mikudagur 4. desember 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 233 - 4. desember 2002
Nr. 233 - 4. desember 2002
9
Hetta er heitið á eykablað, sum Sosialurin gevur út í
dag. Blaðið, ið er uppá 56 síður, verður m.a. gjørt í
sambandi við, at Oljuvinnufelagið skipar fyri olju-
ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Vit hava í sama
viðfangi valt at hyggja nærri at teim báðum verandi
og mest týðandi vinnunum í Føroyum, fiskivinnuni
og alivinnuni.
Hóast hesar vinnur sum so ikki hava nakað beinleiðis
við hvørja aðra at gera, eru tær tó saman sjálvur
ryggurin í okkara búskapi. Fyrst og fremst fiski-
vinnan á sjógvi og á landi, síðani alingin, sum – hóast
sínar barna/byrjunarsjúkur – stendur fyri týðandi
parti av samfelagsinntjeningini. Aftrat hesum báðum
kemur so oljuvinnan, ið ætlandi verður eitt nýtt
búskaparligt bein hjá samfelagnum at standa á. Vit
síggja longu nakað av virksemi men mugu tó vísa tol,
til fleiri brunnar eru boraðir. Sambart nýggjum korti,
sum Sosialurin hevur latið gera í samstarvi við
Statoil, verða tað boraðir ikki færri enn 11 kanning-
arbrunnar í føroyskum og bretskum øki komandi
árini. Hetta er ikki so lítið, tá hugsað verður um, at
talan er um eitt nýtt øki. Á oljuráðstevnuni í Norður-
landahúsinum fara fyristøðufeløgini at greiða frá,
hvar vit/tey standa í oljuleitingini. Og kunnu vit
rokna við, at tey fara at biðja føroyingar hava tol, tí
oljuleiting er ein langtíðartiltongd.
Av serligum áhuga er eisini samrøða við kanadiskan
granskara. Nú fiskastovnar minka og hvørva standa
fiskimenn og fiskifrøðingar og havfrøðingar spyrj-
andi. Fiskimenn siga, at tað er náttúran, sum skapar
góðar og ringar árgangir og harvið góðan og ringan
fiskiskap. Fiskifrøðingar og aðrir granskarar siga, at
hetta er ikki so einfalt. Ovurveiða hevur stóra ávirk-
an á stovnarnar, men tað hava broytingar í havum-
hvørvinum eisini. Fyri at skilja hesi viðurskifti betri
verður roynt at byggja upp modell, sum kann siga,
hvussu eitt nú veður og vindur eina staðni á klótuni
kann ávirka gróður og framleiðslu eitt annað stað
osfr.
Allastaðni leita granskararnir eftir svarum fyri harvið
at vita, hvussu tann besta stovnsrøktin skal skipast.
Torført er at finna slík svar á teim stóru høvunum, og
tí seta vísindamenn nú kikaran á tað lítla Føroyaøkið,
sum er ein lukkað skipan. Ber til við at granska hesa
lítlu men sera livandi vistskipan at finna svar uppá
nógvar av ivaspurningunum, so kann henda vitan
brúkast í altjóða høpi. Tað kann uppá longri sikt vera
við til at skapa størri forstáilsi millum vinnu, gransk-
ing og myndugleikar, soleiðis at vit neyvari vita,
hvussu nógv kann veiðast, nær ringir árgangir eru á
veg orsakað av broytingum í havumhvørvinum osfr.
Føroyaøkið er at meta sum ein lítil rannsóknarstova
og kunnu vit fáa serkøn aðrastaðni frá at arbeiða
saman við okkara granskarum, ber kanska skjótari til
at finna út av, hvussu tingini hanga saman. Og tað vil
hava við sær betri ráðgeving.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fiskivinna, aling og olja
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Regin Eikhólm
At sjónleikur sum list kann
kveikja hugin og vísa á
gongdar leiðir í annars
torrgongdum og tabuløgd-
um loynistíggjum, eru teir
tveir seinastu sjónleikirnir
hjá Grímu: Ginusøgur og
List gevandi dømir um, og
sum vit øll kunnu læra
nógv av.
