Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 1. desember 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 VARPIÐ 10 Ein kærleikssøga so sonn, at hon kundi veri› um teg . Søgan er um parlag, um single-lív, vinarlag og um lívi› tvørtur um ættar- mørkini í dagsins Danmark. Um kærleikans vegir og loynistíggir – um vón og um dreymar, i› koma og fara, me›an lívi› heldur fram. – Nikolaj og Julie er ein dramarø›, sum vendir sær til alla fam- iljuna. Ein nútí›ar søga um kærleika og um tey tøttu sambond millum menniskju, b‡tt út á tr‡ ættarli› – millum børn, foreldur og ommur og abbar. Ta› sn‡r seg um, at vit øll anna›hvørt ta› vit hava veri› ígjøgnum ella allarhelst skulu ígjøgnum, sigur Ingolf Gabold, dramalei›ari hjá Danmarks Radio, sum vónar, at »Nikolaj og Julie« fer at klára seg eins væl og »Fer›ali›i›« hjá Danmarks Radio, sum hevur vunni› altjó›a vir›islønir. Tá Nikolaj og Julie hitta hvørt anna›, vita bæ›i vi› eitt, at tey hava hitt tann einasta eina. Tey ver›a skotin hvør í ø›rum, kærleikin veksur alsamt, og so endar ta› skjótt vi› brúdleypi, dreymahúsi, yndisbarni og øllum tí, eitt nútí›ar eydnuríkt lív krevur. Men sí›ani koma tey til strævna arbei›i vi› at halda alt vi› líka. – Vit eru í nøkrum a la filmin »Italiensk for begyndere« – I Feel good-sjangran, men eg vil fegin leggja dent á, at her er okkurt bæ›i at grína og gráta eftir. Ta› er dramai›, sum er í hásæti, sigur Ingolf Gabold vi› pressutænastuna hjá Danmarks Radio. Nikolaj og Julie eru umgyrd av eini fastari kjarnu av vinum, hvørs lív er fløkt inn í annara. Nikolaj, Frank og Philip eru gamlir vinir sí›ani skúlan. Saman hava teir eitt minni reklamu- virki, har arbei›sb‡ti› er greitt: Philip er á pappírinum stjóri og skal fáa kundarnar »í hús«, men kanska brúkar hann tí›ina heldur til at renna eftir konufólki. Frank, sum er grannsko›ari úr Jútlandi, skal halda skil á óstø›ugu fíggjarstø›uni. Nikolaj er teksthøvundur og tann kreativi. Teir stovna›u virki›, tí Nikolaj vóna›i at fáa persónligt og kreativt frælsi, Philip sá møguleikan fyri prestisju og pengum, me›an teir bá›ir fingu sannført Frank. Frank er giftur vi› Karinu, sum er vinkona hjá Juliu, og ta› var tann vegin, at Nikolaj og Julie hittust á fyrsta sinni. Julie hevur fyri stuttum fingi› starv í einum advokatvirki, har Karina eisini arbei›ir sum skrivari, og hon er stu›ul hennara, bæ›i til arbei›is og í lívinum annars, tá alt gongur gali›… Parturin sunnukvøldi› komandi er um fø›ingardagin hjá Emmu, sum skal haldast, men hvussu? Nú eru nakrir mána›ir farnir sí›ani Nikolaj og Julie fór hvørt frá ø›rum. Men júst nú hevur Julie sett sær fyri, at Stefan skal hitta Emmu og vinirnar. Mitt í øllum ver›ur Nikolaj noyddur at fara eitt ørindi til London fyri at hála ein handil í land – hann lovar at vera heima aftur til fø›ingardagsveitsluna, men so er ta› líka trupulleikin vi› gávuni. Philip rennur seg aftur í trupulleikar vi› Iben, me›an Frank má royna at grei›a Jonatan frá nøkrum, tey vaksnu hava fyri, og sum børn ikki skilja. Nikolaj og Julie – ein nútí›ar kærleikssøga Solei›is er eitt púra vanligt parlag í nítiárunum. Alt er so gott, størv, hús, yndisbarni› og dreymastarvi›. Men fer›in er ov høg, og alt endar gali› Høvu›sleiklutirnar sum Nikolaj og Julie hava Peter Mygind og Sofie Gråbøl