mikudagur 4. desember 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 233 - 4. desember 2002
Nr. 233 - 4. desember 2002
9
-Verður talan um
munandi oljuvinnu á
føroyskum øki, fer tað
at seta ómetalig stór
krøv til myndugleik-
arnar, skulu samfel-
agsárinini ikki gerast
so ógvislig, at vit
verða kollrend. Ikki
minst skyldurnar
móti umhvørvinum
og eftirkomarunum
eiga at viga tungt, tá
ein møgulig oljuvinna
fer í gongd av álvara
skrivar Halgir W.
Poulsen, advokatur
UNDIRGRUNDAR-
SØGA
Halgir Winther Poulsen
-Hvussu byrjaði tað? Hend-
an spurningin bað blað-
stjórin meg siga nøkur orð
um til eitt "oljublað", hann
hevði ætlanir um at geva út
sum serblað til Sosialin í
tilevni av komandi oljuráð-
stevnu, ið Oljuvinnufelagið
skipar fyri í Norðurlanda-
húsinum.
Hvussu byrjaði tað í
grundini?
Hugsa vit um, nær oljan
gjørdist í føroysku undir-
grundini - væl at merkja
um nøkur olja goymir seg
har niðri, hvat vit vita ov
lítið um enn, hóast tað
sindrið higartil er funnið -
skulu vit langt aftur í tíðina,
helst eini hundrað miljónir
ár. Í okkara stuttmintu tíð-
um, har alt tykist at hava tí-
líkan ovurhonds skund, ger
tað helst einki, at tað onk-
untíð verður mint á hetta
tíðarperspektivið. Hugsa
vit hinvegin við spurningin
um, nær vit fingu ræðið á
møguligari olju í føroysku
undirgrundini, soleiðis at
skilja, at tað eru okkara
egnu
myndugleikar
og
eingin annar, ið hava lóg-
gávu- og umsitingarvald á
tílíkari olju, er dagurin tann
11. september 1992, tá
semja varð gjørd millum
donsku stjórnina, umboð-
aða av Poul Schlüter, for-
sætismálaráðharra,
Uffe
Elleman Jensen, uttanríkis-
ráðharra og Anne Birgitte
Lundholt, vinnumálaráð-
harra, og Føroya landsstýri,
umboðað av Atla Dam, løg-
manni og saman við honum
landsstýrismenninir Jógvan
Sundstein og Aage Ellef-
sen. Hendan semjan, ið
varð formliga staðfest við
sáttmálanum, ið varð undir-
skrivaður tann 22. desem-
ber 1992, gjørdi enda á ein-
um stríði um ræðið á ráevn-
um í føroysku undirgrund-
ini, ið hevði staðið við síð-
an tann 13. mai 1948, tá eitt
einmælt løgting samtykti,
at samráðast skuldi við
donsku stjórnina um m.a.
ráevnini í føroysku undir-
grundini.
Heimastýrislógin
og undirgrundin
Fyri 1948 var rættarstøðan
føroysku
undirgrundini
viðvíkjandi tann, at "Rå-
stoffer i Kongeriget Dan-
marks undergrund ..... til-
hører den danske stat".
Hetta var ásett í lóg frá
1932, sum varð sett í gildi í
Føroyum sama ár. Mikið
orðaskifti var í løgtinginum
um hesa nýggju lóg, og
vóru tað serliga kongs-
bøndurnir, ið hildu uppá, at
ognarrætturin til ráevni í
undirgrundini átti at liggja
til tann, ið átti omaná, tvs.
av røttum kong. Hendan
rættarstøðan broyttist ikki
við heimastýrislógini, ið
ikki tók støðu til spurning-
in, men skapti møguleikar
fyri einari broyting.
Heimastýrislógin ásetti,
at samráðast kundi um
yvirtøku av "råstoffer i
undergrunden". Tað er eyð-
sæð, at tá hugsaði eingin
um, at olja skuldi kunna
finnast so norðalaga sum
við Føroyar. Heldur var tað
kolið í Suðuroy, ið hevði
fingið nýggjan áhuga undir
bardaganum, ið hugsað
varð um frá føroyskari síðu.
Tað var eisini Petur Mohr
Dam, ið sum ein av før-
oysku samráðingarmonn-
unum, hevði høvuðsæruna
av, at ráevni í undirgrundini
vórðu tikin við á lista B.
