týsdagur 20. februar 1990síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ør:
€
+
á
3
Nr. 21 — 20. februar 1990
Teir flestu menn, id eg
havi tosad vid, og sum
vóru á útróðri henda dag-
in siga, at teir hevdu ein
ávísan ampa á sær, tí tað
kendist so tyngjandi við
so tjúkkum mjerka, tung-
ari aldu og óvanligum
ráki.
Teir flestu maskinbátar-
nir royndu tí at fáa land-
kenning. áðrenn myrkrið
kom, tí teir vistu, at brim
var við landið, og tí var
ráðiligast at taka land,
áðrenn náttarmyrkrið seig
yvir Suðuroynna.
Nógvir bátar vóru úti
henda dagin og fleiri
komu saman úti í sjónum
og fylgdust til lands.
Ymiskt var sum teir
komu í land,
komu rættiliga
meðan aðrir komu langt
av leið; m.a. kom >Dal-
summir
beinir,
Í sorgum stedd
Vígd teimum, sum vara av manningini
við M/b »Bugvin«, Suðuroy
Vár Gud, vit niga tær til fotur,
alvaldandi hátt yvir ský,
nú svárar kennast sorgarletur,
ver tú vár hjálp á hvørji tid.
Titt eygað altid opið er,
tú hoyrir bøn, úr barmi fer.
Kom nú til tey, í sorgum sita,
veit teimum troyst á sorgarstund,
so lítið tey á morgni vita,
tá kveldið setur sorgarfund,
ti liv og lagna broytist brátt
Gud, ver oss nær á vanda nátt.
Um tú fekk alla heimsins gleði |
og løgd við gulli var tin leið,
men gekk tú ei á Harrans vegi,
tá fáfongt var hvort spor, tú steig,
nen um tú valdi Jesus her,
tá trygt í vanda far títt er.
at tú í sorg oss verður hjá;
tú vilt ei tina hjálp oss syta,
tá vit í neyð teg kalla á.
A neyðars stund heit tú á meg
so signar Gud, sum skapti teg
;ud, kom nú teirra sorg til linna,
ey vini skulu aftur finna,
har, sum gleðin trivist best,
r heima
Vár Gud, vit oll nú á teg lita,
í
|
|
I
Í
|
i
| sum sut og saknid kenna mest,
i
}
| oe frið
Í (ruds friða sal
|
í
|
Í
(ITYSIITSLSG
fossur< úr Porkeri í Fles-
ina á syðra armi á
Trongisvágsfirði.
Ein av deksbátunum,
sum var Uttan Stein, var
»Saturn« á Gørdunum, og
við honum var m.a. Es-
bern Holm í Vági. Teir
stimaðu tvær ferðir fram
við »Bugvanum« um dag-
in í mjerkanum. Hann
sigur, at teir sótu á fiski-
leið til myrkt var um
kveldið. Tá teir fóru at
sigla, stimaðu teir fyrst
eitt sindur út, áðrenn teir
løgdu eysturyvir og lodd
aðu seg eysturav og síðani
norðuryvir.
Tað gekk drugv tíð, áðr-
enn teir komu í land, og
teir kendu ikki beinan
vegin hvar teir vóru
staddir, men tá ein leta
var liðin, vóru teir greiðir
yvir at teir vóru komnir
inn í Lítlu Dímun. Síðani
hildu teir leiðina móti Por-
kerisnesi, og tá teir nærk-
aðust, reiv eitt lítið sindur
í, so teir sóu fýrin, Teir
komu á Vág út móti mid-
nátt.
Ein annar vágbingur,
EA sosialurin
Síða 9
sum var á útróðri við
»Cheerfull« henda dagin,
var Ove Leo. Hann sigur,
at teir vóru eisini staddir
Uttan Stein, men fóru
seinrapartin at stima móti
landi, og Jóan Petur Joen-
sen, sum var formaður
stýrdi, motorpassarin
stóð við »regulatorin«,
meðan allir hinir stóðu á
bógnum og hildu utkikk:
tá teir høvdu siglt nakað,
hóma teir brot fyri framm-
an og rópa um at »dreyga«
vesturyvir, men tað gjerdi
róðursmaðpurin ikki,
hann mól róðrið, so skipið
snaraði eysturyvir, og tað
var teirra bjarging, tí teir
vóru komnir inn á boðar-
nar við eystara enda á
Sumbiarhólmi, so um teir
høvdu malid vesturyvir,
komu teir undir brotini frå
bodunum, og so var eingin
bjarging.
Onkur av vågsbåtunum
kom i land undir
Beinisverði, og onkur
mundi farið í briminum á
Akrabergstanga; teir
Framhald á síðu 10
LÆ
Sorgarljóð
Til minnis um teir 8 sjómenninar úr Porkeri,
ið sjólótust við M/b >Búgvin<, 1940
Lag: Et kors det var, det hárde trange leje
So myrk hekk tokan yvir hav og landi,
tó logdu bátar allir út frá sandi,
ti sunnan Stein ei mundi fiskur tróta,
ei var at lata bát sín heima flóta
A fiskimiði allir bátar lógu,
við gleðibrosi menn við sneri stóðu,
og tá á degi komin var ein endi,
við fullum bátum aftur heim teir vendu
Har heima fólk til strandar oman gingu,
tá ljós frá bátum eygað á tey |
tey gleddust, tá tey bátar aftur sóu,
og fyri teimum oll á brúnni stóðu
fingu,
Men fyri mong tað ei bleiv nokur lukka
við gráturodd tey millum hini sukka,
ti full við bátar var tann heila brugvin,
har saknaðist ein bátur, tað var »Bugvin«
A brúnni hoyrdist einki uttan grátur,
tey hugdu oll, men ei sást nakar bátur,
har grótu mammur, systrar, brødur, konur,
og gamla móðir segði: Kom min sonur!
Tað var við bátum leitað væl og leingi,
men vinir lógu longu tá í tangi,
tað boðar frá, ið upp á land varð rikið,
at deyðin heuði teir í favn sin tikið
Tey sorgarboð um landið ljóða viða,
at burtur er tann skútan litla friða,
við átta monnum hon mót landi rendi,
og deyðin harði hann var teirra endi
Um teirra neyð og róp, vit einki vita
bert sorgarbundin eftir heima sita,
um teir í vátu grøv seg niður løgdu
!
Ja, havið vonda hevur okkum sárað
tað okkum fyrr so mangan fekk at tára,
tey sorgarsar seg festu ajupt í minni
men sárið stóra varð á hesum sinni
Tit kæru vinir, ið frá okkum fóru,
í himnaborg Guds einglar tykkum bóru,
har inni grát tit aldri hoyra ljóða,
men gleðisong um himnakongin góða.
Við táravátum eygum, vit nú siga:
Hoyr, Harri kæri, okkum, ið teg biðja,
tú okkum lær í hesi sorg at skilja,
at tað, hon hendi, var við tinum vilja.
Carl Th. Serensen