Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. februar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 24 - 5. februar 2003 Nr. 24 - 5. februar 2003 13 Tey seinastu árini hevur føroyskur tónleikur verið í sterkari menning og er hetta galdandi fyri bæði klassiskan eins væl og fyri rútmiskan tónleik. Tað er ikki bert í Havn at vit hava eitt ríkt tónaleikalív, men hetta merkist um alt landið. Ja kanska eru tað økini uttan fyri høvuðsstaðin, sum gera mest vart við seg. Prix Føroyar er í gongd við fullari ferð. Mentanarhúsið í Fuglafirði er framúr góður karmur um hetta stórfingna tiltak. Tað er sera gott, at vit hava fingið eitt hús sum mentanar- húsið í Fuglafirði, soleiðis, at tað ber til at hava stór tiltøk uttan fyri Havnina. Vónandi verður hesum húsi lív lagað, tí húsið hevur longu prógv- að sín stóra týdning ikki bert fyri mentanarlívið í Eysturoy men fyri alt landið. Sum nevnt er føroyskur tónleikur í sterkari menn- ing. Hetta er eitt øki, sum landsins myndugleikar eiga at stuðla. Hetta eigur at verða gjørt bæði av mentanarligum og av búskaparligum orsøkum. Tað er sjálvsagt, at myndugleikarnir eiga at stuðla tónleikinum. Ein týðandi orsøk til menn- ingina er at finna í musikkskúlunum, har ung talent kunnu mennast og blóma. Hesi gávuríku fólk leggja sína listarligu orku í rútmiskar bólkar ella leika í klassiskum bólkum. Báðir formar hava týdning fyri føroyska mentan og báðir form- ar eiga at fáa dyggan stuðul frá myndugleikun- um. Hetta skapar gleði og trivnað. Men tónlist og tónleikavirksemi eru eisini góður búskapur. Tað er einki at ivast í, at stórir útflutn- ingsmøguleikar eru í føroyskum tónleiki. Tað ræður tí um, at tað almenna skapar góðar karmar kring tónleikavirksemið í Føroyum. Á hesum øki eru stórir menningarmøguleikar, tí her eru bæði arbeiðspláss, inntøkumøguleikar, trivnaður og økismenning alt í einum. Hartil kemur, at okkara ungu tónaskøld og tónleikarar gera eitt stórt PR- arbeiði fyri Føroyar uttanlanda. Tey ungu tón- listafólkini, klassisk so væl sum rútmisk, hava sama týdning sum eitt nú fótbóltslandssliðið. Tey gera, at Føroyar koma í gott orð uttanlanda og tað hava vit harðliga brúk fyri. Og so skapa tey góða list, og tað er tað, sum hevur størsta týdningin. At ung tvørakvinna stóð seg so avbera væl í stórari danskari tónleikakapping boðar eisini frá góðum og eigur at geva teimum, sum dagliga arbeiða við eitt nú tónleikaundirvísing og myndugleikum annars gott mót og er tað ein staðfesting av, hvussu stóran týdning eitt ríkt tónleikalív hevur fyri bæði okkum sjálvi og fyri Føroyar sum so. Tillukku til Prixvinnarar og luttakarar og til Guðrun. Koyrið á. DAGSINS MEINING Sosialurin Ungdómur og tónleikur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin Tað hava verið nakrar út- sagnir í seinastuni, sum eg ikki meti geva fólki okkara eina rætta mynd av týdn- inginum, sum blokkurin hevur í tí Føroyska búskap- inum. Sagt hevur verið, at nú eru vit so nær einum sjálvberandi búskapi, at blokkurin einans er uml. 6 % av tí samlaða búskapin- um. Útreiðslubyrðan millum Landskassa og Statskassa á rakstrar- og løguútreiðslum broytist, alt eftir hvussu stórar ella lítlar útreiðslur- nar hjá landskassanum eru. Vaksandi útreiðslur hjá Landskassanum, sum vit hava í løtuni, viðføra at