Ginusøgu leikurin
Kontroversielli Ginusøgu
sjónleikurin - leiktur av
trimum ginuumboðum -
hevur gingið fyri fullum
húsi bæði í Havn, Fugla-
firði, Skopun og annars
runt um í Føroyum. Áður
tabulagdi ginu-sfæru-exi-
stensurin verður í vælleikta
leikinum bevístgjørdur í
hugaheimi áskoðarans, sum
fær innlit og harvið møgu-
leika fyri at kunnu virka
aktivt og frælst í egnari
óheftari støðutakan innan
økið.
"Ein kensla, sum er ein
passiv støða, heldur uppat
at vera ein passiv støða, so
skjótt sum vit gera okkum
eina týðiliga idé ella hug-
mynd um hana," (Spinoza í
Ethica 1677), ella við
øðrum orðum so er reelt
innlit ein forteyt fyri frælsi
á økinum.
Í gomlum døgum vóru
ginuumboð brend á báli,
um tær tordu at gera vart
við seg, men hesaferð vóru
tað tær, sum festu í okkum.
Kært barn har mange
navne, og Ginusøgurnar
eru onki undantak í so
máta. Ikki færri enn 41
systirnøvn hava tær funnið
til ginu, og helst verður
okkurt teirra at finna í næst
útgávuni av orðabókini.
Hetta er eisini kærkomið, tí
føroyska orðabókin frá
1998 er sera kørg á økin-
um. Á síðu 891 stendur
enntá tað hjá kvinnu og
manni at hava samanfal-
landi navn.
Leikurin List
Leikurin List er annarleið-
is. Har er tað ein uppgerð
millum tríggjar vinmenn
um ein hvítan málning,
sum ein teirra hevur ognað
sær fyri ein sera høgan prís.
Teirra ymiska fatan av
málninginum og hvat list
er, setir teirra gamla vinar-
lag uppá ein harðan prøva.
Uppgerðin teirra millum er
bersøgun og inniheldur alt
frá eirindarleysari egoist-
iskari sjálvsuppfatan til
eltibløðru samleika, sum
verður meistarliga væl lýst
av teimum trimum mann-
ligu leikarunum. Flestu
okkara munnu kenna seg
aftur í onkrum av tí sum fer
fram á pallinum, og helst
fylgir einhvør hugfrøðislig
spegilsmynd við okkum
heim.
Í einum leikbroti verður
beinraki sagt, at: "Vit vita
øll, at list er ikki sannleiki.
Listin er ein lygn, sum fær
okkum at fata sannleikan, í
øllum førum tann sannleik-
an vit hava møguleika til at
skilja." (Pablo Picasso).
Hetta er ikki meint sum
nakað ummæli, men heldur
ein roynd at vísa á at om-
anfyri nevndu sjónleikir
sum list eru mennandi fyri
okkara dialektisku sjálvs-
uppfatan og gevur áræði til
meiri sjálvstøðugt og tilvit-
andi at taka støðu í lívsins
ymisku viðurskiftum. Sjón-
leikur sum list stimbrar og
uppbyggir, meðan sjón-
leikur sum politisk list ella
demagogi niðurbrýtur og
einsrættar.
Sjónleikur sum politisk
list ella demagogi
Síðani 1998 hevur ein
einsmansleikur við eyð-
sýndari politiskari list ella
demagogi verið spældur á
okkara heimliga politiska
palli.
Hesin politiski einmans-
leikur tekur støði í tí stagn-
eraðu og einføldu uppfat-
anini av uppgerðini millum
Føroyar og Danmark í tíð-
ini beint eftir seinna heims-
bardaga. Í leikinum skulu
Føroyar strax loysa frá
Danmark, og stovna sítt
egna fría, frælsa, óhefta,
uttanveltaða, neutrala, soli-
dariska, autonoma og fríða
Frælsisríki Føroyar. Við
hjálp av liviligum útjaðara-
stuðuli, øktum effektiviteti
og kanska olju skal ríkið
vera sjálvfiggjandi, og allir
føroyingar skulu fáa eitt
betri og virðiliga lív.
