Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2000síða 18

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 tíðindablaðið sosialurin Nr. 78 - 20. apríl 2000 34 tíðindablaðið sosialurin Nr. 78 - 20. apríl 2000 JÁKUP MØRK Hóast nógv av fótbóltsfe- løgunum kring landið, nýta bólkaspælið í steypakapp- ingini sum eitt slag av ven- jingardystum, so skerst ikki burtur, at viðhaldsfólkini kring landið nú eru um at gera sær eina fatan av, hvussu teirra lið er fyri. Mánadagin, 2. páskadag, fæst so sjón fyri søgn, hvussu ymsu liðini fara at standa seg, tá tað veruliga stendur á. Landskappingin fer tá av barkastokki, og hóast talan ofta er um misjøvn úrslit fyrstu dystirnar, so er einki at ivast í, at spenningurin kring ymsu vallirnar verður stórur. Fimm dystir eru á skránni í bestu mansdeildini, og millum teirra eru fleiri, sum at líta til kunnu gerast rættu- liga áhugaverdir. Triðja ferð av fýra Á Toftum tekur B68 móti uppflytarunum úr Vágu- num. Toftamenn hava uttan iva stórar vónir til kapping- arárið, nú liðið er styrkt við fleiri góðum føroyskum leikarum. Toftamenn, sum áður hava roynt seg hjá HB og B36, eru nú komnir heim aftur til felagið, og harum- framt eru eisini Jan Dam og Eyðstein Skipanes komnir afturat hópinum. Sum skilst hava toftamenn ongar skað- ar at dragast við í løtuni, so um teir sleppa heilskalaðir gjøgnum teir báðar steypa- dystirnar um vikuskiftið, verður tað við sterkastu manning teir fara á vøllin mánadagin. Til stuttleikar kann nevn- ast, at hetta er triðja ferð av fýra møguligum, at FSV byrjar landskappingina á Toftum. Tær báðar fyrru ferðirnar er tað blivið til tvey stórtap uppá á ávíka- vist 5-0 og 5-1, og so er spurningurin, hvussu tað fer at gangast hesu ferð. Vágamenn hava tó longu sýnt, at teir eisini skulu tak- ast í álvara, hóast talan er um uppflytarar úr aðru deild, sum vanliga hava tor- ført við at standa seg í bestu deildini. Liðið telur fleiri ungar, evnaríkar leikarar, og harumframt er fýra litavar komnir afturat, so alt talar fyri einum spennandi dysti. Í løtuni er tó ivamál um ein- ar tríggjar av leikarunum hjá Vágamonnum, nevnliga litavarnar Darius og Bakus, umframt Birgir Joensen, sum allir eru smáskaddir í løtuni. Ikki eins sterk og í fjør Í Gundadali verður dystur millum B36 og GÍ, sum bæði hava góð úrslit at vísa á seinnu árini. Liðini bæði tykjast tó at vera viknað nakað í mun til undanfarna ár. B36 hevur mist fleiri av berandi leika- runum frá undanfarna ári, og serliga í verjupartinum tykist heldur tunnligt. Í dystinum móti ÍF um viku- skiftið var tó líkt til, at sven- ski venjarin er um at finna røttu samansetingina. Verð- ur sæð burtur frá málmans- plássinum, har støðan tykist heldur ógreið, hevur ven- jarin alt fólkið tøkt, so møg- uleiki skuldi verið fyri, at møtt við sterkastu manning. Mótstøðuliðið, GÍ, er lið- ið, sum hevur bestu úrslitini at vísa á seinastu tíggju ár- ini, men eisini í Gøtu hevur talan verið um frágongd hetta kappingarárið. Burtur eru Henning Jarnskor, Sá- mal Joensen og Sasha, men hinvegin hevur liðið eisini fingið nakað av tilgongd úr Runavík og Fuglafirði. Spurningurin tykist tó vera, um tilgongdin vigar nóg nógv mótvegis frágongdini, tí tað er eingin loyna, at Sá- mal og Henning høvdu sera týðandi leiklutir á liðnum. Lokaluppgerð í Suðuroynni Í Sumba verður lokalupp- gerð á skránni beinanvegin, tá vágbingar fara suður gjøgnum bergholið. Sumbingar vunnu