Statskassans partur av út- reiðslunum minkar (sjálv- andi eisini í prosentum). Fallandi útreiðslur hjá Landskassanum vaksa hin- vegin um Statskassans part av útreiðslunum, (eisini í prosentum). Miðskeiðis í 70-unum var útreiðslubyrðan hjá Statskassanum umleið 40 % av samlaðu rakstrar og løguútreiðslunum. Í 1992 var hesin partur fallin til 24 %. Taka vit tíðarskeiðið frá 1993 til 1998 var útreiðslubyrðan hjá statskassanum millum 29 og 31 %. Frá 1999 til 2001 var parturin hjá statskassanum 31 til 32 %. Við minkingini av blokk- inum er statskassans partur av samlaðu rakstrar- og løguútreiðslunum vorðin 23 %, men nú er eisini, sum øllum kunnugt, einki yvir- skot hjá Landskassanum. Taka vit Statskassa og Landskassa frá 1999 til 2002 sær soleiðis út. Mín áheitan á Tjóðveld- isflokkinum skal verða, at flokkurin í framtíðini letur verða við at villeiða fólkið við at siga, at blokkurin nú einans er 6 % av búskapin- um. Hetta sigur ikki stórt annað, enn at rakstrar- og løguútreiðslurnar hjá heimastýrinum, sum Løg- maður eisini hevur gjørt vart við, eru eksploderaðar, og eru alt ov høgar til okkara samfelag, og at yvirskotið er burtur. Sum vit síggja er úrslitið av niðurskurðinum av blokkinum tað, at yvir- skotið er burtur, og at vit einans seta millum eina og tvær milliónir í Lands- bankan í 2002, hettar með- an vit næstan kunnu siga okkum at hava fingið fullan viðvind á súkklubreytini. Undirritað vil loyva sær at heita á Tjóðveldisflokk- inum um at geva eitt kvali- fiserað og greitt boð uppá, hvørjar atgerðir skulu takast, fyri at sleppa undan at brúka av innistandandi í Landsbankanum. Enn er einki sagt av Tjóðveldis- flokkinum um hesa avbjóð- ing. Nú er tíðin komin hvar gerðir skulu setast ístaðin fyri orð. Tað eru sum kunnugt einans tveir mátar at gerða hetta uppá, og tað veit hvørt mansbarn í Føroyum, tað er at lækka útreiðslurnar, og ella at hækka inntøkurnar. Hví er nú javnvágin í Samgonguni vorðin so út av lagi vánalig? Hetta er eisini ógvuliga einfalt, og tú hoyrir tað allastaðni, hvar ein bólkur sum skuldi havt felags áhugamál skrædnar, tú hoyrir somu viðmerkingar ella undan- førslur innanfyri Samgong- una í løtuni. • Skuldi ikki havt stemma fyri Fíggarlógini. • Útreiðslirnar skulu ikki hækka, um mítt lokala øki verður rakt. • Teir eru óseriøsir, teir siga ikki sannleikan, teir villeiða fólk. • Justitsmorð, hattar skal koma teimum aftur um brekku. Mín næsta áheitan skal verða á samgonguna um beinanvegin at grava stríðs- øksina og finna eitt felags stev ella at bróta samstarv- ið. Hetta sum nú hendir, hevur Føroya land ikki uppiborið, og so langt frá tí. Tað sama hvør kemur til valdið í Føroyum, so skulu tung tøk takast ta næstu tíðina. Útreiðslubýtið millum Landskassa og Statskassa 1999 2000 2001 2002 Landskassi 2.690 2.887 3.103 3.395 Statskassi 1.291 1.339 1.371 1.003 Tilsaman 3.981 4.226 4.474 4.398 Statskassin í prosentum 32 % 32 % 31 % 23 % TÍÐINDASKRIV Vikuskiftið 21. –23. febr- uar skipar MáF, Meginfelag áhugaleikara Føroya, fyri sjónleikaraskeiði í Suðuroy. Skeiðið vendir sær til øll fólk yvir 16 ár, roynd sum óroynd, ið hava áhuga fyri at spæla sjónleik, at undir- halda, at lesa upp o.tíl. Arbeitt verður við grund- leggjandi sjónleikaravenj- ingum, dansi, improvisa- tión og tekstbrotum. Tema á skeiðnum er: Í staðin fyri at kroppurin stendur í vegin – so vísir hann tær vegin. T.v.s. at sleppa undan kensluni av, at kroppurin læsist, stívnar ella bara er ein forðing fyri at tú skalt kunna reisa teg upp og bera eitthvørt fram fyri eini fólkamongd – heldur ar- beiða fram ímóti at brúka kroppin sum eitt amboð, eitt hjálpitól, ið kann stuðla undir og gera tað, sum tú vilt bera fram áhugavert at hyggja at. Skeiðið verður hildið í Gistingarhúsinum við Á í Øravík. 