Men ein myta er sum
sigur, at ein sambandsdreki
liggur og bølir yvir frælsis-
skattinum á gáttina inn í
Frælsisríkið og forðar fyri
tí nýggja ríkinum. Vara-
løgmaður var tann fyrsti til
ítøkiliga at gera eina roynd
at vísa á sambandsdrekan,
tá hann skrivaði bókina:
"Myten
om
rigsfælles-
skabet" (2000).
Í síni ótroyttuligu roynd
at gera av við sambands-
drekan eydnaðist tað um-
síðir varaløgmanni at særa
drekan, men onki frælsis-
gull varð funnið. Tað vísti
seg seinni, at mytan um
sambandsdrekan var ein
hvørvisjón, sum varaløg-
maður hevði havt, tá hann
sá vælferð Føroya fólks í
drekahami.
Intentión og veruleiki
Samanbera vit intensión-
irnar í politiska einmans-
leikinum frá 1998 við veru-
leikan, so er stórur munur
á. Leikurin skuldi eftir ætl-
an geva eitt stórt yvirskot
(frælsisgullið), men frá 1.
januar 2002 hevur leikurin
givið eitt árligt hall uppá
366 mill. krónur, sum Før-
oya fólk nú skal gjalda.
Hetta er ein stór byrða at
leggja á Føroya fólk minni
enn 10 ár eftir at landi
fíggjarliga kollsilgdi, og
enn hevur multipla milli-
ardalánið hangandi yvir
sær, alt meðan varaløgmað-
ur dusar sær við fastfrystu
restini av blokkinum hjá
"særda sambandsdrekan-
um", 600 mill. krónur ár-
liga.
Tær 366 mill. krónur,
sum
varaløgmaður
lat
bløða burtur, høvdu annars
verið hentar nú fíggjarlógin
2003 er fyri, og fíggjartrot
er á bæði einum og øðrum.
Henda
upphædd
hevði
eisini rokkið til ein nýggjan
Smyril ella eina norðoyar
tunnil hvørt ár ella fyri tað
eitt nútímans vælútgjørt
sjúkrahús. Og nú hava vit
ikki ráð at keypa innmat
fyri 50 mill. krónur til
nýggja sjúkarhúsið í Havn,
sum helst kemur at standa
tómt í áravís.
Politiskur effektivitetur
Hóast lyklarorðið í polit-
iska leikinum er effektivi-
tetur, so eru útreiðslurnar
til almennu fyrisitingina
síðani 1998 meir enn tví-
faldaðar. Samanbera vit
Løgtings- og Landsstýris-
manning við tilsvarandi í
Danmark eftir fólkatalin-
um, ( Danmark hevur um
100 ferðir fleiri fólk enn vit
), so er heldur ikki nógv at
heinta har í effektiviteti.
Okkara 32 løgtingslimir
svara til, at Fólkatingið
skuldi havt 3.200 limir,
men tað klárar seg við 179
limum. Okkara landsstýri
hevur 9 limir, og tað hevði
Nær er sjónleikur list og nær er sjónleikur
politisk list ella demagogi?
Framhald á síðu 9
Jóannes Eidesgaard
formand for Javnaðar-
flokkin (Social-
demokratiet)
Blaðmaðurin
Ingolf
S.
Olsen á Dimmalætting og
sjálvandi Sjúrður Skaale,
skrivari á Christiansborg
vilja báðir vera við, at blað-
grein mín í Grønlandspost-
inum í gjár er ein beinleiðis
uppílegging í grønlendska
valið.
Sjónvarpsmaðurin
John Johannesen vildi hin
vegin hava tað til, at eg
vildi steðga sjálvstýristil-
gongdini í Grønlandi.
Til tess at føroyski les-
arin sjálvur kann lesa, hvat
greinin snúði seg um,
verður greinin endurprent-
að her.
Grønlandsk politik ved
en milepæl
Der er noget, der tyder
på. at selvstændigheds-
spørgsmålet i Grønland
vil komme til at spille en
ret så stor rolle ved det
forestående grønlandske
landstingsvalg.
