hósdagur 30. januar 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 20 - 30. januar 2003
Nr. 20 - 30. januar 2003
19
-Tað eru ikki ikki teir
fremmandu
hermenninir, sum eru
tykkara fíggindar,
men Saddam
Hussein, segði Bush
við irakska fólkið í
røðuni gjáranáttina.
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
Í næstu viku fer USA at
leggja fram prógv fyri, at
Irak hevur hópoyðingar-
vápn. Tað segði George W.
Bush, forseti í røðuni, sum
hann helt fyri amerikanska
fólkinum
gjáranáttina.
Bush
segði,
at
Colin
Powell, uttanríkisráðharri
fer at leggja próvtilfarið
fyri trygdarráðið hjá ST í
næstu viku.
Annars kom forsetin ikki
við nakrari beinleiðis krígs-
avbjóðing til Irak. Ístaðin
mælti hann irakska fólkin-
um til at koyra Saddam
Hussein, forseta frá. Bush
segði, at irakska fólkið eig-
ur ikki at meta teir amer-
ikansku
hermenninar
í
Persaflógvanum sum tess
fíggindar, tí tann veruligi
fíggindin hjá irakska fólk-
inum er Saddam Hussein,
segði hann.
- Men letur Saddam
Hussein ikki hópoyðingar-
vápnini frá sær, fara vit at
gera tað fyri hann, legði
amerikanski forsetin av-
gjørdur afturat.
Likudflokkurin hjá
Ariel Sharon,
forsætisráðharra
vann sum væntað
stórsigur á tjóðar-
tingsvalinum.
Palestinsku leiðararn-
ir vænta meiri ófrið
ÍSRAEL
Árni Joensen:
Ísraelsku veljararnir góvu
Ariel Sharon, forsætisráð-
harra eina rættiliga álitis-
váttan á tjóðartingsvalin-
um. Likudflokkurin hjá for-
sætisráðharranum tvífald-
aði sítt tingmannatal og
hevur nú 36 umboð í
Knesset.
Samstundis hevði Ar-
beiðaraflokkurin eitt sera
vánaligt val. Flokkurin
misti sjey av sínum ting-
limum og hevur nú 19 sess-
ir í tjóðartinginum.
Kortini var Sharon skjót-
ur at skjóta upp, at Likud
og
Arbeiðaraflokkurin
skulu skipa stjórn. Í takkar-
røðu síni gjáranáttina segði
Sharon, at tíðin er komin,
til at ísraelsmenn standa
saman, og at hann tí ætlaði
sær at venda sær til allar
zionistiskar flokkar um at
taka lut í einari savningar-
stjórn, sum skal verða so
breið, sum til ber.
Men Arbeiðaraflokkurin
fer neyvan í stjórn við Sha-
ron. Nýggi formaðurin,
Amram Mitzna, tók gjára-
náttina uppaftur, at Arbeið-
araflokkurin fer ikki upp í
eina stjórn hjá Sharon.
Flokkurin fer heldur at
bíða, til hann kann taka við
valdinum
aftur,
segði
Mitzna.
Eygleiðarar í Ísrael siga,
at valsigurin hjá Likud-
flokkinum og Sharon loysir
ikki trupulleikarnar, sum
Ísrael hevur at dragast við.
Ein komandi høgrastjórn
verður ikki før fyri at loysa
ósemjuna við palestinar, og
hon verður heldur ikki før
fyri at loysa teir búskapar-
ligu trupulleikarnar, sum
eru teir ringastu í mong ár,
siga
eygleiðararnir.
Tí
vænta teir, at hetta val-
skeiðið verður stutt.
Palestinsku leiðararnir
halda lítið um valúrslitið í
Ísrael. Samráðingarleiðarin
hjá palestinsku sjálvsstýris-
myndugleikunum,
Saeb
Erekat, segði í gjár, at hev-
ur tað verið ringt higartil,
verður tað verri nú.
Saeb Eerekat legði aftur-
at, at teir palestinsku mynd-
ugleikarnir virða valúrslit-
ið, og hann mælti ísraelsku
leiðarunum til at koma aft-
ur til samráðingarborðið.
Amerikanski
generalurin Norman
Schwartzkopf, sum
stóð á odda fyri
teimum sameindu
herdeildunum í
Flógvakrígnum í
1991, heldur ikki, at
USA hevur rættvís-
gjørt eitt álop á Irak.
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
Norman
Schwartzkopf,
generalur, sum gjørdist
sonn tjóðarhetja í USA
undir
Flógvakrígnum
í
1991, heldur ikki grund-
gevingarnar hjá amerik-
ansku stjórnini fyri einum
nýggjum álopi á Irak vera
nóg góðar.
Í samrøðu við blaðið
Washington
Post
sigur
generalurin, at vápnaeftir-
litsmenninir hjá ST eiga at
fáa betri tíð til at leita eftir
møguligum hópoyðingar-
vápnum í Irak.
- Eg haldi tað vera sera
umráðandi, at vit bíða og
vita, hvat eftirlitsmenninir
finna, sigur generalurin.
