týsdagur 5. juli 1988síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Tá neyðin er
størst er
leksikonnið
næst!
NAKAÐ herfyri legði Pauli
Ellefsen javnaðarflokkin (og
tjóðveldisflokkin) undir fyri
av heilum hjarta at gera Før-
oyar til eitt kommunistiskt
samfelag við øllum ti, sum
harav fylgir.
VIT valdu ikki at svara slik-
um tvætli og vistu å, at
hetta vóru just somu skuld-
setingar, sum nasistarnir
førdu fram móti javnadar-
monnum fyri meira enn 50
árum síðan.
Í DIMMALÆTTING 2. juli
kemur Pauli aftur, og tað
skilst, at hann hevur ligið
flatur í sínum leksikon fyri
at mótprógva tí, sum vit
førdu fram. Men úrslitið er
so bert ein våttan av, at vit
vóru á beinari leið.
M.A. hevur Pauli í sínum
leksikon funnið útav, at
nasisman var ein burturav
tysk rørsla. Veruleikin er
tann, at nasisma hevur ver-
ið i øllum londum, og sjålvt í
Danmark vóru einir 20 yms-
ir nasistiskir felagsskapir
og flokkar. Og sjónarmiðini
aftanfyri nasismuna vóru so
sanniliga ikki avmarkað til
Týsklands. Vit halda okkum
hava mett teimum í ríkilig-
um máti her á landi.
ANNARS hevur Pauli eisini
funnið útav í sínum leksi-
kon, at »fyri tað fyrsta er
eingin veruligur munur á
sosialismu og kommun-
ismu. Fyri tað næsta svarar
tann politikkur, sum rikin er
í Føroyum tey seinastu fýra
árini någreiniliga til
definitiónina av bæði sosial-
ismu og kommunismuk.
VIT skulu loyva okkum at
endurtaka hvat, ið nasistar
hildu um sama spurning, og
skulu vit citera úr
»National-Socialisten«:
yikke mindst det hjemlige So
cialdemokratis Førere forsøger
ved Lejlighed at give det Ud
seende af, at Socialdemokrati
et er Modstander af Kommun-
ismen. Udover den Modstand,
der er dikteret af lokalt Brød
nid, og som lige udpræget paa
begge Sider, findes der ingen
Forskel paa de 2 marxistiske
Fraktioner.«
UM Pauli so leitar i øll heim-
sins leksikon, so kann hann
ikki afturvisa, at tann lys-
ing, hann hevur av javn
adarflokkinum, samsvarar
100% vid ta lysing, sum t.d.
donsku nasistarnir høvdu
av danska javnadarflokkin-
um. Og tad skal leggjast
afturat, at just hetta var ein
tydandi partur av politikkin-
um hjå nasistum. Tad kann
eingin Pauli reingja.
ANNARS skal sigast, at eitt
leksikon kann vera sera
hent. Men tå eitt leksikon
skal umrøda tiggjutusund
tals evni, er sera avmarkad,
hvat ið kann standa í einum
leksikon um hvert evni.
Tað, sum annars nógvar
bøkur kunnu skrivast um,
kann bert fáa nakrar reglur í
einum leksikon.
TÍ er tað rættuliga vanda-
mikið við einum politikara,
sum eftir ollum at dóma
hevur alla sína politisku vit-
an úr einum leksikon, og
við teimum stuttu endur-
gevingunum er nakað, sum
bendir á, at leksikonnið hjá
Paula Ellefsen hægst kann
vera í einum bindi!
TÍ fara vit at heita á Paula
Ellefsen í fyrsta umfari at
skaffa sær eitt sterri
leksikon og annars eisini at
lesa bøkur um tað, sum er
hansara høvudsyrki, nevni-
liga politikkur.
SO leingi tað ikki er gjørt, er
vónleyst hjá honum at
royna at træta okkum til
lygn!
Nr. 75 — 5. juli 1988
Byrjið fraktflúgving
í morgin!
Nú hevur nógv verið
frammi um ætlanina hjá
Tórshavnar Býráð um at
byggja nýggjan flogvøll á
Glyvursnesi. Eitt hevuðs-
argument er, at vit ikki
kunnu útflyta fisk um
flogvellin í Vágum. Borg-
arstjórin í Havn úttalaði
seg í 14. September, at ein
bert kundi útflyta 1,5 tons
um flogvellin í Vágum.
Flestu menn, sum ar
beiða við flogferðslu, vita,
at fleiri fraktflogfør, sum
taka 10
koma og
vellin í Vágum. Vit kunnu
15 tons, kunnu
fara um flog
nevna Hercules, sum ofta
er her fyri Nato, ella
British Aerospace 146,
sum er tað flogfarid, sum
Atlantic Airways nytir
Frakt utgåvan av hesum
slagnum kann koma og
fara avstad vid 11 tonsum
å flogvøllinum i Vagum
Hesi flogfør verða nógv
nýtt sum fraktflogfer runt
T.d. kann
nevnast, at eitt inter-
nationalt firma hevur 15
av hesum slagnum, og
um í heiminum
ED
hevur bilagt 75 tílík
afturat.