Derfor
bør man i Grønland lære
af de fejl, som færøsk
selvstændighedspolitik
begik, da man på Færø-
erne gjorde dette meget
væsentlige spørgsmål til
en sag for de få i stedet for
at gøre det til en sag for
hele folket.
Uden at blande mig i den
grønlandske valgkamp og i
det grønlandske landstings-
valg, så føler jeg dog behov
for at udtrykke min mening
om, hvordan et så væsent-
ligt spørgsmål som selv-
stændighed, bør behandles.
Og her tænker jeg specielt
på, at man ikke begår de
samme fejl, som færøsk
selvstændighedspolitik har
været udsat for siden 1998.
Så mine bemærkninger
bunder alene i et ønske om,
at man i Grønland kommer
bedre fra start, end vi
gjorde på Færøerne.
På
Færøerne
gjorde
koalitionen og specielt de
to partier Republikanerne
og Folkeflokken selvstænd-
ighed til en sag for netop
deres vælgere og netop
deres partier. Man baserede
politikken på det smallest
mulige flertal i Lagtinget.
Man glemte simpelthen at
tage hensyn til, at andre
borgere på Færøerne og
andre partier på Færøerne
måske havde en anden op-
fattelse, selv om man sam-
tidig kunne konstatere, at
samtlige partier var ind-
stillet på at opnå større
selvstændighed. Konsen-
sus lå lige om hjørnet. Men
desværre viste landsstyret i
bund og grund en meget
ringe forståelse for demo-
kratiets fundamentale vær-
dier.
Man havde nemlig god
mulighed for at finde kon-
senses, men man ønskede
ikke andre aktører. Man
definerede selvstændighed-
en som landsstyrets egen,
og man ønskede at eje den
alene. Man gjorde selv-
stændighedsspørgsmålet til
et partispørgsmål og et
koalitonsspørgsmål. Man
blev forfængelig og ville
alene tage æren for de
resultater, der måtte opnås.
Ja, man blev så forfænge-
lig, at man fra begyndelsen
satte kursen mod den totale
løsrivelse allerede efter tre
år, hvor man, så paradok-
salt det end må lyde, ønsk-
ede den danske stat til at
fortsætte med bloktilskud-
det i mindst 15 år.
Men man havde gjort
regning uden vært. Fler-
tallet af færingerne følte sig
utrygge ved udviklingen,
og den danske regering var
slet ikke indstillet på at
financiere løsrivelsen med
en så lang overgangstid.
Pludselig bebuder lands-
styret en folkeafstemning
om selve processen, men
aflyser den senere, da man
ser, at vælgerne går imod
landsstyret.
Det er meget vigtigt i
denne forbindelse at notere
sig, at selvstændighed ikke
er et resultat af et enkelt
partis program, men som
resultatet af en udvikling
med bred opbakning. Man
opnår først resultat i enhver
politisk
handling,
når
denne har folkets opbak-
ning, men specielt vigtigt
er det, når det gælder et så
stort spørgsmål som selv-
stændighed.
Hvis ikke folket er med,
kan det let ende med en
forsinket udvikling. Med
andre ord, en for ambitiøs
og urealistisk handlings-
plan kan let ende med, at
man mere skader sagen end
gavner den.
Hvorfor mon Sambands-
partiet, som er mest til-
bageholdende i selvstænd-
ighedsspørgsmålet, er det
største parti på Færøerne i
dag? Det skyldes alene det
faktum, at den færøske
vælger ikke føler sig tryg
med landsstyrets planer.
Man har udløst en fuld-
stændig unødvendig reak-
tion, fordi man kørte sagen
frem med et meget spinkelt
flertal i Lagtinget. Og man
forsøgte at forcere udvikl-
ingen.
Og man bør også notere
sig, at det ikke de yderste
fløjer, i vores tilfælde
Republikanerne og Sam-
bandspartiet, der kan løse
sagen. Det er jo de samme
partier, der overlever på, at
sagen aldrig bliver løst.
Faktisk er de begge på hver
sin måde medvirkende til,
at der slet ikke sker noget.
Den ene part, fordi de
ønsker tingene at ske for
hurtigt, og de andre, fordi
de slet ikke ønsker, at for
meget skal ske. De holder
hinanden i live.