Fjøruti ára togtogan
um undirgrundina
Sum nevnt samtykti løg-
tingið longu tann 13. mai
1948 at samráðast skuldi
um yvirtøku av ráevnunum.
Líknandi løgtingsamtyktir
vórðu gjørdar í 1975 og
1982, men einki veruligt
hendi í málinum, og veru-
ligar samráðingar komu
ongatíð í lag. Partarnir
kundu ikki eingang semjast
um eitt samráðingargrund-
arlag (kommissorium).
Danska stjórnin sýtti
beinleiðis fyri at fara í
realitetssamráðingar
við
landsstýrið um yvirtøkuna,
helst orsakað av teirri av-
gjørdu støðuni mótvegis
grønlendingum, ið høvdu
boðað frá tilsvarandi ynskj-
um undir samráðingunum
um grønlendsku heima-
stýrislógina. Her má havast
í huga, at meðan fáur
mundi rokna við nøkrum
ráevnisríkidømi í føroysku
undirgrundini, vóru vónir-
nar nógv bjartari viðvíkj-
andi grønlendsku undir-
grundini.
Í 1950 varð nýggj lóg sett
í gildi í Danmark, sum
hevði júst somu orðing um
rættin til ráevni, sum lógin
frá 1932. Tá tað kom til
ígildisseting, var ein av-
gerðandi nýggj orðing,
nevniliga, at "Loven gælder
for Færøerne med den be-
grænsning, som følger af
lov nr. 137 af 23. marts
1948
om
Færøernes
hjemmestyre". Hendan lóg-
in varð sett í gildi í Føroy-
um í 1952. Tá danir í 1981
settu nýggja undirgrundar-
lóg í gildi at avloysa ta av-
oldaðu 1950-lógina, sýttu
føroyskir
myndugleikar
fyri, at nýggja lógin kom at
galda í Føroyum, fyrr enn
spurningurin um rættin til
ráevni í føroysku undir-
grundini var avgreiddur.
Tá grønlendingar strídd-
ust fyri síni undirgrund,
fekk danska stjórnin ein
løgfrøðiprofessara (dansk-
an) at skriva eitt álit, har
hann kom til ta niðurstøðu,
at tað hevði verið í stríð við
"højhedsretten" og enntá
meira við altjóðarætt, at
latið grønlendsku undir-
grundina upp í hendurnar á
grønlendingum
Danska støðan mótvegis
Føroyum bygdi lutvíst á
somu grundgevingar, sum
høvdu roynst so væl í Grøn-
landi, og støðan varð enda-
liga orðað í einum brævi frá
forsætismálaráðnum , dagf.
18. februar 1982, har tað
verður viðurkent, at føroy-
ingar sambært heimastýris-
lógini høvdu krav um at fáa
samráðingar um møguliga
yvirtøku. Síðan verður ført
fram, at ríkisins einarættur
til ráevni í undirgrundini
sambært undirgrundarlóg-
ini ikki er nakar vanligur
ognarrættur, men heldur ein
"højhedsret". Næsta stigið
er so at halda uppá, at ein
tílíkur rættur ikki kann lut-
ast út til ymsar ríkispartar.
Hetta hevði verið í stríð við
"danske retsprincipper" og
eiheldur sambæriligt við
"rigsfællesskabet".
Brævið endar við hesum
greiðu orðum :" Regerin-
gen anser det herefter for
udelukket, at sagsområ-
det"råstoffer i undergrun-
den" helt eller delvis kan
overføres til Færøernes
hjemmestyre som særanlig-
gende".
Stjórnin
sýtti
áhaldandi fyri at fara í
realitetssamráðingar
um
yvirtøku, men bjóðaði í
staðin somu skipan, sum
grønlendingar høvdu latið
sær lynda. Hesum sýttu
landsstýri og løgting fyri at
taka við, og tað stóð sostatt
í botni. Í august 1984 sam-
tykti marknaðarnevndin at
seta eina nevnd at standa
fyri einari løgfrøðisligari
kanning av undirgrundar-
málinum.
Í nevndarálitinum, sum
kom í juli 1985 vórðu
donsku grundgevingarnar
fyri at sýta fyri samráðing-
um tægaðar sundur og
afturriknar. Í sambandi við
"Ekstra Bladet gøluna" í
vár kom fram, at danir
sjálvir ongatíð trúðu uppá
teirra egnu "próvførslu"
ímóti yvirtøku. Innanhýsis
skjøl hjá donsku stjórnini
heilt aftur til sjeytiárini, ið
ikki vóru almannakunnug
fyrrenn nú, vísa at føroysku
grundgevingarnar vóru væl
í tráð við tað, sum danskir
løgfrøðingar hildu.