Norman Schwartzkopf
dylir ikki fyri, at hann
heldur lítið um framferðina
hjá
Donald
Rumsfeld,
verjumálaráðharra.
- Satt at siga hevur sumt
av tí, sum hann hevur sagt,
ørkymlað meg. Tá hann
kemur á sjónvarpsskíggjan
við sínum viðmerkingum,
tykist tað, sum at hann
skúgvar herin til viks. Tað
tykist, sum er tað hann,
sum stendur fremstur, og at
hini bert skulu fylgja
honum eftir, sigur tann
kendi generalurin.
Schwartzkopf ímóti kríggi
Bush lovar prógv ímóti Irak
Stórsigurin loysir ikki
trupuleikarnar hjá Ísrael
Heldur flogbólt enn
Bush
Røðan, sum amerikanski forsetin, George W. Bush,
helt gjáranáttina hevur fingið ymsa móttøku uttan
fyri USA.
Avstralski forsætisráðharrin, John Howard, sigur
seg vera fegnan um, at Bush hevur lovað ST-
trygdarráðnum fleiri prógv fyri, at Irak hevur
hópoyðingarvápn, tí á tann hátt kemur málið hagar,
tað eigur at vera, sigur hann.
Í Japan hava politikararnir valt at halda seg frá
viðmerkingum til røðuna, men stóra blaðið Asahi
Shimbun skrivaði í gjár, at eftir røðuni at døma ætlar
Bush ikki at geva irakum betri stundir til at gera eftir
teirri seinastu ST-samtyktini. Niðurstøðan hjá
blaðnum er, at kríggið er nærri aftan á røðuna.
Í Kina vita fólk valla, at amerikanski forsetin
hevur hildið eina týðandi røðu. Kinesiska sjónvarpið
sendi ikki røðuna, men valdi ístaðin at senda ein
landsdyst í flogbólti millum Kina og Peru, og tá
hann var liðugur, var ein opera á skránni.
Samstundis vísa meiningakanningar í USA, at har
hevði røðan ta ætlaðu ávirkanina. Undan røðuni
vístu kanningar, at 67 prosent av amerikanarunum
tóku undir við at koyra Saddam Hussein frá við
makt. Aftan á røðuna vóru tað 77 prosent, sum
høvdu ta áskoðanina.
Norðmenn gjalda fyri
upphøgging
Í mai fer ein skipasmiðja í Norðurrusslandi undir at
høggja tveir gamlar russiskar kavbátar upp.
Arbeiðið er mett at taka einar seks ella sjey mánaðir
og fer at kosta umleið 85 milliónir krónur.
Tað eru tó ikki russar, men norðmenn, sum gjalda
rokningina fyri arbeiðið. Norska stjórnin hevur
játtað at hjálpa russum at beina fyri gomlum kjarn-
orkuburturkasti á Kolanesinum, og upphøggingin er
liður í hesum arbeiðinum. Teir báðir kavbátarnir,
sum skulu høggjast upp, eru kjarnorkuriknir.
USA er eisini við í fíggingini, og higartil eru
umleið 20 gamlir russiskir kavbátar høgdir upp fyri
amerikanskar pengar. Men langt er eftir á mál, tí
sambært russum hava teir umleið 70 aðrar gamlar
kavbátar, sum skulu høggjast upp.
Aftur meningitis í
Danmark
Trý ungfólk úr Rødovre við Keypmannahavn hava
seinastu tíðina ligið á sjúkrahúsi, eftir at tað varð
staðfest, at tey høvdu fingið meningitis.
Sambært dagblaðnum Urban høvdu tey trý verið á
einari ungdómsveitslu tann 10. januar, og tí bóðu
læknarnir øll hini umleið 60 veitslufólkini fara á
sjúkrahús til kanningar. Embætislæknin í Keyp-
mannahavn, Jane Hoffmeyer, sigur, at enn er ov
tíðliga at siga, um talan er um fleiri tilburðir enn teir
tríggjar, summ eru staðfestir.
Tann fyrsti av teimum trimum tilburðunum varð
staðfestur fyri 14 døgum síðani, og læknarnir siga,
at drongurin var í lívsvanda, tá hann varð lagdur á
sjúkrahús. Hini bæði, ein drongur og ein genta,
vórðu flutt á sjúkrahús seinasta leygardag.
Eingin friður
Tað eydnaðist ikki teimum stríðandi pørtunum á
Fílabeinsstrondini at semjast um vápnahvíldarsátt-
málan, sum partarnir annars vóru samdir um fyri
nøkrum døgum síðani.
Í gjár kunngjørdu herurin og trygdarløgreglan, at
tey góðtaka ikki, at andstøðan fær umboðan í
landsins stjórn. Eftir sáttmálanum, sum partarnir
samdust um eftir samráðingar í París, skuldi and-
støðan fáa forsætisráðharrasessin, meðan verandi
forsetin, Laurent Ghagbo, skuldi halda fram.