báðar innanhýsis dystirnar í fjør (teir vunnu ongan annan dyst), men hóast hesa sann- roynd, eru vágbingar helst at rokna sum favorittar. VB hevur styrkt sær um hópin í mun til undanfarna ár, og kunnu teir halda fast um góðu úrslitini seinna hel- ming av kappingini í fjør, kann liðið røkka heilt langt. Sumba hevði tó eisini ein- a góða seinnu hálvu í fjør, og heldur ikki teirra hópur er viknaður. Úrslitini í steypakappingini hava ikki verið nakað serlig, men tað hava tey heldur ikki verið hjá VB, so alt talar fyri ein- Nú kemur gongd á Eftir at bólkaspælið í steypakappingini nú er um at vera liðugt spælt, verður skjøtul settur á landskappingina mánadagin Løgmanssteypið Avgerðirnar um, hvørji lið skulu halda fram í steypakappingini fell- a eisini um vikuskiftið JÁKUP MØRK Tað er ikki bara í lands- kappingini, at spenning- urin er stórur, nú fyrstu dystirnar standa fyri framman. Talan verður um eitt rættuliga umfatandi fót- bóltsvikuskifti, har bæði leikarar og dómarar fáa úr at gera. Áðrenn farið verður undir landskappingina mánadagin, skulu liðini eisini gera bólkaspælið í steypakappingini burtur av sær, og her verður tal- an um dyst bæði í dag, skírishósdag og páska- aftan. Bólkur 1 Støðan í hesum bólkinum er enn heldur ógreið. VB væntar nevnliga tveir dystir í mun til NSÍ, sum í løtuni er á øðrum plássi. Enn hevur VB einki stig fingið, men megna teir at vinna á Sumba, og kanska fáa okkurt við sær úr Klaksvík, er bólkurin aft- ur víðopin. Líkt er tó til, at KÍ fer avstað við fyrsta pláss- inum, meðan annað pláss- ið verður ein dystur mill- um NSÍ, Sumba og VB. Skírishósdag spæla í bólki 1 KÍ-Sumba og NSÍ-VB, meðan dystirnir leygardagin eru KÍ-NSÍ og VB-Sumba. Bólkur 2 Bólkur tvey er einasti bólkurin, har líkt er til, at allir dystirnir verða leik- tir, áðrenn farið verður í holt við landskappingina. B68 hevur higartil vunnið allar sínar dystir, og líkt er tí til, at teir ger- ast vinnarar av bólkinum. Dysturin um annað pláss- ið er framvegis rættuliga opin, men skal nakað lið takast fram um, er hetta uttan iva B36, sum á pappírinum er væl sterk- ari enn bæði ÍF og B71, umframt at teir eisini hav- a 3 stig fleiri enn hesi bæði. Sum støðan er í løtuni kann verða, at tað verður trýarin í hesum bólkinum, sum gerst tapari, tá støðan fyri hesar verður gjørd upp, men bæði ÍF og B71 kunnu tó framhaldandi sjálv gera av, hvussu lag- na teirra skal verða. Seinastu dystirnir í bólkinum eru lagdir so- leiðis, at skírishósdag leika B71-B36 og B68-ÍF, meðan dystirnir B36-B68 og ÍF-B71 standa á skr- ánni leygardagin. Bólkur 3 Triðju ferð í slag varð dysturin millum GÍ og HB útsettur týskvøldið, og tí væntar teimum báð- um oddaliðunum enn at avgreiða hendan dystin. Úrslitið av hesum dysti, saman við øvugtu upp- gerðini í Havn, fer helst at verða avgerandi fyri, hvat av liðunum vinnur sær fyrsta plássið í bólk- inum. Bæði hava tey ver- ið vesturi í Vágunum, har tey hava fingið eitt stig hvør, og dysturin, sum HB eigur eftir móti TB, má helst metast at vera ein avgreiðsluspurningur. FS Vágar kann tó eisini blanda seg í oddastríðið, um teir fáa trý stig heim við aftur, tá teir vitja í Gøtu, men hóast saman- setta liðið skuldi tapt henda dystin, eru teir so at siga vísir í at koma víð- ari, um teir vinna heima- dystin móti TB. Skírisdag spæla HB og GÍ í Gundadali meðan FSV tekur móti TB. Leygardagin, páskaaftan, eru dytirnir GÍ-FSV og HB-TB. um spennandi