Undirgrundin var eitt
"heitt" politiskt mál í Før-
oyum í sjeyti- og áttatiárun-
um. Stríðið um grøn-
lendsku undirgrundina birti
óivað uppundir, men málið
var eisini í sær sjálvum
týdningarmikið. Fíggjar-
liga var tað eitt stórmál,
ikki minst tá tað vísti seg, at
møguleikar fyri at finna
olju í havbotninum heilt
norður móti Hetlandsleið-
unum vóru til staðar. Polit-
iskt var tað eisini væl egnað
í stríðnum fyri ella ímóti
heimastýrisskipanini. Mót-
støðuflokkarnir
roknaðu
óivað við, at hetta fór at
vera tann stóri snávisteinur-
in hjá "heimastýrisflokkun-
um". At danir fóru at ganga
við til veruligar samráðing-
ar um undirgrundina var
ikki at vænta, so stívrend
og óliðilig boðini vóru frá
donsku stjórnini. Og vísti
tað seg, at teir fingu rætt,
stóðu hinir reiðiliga naknir
politiskt.
Hvussu byrjaði tað?
Ein løta, sum í framtíðini
kann fáa stóran týdning fyri
framtíð Føroya, tá Atli Dam,
táverandi løgmaður og Poul
Schlüter, táverandi forsætis-
ráðharri undirskrivaðu av-
taluna um undirgrundina.
Mynd Kalmar
Ein onnur týðandi hending,
tá Oljuráðleggingarnevndin
handaði táverandi løgmanni
Maritu Petersen, løgmanni,
tilmæli til forkanningarloyvi
á landgrunninum.
Landsstýrið setti í de-
sember 1987 eina nýggja
nevnd at kanna, um onnur
viðurskifti enn tey í áliti-
num frá 1985, talaðu fyri at
undirgrundin kundi yvir-
takast. Í álitinum frá juli
1988 greiðir hendan nevnd-
in frá løgfrøðisligum, fíggj-
arligum, búskaparligum og
øðrum viðurskiftum av
týdningi. Somuleiðis gjørdi
nevndin uppkast til møgu-
ligar samráðingargongdir,
eitt slag av "blue print" til
tær samráðingar, ið lands-
stýrið ætlaði at fara undir.
Nú vísti tað seg at stjórnin
var meira samráðingarhug-
að. Hetta varð endaliga
staðfest á fundi í Keyp-
mannahavn tann 29. august
1988, har avtala varð gjørd
um at fara undir veruligar
samráðingar um hvørt og
við hvørjum treytum málið
kundi verða yvirtikið sum
sermál.
Sum liður í hesum sam-
ráðingum
varð
ein
donsk/føroysk
embætis-
mannanevnd sett, sum fekk
til uppgávu at lýsa málið
gjøllari og koma við upp-
skoti til eina skipan. Síðan
skuldu endaligar politiskar
samráðingar verða part-
anna millum. Eftir at
ósemja um hvør parturin
skuldi hava formannin var
loyst, og arbeiðssetningurin
endaliga
orðaður,
fór
nevndin til verka í mai
1991 og arbeiddi miðvíst í
eitt ár. Meðan føroyski
parturin hevði greið mál at
arbeiða ímóti, var torførari
hjá danska partinum. Tað
tyktist sum danska stjórnin
ongan greiðan politikk
hevði orðað uttan at loyva
samráðingum. Tað gjørdist
tí greitt, at nðggjar politisk-
ar samráðingar vóru neyð-
ugar og var endin sum
kunnugt tann, at stjórnin
tann 11. september 1992
legði kongin og handaði
føroyingum undirgrundina
"á einum silvurfati", sum
onkur hevur tikið til. Tá
hetta varð staðfest í avtalu-
ni frá 22. desember sama
ár, varð punktum sett fyri
einari meira enn fjøruti ára
gamlari ósemju.