UTTAN ÚR HEIMI
Ariel Sharon, forsætisráðharri og Shaul Mofaz, verjumálaráðharri fegnast um valsigurin
Ein taktiskur brølari
Reidar Nónfjall, fyrr-
verandi stjóri í
Strandferðsluni,
heldur, at ferðaseðla-
prísurin er ein takt-
iskur brølari, har
trupulleikarnir hava
verið sópaðir undir
teppið í 10 ár
FERÐASEÐLAPRÍSIR
Ingrid Bjarnastein
– Mín viðmerking er, at
hetta er ein taktiskur brøl-
ari, har trupulleikarnir eru
vorðnir sópaðir undir tepp-
ið í 10 ár, sigur Reidar
Nónfjall, fyrrverandi stjóri
á Strandferðsluni.
Reidar Nónfjall heldur, at
tað rættasta hevði verið at
broytt prísirnar so líðandi
ígjøgnum árini, ístaðin fyri
sum nú at koma við eini
stórari príshækking, tí á
henda hátt tykist tað alt ov
ógvusligt.
– Vit hava tosað um prís-
hækking í fleiri ár. Nú hev-
ur alt savnað seg saman, og
vorðið til tú fært eitt rætti-
ligt gokk í prísinum.
Tá hugsað verður um
tænastuna, heldur Reidar
Nónfjall, at hon er hækkað
ár eftir ár, ímeðan prísirnir
hava staðið stillir.
– Tá eg var á Strand-
ferðsluni var næstan forboð
fyri at røra tænastuna og tær
rationaliseringarnar,
sum
kundu verið gjørdar har.
Prísurin stóð í stað, og tæn-
astan hækkaði. Tá var bara
eitt stað at fáa peningin frá
afturat, og tað var frá játtan-
ini, sum mátti hækkast, sigur
Reidar Nónfjall.
Fyri fýra árum varð byrj-
að at tosa um príshækking-
ar, og uppskot var enntá
heilt frammi á tingborðin-
um, men tað var tikið aftur.
– Trupulleikin hevur ver-
ið sópaður av borðinum
politiskt, har politikkarar-
nir hava latið vera við at
viðgera hetta eyma punkt-
ið, heldur Reidar, sum
sjálvur hevur verið útsettur
fyri líknandi.
Í 1999 var játtanin til
Strandferðsluna skerd 7,5
milliónir, har løgtingið síð-
ani kravdi eina gjølla frá-
greiðing um virkið hjá
stovninum. Frágreiðingin
var klár tveir mánaðar
seinni, men onki orðaskifti
ella umrøða var í tinginum
aftur.
– Prísirnir viðkoma okk-
um øllum, men eg haldi eis-
ini, at tað eru onnur dømi
um, at prísir hækka, har tað
viðkemur okkum øllum.
Tak til dømis SEV og
Føroya Tele. Ongin blandar
seg uppí, tá tey hækka
prísirnar. Um nakað skil
skal vera í, so má stovnurin
fáa meira handlufrælsi. Har
er krøv og krøv, sum tú
skalt uppfylla, men onki
fyrilit verður tikið.
– Tú sleppur ikki undan
hesum
trupulleikanum.
Meira tú bíðar, størri vaksa
trupulleikarnir seg, sigur
Reidar Nónfjall at enda.
Á samgongufundi í
týsdagin varð avgjørt,
at ferðaseðlaprísirnir
hjá Strandferðsluni
skulu allir hækka 7
prosent, og ikki mill-
um 20 og 30, sum
ætlað
STRANDFERÐSLAN
Ingrid Bjarnastein
Týsdagin var samgongan á
fundi um ferðaseðlaprísir-
nar hjá Strandferðsluni.
Lagt hevur verið út í kortið,
at prísirnir skulu hækka um
20 % hjá teimum størru
farleiðunum, meðan tær
skulu standa í stað hjá
teimum minnu. Ístaðin fyri
hetta hevur samgongan
skotið upp at hækka prísir-
nar 7% á øllum farleiðun-
um, tí hetta er nakað, ið
viðkemur øllum.
Á middegi í gjár skuldi
stjórin í Strandferðsluni,
Kristian Davidsen, hava
roknað út um hetta lat seg
gera ella ikki.
– Um hetta er reelt ella
ikki dugi eg ikki at svara
uppá. Nú er alt skorið yvir
ein kamb, og úrslitið fáa vit
um eina løtu, segði Bjarni
Djurholm, tá Sosialurin
fekk orðið á hann stutt fyri
middag í gjár.
Strandferðslustjórin var
ikki at hitta áðrenn blaðið
fór til prentingar.
Ferðaseðlaprísirnir skulu hækka 7 prosent
Reidar Nónfjall, fyrrverandi
stjóriá Strandferðsluni, held-
ur, at tað er ein taktiskur
brølari við ferðaseðlaprísun-
um hjá Strandferðsluni. –
Málið hevur verið sópað av
borðinum politiskt, heldur
Reidar Nónfjall
Savnsmynd
C
M
Y
K
19
18