Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. apríl 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 82 - 29. apríl 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 82 - 29. apríl 2000 Tiltøk í mai 2000 NORÐURLANDAHÚSIÐ Mikudagur 03. Ballettframsýning v/Yndi & Hair kl. 19.30 Hósdagur 04. “Vælskapt Brek”. Sangkapping. Fyriskipari LÍV (Tryggingarfelagið Lív) kl. 17.00 Fríggjadagur 05. Í Álandi. NORDISK ROCK. Bólkurin Taxi spælir saman við øðrum bólkum. Hetta er í sambandi við, at Nordens Institut á Álandi fyllir 15 ár kl. 20.00 Musikkskúlakonsert kl. 19.00 Leygardagur 06. Musikkskúlakonsert kl. 19.00 Sunnudagur 07. Musikkskúlakonsert kl. 14.00 Týsdagur 09. mai-Fríggjadagur 02. juni Tiltakið v/svenskum barnabókum. Upplestur og tekning. Tiltakið verður á bygdaskúlum og í Norðurlandahúsinum Mikudagur 10. Konsert v/Sólrun Bragadóttir, Ísland, sang og E.S. Nökleberg, Svøríki, klaver. Á skránni verða norðurlendskir sangir kl. 19.30 Hósdagur 11. Málninga- og skurðmyndaframsýningin hjá Lailu Olsen, Grønland, letur upp kl. 17.00 Sunnudagur 14. Einmansleikurin “Hamlet” við Roger Westberg, Svøríki kl. 16.00 Hósdagur 25. Bókmentaráðstevnan “Oceaniske Dage” - Leygardagur 27. Skaldskapurin hjá William Heinesen & Jørgen Frantz Jacobsen Sunnudagur 28. Konsert. Nigel Allcoat, Ongland, spælir klaver til stummfilmin Jeanne d’Arc kl. 16.00 Fríggjad. 19. Dýribiðidagur. Húsið opið sum sunnudag kl. 14.00-18.00. Norðurlandahúsið í Føroyum Telefon 317900 • Fax 319790 E-mail: nlh@nlh.fo http://www.nlh.fo Norðurlandahúsið inkl. kaffistovan hevur opið yrkadagar kl. 10-18 sunnudagar kl. 14-18. Broytingar kunnu koma fyri. Hoyrið tí ÚF- lýsingar og sí skránna á tekstvarpi í SVF frá s. 650 DANNY TRANSPORT - tá okkurt skal koyrast ella goymast Tlf. 319192 Djóraverndarfelagið Djóraverndarfelagið hevur 25 ára veitslu 6. mai kl. 19 í Svanga 27. Limir við maka kunnu tekna seg á tlf. 315018, 312195, 315438 og 311912. Kostnaður er 150 kr. fyri hvønn. Seinasta freist at tekna seg er mikudagin 3. mai. Djóraverndarfelagið SKEIÐ Í KØLITØKNI Kølitøkni 1, grundskeið Tilmelding í seinasta lagi 1. mai 2000 á tel. 312661 ella fax 318545 Sosialurin - 311820 • • O Innihald: Høvuðseindir í køliútbúnaði. Fordamparar, kompressarar og kondensatorar: Slag uppbygging og virkisháttur. Regulering og stýring av køliútbúnaði. Mek. og elektroniskar reguleringseindir. Umhvørvið. Árin av kølievnum. Fortreytir Dagar Kostnaður Ongar 4 dagar, 08. mai-11. mai 2000 Kr. 4.000,00 JÁKUP MØRK Bilførarar av bygd og frá hoyvíksleiðini, ið sum van- ligt ætlaðu sær eftir Hvíta- nesvegnum á veg til arbeiði, fingu ein minni hvøkk, fríggjamorgunin. Røðin av bilum gekk so at siga út í eitt frá vegar- mótinum við Eystara Ring- veg og niðan móti Mann- brekku. Eftir at ein løta var Seinasti skúladagur á hesum sinni Fríggjadagin høvdu studentar- og HF næmingar í Hoydølum seinasta skúladag á hesum sinni, og hetta máttu bilføra- rar á veg eftir Hvítanesvegnum ásanna fríggjamorgunin fráliðin, fekst tó greiða á, hvat var á vási. Næmingar í Hoydølum høvdu seinasta (vanliga) skúladag, og sum fastur siður er, varð nógv gjørt burtur úr hesum. Einki rok Tá bilarøðirnar bert tóktust av vaksa, og eingin slapp at koyra tann vegin, sum ætlanin var, varð løgreglan boðsend á staðið. Av Poli- tistøðini í Havn frættist tó, at alt spældi eins friðarligt