part
eyka, men í sáttmálanum,
vit hava skrivað undir, er
eykaparturin hækkaður til
1/2 part.
– Um aðrar eykapartar
stendur í undirskrivaða
sáttmálanum, at teir skulu
roknast av søluvirðinum,
men Reiðarafelagið vil
hava, at tað skal vera av
avlopinum, so at útreiðsl-
urnar skulu dragast frá
áðrenn, soleiðis sum gjørt
hevur verið frammanundan.
– Nú, vit koma aftur til
samráðingarn,
krevur
Reiðarafelagið, at vit skulu
samráðast út frá sáttmálan-
um við tí broyttu orðingini
og ikki útfrá sáttmálanum,
sum er undirskrivaður.
Ellintur
Abrahamssen
sigur, at tað kann Skipara-
og Navigatørfelagið ikki
góðtaka
– Tí boðaði vit Reiðara-
felagnum frá, at slepti tað
ikki kravinum, var ongin
møguleiki at koma longri
við samráðingunum og at
tað tí varð neyðugt at senda
boð eftir semingsmannin-
um.
Ellintur Abrahamsen sig-
ur, at sostatt varð sem-
ingsmaðurin boðsendur og
hann hevur longt sáttmálan
til mánadagin 16. desember
á miðnátt og hevur sostatt
útsett eitt møguligt verkfall
til tá.
Tað, sum Skipara- og
Navigatørfelagið vil hava
broytt, er at fáa greiði á
nøkrum viðurskiftum, eitt
nú í teimum førum, har
fiskur verður frystur um-
borð. Somuleiðis er sátt-
málin við Norðborg ongan-
tíð fingin í lag og tað vil
felagið hava nú. Og so eru
tað ymisk viðurskifti við
Nótabátunum eisini, sum
felagið við hava broytt.
– Hetta er fyri ein part
afturvendandi krøv, men
summi mál eru so gomul, at
tey mugu fáast í rættlag,
sigur Ellintur Abrahamsen.
Sí eisini greinina “Kann
væl henda at fiskiflotin
verður lagdur”.
Skipara- og Naviga-
tørfelagið hevur sett
krøv, sum vit undir
ongum umstøðum
kunnu góðtaka, sigur
Jàkup Sólstein, for-
maður í Reiðara-
felagnum
SÁTTMÁLA-
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
– Tað kann væl henda, at
fiskiflotin verður lagdur nú
um nýggjársleitið.
So langt heldur, formað-
urin í Reiðarafelagnum, at
tað er ímillum partarnar, nú
samráðingar eru við Skip-
ara- og Navigatørfelagið
um nýggjan sáttmála.
Jákup Sólstein vísir á, at
bæði Reiðarafelagið og
Skipara- og Navigatørfe-
lagið hava sett síni krøv og
í løtuni er heilt langt ímill-
um partarnar.
Sáttmálin gekk út 1. de-
sember, men eftir tveir
fundir hava partarnir viður-
kent, at teir koma ikki
longri og hava tí boðsent
semingsstovninum.
Semingsstovnurin hevur
longt sáttmálan og harvið
eitt møguligt verkfall til
mánadagin 16. desember á
midnátt.
Avtala av sáttmálin
kundir broytast
Partarnir eru ikki so frægt
sum samdir um grundar-
lagið fyri sáttmálasamráð-
ingunum.
Skipara- og Navigatør-
felagið vil samráðast útfrá
galdandi sáttmála, soleiðis
sum hann varð undirskriv-
aður í januar 1999.
Men eftir at sáttmálin var
undirskrivaður,
gjørdi
Reiðarafelagið
ymsar
broytingar í honum. Og
Reiðarafelagið vil bara
samráðast
út
frá
hesi
broyttu útgávuni.
Og tað vil Skipara- og
Navigatørfelagið ikki hoyra
talan um, tí felagið vil
einans halda seg til tað,
sumer undirskrivað.
– Tað var avtalan, at tað
skuldi bera til at broyta
sáttmálan, eftir at hann varð
undirskrivaður, sigur Jákup
Sólstein.
