Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hvat foroysku yrkingina í dag, heldur tú um ta samanborið við yrkingar- nar í seksti-árunum? Tá ið eg gav mítt fyrsta yrkingasavn Heim komuna — út í 1966, ko- mu ikki so nógv yrkinga- søvn út á føroyskum Guðrið Helmsdal og Líggjas í Bø høvdu givið sevn út nekur ár frammanundan, og Arn- bjørn Danielsen gav sítt fyrsta savn út eisini i 1966. Annars komu ikki nógv yrkingasevn út, eftir nýggjar hevundar, um ta tíðina. Sum smábern upp- livdu vit 2. heimsbardaga, vit upplivdu fólkaatkveð- una í 1946, politiska hurli- vasan í fimtiárunum, kun- stiga inflatión og nagga- tódn í sekstiárunum. Kan- ska, orsakað av ellum hes- um broyttist stílur og innihald í okkara yrking- um. Málið varð brúkt sum amboð at skapa við og ik- ki til fótatraðk. I dag koma eini 10-12 yrkingasevn út um árið, so bara hetta er ein stór broyting. Utgávuviður- skiftini eru batnað, hóast langt er eftir á mál, hvat viðvíkur útgávu av fagur- bókmentum. Hyggja vit at tí inni- haldsliga í yrkingunum, sum komu fram í seksti- árunum, so var broytingin kanska ikki so stór, men stílurin var broyttur. Vit yrktu ikki rímaðar yrking- ar, vit brutu radikalt við tann gamla stílin. Eg havi mangan fingið at vitað, at tað eri eg, sum eri orsekin til, at tann modernaða yrkingin kom fram í Fer- oyum. Men hetta taki eg bara sum eitt herðaklapp og ikki sum ábreiðslu. Men hví skuldi stil- urin broytast? Eg haldi, at vit skulu skilja hesa stílbroytingina sum eitt lið í menningini, eitt dømi um, at vit alla tíðina eru á veg, at vit ikki Nr. 111 - TOLIN TRIVST OG TREISKNI VINNUR Samrøda vid Steinbjørn B. Jacobsen, skald, í samband við at hann í gjár fylti 50 år steðga upp. Kanska hevur hesin nýggi stílurin verið ein hjálp hjá teimum yng- ru yrkjarunum, sum komu aftaná okkum Vit kunnu taka yrking- ina Havfuglur og havið, sum re fyrsta yrkingin í tí fyrsta yrkingasavninum hjá mær. Havfuglur og havið 1. oktober 1987 Frá teimum døgum sum barn meg minnist havfugl og hav hansara lidna skap líkleika við havið. Hvenn morgun sum barn óendaligt hav, óskiljandi havsins ævigt verandi skap markið við markleysum skifti. Og vetrarmorgun himmal og hav goysandi eind moti havfugli. Rikin kom tú gorrandi stivur var vongur syngjandi stundum kavandi to håbærsligt moti hvitari strond. Summarmorgun eitt vid havid vetrarmorgun egin eind. Men altid var tu ein livandi vera sjónarrings burður havmynd. Tey vóru mong, tá ið tíðini, sum segdu, at yrk- ingin var óskiljandi og ógreið, at tað var spill av pappíri og prentsvertu o.s.fr.. Í dag sita fólk i djúpasta álvarssemi í tímavís og analysera so- mu yrking við eitt próv- tekuborð. Hetta vísir, at uppfatanin av einari yrk- ing er broytt nógv hesi 21 árini. Eg haldi, at yrkingar- nar, sum verða útgivnar í dag, eru fjølbroyttar, her er gróður, og yrkingin stendur sterk í letuni. — Tú hevur higartil út- givið 6 yrkingasøvn, nær frætta vit aftur frá tær? - Fyrsta dagin. Eg gev- ist ikki so. Um stutta tíð gevur forlagið Fannir út eitt savn við nýggjum yrkingum. Hóast fólk við- hvert siga, at tey skilja ik- ki alt tað, sum eg skrivi, so fær tað meg ikki at gev- ast. Eg royni haraftur- ímóti, um eg fái hevi til tað, at geva mær tíð at greiða teimum frá, hvat tað er, eg vil við mínum tekstum, og vit skiljast al- tíð sum vinir. Eg taki mær ikki tykni av, hvat fólk halda. Fólk eru ikki ill, bloðini kunnu vera ill, men tey eru, tíbetur, ikki fólk! >Við yrkingum sínum hevur Steinbjorn fingið ljóð og við sjónleik- unum kemur hann á tal við okkum«. Soleiðis skrivaði Eyðun Johanne- sen í eini leikskrá fyri skjótt 20 árum síðani. Aðrenn Steinbjørn av ålvara før at skriva fyri børn t 1970, hevdi hann skrivað sjónleikirnar I