9 skeiðstímar verða til- samans. Undirvísari verður Bárð- ur Persson frá Leikarafelag Føroya, sum í fjør varð út- skrivaður av sjónleikara- skúlanum í Århus. Kostnaður fyri skeiðið er kr. 300, og tilmelding er hjá MáF, tlf. 315624, teldu- postadressa maf@maf.fo Sjónleikaraskeið fyri suðuroyingar Áki Andreasen Tíbetur hugsi eg ikki, at nógv fólk lesa Dagblaðið. Men hetta er alment mál- gagn hjá Fólkaflokkinum og verður stýrt av formann- inum í tingbólki Fólka- floksins. Sostatt er avsend- arin av hesum, flokkurin hjá løgmanni, Anfinni Kallsberg. Eg havi í nýggjari tíð ongantíð sæð slíka hatska skriving og útspilling av øðrum menniskjum. Tann boðskapur, sum gongur ígjøgnum skrivingina í Dagblaðnum, er so and- styggiligur, at tú øtast. Fólkaflokspolitikarar verða hálovaðir fyri arbeiði, sum teir ongan heiður hava av, meðan serliga samgongu- felagin Tjóðveldisflokk- urin, verður spiltur niður í sand og øsku. Serliga Karsten Hansen, Høgni Hoydal, Heini O. Heinesen og Torbjørn Ja- cobsen hava verið so per- sónliga útspiltir í Dag- blaðnum seinastu 5 árini, at tað hevði rúgvað upp í eina heila orðabók av ókvæmis- orðum. Avgjaldsgrísur, stampatrampari, lygnari, hundur og beist, eru bert milum tey mildastu heiti, ið Fólkafloksins málgagn hevur sett á teir. Saman- beringar við hópdrápsmenn og bølmenni hava somu- leiðis verið gerandiskostur. Og heldur ikki eru familj- urnar hjá tjóðveldispolitik- arum slopnar undan út- spillingini hjá Fólkaflokk- inum. Friðaður í klassa A Andstyggiligheitirnar í skriving Fólkafloksins hava tó ongantíð elvt til politisk- ar gølur ella nakra kritiska viðgerð í Útvarpi ella Sjón- varpi. Hinvegin hava Fólkaflokkurin og almennu fjølmiðlarnir fleiri ferðir gjørt stórar gølur burturúr, tá onkur tjóðveldispolitik- ari hevur sagt okkurt minni hóskiligt um løgmann, sum tó ikki er nær námind so grovt, sum skriving Óla Breckmans. Eg veit tildømis, at Sjón- varp Føroya eigur upptøkur av Óla Breckmann, tá hann í 1998 á Gamla Apoteki leyp fullkomiliga fram av og spilti Signar á Brúnni og Heina O. Heinesen út fyri opnum myndatóli við eið- um og ókvæmisorðum. Men SvF tordi ikki at senda hetta út. Minni enn tvey ár seinni sendi SvF tó út eina band- upptøku hjá Sosialinum við Torbjørn Jacobsen. Hví verður hesin munur gjørd- ur? Niðurstøðan kann bert vera, at Fólkaflokkurin hevur ongi moralsk mørk og ongin setur krøv um, at hann skal fylgja vanligum fólkaskikki. Hann kann siga hvat hann vil, uttan at nakar almennur fjølmiðil setur spurnartekin við tað. Og hann kann kalla øll onnur fyri hvat sum helst. Men almennu fjølmiðlar- nir gera gølu burturúr, um onkur sigur sína hugsan ov hart um fólkaflokspolitik- arar. Tað sær altso út til, at Fólkaflokkurin verður frið- aður í klassa A, helst tí at fjølmiðlarnir sjálvir ræðast útspillingina frá