mikudagur 4. desember 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 233 - 4. desember 2002
Nr. 233 - 4. desember 2002
15
Íslendingurin Johann Olavsson :
Føroyingar kunnu læra av
newfoundlendingum
OLJUVINNUSAM-
STARV TVØRTUR
UM ATLANTSHAV
Jan Müller
Hinumegin Atlantshavið, Í
New Foundlandi, hava tey
nú í meira enn 20 ár leitað
eftir olju og ment eina olju-
vinnu. Maðurin hjá Eim-
skip í New Founlandi, Jo-
han Ólafson, sum flestu
føroyingar munnu kenna,
nú hann starvaðist hjá Eim-
skip í Føroyum í mong ár
heldur føroyingar kunnu
læra nógv av tilgongdini í
New Foundlandi.
Johan arbeiddi annars í
fimm ár í Ruslandi og
Eystureuropa, eftir at hann
segði
Føroyum
farvæl.
Síðani setti hann seg niður í
Norðuramerika og heldur
hann fyri: - Tað eru ikki
nógv fólk, sum hava livað
eystan fyri, vestan fyri og
mitt í millum sigur Johan
brosandi.
Eimskip
hever
tvær
skrivstovur í Kanada, eina í
St.John’s og eina í Halifax
á Nova Scotia.
Hövuðuppgávur eru tæn-
ustur fyri fiski- og oljuídn-
aðin. Somuleiðis fyri inn-
og útflutning av vørum til
og frá Kanada.
7
starvsfólk
eru
í
St.John’s og 3 í Halifax.
Johan sigur við Sosialin,
at Newfoundland er á
rættari kós eftir nógv torfør
ár síðani toskurin hvarv.
Toskaveiðibann hevur
verið galdandi í 10 ár men
ongin toskur er at finna
herumleiðir.
Í løtuni eru tvey oljufelt í
framleiðslu: Hibernia
sum er ein ovurstórur fram-
leiðslupallur og fyri tað
mesta úr betongi og síðani
Terra Nova sum er FPSO,
goymslu og framleiðsluskip
meinlík teimum stutt frá
føroyska markinum.
Í løtunni gera teir so
triðju útbyggingina, sum
verður FPSO á White Rose
okinum.
Oljuvinnan er nú høv-
uðsvinnan í New Found-
landi. Nógv fólk starvast í
vinnunni og um tú koyrir til
høvuðstaðin kann man
siggja tænustuídnað til
olíjuvinnuna alla staðini.
Men hetta er ikki hent
“overnight” sigur Johan.
Tað eru umleið 20 ár síð-
ani, at fyrsta oljan blev
funnin. -Men eg haldi at
tað er gott at hava varisliga
menning, soleiðis at alt
samfelagið ikki fer atkóka.
Vinnan á New Found-
landi hevur eisini ment seg
og er nú á støði vit tað besta
í Texas og Norra.
-Men her hava eisini ver-
ið vanlukkur og fyri umleið
20 árum sakk royndarpall-
urinn Ocean Ranger og við
honum 84 oljufólk. Tað er
ein tann ringasta oljuvan-
lukkan í Norðuramerika.
Johann letur heilsa øllum
føroyingum og vónar, at
oljan verður skjótt funnin
men leggur okkum eina við
ikki at skunda nakað ígjøg-
num. -Gevið hesi nýggju
vinnu ta tíð henni tørvar
fyri at menna seg og ansið
væl eftir samfelagnum ann-
ars.
Frá eini av skrivstovunum hjá Eimskip í Kanada
C
M
Y
K
15-1
14-1