Í propagandablaðnum
fyri flogvellinum á
Glyvursnesi, sigur Líggj-
as Joensen á Fiskaseluni,
at í 90-unum fara vit at út-
flyta 12000 tons av ali-
fiski, har av 8000-10000
tons til Japan. Tað mesta
av hesum skal útflytast
við flogfari. At vit fara at
útflyta so nógv til Japan,
2000 tons til
Europa og USA,
hava lítið við veruleikan
og bara
man
at gera
Í dag útflyta vit bara
nøkur få tons til Japan av
sílum, og tey eru vit før-
oyingar givnir at fram
leiða. Harafturímóti er
70% av marknaðinum fyri
alifisk í dag í Europa, og
kostar tað umleið 2 kr./kg
í frakt prísi við skipi. Tosa
vit um frakt prísir á flog-
frakt, eru prísirnir úr 12
kr./kg til 25 kr./kg
Í sama blað sigur Johan
Mortensen hjá Marr, at
hann trýr onki uppá at vit
foroyingar fara at útflyta
fisk til Europa loftvegis,
men meguliga til USA.
Víðari segði hann, at
skuldi tað hent, verður
hann fyrst flogin til eina
floghavn á meginlandin-
um, og síðani víðari til t.d.
USA.
Rokna vit uppá hetta,
og siga, at vit flúgva 4
túrar um degnið í 350
dagar, við British Aero
space 146, sum í dag kann
fara avstað við 11 tonsum
av flogvellinu í Vágum,
koma vit fram til, at vit
kunnu í dag útflyta
15.400 tons um árið bara
við einum flogfari um flog
vellin í Vágum.
Utfrá hesum kann ein
og hver skilja, at byggja
ein flogveli til frakt
flúgving onki hevur við
veruleikan at gera. tí tað
kunnu vit gera í dag, og
við teir, sum hava hug at
royna hetta, er at siga:
Vit hava meguleikan í
dag, so tað er bert at
byrja
Flogmaður
Havnardalur leggjast undir
betong og asfalt?
Vit mugu tryggja okkum
Havnardal sum eitt av
teimum seinastu
ekjunum, sum vit kunnu
kalla grønt friøki.
skal beinan-
einki havi
fåa eina
Sigast
vegin, at eg
ímóti, at vit
hálkubreyt gjørda,
tverturímóti, og skal hon
fåa allan min studul, tå
hon kemur so langt. Men
at leggja hesa hålkubreyt
á ein av teimum stóru
grenu blettunum i
Havnardali, tað býður
mær ímóti.
Eg roknaði avgjert við,
at nú brennisteðin var
flutt niðan á Sandvíka-
hjalla, so skuldi Havnar-
dalur hampast og fríðkast
sum eitt frítíðarpláss hjá
havnarborgarum. Har eru
stórar víddir við nógvum
fuglalívi. Tverá og Sandá
eru í dag at kalla reinar,
og lív er komið í tær aftur.
Býráðið plantaði fyri
nógvum árum síðani nógv
tre, sum nú eru um at
koma væl fyri seg. Alt
hetta kunnu vit varðveita
sum eitt sereki fyri okk-
ara komandi ættarlið, um
vit nú bera okkum hóvliga
at og hugsa okkum væl
um, áðrenn vit fara at
leggja so stór eki sum í
Havnardali undir betong
og asfalt. Men vit mugu
gera skjótt av og rópa var-
skóð, at her úti í Havnar-
dali skal einki byggjast
meiri, tí nú skal hetta vera
okkara, sum tað jú hevur
verið áður fyri havnar-
borgarar
At leggja eina hálku-
breyt mitt inni í Havnar
dali, er ein dáragerð — hon
kemur at skemma alt ekið
har, ein stórur svartur
blettur, sum fevnir um
20.000 fermetrar. Ein tílík
stød sum henda førir
nógvan gang við sær,
dálkingarvandin er sera
stórur fyri hagan og áir-
nar har um vegin, ja, ein
kemur so nær Tverá, sum
nakrar fáar metrar. Nógv
kemisk evni skulu leiðast
frá hesi steð, hvussu verð-
ur hesin spurningur loyst-
ur?
Nei, latið hetta ekið
liggja í friði. Hví skulu
altíð tey bestu og gren-
astu ekini takast til at
byggja á, sum í hesum fer-
inum?
Henda ætlan at leggja
hálkubreyt úti í Havnar-
dali eigur at takast upp til
nýggja viðgerð, áðrenn ov
seint er. Vit hava fleiri
onnur eki, sum eru væl-
egnað til hetta endamál,
millum annað innan fyri
stóra ídnaðarekið á Sand-
víkahjalla, sum ikki kem-
ur náttúruni nær til so
ógvusligt sum úti í
Havnardali. Har verða
ídnaðarvirki bygd kortini,
og eru kloakk- og frárensl-
viðurskiftini undir skip-
aðari ætlan.
Ein kundi hugsað sær at
spurt, hvat okkara býar-
planleggjari og arkitektur
heldur um hesa ætlan í
Havnardali, vónandi er
tað ikki við hansara væl-
signilsi, at henda ætlan
skal setast í verk. Tí
trúgvi eg ikki, fyrr enn eg
síggi tað.
Biðið verður um, at ekið
til hálkubreyt úti í
Havnardali verður tikið
upp til skjóta og nýggja
viðgerð. Mælt verður til at
finna annað hóskandi eki.
Heðin Mortensen
Einaferð PINOTEX