dysti, og tá talan er um lokaluppgerð, verður vanliga tikið til, at alt kann henda. Nýtt HB lið Sandoyingar byrja kapping- arárið á heimavølli, tá eitt at kalla spildurnýtt HB lið kemur suður at vitja. Sandoyingar eru full- greiðir um, at støðan í dag er ein onnur, enn hon var frá 1989 og eini fimm-seks ár frameftir, men kortini hava teir góðar vónir um at standa seg í kappingini. Na- kað av til- og frágongd hev- ur verið hetta árið, men samanumtikið tykist hóp- urin at hava á leið somu styrki sum í fjør. Vónirnar í HB eru eisini góðar, nú teir fara undir eitt nýtt kappingarár, men havn- armenninir dylja heldur ikki fyri, at lið teirra nú skal byggjast upp, mest sum av nýggjum. Burtur er stórur partur av liðnum, sum fyri tveimum árum síðani vann FM-heitið, og so er spur- ningurin, hvussu skjótt nýggju leikararnir megna at taka yvir. Føroyameistararnir byrja heima Seinasti dysturin verður í Klaksvík, har føroyameist- ararnir úr KÍ taka ímóti NSÍ. Einki er at ivast í, at klaks- víkingar eru favorittar at vinna dystin. Teir eru ver- andi føroyameistarar, og harumframt hava teir júst vunnið 2-0 í Runavíkini. Júst hetta kann tó vera ein bági, tí um KÍ leikararnir kenna seg ov vísar í sig- rinum, kann henda at teir ikki taka uppgávuna í nóg stórum álvara. Runavíkingar tykjast na- kað skerdir, í mun til kapp- ingina í fjør, men hinvegin hava teir tey nógvu seinnu árini alt ein stóran hóp av ungum evnaríkum leika- rum. Spurningurin tykist tó vera, um hetta er nóg mikið hjá liðnum, sum vanliga hevur havt tað sera torført í Klaksvík. Málverji teirr, Rúni Joensen, hevur tó góð minni úr Klaksvík, tí tað var júst har, at hann fyrstu ferð gjørdi vart við seg, tá hann í 1996 kom á vøllin, eftir at lærumeistarin, Jens Martin Knudsen, varð rikin av vølli. Kappingarskipanin frá FSF er nú útkomin. Eins og van- ligt eru upplýsingar um feløg, venjarar, dómarar v.m. at finna í skipanini, har dystaryvirlitið fyri ymsu deildirnar sjálvsagt eisini er at finna Útsettir dystir Fótbóltssambandið hevur nú gjørt av, hvussu útsettu dystirnir í stey- pakappingini skulu leikast JÁKUP MØRK Eins og tað hevur verið siðvenja seinnu árini, hevur kappingin um løg- manssteypið eisini í ár verið órógvað av veðr-i- num. Hetta hevur viðført, at tað ikki hevur verið gjør- ligt at leikt allar dystirnar til ásettu tíðina. Nú hevur FSF so gjørt av, hvussu hesir dystir skulu fáast frá hondini. Dysturin millum GÍ og HB, sum varð ásettur at verða 2. apríl, er nú settur at leikast 3. mei. Dysturin, KÍ-VB, sum skuldi leikast 16. apríl, veður leiktur 5. mei og dysturin millum Sumba og VB, sum skuldi verið 9. apríl, er nú settur at verða 10. mei. Tá teir tíggju telvararnir í landsliðsbólkinum sessað- ust kring tey fimm borðini í Eydnuni á Oyrabakka í gjár til tað sætta av níggju um- førum, var støðan framvegis tann, at John Rødgaard og Ólavur Simonsen vóru á odda. Báðir høvdu teir fýra stig, sum var eitt stig meiri enn teir tríggir næstu á list- anum. Merkisvert var tað, at týs- dagin, tá tvey umfør vóru á skránni, fingu báðir odda- fiskarnir hálvt annað stig. Báðir telvaðu javnt í fjórða umfarinum, og báðir vunnu í fimta umfarinum. Seinnapartin í gjár hevði John Rødgaard hvíta fólkið móti Martini Brekká, og Ó- lavur Simonsen hevði svart- a fólkið móti Flóvini Þór Næs. Kæran Á støðutalvuni stendur Fló- vin Þór Næs at hava trý stig. Eitt hálvt av stigunum fekk hann í øðrum umfari