leygardagur 21. november 1987síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
AA
tíðindablaðið
Havnin ger nú
sin flogvøll
Landsstýrið torir ikki í holt við málið. By-
ráðið í Havn ger ti bara sin flogvøll á Glyv-
ursnesi. Loyvini munnu fara at koma, held-
ur Poul Michelsen, býráðsformaður
Térshavnar byråd hevur
nú í nakrar mánaðar havt
eina nevnd sitandi, sum
hevur kannað meguleikar-
nar at gera flogvell á
Glyvursnesi. Fyribils eru
góðar tríggjar milliónir
krónur brúktar til kann-
ingarnar — fimm mill. eru
settar av á fíggjarætlan-
ini.
Nevndin hevur nú gjert
eina fyribils frágreiðing
um kanningarnar og
ætlaninar. Álitið varð
kunngjert í gjár. Fyrst
fyri fjølmidlunum og síðan
fyri landsstýri og leg-
tingslimum Suður-
streymoy
Poul Michelsen vråds
formaður
ikki í, at tað er £
gera flogvøll
nesi. Sjálvandi
ð
x
iBc x
uppgåvuna. Poul M
sen er eisini sannierdur
Her ætlar Tórshaunar byråd at leggja flogvellin, sum skal verða 1800 metrar langur og 150 metrar breiður, men seinni
ber til at breiðka og leingja vøllin. Einir 75 ha av góðum hagalendi fara undir asfalt og gråt, men afturfyri fåast 20 ha
av veltum bei
um, at meginparturin av
føroyingunum tekur undir
við ætlanini, og tað má
fram, sigur hann.
Landsstýrið hevur
ongantíð verið við í ætlan-
ini. Býráðið hevur skrivað
til Landsstýrið nakrar
ferðir, men svar er einki
komið aftur.
Loyvi?
Tað hevur verið frammi,
at ein kommuna ikki hev-
ur rætt at byggja flogvøll
sum tann ætlaða á
Glyvursnesi. M.a. varð
spurningurin reistur á
fundi, ið Førova Komm
unufelag hevði í heyst. A
ur or
øgfrøding ski
inr
K fí eg
sigi K )
KK € æl 1
aka
bert er ætlaður til
nann
innanlandsflúgving
— Spurningurin um
kommunan hevur loyvi at
byggja flogvellin, hevur
verið umreddur her. At-
finningunum vísi eg aftur.
Sjálvandi kann komm-
unan taka eitt slíkt stig,
segði Poul Michelsen á
tíðindafundi í gjár.
Upprunaliga var ætlan-
in, at Kirkjubøar Komm-
una skuldi vera við í kann-
ingunum og skuldi hava
umboð í felags flogvallar-
nevndini. Men meiriluti
var ikki í bygdaráðnum
vestanfyri at vera við í ar-
beiðinum, og tí gjerdi bý-
ráðið í Havn bara kann
ingarnar sjálvt
Pórshavnar byråd hevur
ikki fingið tey neyðugt
loyvini til at byggja flog
vøllin. Hvørki frå flog
ferðslumyndugleikunun
ella til at keypa lendið. At
fáa loyvini væntar Poul
Michelsen ikki verður
nakað stríð. Kommunur
Havnina
munnu fara at skilja, at
nar vestanfyri
rerre
Nr. 133 — 21. november 1987
Flogvøllurini Vågum kann ikki gerast longri enn 1600 metrar. Tad er ov litid, heldur
býráðið í Havn
tað er rætt at gera flog-
vøllin, og Landsstýrið
kann ikki loyvi sær at siga
nei, sigur Poul Michelsen.
Øll eru samd
Tað er ein samd flogvall-
arnevnd, sum hevur lagt
fram álit um flogvell á
Glyvursnesi. Í flogvallar-
nevndini sita Poul Michel-
sen, Ronald Poulsen og
Leivur Johannesen. Til-
takslimir eru Arnstein
Niclasen, Lisbeth L.
Petersen og Heðin
Mortensen. Hetta er eitt
tverpolitiskt mál, segði
Leivur Johannesen á tíð-
indafundinum í gjár. Poul
Michelsen segði, at býráð-
ið so at siga var samt um
at gera flogvellin. 11 av 13
eru fyri. Bara ein býráðs-
limur er ímóti
ætlanini, og ein er meira
móti mannagongdini
segði Poul Michelsen.
