mikudagur 5. februar 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 24 - 5. februar 2003
Nr. 24 - 5. februar 2003
7
Eg kondoleri. Orðini
tykist eitt sindur
fremmand. Eitt
sindur ópersónlig.
Hvussu tú so sigur,
so er tað neyðugt at
vísa, at tú hevur
samkenslu. At tú
vísir, at tú veitst,
hvat er hent teimum,
sum syrgja. So tey
fáa møguleika at tosa
um sína sorg
UMSORGAN
Ingi Rasmussen
Fyrr ella seinni doyggja
vit. Tað vita vit øll. Og
kortini vilja vit helst ikki
tosa um deyðan. Tað er so
ringt at finna tey røttu
orðini. Vit eru bangin fyri
at gera nakran keddan. Vit
vita ikki, hvussu tað
verður tikið. Og um vit
onki siga, so kemur heldur
onki til sjóndar.
– Tað tykist onkuntíð,
sum fólk hyggja burtur, tá
vit koma. Tað er, sum eru
vit sjúk og smitta onnur.
Fólk seta afturlætnar spur-
ningar, so tey ikki fáa tað
svarið, sum er óbehagiligt
fyri tey.
Soleiðis sigur ein mað-
ur, sum hevur mist kon-
una. Konan var mamma.
Sostatt eru eisini børn,
sum hava mist. Og hóast
tey fægstu tora at siga
nakað við tey, so fara
kenslurnar ikki burtur.
Tær hvørki kunnu ella
skulu hvørva.
Tá vit víkja undan at
tosa um deyðan, forða vit
eisini teimum, ið eftir sita,
at tosa um sorgina við at
missa eitt barn, eina
mammu, ein mann ella ein
vin. Og tað bara økir um
pínuna.
So vit skulu sýna sam-
kenslu. Vit noyðast at tosa
um deyðan og sorgina. Tí
tey, sum eftir sita, hava
brúk fyri at vita, at vit ikki
eru líkasæl.
Anna S. Dalsgaard og
Jóngerð Poulsen hava
skipað fyrstu sjálvhjálpar-
bólkarnar í Føroyum fyri
børn og ung, ið hava mist
foreldur.
– Útgangsstøðið er at
børn og ung býta sorgina
við onnur. Um tú ikki gert
tað, kanst tú gerast ógvu-
liga einsamallur. Við at
seta orð á sorgina, verður
hon meira ítøkilig og
lættari at fáast við, siga
tær.
At tosa um sorgina
hevur eisini onnur týðandi
endamál. Við orðunum fáa
vit eisini sagt okkara um-
hvørvi, at vit eru kedd, og
tá vinir og kenningar
síggja tað, fáa vit eisini ta
umsorgan, sum vit hava
brúk fyri.
Hóast hetta verða fólk
við stórari sorg ofta møtt
við tøgn. Sjálvt góðir vinir
hvørva, tá ið tað er mest
brúk fyri teimum. Tey,
sum koma at tosa, eru ofta
fólk, ið hava kent sorgina
á egnum kroppi. Tey vita,
at
eitt
vinarligt
ella
samkennandi orð ongantíð
er burturspilt.
Vinfólkini, sum halda
seg burtur ella tiga, hava
kanska
ongantíð
havt
rættiliga ilt í lívinum, og tí
vita tey neyvan heldur,
hvussu forloysandi tað
kann vera at tosa um
sorgina.
Starvsfelagar, skúlafel-
agar ella liðfelagar halda
kanska, at tann syrgjandi
hevur brúk fyri einum frí-
staði, har hann er burtur
frá sorgini, og tí geva teir
henni ella honum frið.
Men hóast tað er væl
meint, so er tað ein
misskilt tankagongd. Tí
sorgin situr í kroppinum á
tí, sum hevur mist. Hon
hvørvur ikki. Hon fylgir
við. Allastaðni. Og tí eiga
vit at tosa um sorgina, tá
vit møta einum syrgjandi,
sum hevur mist.
Vit eiga at vísa, at vit
hava samkenslu. Um ikki
annað so fyri at vísa, at vit
vita, hvat er hent teimum.
Tí tað kann vera trupult at
koma aftur til lívið hjá
einum, sum hevur mist.
Truplari enn vit halda.
Stórur tørvur er á
einum frístaði, har
børn, ið hava mist
foreldur, sleppa at
siga tað, tey hugsa.
Sjálvhjálparbólkarnir,
sum Anna S. Dals-
gaard og Jóngerð
Poulsen gera til børn
og ung hava fingið
dygga undirtøku.