fólkafloks- politikarum. Geva øðrum skyldina fyri alt Seinasta dømið um, hvussu grovt Fólkaflokkurin slepp- ur at týggja sær, er málið við Jørgen Niclasen. Ein landsstýrismaður er farin út um sínar heimildir, og ein drúgv kanning staðfestir hetta. Almennir pengar eru saneraðir ov nógv hjá pri- vatum fyritøkum. Fjølmiðlarnir gera nógv burturúr og reisa teir røttu spurningarnar. Fólkaflokk- urin og Løgmaður bróta øll moralsk mørk í royndini at verja sínar egnu. Øll vita, at var ikki talan um ein fólkafloksmann, so hevði málið verðið avgreitt sama dag, sum kanningin kom. Men Fólkaflokkurin og Løgmaður draga málið út og hava einsamallir ábyrgd- ina av, at Jørgen Niclasen verður settur frammanfyri tey rullandi sjónvarpstólini. Undir viðgerðini spilla fólkafloksmenn Tjóðveld- isflokkin út og eru teir einastu, ið ikki duga at fara virðiliga fram. "Knívar í bakið", "Níð- ingsgerð" og "Jørgen hevur onki skeivt gjørt" verður rópt upp í saman, hóast alt er beinleiðis ósatt. Hvussu kann tað vera ein knívur í ryggin frá Tjóð- veldisflokkinum, at Jørgen Niclasen ikki hevur umsitið eftir lógini? Tjóðveldisflokkurin skyldina av feilunum hjá fólkafloksmonnum? Eftir útspillingina hjá Fólkaflokkinum av Tjóð veldisflokkinum og av al- mennu fjølmiðlunum, byrja almennu miðlarnir at hokna. Útvarpið sigur, at hørð orð og kegl flugu mill- um samgonguflokkarnar, og eigur Fólkaflokkurin nú ikki at siga samgonguna upp, spyrja teir. Men hvør leyp á nakran uttan júst Fólkaflokkurin? Og hvussu kunnu mistøkini hjá einum fólkaflokslands- stýrismanni, knappliga ger- ast trupulleikin hjá Tjóð- veldisflokkinum? Og hví spyrja almennu fjølmiðlar- nir nú løgmann, um hetta kann elva til samgonguslit Síðani koma Dagblaðið og fleiri lesarabrøv hjá fólkafloksmonnum, har teir framvegis royna at kasta skyldina fyri egin mistøk yvir á Tjóðveldisflokkin. Hann hevur annars gjørt alt eftir bókini í hesum máli og hevur ikki brúkt eitt ókvæmisorð ella lagt eftir nøkrum persóni. Eg havi fingið nóg mikið av hesum og vil tí spyrja bæði løgmann og tíðinda- leiðararnar í almennu fjøl- miðlunum nakrar spurn- ingar. Fyrispurningar til Løg- mann, Anfinn Kallsberg. Tekur Løgmaður undir við teimum orðum, ið verða søgd um formann, tingfólk og landsstýrisfólk Tjóð- veldisfloksins í Dagblað- num og í øðrum almennum miðlum frá serliga Óla Breckmann? Hvat hevði løgmaður gjørt, um formaður í ting- bólki Tjóðveldisfloksins ella annar tinglimur alment hevði rópt Løgmann fyri svíkjara, knívstingara, judas, pilatus o.s.fr??? Hví sigur Løgmaður, at ein kanningarstjórafrá- greiðing kann ikki brúkast tá hon sigur, at Fiskimála- ráðið er farið út um heim- ildirnar í lógini. Men í somu viku sigur hann, at ein onnur kanningarstjóra- frágreiðing kann brúkast, sum hevur fríkent Signar á Brúnni? Er munur á monn- um ella á kanningarstjór- um? Hví valdi Løgmaður at útseta Jørgen Niclasen fyri almenna viðgerð í fleiri tímar, tá hann kundi slopp- ið undan tí? Hvat hevur Tjóðveldis- flokkurin gjørt skeivt í mál- inum við Jørgen Niclasen, og hvat av hesum er grund- arlag fyri at landsins leiðari tosar um samgongutrupul- leikar? Fyrispurningar til tíðindaleiðararnar í Sjónvarpi Føroya og Útvarpi Føroya. Høvdu tit mett tað sum tíð- indir, at formaður í ting- bólki Tjóðveldisfloksins kallaði løgmann ella ein