Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. desember 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 4. desember 2002 15 Væl gekst føroysku spælarunum í donskum flogbólti um vikuskiftið. Bárður og Holte halda seg í toppinum og Juanna og Åbyhøj hava nú fingið annað beinið í endaspælið FLOGBÓLTSÚTISETAR Hilmar Jan Hansen Í ár er Bárður B. Mikkelsen aftur veruliga við í toppin- um í donskum mansflog- bólti, tí umframt at lið hansara, Holte IF, er næst- fremst í landskappingini, skulu Bárður og teir eisini um tvær vikur spæla í donsku steypafinaluni móti HIK Ålborg. Steypafinalan, sum verð- ur spæld í Århus týsdagin 17. desember, er ein endur- tøka av finaluni í fjør, tá Holte IF tapti. Í fjør var eis- ini finalan um meistara- heitið millum hesi bæði lið- ini, og tá taptu Bárður og teir eisini. Við øðrum orðum hevur Holte IF nakað at hevna her, og okkurt kundi bent á, at tað kann eydnast eisini. Tá liðini hittust í sínum innanhýsis dysti fyrr í ár, vann Holte IF á útivølli ein tryggan 3-0 sigur. Nú grundspælið í lands- kappingini næstan er komið at enda, er Holte IF næstfremst við 12 stigum, og er tað bara tvey stig aftan fyri oddaliðið Marienlyst Odense. Tvey onnur lið, Skovbakken Volley og HIK Ålborg, hava eisini 12 stig. Sunnudagin spældi Holte IF móti Hvidovre VK, sum er eitt av nýggju liðunum í bestu donsku flogbólts- deildini, og tann dystin vann Holte IF trygt 3-0. – Vit høvdu tamarhald á dystinum alla tíðina, og fingu vit roynt nøkur ting í okkara álopsspælið, sum eru góð at taka við til steypafinaluna, sigur Bárður. Leygardagin er tað so enn eina ferð eitt av liðun- um niðan fyri »strikuna«, ið er á skránni, Bedsted KFUM. Hetta er síðsti dysturin í grundspælinum, og Bárður er bjartskygdur: – Av tí at mótstøðuliðið hjá okkum einki stig hevur fingið, verður taktikkurin óivað tann sami, sum hann var móti Hvidovre VK, at vit skulu vinna og royna ymist, vit ætla okkum at brúka í steypafinaluni, sig- ur hann. Upp um »strikuna« Juanna S. Joensen, sum spælir við Åbyhøj IF Volley, vann um vikuskiftið ein týdningarmiklan sigur, tá tað eydnaðist at vinna 3- 0 á Holstebro KFUM. Við sigrinum fóru tær upp um »strikuna« og upp á tað »magiska« sættapláss- ið, ið gevur atgongd til endaspælið. Fyri bara fáum vikum síðani vóru Juanna og tær í Åbyhøj IF Volley langt frá kjansinum at koma víðari eftir nýggjár. – Servurnar hjá okkum riggaðu stak væl frá byrjan, og vit fingu trýst Holstebro KFUM í botn. Vit tóku okkum kanska í so nógv av løttum í øðrum setti, men vunnu kortini samanlagt ein greiðan sigur, sigur hon. – Sermerkini í dystinum í dag vóru øll tey framúr góðu kantálopini, sum vit høvdu. Hóast Juanna og tær so- statt eru komnar millum seks tey bestu, er enn bara annar fóturin komin innum. Dysturin um vikuskiftið móti Frederiksberg Volley, sum er tann síðsti í grund- spælinum, verður avger- andi fyri, um Åbyhøj hel- dur plássið ella ikki: – Tær í Frederiksberg hava sama stigatal sum vit og liggja bara eitt pláss lægri, men vit hava betri settmun enn tær. Kortini er greitt, at tað verður vinnar- in av tí dystinum, sum sleppur við í endaspælið, sigur Juanna S. Joensen. Hóast munurin ikki var stórur í nøkrum av settunum, vann ÍF tey øll trý, tá topp- uppgerð var í Tron- gisvági sunnudagin. ÍF er nú oddalið við TB í skugganum KVINNUFLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Tey eru ikki so fá, ið hava væntað, at kappingin um meistaraheitið fyrst og fremst fór at standa millum TB og ÍF, og stigatalvan sigur eisini, at so er, tí nú hava bæði tvey tólv stig. Sunnudagin møttust júst oddaliðini bæði í ítróttar- høllini