Mest sum alt er
fullteknað eftir fáum
døgum
BØRN OG SORG
Ingi Rasmussen
Meira enn 40 føroysk børn
missa hvørt ár mammu sína
ella pápa sín. Útvið 3000
vaksnir føroyingar hava
roynt tað sum barn.
Í føroysku skúlunum
ganga sostatt nógv børn,
sum eru í svárari neyð. Tey
hava mist tað kærasta tey
eiga. Sítt útgangsstøði í
tilveruni. Sína neyðhavn.
Men tey vera oftast møtt
við einum múri av tøgn.
Børnini hava ongastaðni
at fara við sínum tonkum,
og tí kunnu tey vera sera
einsamøll. Tey vaksnu, lær-
arar og floksfelagar siga
ofta minst møguligt, tí tey
eru bangin fyri at gera
børnini kedd. Og sostatt
verða tey óbeinleiðis latin
til sín sjálvs.
Hetta bera Anna S. Dals-
gaard, lærari, og Jóngerð
Poulsen,
heilsusystir,
í
bøtuflaka fyri. Tær báðar
arbeiða á Eysturskúlanum í
Havn, sum eins og aðrir
skúlar hevur nógv børn, ið
hava mist foreldur. Nú eru
tær av sínum eintingum
farnar undir at skipa sjálv-
hjálparbólkar, har børn tosa
við børn um sínar kenslur
og trupulleikar.
Fult teknað
Sorgbólkarnir eru ætlaðir
børnum úr øllum Føroyum.
Higartil hava umleið 20
børn meldað seg til at koma
á ein av bólkunum. Tríggir
sjálvhjálparbólkar eru, og
tær kunnu ikki taka nógv
inn afturat. Enn er kortini
ikki heilt lukkað, og byrjað
verður eisini aftur við
nýggjum bólkum í heyst.
Tað er ókeypis at melda
seg til, og Anna og Jóngerð
gera í fyrstu atløgu alt
arbeiði sjálvboðið. LÍV
hevur stuðlað peningaliga,
men meiningin er at fáa
eina meiri varandi og fasta
fígging.
Í fyrstu atløgu hittast
sjálvhjálparbólkarnir
10
ferðir, helst triðju hvørja
viku. Áðrenn bólkarnir
byrja, verður fyrst ein fund-
ur við barninum saman við
pápa, mammu ella avvarð-
andi, men síðan verða
børnini saman í bólkum,
har bara tær báðar eru
vaksin.
- Í bólkinum kunnu tey
tosa um alt, og onki kemur
út uttan ígjøgnum barnið,
siga Anna og Jóngerð.
Í síðstu viku skipaðu tær
fyri kunnandi fundi fyri
foreldrum, avvarðandi og
børnum, ið hava mist, og
góða uppmøtingin prógv-
aði, at stórur tørvur er á
einum skeiði.
Ómissandi saknur
Sjálvhjálparbólkarnir eru
ætlaðir børnum úr 2. flokki
upp í 17 ára aldur, men tað
helt ikki øðrum burtur, sum
vóru komin at lurta hetta
kalda vetrarkvøldið í end-
anum av januar.
– Tit eru komin 10 ár ov
seint, segði ein pápi, hvørs
sonur nú er vaksin. Teir
báðir mistu mammuna og
konuna fyri tíggju árum
Ein múrur av tøgn skal brótast niður
At samkenna
við øðrum
Jóngerð Poulsen heilsusystir og Anna S. Dalsgaard lærari
hava stovnað fyrstu sjálvhjálparbólkarnar fyri føroysk børn
Mynd: Jens K. Vang
síðan og hava framvegis
ikki arbeitt sorgina úr
kroppinum.
– Tit eru sum einglar. Eg
hevði ynskt, at slíkar sum
tit vóru til, tá eg var lítil,
segði ein eldri maður, ið
misti pápa sín sum barn og
bara var møttur fyri at
stuðla. Sorgin yvir missin
hevur fylgt honum í 50 ár
og hvørvur ikki.
Teir báðir vitnaðu um
stóra tørvin á einum staði,
har børnini kunnu fáa hjálp
til at seta orð á sínar
kenslur og tankar.
Børn í kreppu
Børn, sum missa foreldur,
koma í eina svára kreppu,
greiða Anna S. Dalsgaard
og Jóngerð Poulsen frá. Og
í einari kreppu hugsar tú
løgnar tankar. Kanska ber
til at flyta tankarnar úr
høvdinum, men so seta teir
seg í búkin. Sum ein
steinur, ið bara veksur og
veksur, um tú onki fært
gjørt við tað.