fólkaflokslandsstýrismann fyri avgjaldsgrís, lygnara, avrættara, beist, hund, Judas, Pilatus, knívstingara og tílíkt? Hví eru tað ikki tíðindir, tá ein leiðari í Fólkaflokk- inum stútt og støðugt per- sónliga spillir varaløgmann út, meðan eitt heilt summar gongur við at viðgera í tíð- indunum, at ein tjóðveldis- maður hevur sagt okkurt um løgmann? Hví sendi SvF ikki upp- tøkuna við Óla Breckmann, har hann leypir framav, meðan SvF sendir band- upptøku við Torbjørn Ja- cobsen, sum verður út- vegað frá Sosialinum? Hví spyrja tíðindafólkini um samgongan er í vanda, tá ein fólkafloksmaður hev- ur gjørt nakað skeivt, men ikki tá aðrir landsstýris- menn eru í trupulleikum? Hví siga tíðindafólk í Út- varpinum, at beisk orð og kegl flugu millum sam- gonguflokkarnar í ting- inum, tá bert fólkafloks- menn vórðu óhøviskir? Verða tíðindir viðgjørd út frá ymsum krøvum um mo- ralsk mørk og fólkaskikk hjá ymsu politikarunum. til fígginda mín fíggindi mín, eg skal fremja kærleika mín á tær - og royna góðskuna við. verð ikki ov bilsin av teimum tingum sum eg man gera. eitt blítt orð í umbýti fyri eitthvørt kvettorðað ting tú manst siga, eitt óvæntað verk eg skal gera fyri teg á vegnum. møguliga tá skal koma tíðin at eitt undur skal henda - ístaðin fyri at vera fíggindi mín tú skal blíva ein mín vinur! chr.fróði VIÐMERKINGAR Hevur Fólkaflokkurin ongi moralsk mørk? Fyrispurningar til Anfinn Kallsberg, løgmann og til tíðindaleiðararnar í almennu fjølmiðlunum. TÍÐINDASKRIV Aftaná ein steðg í eina tíð, verður aftur dansur fyri ung undir 18 ár í høvuðsstað- num. Fyrireikararnir góvust í des. mánað í fjør, tí tað ikki loysti seg at hava dans í samband við at býráðið álegði loyvishavarunum í Badmintonhøllini at steingja dyrnar kl.02:00. Nú er so avgjørt at dansur og onnur tiltøk kunnu vera har aftur eftir gomlu skip- anini, tvs. at dansurin kann halda áfram til kl. 3:30 eins og áður. Leygarkvøldið 8.feb. verður DJ-SHOW, FREE- STYLERS-KAPPING. Sum áður nevnt, endar til- takið kl.03:30 Dyrnar latað upp kl.23:00. Framyvir verða tó ávísir broytingar, og millum annað verður tað aldursmark 14 ár fyri at sleppa inn. Harafturat skulu grannar fáa varskóð nær tiltøk eru og eyka fólk skal setast at ansa eftir uttanfyri og í samstarvi við Náttar- ravnarnir verður hetta gjørt, í eini roynd at fyribyrgja ófrið hjá grannum. Ein áheitan er til foreldur um at minnast til at nevndu tiltøk- ini ikki eru fyri børn undir ásetta aldursmark. Nú kunnu ungdómar so aftur gleða seg til at sleppa í býin og í dans. Nógv koma van- liga eisini av bygd hendan- vegin tá ið dansur er, tí koyra bussar aftur og fram til Badmintonhøllina frá Vestmanna, vágunum og Eysturoynni, og tað ber til at bíleggja sær pláss við at ringja á tlf. 22 33 11 ella 21 64 64. 1. mars verður stórt fasta- lávintstiltak har fleiri bólk- ar frá "Prix Føroyar" koma at spæla og undirhalda. Tað verður eisini burturluta ymiskir vinningar til flottastu grýlurnar. 29.mars verður so fyrsta innleiðandi kapping í "Ársins Songrødd 2003" fyri suðurstreymoy. 12.apríl verður konsert við kendum bólki. 10.mai verður annað umfar fyri suðurstreymoy í „Àrsins Songrødd 2003" 24.mai er dj-show og Freestyler kapping 7.juni verður konsert 21.juni er konsert og dj- show Dansur aftur í Badmintonhøllini C M Y K 13 12