Derfor må konsensus
findes, og dens substans er
de holdninger som midter-
partierne i selvstændig-
hedsspørgsmålet står for.
Derfor bør man i Grøn-
land lære af de fejltrin, som
er sket i færøsk selvstænd-
ighedpolitik. Den må ikke
blive en sag for de få, for
enkelte partier, eller hvad
værre er som en platform,
hvor enkelte politikere kan
sikre egen politisk eksi-
stens. Selvstændighed må
ikke blive et levebrød.
Sagen er langt mere
alvorlig. Derfor er vejen
frem konsensus. Det kan
godt være, at processen
derved tager længere tid,
men den er sikker, og den
har fremdrift. Og faktisk er
det den eneste vej.
Derfor skal det være mit
ønske for den grønlandske
selvstændighed, at den skal
bygge på en bred folkelig
opbakning. En konsensus-
politik, så er udviklingen
sat på skinnere.
Med ønsket om et godt
valg.
Høgni Hoydal
Formaður
javnaðar-
floksins er helst fyrsti
framstandandi politik-
ari í eini ófrælsari tjóð,
sum nú alment ávarar
eina aðra ófrælsa tjóð
ímóti at velja frælsis-
leiðina. Beint upp undir
eitt avgerandi val hjá
grønlendsku tjóðini.
Men vónandi er talan
um eitt mistak. Og vón-
andi verður hann tann
einasti og seinasti, ið
hevur gjørt hetta.
Góði Jóannes.
Veit ikki, um eg skal
gráta ella flenna.
Havi framvegis havt ta
vón, at tú hóast alt meinti
okkurt av tí sjálvstýris-
prátinum, sum tú borð-
reiddi við fyri bert 4-5
árum síðani. At tú bert
var vorðin fangaður í tí
sambandska partinum av
baklandinum hjá javn-
aðarflokkinum. Men at
tú einaferð fór at bróta
ígjøgnum.
Nú vóni eg, at tú hevur
etið bláseym. Ella at onk-
ur hevur spælt tær eitt
puss. Ella at í hvussu er
onkur logisk frágreiðing
finst, sum kann prógva,
at hetta er ikki tilvitað
ella ætlað frá tíni síðu.
Hvat høvdu onnur
sagt?
Tí sjálvandi kann tað ikki
passa, at formaðurin í
Føroya Javnaðarflokki
hevur lagt seg út í grøn-
lendska valstríðið og
ávarað ímóti at velja
loysingarflokkarnar.
Hvat høvdu Mórentius
Viðstein, Danbjørg, P.M.
Dam og aðrir hugsjónar-
menn sagt, um teir høvdu
vitað?
Hvat høvdu hugsjónar-
fólk innan arbeiðara-
rørsluna kring allan heim
sagt, um hetta kom út?
At ein framstandandi
politikari úr eini ófræl-
sari tjóð, ávarar eina aðra
ófrælsa tjóð ímóti at
velja frælsisleiðina - á
kanska tí mest avgerandi
vali nakrantíð?
At ein javnaðarpolitik-
ari hevur so lítið álit á
brøðrafólkinum, at tað
má "ávarast" um síni val.
Ongin hevði trúð tí.
Tí hvat skuldi enda-
málið verið við tí?
Kann mistreysti
útflytast?
Eitt er, at so nógv orka
verður brúkt her heima
til at fortelja føroyingum,
at vit nytta onki. At vit
megna ikki at skapa eitt
samhaldsfast og gott
samfelag, uttan at danir
hava yvirvaldið í landum.
Og at vit tí ongantíð
kunnu javnsetast við
aðrar tjóðir.
Men tað er jú til tess at
fáa atkvøður í breyð-
politikkinum. At ræða
fólkið, fyri afturfyri at
fáa pening úr Danmark at
býta út.
Men hvat skuldi enda-
málið verið hjá einum
føroyskum politikara at
fortelja grønlendingum,
at teir skulu ræðast fræls-
ið og varðveita danskt
yvirvald í Grønlandi?
Ongin kann fáa nakað
burturúr at útflyta mis-
treysti til eitt annað fólk.
