Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 5 - 9. januar 2003 Nr. 5 - 9. januar 2003 25 Pedagogur Søkt verður eftir pedagogi til barnagarðin við Velbastaðvegin, 35-40 tímar um vikuna, at byrja 1. februar 2003. Barnagarðurin við Velbastaðvegin er sjálvsognar- stovnur og normeraður til 60 børn í aldrinum 3-7 ár, býtt sundur í 3 stovur. Á hvørjari stovu starvast trý starvsfólk. Tann ið settur verður,skal hava góð samstarvsevnir, vera kreativur, skal kunna arbeiða sjálvstøðugt og duga at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.Við- komandi ið settur verður,skal duga at síggja møgu- leikarnar í okkara náttúruumhvørvi saman við børnunum. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum kommunalu arbeiðsgevarafeløgini og Føroya Pedagogfelag. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við- mælum, skulu vera Barnagarðinum í hendi í sein- asta lagi 29.01.2003. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðaran á tlf. 314373. Barnagarðurin við Velbastaðvegin Velbastaðvegur 41 FO-100 Tórshavn Føroya Studentaskúli og HF-skeið Hoydalar FO-188 Hoyvík Tlf. +298 312973 · Telefax +298 318624 Søkt verður eftir vikari í lærugreinunum lívfrøði (umleið 17 tímar/viku) og ítrótti (6 tímar/viku) frá 1. febr. 2003 til 30. juni 2003. Størvini verður sett sambært sáttmála millum YF (Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara) og Føroya Landsstýri. Avrit av prógvum ella úrskrift av próvtøkubók skal hjáleggjast. Umsøkjarar sum eru ávegis í lesnaðinum, men utt- an endaligt prógv, kunnu eisini søkja. Umsóknir skulu vera rektaranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 17. jan. 2003. Tilboð uppá frisørarbeiði á Lágargarði Við hesum verður biðið um tilboð uppá frisør- arbeiðið á Lágargarði. Tilboðið skal vera útgreinað viðvíkjandi ymisku við- gerðunum og við atliti til, at høli við hita, vatni og øllum amboðum eru til taks og at heimið rindar alt tilfar. Arbeiðsdagar og tíðir verða sambært avtalu og í samstarvi við starvsfólkið á eindunum. Krav til tilboðsgevaran er, at viðkomandi hevur áhuga í frisørarbeiði innan eldraøkið, og hevur góð samstarvsevni. Tilboðsfreist: 23.01.03. Tilboðini skulu sendast til: Leiðaran Lágargarður Box 1188 110 Tórshavn Ringjast kann til Lágargarð, tlf. 316788 um fleiri upplýsingar ynskjast. Pedagogur til útibarnagarðin TERNAN Søkt verður eftir pedagogi til útibarnagarðin at ar- beiða fulla tíð - 40 tíma viku at byrja 01. mars 2003. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran á tlf. 443 125 ella 215 125. Skrivlig umsókn við avritum av møguligum prógv- um skal verða kommununi í hendi í seinasta lagi hósdagin 23. januar 2002. Um ongin skikkaður umsøkjari er, verður hjálpar- fólk sett í starv. Leirvíkar Kommuna 520 Leirvík Gøtu kommuna søkir 1 Dagrøktara, at byrja skjótast tilber. Dagrøktarheimið skal vera innrættað barnavin- arligt, har rúm er til børnini at spæla í og hós- kandi trygt spæliøki uttanfyri. Í skipanini eru tvær dagrøktarar, ein í Syðru- gøtu og ein í Norðragøtu. Vit hava skipað eina spælistovu,har dagrøktarar saman við børnun- um og leiðaranum koma saman til ymiskt – ein dag um vikuna – mánadag frá kl. 7.30 til kl. 12.00. Vit eru í stovuni sum frítíðarskúlin brúkar. Lønin er sambært sáttmála við Føroya Kommunala arbeiðsgevarafelag. Til Dagstovnin í Gøtu søkist 1 pedagog til starv í frítíðarskúlanum, at byrja 01.03.03. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Frítíðarskúlin er normeraður til 10 børn og 2 starvsfólk, 1 pedagog 30 tímar um vikuna og 1 hjálparfólk 20 tímar um vikuna. 1 pedagog til starv í barnagarðsstovu, at byrja 01.03.03. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Í løtuni eru 14 børn á stovuni harav nøkur eru 1/2 tíð, hetta er tilsamans 11 heil pláss og 2 starvsfólk, 1 pedagogur 40 t. um vikuna og 1 hjálparfólk 25 t. um vikuna. Í dagstovninum eru 5 stovur, ein vøggustova 14 pláss 0-2 ár, ein smábarnastova 18 pláss 2-4 ár, ein barnagarðsstova 21 pláss 4-6 ár, ein barnagarðsstova við børnum í forskúlaaldri 20 pláss og frítíðarskúlin til børn í 1.flokki 10 pláss. Dagstovnurin lat upp 1.februar 2000,og liggur í hugnaligum og barnavinarligum umhvørvi, við Gøtugjógv. Um eingin pedagogur søkir verður hjálparfólk sett. Lønin er sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Torgerð Hansen, tlf. 442012 lokal 10. Skrivlig umsókn, skal sendast okkum áðrenn fríggjadagin 24. januar 2003. Bygdarráðið tekur sær rætt til frítt at velja ímillum umsóknirnar ella ongan at seta. Dagstovnurin í Gøtu, boks 32 511 Gøtugjógv Byggifrøðingur Søkt verður eftir byggifrøðingi/-teknikkara at byrja beinanvegin, skal kunna tekna á teldu. Áhugað kunnu venda sær til teknistovuna. Sp/f Teknistovan v/ Jens Kl. Jacobsen og Henning Olsen, ráðg. byggifrøðingar Tel. +298 442105 · Fax +298 442107 Far.: J. K. J. 212105 · H. O. 228752 e-mail: klement@post.olivant.fo FO-510 Gøta REINAN BIL! · Vit avfeitta og vaska · Vaska innan sum uttan · Bona, polera o.a. · Vit heinta og seta bilin aftur Sport Wheels, tel. 253352 Gripsvegur 26. Ringi og fái eina tíð. Opið kl. 8-20 Stuðul av játtan- ini til umhvørvis- verndartiltøk Oljumálaráðið umsitur eina játtan, hvørs enda- mál er at stuðla tiltøkum. • sum menna vitanina um umhvørvið og/ella náttúruna • sum virka dálkingarfyribyrgjandi og/ella - av- markandi • sum verja landsløg, djóra- og/ella plantusløg • sum kunnu almenningin um umhvørvis- og/ella náttúruviðurskifti Játtanin verður umsitin sambært reglugerð sum fæst á www.oms.fo, ella við at venda sær til umhvørvisdeildina í Oljumálaráðnum. Umsóknarfreist er 1. februar 2003. Oljumálaráðið Skeiðsdepilin við Marknagil – SDM Kvinnur sum íbirtarar Várhálvuna 2003 skipar Skeiðsdepilin við Marknagil og Menningarstovan fyri skeiði, sum skal fremja møguleikarnar hjá kvinnum at stovna egna fyri- tøku. Byrjað verður 29. januar 2003. Endamálið við skeiðnum er m.a.: • at luttakarar fáa kunnleika til hvussu ein fyritøka verður stovnað og rikin, • at styrkja førleikan hjá luttakaranum at meta um og arbeiða við egnum vinnuhugskotum • at leiðbeina um, hvar vitan um vinnu fæst, • at gera eitt samstarvsnet millum kvinnur í Føroyum í somu ella líknandi støðu og millum vinnuhugaðar kvinnur og vinnulívið. Skeiðið verður lutað sundur í fyrilestrar og upp- gávutímar. Í uppgávutímunum verður dentur lagdur á, at lut- takararnir gera virkisætlanir, sum kunnu taka støði í egnum vinnuhugskotum. Ráðgevi/-ar verða við stóran part av tíðini at hjálpa og vegleiða tínari ætlan. Kvinnur, sum hava ætlanir um at fara undir og/ella longu hava egna fyritøku,verða bidnar um at venda sær til Skeiðsdepilin við Marknagilsvegin at fáa um- sóknarblað um upptøku á skeiðnum. Fyri at tryggja dyggastu leiðbeining verður í sam- bandi við umsóknina biðið um stutta frágreiðing um vinnuhugskotið. Henda verður hildin í trúnaði. Kostnaðurin er 4.950,00 kr Seinasta freist at boða frá luttøku er 20. januar 2003. Nærri fæst við at venda sær til Skeiðsdepilin við Marknagil Marknagilsvegur 77, postsmoga 177, 110 Tórshavn Tlf. 318813, fax 313374 t-postur fh-sth@post.olivant.fo Lastbilur til sølu Volvo F 12 6 x 4,árg.86,við 20 t.skiftilastasystem og HIAB 140 krana við radiostýring. Tlf. 217978 Sethús í Havn til sølu Javnagøtu 10 Húsini eru í 2 hæddum, hvør 120 fermetrar og standa í barnavinarligum, friðarligum umhvørvi við góðum útsýni. Báðar hæddir eru innrættaðar, við íbúð í niðaru hædd. Grundøkið er uml. 500 fermetrar. Uttanum húsini er stoyptur garður við trægirðing. Byggiár: 1983. Kostnaður: kr. 1.875.000 Áhugað kunnu ringja tlf. 322424 ella 254637 Fútastova til leigu frá 1. februar. Nærri fæst at vita á tlf. 317895 Landsfelag Sløkkiliðsmanna Boðað verður til aðalfundar í HB-húsinum leygar- dagin 25.01. 2003 kl. 13.00. Skrá sambært lógum felagsins og lógarbroytingar. Nevndin C M Y K 25 24