– Ein saknur hvørvur
ikki. Sorgin hvørvur heldur
ikki. Tað skal hon kanska
heldur ikki, tí tann, sum er
burtur, skal ikki gloymast.
Børnini skulu ikki »koma
yvir« tapið av mammuni
ella pápanum, sum vit
plaga at hoyra, men tey
skulu heldur læra at liva við
missinum, siga Anna og
Jóngerð.
Um tú tosar um sorgina,
minkar steinurin so líðandi
og flytir seg spakuliga úr
kroppinum. Hann hvørvur
kanska ongantíð heilt hjá
øllum, men hann kann vera
til at liva við.
Alt er loyvt
Sorgin er ymisk, alt eftir
hvønn tú hevur mist.
Missir eitt barn annað av
foreldrunum, verður ein
partur av tryggleikanum
skraddur burtur. Spurning-
ar troka seg fram. Hvat nú
við mær? Hvør ansar eftir
mær? Hvat nú um hin eisini
doyr?
Slíkir tankar eru ringir
hjá einum barni at siga hart.
Serliga við eitt foreldur,
sum eisini eru í svárari
kreppu, tí tað hevur mist sín
maka.
Barnið
heldur
kanska, at við at vera sterkt
og
ansa
eftir
hinum
foreldrinum,
kann
tað
hjálpa. Men tað hjálpir ikki
sær sjálvum.
Alt er loyvt í einum
bólki, har børn tosa við
onnur børn, sum eru í somu
støðu. Tey kenna seg aftur í
hvørjum øðrum, og kunnu
hjálpast at fáa glið á. Tey
kunnu gráta saman, flenna
saman ella bara vera saman
við samhugaðum.
Nógvar kenslur
Børnini dragast ofta við
kenslur, sum ikki eru heilt
loyvdar. Tey kunnu hava
sterkar
skuldarkenslur.
Hvat nú, um eg ikki hevði
sagt soleiðis? Hvat nú, um
eg var komin beint heim?
Foreldur, ommur og abb-
ar ella onnur vaksin vilja
hava hetta at hvørva, og
svara í bestu meining við at
vísa kenslunum aftur. Tað
var ikki tín skyld, siga tey.
Men kenslan hvørvur ikki
kortini og fyri ikki at troytta
onnur, gevast børnini. Í
einum bólki við javnlíkum
kunnu tey seta teir somu
spurningarnar umaftur og
umaftur.
Ein onnur vanlig kensla
er vreiði. Hon kann vera
ring at fáa út. Tí hvør skilir,
at eitt barn er í øðini inn á
tann, sum er farin? Men tað
er púra vanligt, at børn eru
ill við tann deyða og eitt nú
spyrja, hvat hann billaði
sær inn at fara frá sær.
Børnini hava brúk fyri
einum staði, har tey hava
loyvi at vera ill, kedd,
skuldartyngd ella tápulig. Í
sjálvhjálparbólkum
hava
Jóngerð og Anna givið
teimum eitt frístað.
Ein múrur av tøgn skal
brótast niður.
Tann størsta
broytingin
Eg var níggju ár. Pápi tók mína hond og segði: »Eg
veit ikki, hvussu eg skal siga tær tað, men mamma
tín er deyð«.
Eg minnist enn í dag hvørt einasta orð, ið
mestsum brast í mínum høvdi, og eg visti, at eg
hevði upplivað ta størstu sorgina, sum kann raka
nakað menniskja. Í somu løtu visti eg eisini, at
deyðin hjá mammu míni var tann størsta broytingin,
eg nakrantíð fór at koma út fyri. Mín sorg var
ómetalig, men eg vendi henni inneftir, og har var
ongin at tosa við um hana. Eg hevði heldur ikki hug.
Tað er ikki fyrr enn nógv seinni, at eg havi megnað
at nerta við evnið saman við øðrum. Mítt lív fekk
frá hesi løtu ein øðrvísi og meiri sorgarbundnan lit,
sum er vorðin ein partur av mínum máta at uppfata
umheimin.
Úr bókini »Min mor døde. Min far døde.«
Børn, sum missa foreldur,
koma í eina svára kreppu. Og
í einari kreppu hugsar tú
løgnar tankar. Kanska ber til
at flyta tankarnar úr
høvdinum, men so seta teir
seg í búkin. Sum ein steinur,
ið bara veksur
Mynd: Jens K. Vang
Samband
við sorgbólkar:
Anna S. Dalsgaard:
319550
Jóngerð Poulsen:
316419/227074
C
M
Y
K
7
6