Samstarv ella
niðurgering
Nú vilt tú kanska siga:
Júmen, blanda tit tykkum
ikki uppí í Grønlandi, tá
tit samstarva um full-
veldi?
Jú, víst kann tað eisini
hava ávirkan, at vit sam-
starva um felags mál.
Men tað byggir ikki á
nakað misálit ella niður-
gering av grønlendska
fólkinum. Vit samstarva
við grønlendskar politik-
arar um at berjast fyri
tjóðarrættindum hjá bæði
føroyingum og grønlend-
ingum.
Vit hava sjálvsagt fult
álit á, at grønlendingar
velja sína egnu leið.
Vit tosa ikki niður til
grønlendingar og ávara
teir um at velja sítt egna
frælsi ella at velja ávísar
flokkar.
Ein himmalvíður mun-
ur er millum hetta, og so
á sjálvum valdegnum at
ávara
grønlendingar
ímóti at velja frælsis-
flokkar. Enntá í einum
blað, sum er kent fyri at
standa á sambandsvong-
inum.
Munur er á at sam-
starva um felags mál og
so at mæla eini heilari
tjóð til ikki at hava nakað
mál.
Tað er meira enn sjálvt
tann mest svarti sam-
bandsmaðurin nakrantíð
hevur gjørt.
Vónandi kemur hetta
ikki út í øðrum londum,
áðrenn tú hevur rættað
mistakið, Jóannes.
svarað til at danska stjórnin
skuldi havt 900 ministarar,
men hon hevur vanliga um
20 limir, og í útjaðarøkin-
um brenna vit framvegis
ullina uttan umhvørvis-
góðkent roykfiltur!!!!
Nationalromantisk
surrealisma í post-
kommunistiskum regi
Sum tema umboðar polit-
iski einmansleikurin eitt
slag av "nationalromantisk-
ari surrealismu í post-
kommunistiskum regi", ið
annars mest er at síggja í
tilafturskomnum londum.
Mann kann so spyrja, hvat
fyri slag av frælsi ein slíkur
leikur kann bjóða føroying-
um, eftir at kommunisman
sum stjórnarskipan hevur
vísti seg at vera ein frælsis-
táta? Eisini havandi í huga
tað ignoranto atferð ella
strutsaframferð sum verður
sýnd tí miðsavnandi fræl-
sisrørslu, sum hevur tikið
seg upp í Europa síðani
seinna heimsbardaga, og
hevur útklakt bæði NATO
og EU.
Eitt isolerað mini ríki er
eitt anakronistiskt fyri-
brigdi í dag, nú felags sam-
existensur og globalisering
eru vorðin ein partur av
okkara samleika. Uttan
neyvt samstarv og fíggjar-
ligt atlit skal meira til enn
ein fjepparaskarði av skúla-
ungdómi og litterert loys-
ingarhugaðum
verbal-
ekvilibristum, til at geva
Føroya fólki størri per-són-
ligt frælsi og vælferð enn
tað vit hava.
Kanska er hetta eitt tema
fyri Grímu at taka upp til
næsta vetur, tá virkningurin
eftir Ginusøgurnar hevur
lagt seg.
Eftir er bert at vóna at
Føroya fólk nú hevur fingið
politiskan sjónleik fyri alla
pengarnar, tí sjálvt eftir
leiklok verður gjaldið fyri
henda politiska einmans-
leikin framhaldandi 366
mill. krónur um árið um-
framt tær ætlaðu hundrað-
tals yvirtøkumilliónurnar.
Latið tey í Grímu um at
spæla sjónleik, tí tað eru
tey góð til. Okkara fólka-
valdu landspolitikarar áttu
heldur at koncentrerað seg
um at føra ein savnandi
politik, sum ikki í mis-
skiltari loysingarhugmóð
undirgravar tað samhalds-
fasta í føroyska samfelag-
num, har virðiligt pláss og
vælferð eigur at vera til
okkum øllum.
VIÐMERKINGAR
Framhald av síðu 8
Hví ikki lesa tað, sum skrivað stendur?
Vónandi hevur tú
etið bláseym,
Jóannes
C
M
Y
K
9
8