hósdagur 3. desember 1987síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Smyril fer
fullsettur
til Noregs
við kvinnum
Stórur áhugi er millum kvinnur í Foroyum at fara við á
kvinnuráðsteuvnu næsta summar
Tað gongur væl við fyri-
reikingunum í Feroyum
til norðurlendsku kvinnu-
ráðstevnuna, Nordisk
Forum, sum verður í Oslo
næsta summar.
Áhugin er so stórur, at
eingin ivi er um, at Smyril
verður fullsettur við fer-
oyskum kvinnum, sigur
Elinborg Trónd Johansen,
forkvinna í Kvinnusam-
skipan Feroya, sum legg-
ur ferðina úr Feroyum til
rættis.
Kvinnufelagssamskip-
an Feroya hevur leigað
Smyril frá Strandferðsl-
uni til ferðina. Kvinnuráð-
stevnan verður í døgunum
frá 30. juli til 7. august, og
væntandi fer Smyril úr
Feroyum ólavsekudag og
verður aftur í Feroyum 9.
august. Strandferðslan
ætlar, at Smyril skal fara
inn í Scrabster á ferðini
bæði til Noregs og heim
aftur.
Millum 4.500
og 5.500 kr.
Ferðaseðlarnir fara at
kosta millum 4.500 og
5.500 við morgunmati
allar dagarnar — alt eftir
hvussu tær skulu búgva
umborð. 183 koyggjur eru
umborð.
Elinborg Trónd Johan-
sen sigwr, at kvinnur í hin-
um norðurlondunum eis-
ini hava biðið um innivist
á skipinum, meðan tað
liggur í Oslo. Men tað fer
ikki at bera til, tí tær fer-
oysku verða so nógvar, at
aðrar rúmast ikki. Elin-
borg væntar tó, at nakrar
íslendskar og grenlendsk-
ar, sum hava longsta veg-
in, sleppa við skipinum.
— Onkrar hava spurt,
um tær kunnu sleppa vid
annan vegin, men tað
kunnu vit ikki játta, tá
áhugin er so stórur. Ann-
ars ber eisini til at fara við
Norrenu til Bergen ella til
Hanstholm, um tað skuldi
staðið á hjá nøkrum, sigur
Elinborg.
Fær góða
móttøku
Hon ivast ikki í, at tað
verður ein frálík ferð.
Fyrireikingarnevndin i
Oslo hevur nevnt, at skip-
að verður fyri mótteku, tå
Smyril kemur, og Kvinnur
fyri friði í Noregi taka eis-
ini ímóti. Smyril fær best
hugsaða atleguplássið í
Oslo. Skipið fer at liggja
við gestabryggjuna beint
við ráðhúsið, mitt í bý-
num.
Elinborg heldur, at
norðurlendska kvinnuráð-
stevnan ikki fer at standa
aftan fyri altjóða kvinnu-
ráðstevnuna, sum var í
Nairobi í 1986. Men hon
verður upp á ein annan
máta, av tí at hon fyrst og
fremst verðu. fyri norður-
lendskar kvinnur.
Evnini eru mong, ið
verða tikin upp. Andin í
stevnuni er ikki at venda
sær ímóti hesum og has-
um, men at vera fyri ein-
um betri lívi og einum
betri heimi.
700-800 tiltøk
um dagin
— Vit fara at skipa fyri
ymiskum tiltøkum um-
borð, men tær, sum koma
við, vilja á ráðstevnuna
sjálva. Og har verður nóg
mikið at fara til. Millum
700 og 800 tiltøk verða
hvenn dagin, sigur Elin-
borg Trónd Johansen.
randi
Nr. 138 —
3. desember 1987
Strond
broyast
Økid frá el-verkinum á
Strond í Klaksvík og
600 metrar norður um
byrgingina verður nú
vinnuøki. Klaksvíkar
býráð samtykti á fundi
týskveldi at ekið
sunnan fyri byrgingina
skal leggjast av til
vinnuendamál, ið hava
við skipaferðslu og
tungídnað at gera um-
framt verkstaðir og
tænastuvirksemi. Økid
norðan fyri byrgingina
er ætlað alivinnuni og
fiskiskapi.
Tað krevur góðkenn-
ing frá Landsstýrinum
Úr Klaksvík
verður
nú vinnuoki
Byggisamtyktin skal
at broyta byggisam-
tyktina. Fyrst verður
broytingarætlanin tó
løgd alment fram. Um
eingin mótmælir, tekur
tða einar fýra mánaðar,
til byggisamtyktin er
broytt.
Jógvan við Keldu,
býráðsformaður i
Klaksvík, væntar, at
bedingin í Klaksvík fer
at flyta norður á
Strond eisini. Møgu-
leiki skuldi eisini verið
hjá eðrum fyritøkum
at flutt norður haðar,
heldur byrådsformad-
urin.
Góðshavn
i Anunum
Klaksvíkar býráð sam-
tykti eisini at gera
góðshavn í Ánunum.
Fyrsta byggistig fevn-
ir um 11.000 fermetrar
av havnarøki við 106
metrar langari
bryggju. Tað ekið verð-
ur millum neystini í
Ánunum og Bukku-
vald.
Hetta arbeiðið bíðar
tó eftir havnaætlanini
hjá Legtinginum.
Klaksvíkar býráð vón-
ar, at játtanin verður í
lagi 1. januar.
randi
Ferðsluljós
setast upp
við SMS
Ferðslan á R. C. Effersoes-
gøtu ikki reglulig, fyrr enn
SMS-okið er liðugt til várs
Við báðar innkoyringar-
nar av R.C. Effersøesgøtu
inn å SMS skulu feråslu-
ljós setast upp. Bæði við
Apotekið og við Sjóvinnu-
bankan
Tað er tó ikki fyrsti
parturin av arbeiðinum á
R.C. Effersøesgøtu. Veg-
urin er fyribils asfalter-
aður, og lummar eru
gjørdir inn í gongubreytir-
nar báðu megin við get-
una til bussarnar.
Í letuni arbeiða teir við
at gera miðoyggjarnar
lidnar. Miðoyggjarnar eru
ætlaðar at beta um
ferðslutrygdina, sigur bý-
ráðið. Í staðin fyri mið-
oyggjarnar vóru framman
undan málaðir teigar á
getuna. Teigarnir sóust
ikki í kava, og ell koyrandi
virdu teir ikki.
Miðoyggjarnar = skulu
gera tað lættari hjá fólki,
sum fara tvertur um get-
una, tí tey kunnu taka
teinin í tveimum og noyð-
ast ikki at ansa eftir bilum
úr báðum ættum í senn.
Býráðið væntar ikki, at
ferðslan verður reglulig í
R.C. Effersøesgøtu, fyrr
enn arbeidid er lidugt å
SMS-økinum og oman
Pisuvarða.