Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 1987síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 111 — 1. oktober 1987 tíðindablaðið ) kki bannað em etismønnum at vera po- itiskt áhugaðir og akttvir men hetta má ikki ávirka arbeiðið sigur Johan Djurhuus — Sjálvandi er tað landsstýrið, sum er adressan úteftir, men so kann tað koma fyri, at um okkurt er galið, tosa vit um tað innanhýsis. Ógvu- liga sjáldan er tað fyri- komið, at stórvegis osemj- ur eru komnar fyri millum landsstýrismenn og em- bætismenninar, sigur Johan Djurhuus. Endurminningar — Hvat fer Johan Djur- huus nú at taka sær til, nú hann fer úr starvi, sum ikki hevur stundir til áður? — Eg gleði meg til at leggja frå mær. Tad at tad ikki longur verður neyð- ugt at hyggja at klokkuni, liggur fyrst í sinninum. hann havt Aftanå? Teir fyrstu tveir månadirnar fari eg at bruka til at venja meg til ta nyggju støduna, men annars havi eg møguleikar at takast við okkurt Heima við hús og eg havi bát. Kanska skriva endur- minningar! — Góð ráð til mannin? — Eg vil siga við hann, næsta Sosialurin sk” % =" at eg havi verið glaður fyri ta tíðina, eg havi havt á- byrgdina av landsskriv- stovuni. Tað hevur verið strævið, spennandi, men niðursteðan er, at eg havi verið negdur, sigur Johan Djurhuus og leggur afturat, at skuldi hann livað lívið umaftur, kundi eg neyvan hugsað mær at sitið í eðrum starvi. Tá eg las í Danmark var tað alla tíðina mín hugsan at koma heim aftur. Tað, at koma út í Tinganes at arbeiða var eg serliga glaður fyri. Eg var føddur á Kongabrúnni — í Ólav- stovu — so nærri mínum barnaheimi = kundi eg neyvan arbeitt, sigur ein vælhýrdur Johan Djur- huus nú hann leggur frá Síða 9 sær sum landsins hægsti embætismaður 40 ár. nærum tor.- K.F.U.M nýggjan skrivara Seinasta sunnukveld helt K.F.U.M. hugnaliga mót- tekuveitslu fyri nýggja skrivaranum, sum hesa ferðina er ein kvinna, væl- kend av okkum ellum, nevniliga Sudan-trúboðin Kaja Nemuel, f. Lam- hauge. Kaja er ættað úr Ritu- vík. Aftaná skúlagongd- ina i heimbygdini, fór hon å prliminerskula å Glyvr- um. Tá prógvið var lokið, fekk hon starv í Feroya Banka í Eysturoy. Henn- ara dreymur var at gerast sjúkrasystir, og fór hon, tá 2 ár vóru liðin, fyrst at arbeiða á Feroya Barna- heimi, men í hesum ar- beiði merkti hon, hvussu veikan rygg hon hevði, so veikan, at ikki var hugs- ingur um at fara undir sjúkrasystraútbúgving- ina. Kaja leitaði so til No- regs á »mai-kursus« á bíbliuskúlanum í Staffeldsgetu í Oslo og ar- beiddi aftaná á skúlanum eitt summar. Dreymin um sjúkrahús hevði Kaja ikki heilt givið frá sær, hon fór tí til Danmarkar at læra til læknaskrivara. Skúlin var um kveldið, um dagin arbeiddi hon á Dansk Rede Kors. Tá útbúgvingin er liðug fer Kaja á 8 mánaðarskeið á bíbliuskúlanum Legum Kloster og her er tað, at hon kemur í samband við Sudanmissiónina og fær kallið til at fara út til Nigeria (fyrr Sudan) og í oktober 1969 verður so Kaja send út frá Rituvíkar kirkju. Ein stórur og ríkur dagur fyri heimbygdina at fáa egnan trúboðara. Útkomin arbeiðir Kaja 3 mánaðar á Útvarpssteðini í Jos, sían lærir hon mál í aðrar 3 mánaðar og verður hon sett í starv í umsiting- ini á sjúkrahúsinum í Numan. Her starvast hon til 1972, tá stjornin yvir- tekur sjúkrahúsið. Hetta sama ár aftaná at hava ar- beitt eitt stutt skifti á kirkjuskrivstovui í Numan, vitjar Kaja heim- aftur, og útaftur komin í 1973 fær hon arbeiði sum kann sammetast við danska »sognemedhjælp- er«. Hon ferðast millum bygdir, heldur skeið fyri lokalum evangelistum, lærir kvinnur at lesa o.s.fr. Í 1976 fær Kaja nýtt starv, nevniliga á skrivstovuni hjá bispin- um, og har hevur hon ar- beitt síðan. Kaja festi djúpar retur í Nigeria, sum uttan at siga ov nógv, gjerdist henni eins kært og Feroyar. Og vit kunnu leggja afturat, at hon kom at hoyra til har, tí í 1982 giftist hon við einum av landsins synum: Nemuel Babba. Hesin er útbúgvin innan guðfreði og arbeiðir á kirkjuskriv- stovuni í Numan. Beint nú er Nemuel til víðari út- búgving í Amerika, og tí hevur Kaja leitað henda vegin við teimum 3 dreingjunum, tey eiga. Og gott er hetta fyri K.F.U.M., sum sostatt fekk skrivara, í hvert fall fyri eitt tíarskeið. Vit ynskja Kaju Guðs signing í nýggja starvi hennara. j.h. sr /KJARTANN /DALSGAARDV / TRYGGINGAR { UMBODS ) STOVA / HOYDALSVEGUR 6 -- har flestu tryggingar kunnu teknast 000000000000000 Avgreiðslutíðir: 9—12 og 13—16