av, sum tað plagar at gera, og ongin orsøk var til hand- tøku av nøkrum slag. Ikki tí, frá vakthavandi frætta vit, at næmingarnir als einki høvdu at gera á vegnum. Hinvegin er talan tó um eina hending, sum fyriferst hesa einu ferð um árið, so orsøk er helst ikki til at gera ov nógv burturúr. Á myndini sæst tó, at onkur studentur fekk nakað ilt í beinið, tá tað eydnaðist einum bilførara at bróta manngarðin og sleppa sær avstað. Framtíðin bíðar Fyri framman standa nú próvtøkurnar hjá næming- unum, og eftir hetta bíðar lívið við avbjóðingum av ymsum slag, bæði innan út- Manngarður varð gjørdur tvørtur um vegin, soleiðis at bilarnir hvørki sluppu aftur ella fram Mynd: Jens Kristian Vang Onkur bilførari megnaði at bróta manngarðin, og í hesum føri varð samstundis koyrt á beinið hjá einum óhepnum næmingi Mynd: Jens Kristian Vang Fyri næmingarnar ráddi mest um at stuttleika sær Mynd: Jens Kristin Vang búgving og arbeiði, men alt hetta hugsaðu næmingarnir ikki um fríggjadagin. Tá ráddi bert um at stuttleika sær. Fiskasølu Samtakið marknaðarførir eitt stórt úrval av fiskavørum í egnum merki til marknaðir í meira enn 30 londum. Høvuðsskrivstovan er í Tórshavn og felagið hevur dótturfeløg í Stóra Bretlandi. Fraklandi og Danmark. Føroya Fiskasøla er størsta útflutningsfelag í Føroyum við einum árligum umsetningi uppá DKK 850 mió. Fiskasølu Samtakið hevur professionel starvsfólk, ið dagliga virka í einum altjóða umhvørvi. S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5 Føroya Fiskasøla P/F • P.O. Box 68 • FO-110 Tórshavn • Tel +298 345 345 • Fax +298 345 300 • e-mail: faroe@faroe.com Fiskasølan sóknast eftir leiðara til KT deildina hjá felagnum. KT deildin hjá Fiskasøluni er mannað við einum persóni, sum hevur ábyrgd av at reka og menna nýtsluna av KT skipanum felagsins innan- lands og uttanlands. Vit leggja dent á, at KT deildin við eini heildarmeting hjá felagnum í huga kann stuðla dagliga virkseminum í Samtakinum. Vit nýta MS Office, Navision Financials, NT Server, Meta Frame og onnur forrit. Starvið Starvið hjá KT leiðaranum umfatar m.a.: • at menna KT skipanir hjá Fiskasøluni • at leggja KT framtíðarætlanir hjá felagnum • at reka og umsita KT útbúna • at veita support til brúkarar innanlands og uttanlands • at luttaka í menning av interneti og intraneti • at arbeiða við og samansjóða ymisku forritini • at luttaka í verkætlanum • at gerast serkønur nýtari av Navision Financials Umsøkjarin Tú er miðvísur, samstarvshugaður, opin fyri avbjóðingum og kann arbeiða sjálvstøðugt. Vit leggja dent á, at tú hevur eina viðkomandi ástøðiliga útbúgving innan KT, umframt royndir í verki. Fiskasølan er eitt altjóða virki og tað er tí ein treyt, at tú dugir væl at orða teg á føroyskum og enskum máli. Vit bjóða Eitt avbjóðandi og sera mennandi starv í einum altjóða virki, har tú skal luttaka í orðingini av eini KT langtíðarætlan fyri alt Samtakið. Vit kunnu bjóða eftirútbúgving og eina góða løn, sum samsvarar førleika tínum. Umsóknin Umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving verður at senda til Starvsfólkadeildina hjá Fiskasøluni skjótast gjørligt ella í seinasta lagi mánadagin, hin 22. mai 2000. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Árna Arge, fíggjarstjóra, tel. 345 345. Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. KT leiðari www.faroe.com