Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. november 1987síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 127 — 7. november 1987 Koyrdur sum skipari — Bara 14 dagar eftir, hann heuði bjargað 211 flóttafólk- um, fekk Páll Jensen í Havn at vita, at hann ikki longur var skipari hjá reidariinum. Men hann kundi halda fram sum stýrimaður. Páll Jensen heldur ikki grundgevingin hjá reiðar- anum er tann veruliga. Or- søkin má vera onkur onnur. Reiðarin sigur, at bjarg- ingin onki sum helst hevur at gera við avgerðina at koyra Páll Jensen sum skip- ara. Páll Jensen er ikki longur skipari hjá danska reiðarí- inum Riis Shipping. Hann hevur fingið at at reiðaríið ikki kann brúka hann sum vitað, « i Sida 5 Reidartid hjá Alice Riis hevur fingið fimm dollarar fyri hvert flóttafólkið frå flóttafólkanevndini hjá ST. Tað geva 1.055 dollarar ella góðar 7.300 kr. Reiðarin sigur, at tað hevur onki at siga, antin hann fær alt ella bara ein part aftur, sum tað kostaði at bjarga teim- um vietnamesisku flóttafólkunum. — Tá fólk eru í neyð, hava pengar onki at týða, sigur hønn. skipara. Men hann hevur í staðin fingið boðið starv sum stýrimaður. Hetta fekk hann skrivliga i brævi, dagfest 19. oktob- er. Har stendur eisini, at hevur hann ikki svarað innan 14 dagar, verður hetta skilt soleiðis, at hann ikki longur vil ar- beiða hjá Riis Shipping. Páll Jensen hevur ikki svarað og ætlar sær held- ur ikki at svara, sigur hann. Niels Riis Christensen, reiðari, sigur við Sosialin, at Páll Jensen hevur ikki nervar til at vera skipari. Hann sigur, at hetta onki hevur við hending- ina, tá Páll Jensen sum skipari á Alice Riis tann 13. september bjargaði vietnamesiskum Suður- 211 flóttafólkum i kinesiska havinum. — Tað var rætt atborið og tað er skylda hjá ellum skiparum at bjarga fólki í havsneyð. — Men tað eru reiðarí, sum biðja skiparar sínar sigla langt uttan um slík- ar bátar við flóttafólkum? — Ja, tað veit eg so onki um og eg góðtaki als ikki slíka framferð. Tað er púra greitt, at okkara skip sigla ikki frá fólki í neyð. Niels Riis Christensen sigur, at Páll Jensen í telexi einar 14 dagar, áðr- enn flóttafólkini blivu bjargað, fekk at vita, at hann skuldi loysast av í Singapore. hå Svart og hvitt um Hotel Torshavn Tóku av Dan Klein og sakførari hansara, Jørgen Olsen, bóðu um eina løtu til at tosa um uppskotið hjá Landsrættinum. Teir fóru úr rættarsalinum, men komu aftur beinanvegin og boðaðu frá, teir tóku av. Hinvegin kundi sakfer- arin hjá Jonny og Andriasi Joensen, Páll Nielsen, ikki taka so skjóta avgerð. Hjúnini vóru ikki á rættarfund- inum, so hann noyddist ringja til tey fyrst. Páll Nielsen lovaði at koma við svari í seinasta lagi kl. 18.00 hóskveldið. — Vit taka av. Tó hava vit eitt lítið uppískoyti til semjuna, og tað er, at Dan játtar at prenta semjuna í síni heild í Oyggjatíðind- um, segði Páll Nielsen við Sosialin hóskveldið. hd — Tá fólk geva vitnisfrágreiðing í rættin- um, er tað við sakarábyrgd. Tað vil siga, tey skulu siga sannleikan og bara sann- leikan. Revsingin