Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 • hósdagur • 9. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Todi Jónsson skal taka eina avgerð viðvíkjandi framtíð sínari í næstu viku. FCK verður nú sett í samband við framherjan Marc Nygaard, sum møguliga skal avloysa Toda, um hann ikki heldur fram í Keypmannahavn FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Leikararnir hjá FCK fóru í gjár, mikudagin, undir fyri- reikingarnar til seinnu hálvu av landskappingini. Sáttmálin hjá Toda Jónsson rennur tó út í summar, og hann kann nú samráðast við onnur feløg. -– Eg vil helst ikki úttala meg um samráðingarnar, tí tað er so skjótt at siga okk- urt býtt, sum kann koma mær aftur um brekkur, sig- ur Todi Jónsson úr Keyp- mannahavn. Hann váttar tó, at part- arnir skulu møtast aftur í næstu viku, og at talan væl kann gerast um tann síðsta fundin, har endalig avgerð verður tikin, um hann skal halda fram í FCK, ella um hann skal finna sær eitt nýtt felag. – Eg fekk at vita, at eg heilt skjótt skal taka eina avgerð, um eg vil vera verðandi ella ikki. Tí um eg ikki taki av, skulu teir út á marknaðin at finna ein ann- an spælara. Eg havi fingið eina viku til at taka hesa avgerð, sigur Todi. Samráðingar byrjaðu longu í heyst, men tær hava ikki gingið serliga væl, tí FCK ikki vil ganga teimum fíggjarligu ynskjunum hjá føroyinginum á møti. Nygaard Sambært donsku fjølmiðl- unum hevur FCK longu verið úti á marknaðinum og kannað møguleikarnar fyri einum avloysara. Marc Nygaard, sum dagliga spælir í hollendska felagn- um Roda, hevur havt sam- band við FCK, og hann er helst avloysarin hjá Toda, um hann ikki skrivar undir. Tíðindini er tó ikki váttað enn, tí hvørki Nygaard sjálvur ella Niels Christian Holmstrøm, ítróttarstjóri í FCK, eru sinnaðir at úttala seg. Marc Nygaard hevur eis- ini samband við Føroyar, tí móðir hansara er av Tvør- oyri. Nygaard er 26 ára gamal og hevur spælt seks landsdystir fyri Danmark. Hann er uppvaksin í KB, og tí kemur hann heimaftur til barndómsfelagið, um hann nú endar aftur í FCK. Týskvøldið skrivaðu KÍ og Statoil undir stuðulsavtalu fyri komandi tvey árini STUÐULSAVTALA Solby A. Eliasen Fyrrakvøldið skrivaðu Heini Waag, marknaðar- leiðari fyri Statoil, og Gest- ur Hovgaard, formaður í KÍ, undir eina stuðulsavtalu fyri komandi tvey árini. Hetta hevur so við sær, at Statoil eisini verður høv- uðsstuðul hjá felagnum, tá KÍ fyllir 100 ár í august 2004. Vegna KÍ nýtti Bill Jacobsen samstundis høvi til at greiða frá, hvørjar ætl- anir felagið hevur fyri KÍ- høllina, sum felagið eigur og rekur. Hann segði, at arbeitt verður fram ímóti at skapa góðar karmar fyri limir felagsins og áskoðararnar. Millum annað er ætlanin, tá kappingarárið byrjar, at ein sokallað KÍ móttøka skal verða í hølunum, sum eru beint við inngongdina til høllina. Og hølið, har diskotekið í síni tíð helt til, skal gerast til eitt slag av felagshøli, har ætlanin er, at ein kafé skal verða. - KÍ hevur nógvar trú- fastar áskoðarar, og heilt nógv fólk hyggja ofta at, meðan 1. deild venur. Og tí halda vit, at tað kundi verið gott hjá teimum at havt eitt høli, har tey kunnu sita og njóta ein kaffimunn við onkrum afturvið, sigur Bill og leggur samstundis aftur- at, at sjálvandi verður kaféin fyri øll. Bill sigur eisini, at høllin sjálv krevur umfatandi ábøtur, og ásannar hann samstundis, at alt hetta setur avbera høg krøv til felagið, kommununa og stuðlar. Serliga fíggjarliga. Men hann vísir