móti Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Kortini er ikki víst, at hetta úrslitið verður standandi. Um tað verður broytt, so verður tað tann vegin, at Flóvin Þór Næs fær eitt hálvt stig afturat, og so missir Carl Eli sjálvsagt eitt hálvt stig. At ivi hevur verið um hetta úrslitið kemst av, at Flóvin kærdi um manna- gongdina, tá dómarin gjørdi av, at talvið var javnt. Støð- an var tann, at Flóvin hevði bisp og riddara í endaspæl- inum, meðan Carl Eli bara hevði bisp. Hjá telvarum á tí støðinum, sum teir í landsliðsbólkinum mugu roknast at vera, eigur so- vorðið endaspæl at enda javnt. At Flóvin kærdi um av- gerðina hjá dómaranum, sum gjørdi av, at teir báðir skuldu hava eitt hálvt stig í part, komst av, at hann metti mannagongdina vera skei- va. Vanliga bjóðar annar telvarin remis, men í ser- støkum førum ber til at krevja remis. Í hesum før- inum var talan um henda seinni nevnda møguleikan. Fyri úrslitið hevði tað iva- leyst verið av stórum týd- ningi, at Carl Eli var í svár- ari tíðarneyð. Hann hevði bara tvey ella trý sekund eftir, tá dómarin gjørdi av, at talvið skuldi vera remis. Dómsnevndin hevði gjørt úrskurð, tá teir seinnapartin í gjár fóru undir sætta um- far. Telvararnir ynsktu ikki at fáa úrskurðin fyrrenn tá sætta umfarið var liðugt. Men góðar keldur í talv- umhvørvinum á Oyrabakka roknaðu fyrrapartin í gjár við, at tað vóru góðir møgu- leikar fyri, at úrslitið hjá dómsnevndini fór at bera við sær, at Flóvin Þór Næs fór at verða dømdur at vinn- a. Um hetta varð úrskurð- urin, so var Flóvin bara eitt hálvt stig aftanfyri John Rødgaard og Ólavur Sim- onsen. Flóvin var illa sperdur í 4. umfari móti Herlufi Han- sen. Herluf var heilt greitt í vinnara støðu, tá Flóvin bar- a soleiðis hissini flutti frem- stu finnuna fram, soleiðis at henni bara restaði ein leik í at gerast til frúgv. Hetta ó- rógvaði Herluf Hansen so mikið, at hann gav skarvin yvir. Ikki kann sigast annað, enn at her kortsluttaði hjá Herlufi, sum beinanvegin eftir at hann hevði lagt kongin staðfesti, at hann utt- an nakran kostna við sínari frúgv kundi havt tikið hótt- andi finnuna! Búnaður Sum vit søgdu í blaðnum í gjár, so er skráin løgd so- leiðis, at Ólavur Simonsen – við hvíta fólkinum – og John Rødgaard hittast í níggjunda og seinasta um- farinum, sum verður páska- aftan. John Rødgaard vann FM í fyrraárið. Hann er vete- ranurin í føroyskari telving, sum altíð hevur verið kend- ur fyri at telva trygt og mið- víst. Ólavur Simonsen hev- ur verið mettur sum eitt stórt talent. Hann verður sagdur at hava verið eitt sindur ó- støðugur: – Ólavur plagar at telva eitt sindur vilt. Eyðkent fyri telvingina hjá honum hevur verið, at hann hevur verið eirindarleysur í álopsspæl- inum, hann plagar ofta at ofra fólk, ofta hevur tað eydnast, men tá tað ikki hevur eydnast, hevur hann tapt, tí endaspælið hevur ikki verið besta síðan hjá honum. Eygleiðarar á Oyrabakka staðfesta, at í hesi kapping- ini hevur Ólavur vunnið fleiri talv í endaspælinum, og tað boðar frá menning. Í gjár hevði Ólavur Sim- onsen stóra mótstøðu í Flóvini Þór Næs, meðan tað á pappírinum tóktist lættari hjá John Rødgaard, sum við hvíta fólkinum hitti Martin Brekká. Skírisdag og langafríggj- adag eru mótstøðumenninir hjá Ólavi ávikavíst Herluf Hansen og Eyðun Nolsøe, meðan John Rødgaard hittir brøðurnar Eyðun Nolsøe og Rana Nolsøe. Og so fáa vit at síggja, um talan verður um eina rætta finalu leyg- ardagin