Farið verður til verka
í Føroyum
Meðan meginparturin av
undirgrundini undir Norð-
sjónum og heilt norður
móti miðlinjuni millum
Bretlands og Føroya var
kortløgd, var økið kring
Føroya eins ókunnugt sum
Afrika fyri Stanley. Grund-
in til hetta var, at øll árini,
stríðið um rættin til før-
oysku undirgrundini hevði
staðið við, vóru partarnir
samdir um at einki skuldi
henda á økinum. Tær um-
sóknir um loyvi at kanna
oljuvánirnar, ið vóru latnar
inn, summar til donsku
stjórnina og summar til
landsstýrið, vórðu lagdar til
viks. Formliga var tað
stjórnin, ið hevði ræðisrætt-
in á føroysku undirgrund-
ini, men stjórnin lat vera
við at útinna hendan rætt í
verki, inntil ein loysn var
funnin.
So skjótt semjan var
gjørd varð farið til verka
við at skapa fortreytir fyri
virksemi við leiting eftir
olju við Føroyar. Tann 11.
desember 1992 setti lands-
stýrið eina oljuráðlegging-
arnevnd, ið fekk til upp-
gávu at vera landsstýrinum
til hjálpar við at gera eitt
verklag (strategi) til umsit-
ingar av møguligum til-
feingi
í
undirgrundini.
Nevndin samdist um at
nýta alla orku til at gera
uppskot til eina nútímans
forkanningarlóg og bíða
við aðrari neyðugari lóg-
gávu inntil greiða var fing-
in á, hvussu stóran áhuga
altjóða oljuídnaðurin hevði
í føroysku undirgrundini.
Nevndin lat frá sær frá-
greiðing á sumri 1993 við
tilmælum og uppskoti til
nútímans forkanningarlóg
og eina sera avmarkaða
umsiting. Lógin varð sam-
tykt av løgtinginum tann
24. september 1993, og
longu í februar árið eftir
kundi landsstýrið senda út
almenna innbjóðing til
seismikkfeløg um at geva
tilboð um seismiskar kann-
ingar. Áhugin vísti seg at
vera stórur at taka lut í
teimum fyrstu veruligu
kanningunum av føroysku
undirgrundini, og longu í
desember sama ár hevði
nevndin saman við sakkøn-
um ráðgevarum fundir við
eini tíggju seismikkfeløg,
ið høvdu tikið av innbjóð-
ingini, teirra millum nøkur
av heimsins størstu feløg-
um. Í apríl 1994 gav lands-
stýrið stóra amerikanska
felagnum Western Geo-
physical Corporation eitt
tvey ára kanningarloyvi.
Í apríl sama ár setti lands-
stýrið nýggja ráðleggingar-
nevnd at gera uppskot til
framtíðar kolvetnispolitikk-
in, harímillum uppskot til
nýggja undirgrundarlóg og
aðra neyðuga lóggávu um-
framt
umsitingarligar
mannagongdir fyri einari
komandi
oljuumsiting.
Hendan nevndin lat frá-
greiðing frá sær í juli 1997
við m.a. uppskoti til løg-
tingslóg um kolvetnisvirk-
semi, sum varð samtykt av
løgtinginum í mars 1998.
Saman við lógini um fyrsta
útbjóðingarumfar frá febru-
ar 2000 varð neyðugi lógar-
karmurin um eitt komandi
føroyskt kolvetnisvirksemi
skaptur.
Ein trupulleiki, sum kort-
ini ikki forðaði fyri for-
kanningum av føroyska
landgrunninum, var tann
framvegis
óavgjørda
marknatrætan við Stóra-
bretland. Av tí at høvuðs-
áhugin hjá oljufeløgunum
var í økinum dygst vestan-
fyri miðlinjuna var avger-
andi neyðugt at loysa
marknatrætuna, áðrenn tal-
an kundi vera um veruliga
leiting eftir olju á føroysk-
um øki. Við sáttmálanum,
sum varð undirskrivaður
tann 18. mai 1999 og kom í
gildi tann 21. juli sama ár,
varð marknatrætan enda-
liga loyst í semju eftir sam-
ráðingar, ið seinastu árini
ríkisins vegna vóru førdar
undir føroyskari leiðslu, so
nú kundi av álvara farast
undir kolvetnisvirksemi á
føroyska landgrunninum.