á, at antin ger felagið tað við hjálp frá stuðlum og kommununi, ella má kommunan taka yvir aftur høllina og so gera hana í stand. - Høllin er fyri øll, og tí er tað sera umráðandi, at hon er í góðum standi, og til tað skulu pengar, sigur Bill Jacobsen, sum varð settur sum ungdómsvenjari fyri stuttum. Hann virkar eisini sum dagligur leiðari. Felagið hevur sostatt stórar ætlanir fyri framtíðarkarm- arnar. Gongst sum ætlað, verður móttøkan liðug til kappingarárið byrjar og kaféin møguliga longu í summar. Fyrstu deildarliðið hjá monnum byrjaði aftur at venja mikukvøldið undir leiðslu av tveimum nýggj- um venjarum. Høvuðsvenj- aranum Jan Joensen og hjálparvenjaranum Olgar Danielsen. Todi ella Nygaard Todi Jónsson vil enn ikki úttala seg ítøkiliga um sam- ráðingarnar við FCK, men í næstu viku fellur endaliga avgerðin MYND: Álvur Haraldsen Statoil aftur høvuðsstuðul hjá KÍ HONDBÓLTUR Stefan í Skorini Ísrael vann báðar dyst- irnar á Belgia í hinum dystunum, sum hava verið leiktir í bólki 3, og liggur tískil á øðrum plássi við fýra stigum. Finnland hevur eisini fýra stig, men hevur betri málmun enn Ísrael. Fyrri dysturin, sum varð leiktur fríggjadag- in, endaði 27-22 til Ísra- el eftir hálvleiksstøðuna 14-15 til Belgia. Seinni dysturin, sum varð spæl- dur sunnudagin, endaði við 30-20 sigri til ísraelsmenn, sum vóru á frammanfyri 15-9 við steðgin. Báðir dystirnir vóru í belgiska býnum Merksem. Báðir dystirn- ir millum Føroyar og Ísrael verða somuleiðis leiktir í Føroyum. Føroyar og Ísrael møt- ast í høllini í Vestmanna fríggjadagin. Í gjárkvøl- dið 10. januar spældi Belgia sín heimadyst móti Finnlandi. Sunnu- dagin 12. januar skal Belgia so til Finnlands at spæla, meðan Føroyar og Ísrael bresta saman í høllini á Hálsi. Ísrael vann eisini seinna dystin Heini Waag og Gestur Hovgaard, saman við Hjalgrími Elttør, Jan Joensen og Allan Joensen, beint eftir, at avtalan varð undirskrivað C M Y K 22 Nr. 5 - 9. januar 2003 23 team 85 • 35800 Leiðari til Skeiðsdepilin við Marknagil Skeiðsdepilin við Marknagil (SDM) sóknast eftir einum framfýsnum og dugnaligum leiðara. Skeiðsdepilin, ið er undirskipaður Føroya Handilsskúla og Tekniska skúla Tórshavn, hevur til endamáls at veita viðkomandi og dygdargóð skeið til vinnulívið og almennu fyrisitingina. Á SDM starvast umframt leiðaran og eitt skrivstovufólk, lærarar á skúlunum og aðrir skeiðshaldarar, sum annars ikki hava sítt dagliga yrki á skúlunum. Nakrar av høvuðsuppgávunum hjá leiðaranum eru: • at hava fíggjarligu og umsitingarligu leiðsluna av deplinum • at menna deplin • at hava eftirlit við, at skeiðini fara fram á ein ábyrgdarfullan hátt • at leggja skeið til rættis • at kanna tørvin á nýggjum skeiðum Vit kunnu bjóða: • eitt starv við spennandi og fjølbroyttum uppgávum • eitt sjálvstøðugt starv • eitt starv, sum tú í stóran mun avger innihaldi í sjálv/ur • eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi Vit leggja dent á, at tú: • hevur hóskandi útbúgving og starvsroyndir • dugir væl at samskifta • hevur leiðsluroyndir • dugir væl at samskipa og raðfesta arbeiðsuppgávur • dugir at selja skeið • dugir at arbeiða sjálvstøðugt • ert kreativur Setanarviðurskifti: Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt eftir nærri avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Meiri fæst at vita við at venda sær til Ragnar Magnussen, stjóra á Føroya Handilsskúla á Tel 317177 ella 217177. Umsókn: Umsóknir