millum Ólav Sim- onsen og John Rødgaard. Eyðun blíðan byr Størst úrtøku burtur úr stóra týsdegnum, tá bæði fjórða og fimta umfar vóru á skr- ánni, fekk Eyðun Nolsøe. Hann vann fyrst við svarta fólkinum móti systirsoni- num Carl Eli Nolsøe Sam- uelsen, og so vann hann á Flóvini Þór Næs. Av Oyra- bakka verður sagt, at Eyðun í báðum førunum telvaði sannførandi. Sigurin á Carl Eli var ikki so óvæntaður. Móti Flóvini varðveitti Eyðun alla tíðina fyrimunin, sum tað er at hava hvíta fólkið. Í gjár hitti Eyðun Herluf Hansen. Áhugavert er at staðfesta, at Eyðun í dag og í morgin telvar ávikavíst móti John Rødgaard og Ó- lavi Simonsen. Um Eyðun hevur sama byr í hesum báðum umførunum, so er møguleiki fyri, at hann kann blanda seg í oddastríðið, og at hann við sigrum á odda- fiskunum kann geva øðrum møguleika at koma heilt upp í toppin. Hini talvini Væl verður fylgt við odda- fiskunum báðum. At bæði John Rødgaard og Ólavur Simonsen fingu javnt í fyrra umfarinum týsdagin kundi kanska bent á, at teir gjørdu skjótt av fyri at hava tíð at hvíla seg undan langa og strævna endaspurtinum, men soleiðis var ikki. Báðir telvaðu fyri at vinna í fjórða umfarinum. Torbjørn Thomsen var tryggur og greiddi javnt móti John Rødgaard, og tað gjørdist eisini úrslitið mill- um Rana Nolsøe og Ólav Simonsen, eftir eitt langt og kompliserað talv. Í fimta umfarinum royndi Herluf Hansen at leypa á, men hann megnaði ikki at koma ígjøgnum hjá John Rødgaard, sum so við og við fekk yvirtakið, ið bar sigurin við sær. Ólavur Sim- onsen var eirindarleysur móti Carl Eli Nolsøe Sam- uelsen. Hann fekk fyrst eina finnu og so eina afturat, og so var slottið vunnið. Týsdagin fekk Heini Ol- sen somu úrtøku, sum teir báðir í oddinum fingu. Men sannlíkið fyri at endurvinna FM heitið minkaði, tí nú eru færri umfør eftir at vinna tað aftur, sum varð mist í fyrstu umførunum. Órógvið burtur Tað hevur verið vanligt í FM kappingunum, at fleiri talv hava verið niðurløgd, men nú er tann møguleikin burtur. Telvararnir fegnast um hetta, tí tað hevur verið órógvandi fyri telvararnar at hava havt fleiri talv at hugsa um, og tað hevur verið ó- rógvandi fyri kappingini at finna høvi at taka niðurløg- du talvini uppaftur. Áður hevur tað verið so- leiðis, at telvararnir hava havt tveir tímar í part til 40 leikir og so ein tíma í part til 20 leikir. Eftir seks tímar hava talvini verið niður- løgd, og tá tey hava verið tikin uppaftur, hava teir havt ein tíma í part til 20 leikir og so ein hálvan tíma í part at gera talvið liðugt í. Tað vil við øðrum orðum siga, at í mesta lagið hevur verið møguleiki at brúka níggju tímar til eitt talv. Nú er tíðin stytt til sjey tímar. Fyrstu fjøruti leikirnir skulu avgreiðast eftir tvei- mum tímum, so er ein tími til tjúgu leikir og so ein hálvur tími at gera talvið liðugt í. Tá teir týsdagin høvdu tvey umfør á skránni var tíðin uppaftur styttri. Tá høvdu teir tveir tímar til fyr- stu fjøruti leikirnar og so ein hálvan tíma at gera talvið liðugt í. Teir fóru undir fyrra umfarið klokkan tíggju. Øll talvini vóru liðug klokkan trý, og so herjaðu teir á aftur klokkan fýra. At reglarnir eru broyttir, soleiðis at tað ikki ber til at niðurleggja talvini, kemst fyrst og fremst av, at tað nú kring allan talvheimin er á- sannað, at tað ikki er ráðiligt at geva telvarunum høvi at fara til hús og so at siga at tosa við teldurnar um, hvussu víðari skal farast fram. Kappingin skal vera