í Trongisvági, og har gjørdi ÍF ikki mætari enn at vinna 3-0. Munurin var lítil í hvørjum setti, men ÍF fekk tey altso øll trý. Hjá ÍF var talan um veru- liga uppreisn eftir tapið móti Drátti, meðan TB hesa ferð ikki megnaði at endur- taka ein sigur, eins og gjørt var móti stríðandi Mjølnir- liðnum vikuna framman- undan. Tá TB við bit og slit vann á Mjølnir, knípti tað longu í fyrsta setti at fáa fatur á, og soleiðis var eisini hesa ferð móti ÍF. Heldur betur gekst í hinum báðum settunum, har TB var væl við frá byrj- an, men so ikki megnaði at halda fast. Tí fór ÍF avstað við øllum. ÍF er sostatt higartil ein- asta liðið, ið hevur vunnið á TB – enntá tvær ferðir – og tað gevur nú oddasessin, tó við sama stigatalið sum TB. Bæði liðini hava tólv stig. Lítið man framvegis vera at ivast í, at kappingin um meistaraheitið fyrst og fremst fer at standa millum hesi bæði liðini. Men í høl- unum á teimum koma Mjølnir og Dráttur, og tá endaspælið fer í gongd við hálveraðum stigum, verður kappingin kanska bara upp- aftur meira spennandi. Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 8 6 - 2 22 11 11 12 2 TB 8 6 - 2 20 9 11 12 3 Mjølnir 7 5 - 2 18 9 9 10 4 Dráttur 7 4 - 3 15 16 -1 8 5 KÍF 8 1 - 7 6 21 -15 2 6 Fleyr 8 1 - 7 6 21 -15 2 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 6 6 - 0 18 0 18 12 2 Mjølnir 4 3 - 1 9 5 4 6 3 Fram 9 3 - 6 11 9 2 6 4 SÍ 5 2 - 3 6 9 -3 4 5 Fleyr 7 0 - 7 0 21 -21 0 Bæði Bárður og Juanna vunnu TB-ÍF 0-3 (21-25, 22-25, 21-25): ÍF streyk fram um TB Toluliga óvæntað vann ÍF oddadystin í Trongisvági, og hava tær við hesum togað seg fram um TB á stigatalvuni Mynd: Áki Bertholdsen Flogbóltsstøður 15 Nr. 233 • mikudagur • 4. desember 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Báðar tær bestu verjurnar í landskappingini í ár eru mestsum avfólkaðar, nú liðini so smátt eru farin at fyrireika seg til komandi kappingar- árið í fótbólti FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Ein stór orsøk til, at HB og NSÍ gjørdust tey bæði fel- øgini, ið fingu bestu úrslit- ini í fótbóltskappingini í ár, var støðugt verjuspæl. HB, sum vann lands- kappingina og fekk silvur í steypakappingini, læt bara 19 mál fara ígjøgnum í teimum 18 landskappingar- dystunum. Og hjá NSÍ, sum við steypasigrinum og silv- uri í landskappingini fekk sítt besta úrslit nakrantíð, fóru bara 21 mál ígjøgnum í landskappingini. Men nú tveir mánaðir eru farnir, síðani landskapping- in 2002 endaði, og feløgini so smátt eru farin undir lættari venjingar og fyri- reikingar til komandi ár, stendur púra greitt, at hvørki HB ella NSÍ fara at hava somu verjur at dúva uppá, sum kanska bjargaðu feløgunum týdningarmestu úrslitini í ár. HB má komandi ár vera bæði Hans á Lag og Jóhannus Joensen fyriuttan, og tað man kennast sum smeitur. Hans, sum umframt at verja væl eisini skjeyt ikki færri enn sjey mál, fer nið- ur til Danmarkar, og lands- liðsspælarin Jóhannus hev- ur gjørt av at venda aftur til røturnar. Komandi kapp- ingarár fer hann at spæla við FS Vágum. Svárur missur Steinfinn Mittelstein, stjóri í partafelagnum Havnar Fótbóltur, ásannar at miss- urin av hesum báðum spæl- arunum kennist svárur hjá HB: – At vit missa spælarar úr frægara endanum, er altíð keðiligt, men verri er tað sjálvandi, at ein so stórur partur av vælvirkandi verj- uni hjá okkum nú er burt- uri, sigur hann. Eitt annað ivamál í verj- uni hjá HB er eisini Jan Dam, sum eftir kappingina í ár setti stórt spurnartekin við, um hann fór at spæla 1. deildarfótbólt aftur næsta ár. – Vit hava fingið at vita frá Jan, at hann verður verandi í felagnum og fer ongan