við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera, Tekniska Skúla Tórshavn í hendi, seinast 14. januar 2003. Marknagilsvegur 75 • Postrúm 239 • 110 Tórshavn • Tel 318813 • Fax 316621 Heimasíða www.tst.fo • www.fh.fo SKEIÐSDEPILIN VIÐ MARKNAGIL * SDM TEKNISKI SKÚLIN FØROYA HANDILSSKÚLI Skeiðsdepilin við Marknagil – SDM Skeið fyri fólki í byggivinnuni - tann 24. januar 2003 Hús úr timbri Hæddarhús - hús verd at varðveita - eldsbruni Endamál Endamálið við skeiðnum er at fáa innlit í viðurskifti, ið ansast skulu eftir, tá ein verkætlan um timburhús í fleiri hæddum, ella hús verd at varðveita, skulu umvælast ella endurnýggjast. Á skeiðnum fæst eisini innlit í, hvussu timburhús kunnu byggjast, so brunatrygdin varðveitist og brunakrøvini verða hildin. Innihald Byggihátturin av timburhúsum í fleiri hæddum verður gjøgnumgingin. Viðgjørt verða bæði altjóða royndir og royndirnar í CASA NOVA verkætlanini.Tilevning av timburelementum og -lutum, ið verður gjørt á verksmiðju, verður gjøgnumging- ið. Lýst verður, hvussu krøv til haldgóðsku, bruna og ljóðisolering kunnu haldast. Tann natúrliga haldgóðskan hjá timbri og krøvini fyri nóg góðari haldgóðsku í bygningum verður viðgjørd. Lýst verður, hvørja ávirkan byggihátturin hevur á haldgóðskuna. Lýstar verða meginreglur og framferðarhættir viðvíkjandi umvæling/-endur- nýggjan av húsum, ið eru verd at varðveita. Dømi úr Danmark verða víst. Viðgjørd verða brandteknisk viðurskifti fyri trækonstruktiónir, bæði fyri sterkar, massivar trækonstruktiónir, ið kunnu varðveita teirra berievni í langa tíð undir eldsbruna og fyri lættari brunavardar trækonstruktiónir. Frágreiðing verður um brunaverju-skipanir, ið kunnu tryggja, at tey nýggju brunakrøvini BD-60+ í Byggireglugerðini verða hildin. Evni - hæddarhús úr timbri • Verkætlan av trækonstruktiónum, statiskur virknaðarháttur • Val av tilfari - smíðan - skivuvirkningur, m.a. í samb. við gipsplátur • Framsíðuskipanir • Haldgóðska.Tilevning av konstruktiónini, yvirflatuviðgerð og viðlíkahald. • Haldgóðska í trækonstruktiónum. Standard vegleiðingar • Umvæling/endurnýggjan • Hvat hendir í eini trækonstruktión undir eldsbruna? Brandmótstøðuføri. • Útrokningarhátturin av máti fyri timbur • Dokumentatión av brunaverjuskipanum • Dømi um eftirkannan av brandmótstøðuføri í trækonstruktiónum Skeiðstilfar Mælt verður til, at skeiðluttakararnir fáa sær til vega fylgjandi útgávur sum ískoytis- bókmentir: • Trænormen DS 413. • TEKNISK STÅBI, 17. udgave eller senere. • Facadesystener til etagehuse af træ. COWI, September 1999 • Kompendium fra: Seminar: Etagehuse af træ - CASA NOVA. COWI, 30. oktober 2000. • Skadet træværk, reparation, imprægnering og overfladebehandling. TRÆ 40. Træbranchens Oplysningsråd. • Maling af træ, udvendig træbeskyttelse.TRÆ 44.Træbranchens Oplysningsråd. • Træbeskyttelse.TRÆ 46.Træbranchens Oplysningsråd. Tíðarskeið: 24. januar 2003 kl. 09.00-16.30 Skeiðleiðari: Hilmer Riberholt, H. Riberholt Aps., ráðg.Verkfr. Adjunktembætis professari á BYG - Danmarks Tekniske Universitet Kostnaður: Kr. 3.500, - íroknað frálæru, tilfar og mat Tilmelding: Í seinasta lagi 15. januar 2003 Skeiðsdepilin við Marknagil Marknagilsvegur 77, postsmoga 177, 110 Tórshavn Tlf. 318813, fax 313374 t-postur mb@hsh.fo Fólk søkist Fólk søkist at arbeiða fulla tíð til Thomas Dam Búnýti at byrja beinanvegin. Royndir innan handil er ein fyrimunur. Niels Finsensgøta 18 · Box 1094 · FO-110 Tórshavn Tlf. 314930 · Fax 314933 Lesið Sosialin 23