Í februar 2000 lýsti
landsstýrismaðurin í olju-
málum alment eftir um-
sóknum um loyvi til leiting
eftir og framleiðslu av kol-
vetnum á føroyska land-
grunninum. 22 umsóknir
komu inn frá 8 samtøkum,
ið umboðaðu 17 feløg. Tá
12 feløg í august sama ár
fingu 7 leitingar- og fram-
leiðsluloyvi kann sigast at
byrjanin var komin at enda
og veruligar fortreytir vóru
skaptar fyri einari nútímans
oljuvinnu á føroyskum øki.
Tann fyrsta og avgerandi
fortreytin er sjálvandi, at
olja verður funnin í rakstr-
arverdum nøgdum.
Samanumtikið
Júst í hesum mánaðinum
eru tað tíggju ár síðan at
Atli Dam, løgmaður, og
Poul Schlúter, forsætisráð-
harri, skrivaðu undir avtal-
una um yvirtøku av ráevn-
um í føroysku undirgrund-
ini. Fáur mundi tá droyma
um, at so nógv skuldi
kunna fáast av skafti eftir
so stuttari tíð.
Føroyskir myndugleikar
hava í dag ræði á undir-
grundini í einum 250,000
ferkilometra øki og kunnu
uttan uppílegging skipa
fyri, hvussu møgulig ráevni
í hesi undirgrund skulu
verða útvunnin, og hvussu
peningaúrtøkan av hesum
virksemi skal verða umsit-
in. Vit hava eitt nútímans
lógarverk, bæði tá ræður
um virksemið sjálvt og
skatting av tí. Vit ráða fyri,
nær og á hvønn hátt loyvi at
leita eftir og vinna út olju
verða bjóðað út, og vit ráða
yvir hvør fær hesi loyvi og
við
hvørjum
treytum.
Verður talan um munandi
oljuvinnu á føroyskum øki,
fer tað at seta ómetalig stór
krøv til myndugleikarnar,
skulu samfelagsárinini ikki
gerast so ógvislig, at vit
verða kollrend. Ikki minst
skyldurnar móti umhvørvi-
num og eftirkomarunum
eiga at viga tungt, tá ein
møgulig oljuvinna fer í
gongd av álvara.
Vit eru eisini við í kapp-
ingini um eitt 350,000 fer-
kilometra stórt øki í ein út-
synning úr Føroyum, Hatt-
on-Rockall økið. Hendan
kapping stendur millum
Stórabretland, Írland, Ís-
land og Føroyar, sum øll
kanna sær rættin til hetta
økið. Hinumegin stendur
Havbotnsmyndugleikin, ið
sambært
havrættarsátt-
málanum frá 1983 skal um-
boða "felagsarv manna-
ættarinnar" (les fátækra-
londini og íbúgvar teirra),
ið sambært sáttmálanum
skulu eiga tann partin av
havbotninum, ið verður til
avlops, tá ríklondini hava
kannað sær sítt. Hvør av
hesum báðum vinnur stríð-
ið um Hatton-Rockall økið
er helst ikki ringt at gita,
men hvat verður í part til
Føroya, tá endaliga skal
býtast, man vera meira iv-
ingarsamt. Onkur heldur
kanska, at vit skuldu havt
nóg mikið at sæð til sum er,
men tað er eitt annað mál,
ið ikki skal umrøðast her.
Fyrsta seismikkskipið kemur á Havnina og ger klárt at fara undir at skjóta seismikk á øllum
Føroyaøkinum.
Halgir Winther Poulsen,
advokatur Halgir W. Poulsen
var við í nevndini, sum í
mong ár samráddist við dan-
ir at fáa ráevnini í undir-
grundini á føroyskar hendur
og í nevndini, sum samrádd-
ist við bretar um markið.
Her er hann millum onnur
góð fólk á eini oljuráðstevnu
í Havn
Tað var undir Anfinni Kallsberg, løgmanni, at marknatrætan við Bretland varð loyst. Her er
hann saman við Eyðun Elttør, tí fyrsta og higartil einasta landsstýrismanninum í oljumálum og
síðani Kjartan Kristiansen, stjóra á Menningarstovuni, sum eisini hevur verið ein av
pionerunum í menningini av eini føroyskari oljuvinnu. Á kortinum, sum er frá eini framsýning
í Stavanger, síggja vit stóra økið fyri sunnan, sum verður stóri stríðsknúturin komandi árini.
Fleiri lond m.a. Føroyar gera krav uppá risastóra Hatton-Rockalla háslættan.
Mynd Jan Müller
C
M
Y
K
9-1
8-1