veg. Nú hevur hann so veturin at hugsa um ting- ini, og eina ferð eftir nýggj- ár kanska vit fáa at vita frá honum, um hann tekur eitt tørn aftrat, sigur Steinfinn Mittelstein. – Um tað so ikki verður á fyrsta liði hjá okkum, ivist eg onga løtu í, at vit altíð kunnu heita á hann í einari sperdari støðu. Men av- gerðin liggur hjá honum, og heldur hann, at tíðin er komin at gevast, vilja vit sjálvandi eisini takka hon- um fyri drúgva og trúgva tænastu fyri felagið. Allir burturi Sum sagt, so er støðan júst tann sama hjá NSÍ, sum ongantíð hevur havt eitt betri ár enn í ár. Men kom- andi ár verður tað í øllum førum við nýggjari verju, at NSÍ skal verja tey góðu úrslitini, felagið fekk hesa ferð. Poul Thorsteinsson er farin aftur til B36, 35 ára gamli Arnfinn Langgaard hevur eftir fimtan ár á besta NSÍ-liðnum sett skógvarn- ar á hillina, og eisini sær út til, at Djóni N. Joensen gevst. – Hetta merkir fyri okk- um, at vit í øllum førum mugu hava annað fólk í verjuna, tá hesir tríggir ikki eru til taks meira, sigur Jónsvein Knudsen, tals- maður hjá Leiðslubólkin- um hjá NSÍ. – Ein møguleiki er, at onkrir av hinum spælarun- um á liðnum verða umskúl- aður at røkja verjuna, og eisini hevur onkur av teim- um roynt tað fyrr. Men tað er sjálvandi eitt sindur truplari at fyrireika seg til komandi ár, tá tríggir so góðir spælarar fara burtur- av í senn. Ringt at fáa fólk Jónsvein Knudsen sigur, at NSÍ hevur hugt seg um í Føroyum, men at tað ikki hevur ligið so væl fyri at fingið fólk til liðið hjá NSÍ. Og tað skilir hann ikki rættiliga: – Tá vit nú hava havt okkara besta ár nakrantíð við einum gull- og einum silvurmerki, umframt at vit hava í minsta lagi tveir UEFA Cup-dystir at bjóða komandi ár, skilji eg ikki, at áhugin fyri at koma til NSÍ ikki skal vera størri, heldur hann. – Vit hava góðar umstøð- ur og eitt væl skipað felag, ið hevur fleiri og stórar av- bjóðingar í komandi ári, men eftir øllum at døma skal meira til enn so. Enn eru ikki allar súður syftar hjá steypavinnarun- um, og framvegis verður leitað eftir fólki – fyrst og fremst til tey tómu og tøku plássini í verjuni. NSÍ hev- ur eitt nú onkran følara utt- an fyri landoddarnar, og sum skilst, verður millum annað hugt at onkrum spælara úr íslendsku kapp- ingini, uttan at nakað ítøki- ligt er komið burturúr enn. – Tíðin arbeiðir kortini ímóti okkum, so hendir ikki nakað rættiliga skjótt, verð- ur tað innan fyri egnu rekkjurnar hjá okkum, at vit fara at loysa verjutrup- ulleikan, sigur Jónsvein. Kanska úr Danmark HB er eisini úti um seg, og nú danski venjarin Frank Skytte næstu tvey árini skal hava ábyrgd av HB-liðnum, verður hann kanska bein- leiðis lykilin til at loysa verjutroti hjá føroyameist- arunum. – Venjarin hevur sam- band við nógv fólk og nógvar góðar spælarar niðri, so kanska tað verður ein máti at finna okkum fólk, sigur Steinfinn Mittel- stein. – Vit kundu ynskt okkum at fingið tveir ella tríggjar mans aftrat til hópin, og tá hugsa vit fyrst og fremst um at fáa tveir verjuspælar- ar. Jón Rói Jacobsen, sum nú hevur verið í Brøndby og kanska heldur fram har eftir nýggjár, er jú eisini ein manglandi brikkur í spæl- inum hjá HB. Hann kundi annars verið eitt boð upp á góða loysn í verjuni, hóast hann meginpartin av árin- um spældi í HB-álopinum. – Enn vita vit ikki, hvussu tað verður við hon- um, men í øllum førum vildi tað bara skapt okkum ein trupulleika í álopinum, um vit skuldu brúkt hann í verjuni, sigur Steinfinn. – Tí er triði maðurin, vit vilja hava fatur á, helst ein góður framherji, ið kann styrkja um álopið næst ár. HB og NSÍ verjuleys C M Y K 14 www.sosialurin.fo