millum telvarar og ikki um, hvør eigur bestu talvteld- una! Og hetta er nakað, sum fyrireikarunum av kapping- unum dáma stak væl. Væl fyrireikað Av Oyrabakka verður sagt, at einstaklinga kappingin, sum Talvsambandið og talvfelagið Rókur í felag standa fyri, er stak væl fyri- skipað. Í ljósa hølunum sita teir í landsliðsbólkinum á einum palli. Tað ber ikki til at koma heilt tætt at borð- unum, men tað ber væl til at fylgja við. Hvørt kvøld verður eitt blað givið út, og tað ber eisini til at fylgja kappingini á heimasíðuni hjá Talvsam- bandinum, sum er at finna á sam-teld.fo/talv. Tað verður syrgt væl fyri telvarunum, tað verður farið stundisliga til verka, og steypini, sum skulu handast leygardagin, eru at síggja. Alt hetta myndar ein góð- an karm um kappingina. Sum vit nevndu í blaðnum týsdagin, so rokna teir við, at tað skírisdag, langa fríggjadag og leygardagin fara at koma fleiri áskoð- arar. Hinir bólkarnir Í almenna bólkinum var Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag einsamallur á odda, tá teir 21 telvararnir seinnapartin í gjár fóru und- ir tað fimta av í alt átta um- førum. Í fjórða umfarinum var toppuppgerð millum unga Martin Poulsen, sum við hvíta fólkinum basti vete- raninum úr Gøtu, Jákup F. Joensen. Martin var í gjár eitt stig frammanfyri fimm telvarar. Umframt Jákup F. Joensen vóru teir Helgi Joensen av Toftum, Brandur Jacobsen úr Runavík, Reinhold Isak- sen úr Gøtu og John Joen- sen úr Gøtu. Í unglingabólkinum var Rúni Dragaberg úr Klaks- víkar Talvfelag klárt á odda, tá fýra av teimum átta um- førunum vóru telvað. Hann hevði vunnið øll fýra talvini og var eitt stig undan Mann- birni Anthoniussen úr Klaksvík og Jákupi D. Joen- sen úr Havnar Telvingar- felag. Sambært skránni verður John og Ólavur lið um lið FM í talvi: Nýggju ásetingarnar gera, at tað órógvið ikki kemur í, sum niðurløgdu talvini áður plagdu at bera við sær Landsliðsbólkurin týsdagin - 4. umfar Carl Eli Nolsøe Samuelsen – Eyðun Nolsøe 0–1 Flóvin Þór Næs – Herluf Hansen 1–0 Rani Nolsøe – Ólavur Simonsen 1/2-1/2 Martin Brekká – Heini Olsen 0–1 John Rødgaard – Torbjørn Thomsen 1/2–1/2 Týsdagin - 5. umfar Eyðun Nolsøe – Flóvin Þór Næs 1–0 Herluf Hansen – John Rødgaard 0–1 Ólavur Simonsen – Carl Eli Nolsøe Samuelsen 1–0 Heini Olsen – Rani Nolsøe 1/2–1/2 Torbjørn Thomsen – Martin Brekká 1–0 Støðan eftir fimm umfør John Rødgaard 4 stig Ólavur Simonsen 4 stig Flóvin Þór Næs 3 stig Torbjørn Thomsen 3 stig Eyðun Nolsøe 3 stig Heini Olsen 2 1/2 stig Rani Nolsøe 2 stig Herluf Hansen 1 1/2 stig Carl E. Nolsøe Samuelsen 1 stig Martin Brekká 1 stig Skírisdag – 7. umfar Ólavur Simonsen – Herluf Hansen Eyðun Nolsøe – John Rødgaard Heini Olsen – Flóvin Þór Næs Torbjørn Thomsen – Carl Eli Nolsøe Samuelsen Martin Brekká – Rani Nolsøe Langa fríggjadag – 8. umfar Herluf Hansen – Heini Olsen Eyðun Nolsøe – Ólavur Simonsen Flóvin Þór Næs – Torbjørn Thomsen Carl Eli Nolsøe Samuelsen – Martin Brekká John Rødgaard – Rani Nolsøe Páskaaftan – 9. umfar Torbjørn Thomsen – Herluf Hansen Heini Olsen – Eyðun Nolsøe Ólavur Simonsen – John Rødgaard Martin Brekká – Flóvin Þór Næs Rani Nolsøe – Carl Eli Nolsøe Samuelsen farið undir kappingina í vet- eranbólkinum skírisdag. Teir skulu telva tvey umfør skírisdag, tvey langa fríggj- adag og tvey páskaaftan. JH Úrslit og støður Niðanfyri eru prentaði úrslitini frá undanfarnu umførunum, eins og støðan og komandi dystirnir eru vístir