fyri at lúgva er herð, vanliga 60 daga fongsul. Var tað bara sannleikin um Hotel Tórs- haun, sum kom fram í Dómhúsinum í Havn hósdagin, so er skilið á hesum før- oyska gistingarhúsi mitt í Keypmanna- havn bæði syndarligt og fyrimyndarligt. Er Hotel Tórshavn í Gothersgøtu í Keyp- mannahavn eitt verri hol ella eitt vælsignað frið- skjól? Bæði sjónarmið komu fram, væl og virðiliga, í Dómhúsinum hósdagin, tá Eystari landsrættur viðgjerdi sakarmálið mill- um Dan Klein, blaðstjóra á Oyggjatíðindum, og vertshjúnini á Hotel Tórs- havn, Jonny og Andrias Joensen. Hjúnini stevndu Dan Klein fyrst í januar 1986, tí tey kendu seg æru- meidd í grein í Oyggjatíð- indum 13. desember 1985. Tey vunnu í Feroya rætti, men Dan skeyt dómin inn fyri Landsrætt" Fleiri vitni Partarnir høvdu fyri- reikað seg betur til dystin í Landsrættinum. Millum annað vóru sjey vitni innkallað. Og Páll Nielsen, sakferari hjá Jonny og Andriasi, ætlaði eisini at avhoyra vitni í Danmark umframt tey bæði. Hann ætlaði at av- hoyra starvsfólk á hotell- inum og grannskoðara tess. Men hetta verður helst av ongum, tí málið er end- að í semju eftir avhoyring- ar í hálvan fimta tíma í Dómhúsinum hósdagin. Tað eina vitnið hjá Dan kom ikki. Men hini trý hevdu lítið gott at bera vertshjúnunum. Serliga tvær kvinnur, avvarðandi hjá sjúkum fólkum, sum hava brúkt hotellið í nekur ár, spardu ikki krút- ið. Við sakarábyrgd greiddu tær rættinum frá ymsum óhugnaligum viðurskiftum: fólk, sum hverki eru sjúk ella av- v rðandi hjá sjúkum fingu besta rúmið á hotellinum, meðan hini vóru fýra- fimm í einum rúmi. Fólk, sum hevdu verið á Ríkishospitalinum og vitj- að, fingu ikki nátturða, komu tey ov seint aftur á hotellið. Hóast Jonny Joensen er sjúkrasystir, hjálpti hon ikki teimum sjúku, henn ikki dámdi. Drykkjuskapur og harð- skapur vóru eisini millum skuldsetingarnar. Onnur sega Páll Nielsen hevði boðsent tveimum monnum, sum hava verið á Hotel Tórs- havn. Teir hevdu heilt aðra segu at siga. Munur varð ikki gjørdur á gestunum, øll fingu góða viðferð. Tá trongligt var á hotell- inum, bjóðaðu vertshjún- ini gestum at gista í íbúð- ini hjá teimum. Tey bjóð- aðu eisini gestum í summ- arhús teirra og tey læntu fólki pengar, sum vóru komin í penganeyð. Karolina Petersen, sum var forkvinna í stýrinum fyri sjálveigandi stovnin Hotel Tórshavn, gav Landsrættinum eitt bræv um viðurskiftini á hotell- inum, hon fekk frá seks gestum í februar 1983. Í hesum brævi eru klagur um líkt og ólíkt á Hotel Tórshavn. — Eg legði brævið fyri stýrið, men har varð tað ikki tikið í álvara. Sovorðin slatur! var við- merkingin hjá einum stýrislimi, segði Karolina Petersen. Ein genta, sum hevur arbeitt á hotellinum, bleiv eisini avhoyrd. Men hon kundi ikki skriva undir nakra skuldseting móti vertshjúnunum, komin var fram hendan dagin. Annars varð hon í síni tíð biðin at undirskriva, at Jonny og Andrias ótu allar máltíðir á hotell- inum. Men hon noktaði, segði hon. Hon upplýsti eisini, hver bað hana skriva und- ir. Tað var Karolina Peter- sen. hd