Grundgevingarnar hjá
sjálvari
býráðnum fyri at geri
flogvellin eru nógvar
Flogvellurin í Vágum er
ov stuttur. Skal hann
leingjast nógv afturat,
verður neyðugt at javna
fleiri fjøll í Vágum við
jørdina, skemtadi Poul
Michelsen vid. Lendingar-
vidurskiftini i Vågum eru
heldur ikki nóg trygg, og
tað tekur ov langa tíð at
ferðast vestur í Vágar.
94% av fólkinum í Fer-
oyum fær styttri leið til
flogvellin, um hann verð-
ur gjørdur á Glyvursnesi,
verður sagt í álitinum frá
flogvallarnevndini hjá bý-
ráðnum.
Líka skjótt
til Havnar
A tíðindafundinum í gjár
varð Poul Michelsen
spurdur, um ikki grundar-
lagið fyri nýggjum flog-
velli fall burtur, tá undir-
sjóvartunnilin verður
gjørdur undir Vestmanna-
sundi og berghol millum
Signabø og Kaldbaks
t
botn. Tá fer tad ikki at
taka meira enn trý korter
úr fi Vágar
Tað ikki ætl
anina, helt Poul Michel-
sen. Tá verður eisini skjót-
ari hjá vágafólki at koma
til Havnar!
Ein onnur grundgeving
hjá býráðnum er útflutn-
ingurin. Verður flogvellur-
in gjørdur á Glyvursnesi,
verður nógv skjótari at
fáa feskan fisk av landin-
um, og tað er neyðgut.
Um tað ber seg fíggjarliga
at flyta fisk við flogfari, er
ein annar spurningur,
segði Poul Michelsen.
Flogvallarnevndin er í
sínum kanningum komin
fram til, at flogvellurin
verður nógv tryggari á
Glyvursnesi. Einki ber
upp fyri, og vellurin kann
gerast longri. Ætlanin er
at gera ein vøll, sum verð
ur 1800 metrar langur og
IK moi r
150 breiður íroknað
trygdarøki. Av tí at
vellurin verður longri
verður ikki neyðugt hjá
flogførunum at hava ser-
liga útgerð fyri at kunna
lenda.
Uttan um
Havnina
Óljóðið frá flogførunum
verður eingin trupulleiki,
heldur nevndin. Tað larm-
ar nógv meira í Servági,
enn tað fer at gera í Havn,
tá nýggi flogvellurin kem-
ur. Tey uttastu sethúsini
á Argjum verða nakað
nervað av gangi, men tað
fer ikki at bila. Annars
kann sethúsabygging ikki
forða neyðugari samfe-
lagsútbygging, segði Poul
Michelsen.
Nevndir vórðu eisini
aðrir meguleikar at minka
um óljóðið í Havn frá flog-
førunum. Um nú flogferini
snara til høgru, tá tey fara
upp frá, fer tað at hjálpa.
Og eisini ber til at slekkja
motorarnar, beinanvegin
tey hava slept breytini,
verður sagt í álitinum.
Flogvallarnevndin met-
ir flogvellin at kosta 3-400
mill. krónur. Ætlanin er,
at tær fyritøkur, ið skulu
nýta bygningarnar á flog
vellinum, skulu verða
uppi í at gjalda teir. Vi
landshúsarhaldið ikk
flogvel
aðrar
upp
einsan
t
figgja
in, vilja kanska
kommunur
k MINI NI ) 1
KOMMUNU Poul
koma
Tórshavnar
Michel
sen heldur tað mest hug
takandi vera, at eitt felag
fer at standa fyri flogvøll-
Flogvallargjaldið
fyri góðs og ferðafólk skal
bera sín part, og megu-
leikin er eisini nevndur at
taka gjald frá ferðafólki,
ið svara til ferðingar-
kostnaðin vestur í Vágar
ella bumm-pengar.
Poul Michelsen væntar,
at flogvellurin kann verða
liðugur í 1991.
saman
mum.
randi
myndir: kalmar