Hann sigur, at samráð-
ingar vóru við fleiri feløg
ísenn, bæði Fiskimanna-
felagið, Motorpassarafe-
lagið
og
Maskinmeist-
arafelagið og sáttmálarnir
vórðu
í
veruleikanum
skrivaðir av nýggjum.
– Tí tryggjaðu vit okkum,
at tað skuldi bera til at
broyta sáttmálan eftir at
hann var undirskrivaður,
vísti tað seg, at villur vóru
komnar í, soleiðis at hann
ikki samsvaraði við tað,
sum í veruleikanum varð
avtalað.
– Tað afturvísir Skipara-
og Navigatørfelagið?
– Tað fái eg ikki gjørt
nakað við. Men tað var
avtalan við øll feløgini og
tað hava vit ikki havt
trupulleikar av at gera
broytingar í sáttmálunum
við hini feløgini og bæði
sáttmálin við Fiskimanna-
felagið og Maskinmeistara-
felagið eru síðani broyttir tí
tað vísti seg, at undir-
skrivaði
teksturin
ikki
samsvaraði heilt við tað,
sum varð avtalað í sjálvum
samráðingunum.
Jákup Sólstein sigur, at
rættarmálið hevði onki við
Reiðarafelagið at gera.
– Tað var ímóti semings-
stovninum og tí eru vit ikki
partur í máliunum.
Jákup Sólstein sigur, at
tað, sum varð skrivað í
sáttmálan, var í einstøkum
førum ikki tað, sum varð
avtalað og tí hava vit broytt
sáttmálan so at hann sam-
svarar við tað, sum varð
avtalað í sjálvum samráð-
ingunum
Jákup Sólstein sigur, at
Skipara- og Navigatørfe-
lagið hevur biðið Reið-
arafelagið boðað limum
sínum frá, at arbeiða eftir
sáttmálanum, sum varð
undirskrivaður, men tað
hevur Reiðarafelagið ikki
gjørt.
– Vit hava virkað eftir tí,
sum varð avtalað í sam-
ráðingunum. Tað sigur seg
sjálvt, at kemur nakað
skeivt fyri, tá ið sáttmálin
verður undirskrivaður, so at
teksturin ikki samsvarar við
tað, sum er avtalað, verður
tað rættað og tað hava vit
ikki havt trupulleikar av við
hinum manningarfeløgun-
um.
Umfatandi krøv
Annars sigur Jákup Sól-
stein at krøvini frá Skipara-
og Navigatørfelagnum til
nýggja sáttmálan eru rætti-
liga umfatandi og tey hevur
Reiðarafelagið víst frá sær.
Hinvegin hevur Reiðara-
felagið kravt, at ávísir yvir-
mannapartar fara niður. Eitt
nú hevur felagið kravt, at
har skiparin fær meiri enn
2,75 partar, skal parturin
lækka niður í 2,75. Talan er
eitt nú um skiparar á flaka-
trolarum, stállínuskipum og
aðrastaðni.
Harumframt eru onnur
krøv frá Reiðarafelagnum.
Hinvegin hevur Skipara-
og Navigatørfelagið kravt
at yvirmenn skulu fáa
frítíðarløn av allari lønini,
sum er fáa teir frítíðarløn
av einum parti. Samstundis
vilja navigatørarnir hava
onkrar
yvirmannapartar
uppeftir, men tað vil Reið-
arafelagið ikki.
Navigatørarnir
krevja
eisini eftirløn, men har
hevur Reiðarafelagið bjóða
teimum somu skipan og
samu krónutal og dagatal,
sum fiskimenn hava.
Les
eisini
greinina
“Verkfallið útsett í 14
dagar”.
Verkfallið útsett í 14 dagar
Kann væl henda at fiskiflotin verður lagdur
Ellintur Abrahamsen sigur,
at Reiðarafelagið vil bara
samráðast út frá einum
sáttmála, sum Reiðarafelagið
av sínum eintingum broytti,
eftir at hann varð skrivaður
undir og tað kann ikki koma
upp á tal
Skipara- og Navigatørfelagið setir krøv, sum vit undir ongum
umstøðum kunnu góðtala, sigur Jákup Sólstein, formaður í
Reiðarafelagnum
C
M
Y
K
7
6